mikudagur 22. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 14 - 22. januar 2003
Nr. 14 - 22. januar 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Sosialdemokratar á veg aftur
Valdu diplomat úr Libya
Klippfiskurin svíkir
Kanna moralin
Nógv bendir á, at sosial-
demokratiski flokkurin í
Niðurlondum fer at fáa eitt
gott úrslit á valinum í dag.
Flokkurin noyddist at
lata valdið frá sær í mai í
fjør, tá tað eydnaðist
høgramanninum Pim For-
tuyn at vísa á, at sosial-
demokratarnir høvdu mist
sambandið við teir niður-
lendsku
veljararnar.
Flokkurin hjá Fortuyn
fekk dygga undirtøku,
men sjálvur varð hann
myrdur. Nú vísa veljara-
kanningar, at fólk aftur
eru til reiðar at styðja
sosialdemokratarnar.
Mánadagin kunngjørdi
floksformaðurin, Wouter
Bos, at vinna sosialdemo-
kratarnir stjórnarvaldið
aftur, skal borgarstjórin í
Amsterdam, Job Cohen,
leiða stjórnina. Hann hev-
ur gingið undan í teimum
s o s i a l d e m o k r a t i s k u
royndunum at forða einari
meiri víðgongdari lóg,
sum skal avmarka rætt-
indini hjá fremmandum at
koma til Niðurlond.
Hóast hvøss mótmæli úr
USA er ein libyskur dip-
lomatur valdur til for-
mann í mannarættinda-
nevndini hjá ST.
Vanliga verður formað-
urin í mannarættindanevn-
dini tilnevndur, men hesa-
ferð var neyðugt við bein-
leiðis atkvøðugreiðslu, og
tað er ongantíð hent, síð-
ani nevndin varð skipað
fyri 56 árum síðani. USA
var harðliga ímóti at lata
ein mann úr Libya fáa for-
manssessin, men tá atkvøtt
varð, fekk tann libyski
diplomaturin 33 atkvøður,
17 lond atkvøddu ikki, og
trý lond atkvøddu ímóti.
Eitt teirra var USA.
Formansskapurin í man-
narættindanevndini gong-
ur upp á skift millum teir 5
heimspartarnar, og hesa-
ferð átti Afrika tørn. Tann
nýskipaði afrikanski eind-
arfelagsskapurin samtykti
herfyri, at Libya skuldi
umboða
heimspartin
næstu tvey árini.
Tað gongst ikki so væl hjá
norðmonnum at selja bras-
iliumonnum klippfisk lon-
gur. Í fjør keypti Brasil
norskan klippfisk fyri 658
milliónir krónur, og tað
var 25 prosent minni enn
árið fyri.
Tað var tann tíð, tá
klippfiskurin var hátíðar-
matur á jólum og á pásk-
um í Brasil, men soleiðis
er tað ikki longur. Klipp-
fiskurin er stutt sagt vorð-
in ov dýrur, og brasiliu-
menn eru tí farnir at eta
annað ístaðin fyri. Tað
mesta, sum teir keypa,
kemur kortini framvegis
úr Noregi. Hildið verður,
at tann norski parturin
liggur um 90 prosent. Hitt
kemur úr Portugal, Ís-
landi, Kanada og úr USA.
Norski útflutningsum-
boðsmaðurin í Brasil sigur,
at tað er serliga tann mink-
andi keypiorkan hjá bras-
iliumonnum, sum er orsøk-
in til, at teir keypa minni
klippfisk. Hann vísir á, at
virðið á brasilska gjald-
oyranum er fallið so nógv,
at nógvar útlendskar vørur
eru vorðnar millum 50 og
70 prosent dýrari. Hóast
hetta er hent, eru lønirnar í
Brasil at kalla óbroyttar.
Tað var Voltaire gamli, sum
eina ferð spurdi, um polit-
ikkur er annað enn at duga
at lúgva í teirri røttu løtuni.
Nú hevur týska sam-
veldistingið sett sær fyri at
kanna, um hann hevði
rætt, og tí hevur tingið sett
eina nevnd, sum skal
kanna moralin hjá landins
politikarum.
Nevndin varð sett, eftir at
teir kristiligu demokratar-
nir royndu at prógva, at so-
sialdemokratarnir høvdu
logið undir valstríðnum
seinasta summar, men nú
royna aðrir at prógva, at tað
gjørdu teir kristiligu demo-
kratarnir eisini. Uppruna-
liga ætlanin hjá andstøðuni
var at avhoyra Gerhard
Schrøder, kanslara og Hans
Eichel,
fíggjarmálaráð-
harra undan landspartaval-
inum í Hessen og Nieder-
sachsen 2. februar í teirri
vón, at avhoyringarnar
kundu ávirka valúrslitið,
men í síðstu viku eydnaðist
tað stjórnarflokkunum at
fáa avhoyringarnar útsettar
til aftan á valið.
Stjórnin í Meksiko
hevur gjørt av at fara
til altjóða manna-
rættindadómstólin í
Haag fyri at forða
fyri, at fleiri meksik-
anar verða avrættaðir
í USA.
DEYÐAREVSING
Árni Joensen:
Meksikanska stjórnin vísir
í sínum grundgevingum á,
at amerikansku myndug-
leikarnir hava sýtt fyri at
lata 54 meksikanskar fang-
ar fáa hjálp frá meksik-
anskum ráðgevum. Tað er
brot á Wiensáttmálan frá
1963.
Bæði Meksiko og USA
skrivaðu undir sáttmálan
longu í 1963. Sáttmálin
áleggur
millum
annað
londum at kunna fangar
um, at teir hava rætt til ráð-
gevarastuðul. Tað hava
amerikanarar ikki gjørt,
sigur meksikanska stjórnin.
Meksiko
hevur
fleiri
ferðir kært seg um, at USA
nýtir deyðarevsing. Tað
sama hava lond í Evropa
gjørt,
og
amerikanska
deyðarevsingin verður dúg-
liga umrødd í sjálvum
USA, eftir at fyrrverandi
guvernørurin í statinum
Illinois ógildaði 167 deyða-
dómar herfyri.
Teir 54 meksikanararnir,
sum eru dømdir til deyða í
USA, og sum sita og bíða
eftir at verða avrættaðir, og
nú vil Meksiko hava USA
at bíða við at fullføra
deyðadómarnar, til manna-
rættindadómstólurin hevur
tikið støðu til málið.
Leggur deyðarevsing fyri altjóða
dómstól
– Orðið yvirgangur
verður nýtt til at lýsa
politiskar mótstøðu-
menn sum ómenni og
at gera lógliga and-
støðu ólógliga, sigur
ST-aðalskrivarin, Kofi
Annan.
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Stríðið ímóti altjóða yvir-
gangi hóttir mannarættindi
og demokrati, heldur aðal-
skrivarin í ST, Kofi Annan.
Í einari røðu í trygdar-
ráðnum segði Annan, at y-
orðið, sum hann málbar
seg, javnan verður nýtt til at
lýsa politiskar mótstøðu-
menn sum ómenni, at
skerja talu- og skrivifrælsið
og at gera lógliga andstøðu
ólógliga.
Kofi Annan legði afturat,
at ofra vit frælsið og rættar-
trygdina, ella lata vit yvir-
gangin elva til bardaga
millum lond, er tað ein
størri sigur fyri yvirgangs-
menninar enn nøkur yvir-
gangsatsókn.
Orðini fullu í einari røðu,
sum hann helt fyri uttanrík-
isráðharrunum úr 13 lond-
um, teirra millum USA,
Kina, Bretlandi og Týsk-
landi.
Y-orðið verður misnýtt
Kofi Annan
og týski utt-
anríkisráð-
harrin,
Joschka
Fischer. Eins
og ST-aðal-
skrivarin
hevur Fischer
ávarað um, at
eitt álop á
Irak fer at
økja um
vandan fyri
yvirgangi.
Serdeild skal beina fyri Saddam
Hussein
USA hevur mannað
eina serdeild, sum
hevur fingið eina
uppgávu, brestur
kríggj á við Irak.
Deildin skal finna og
beina fyri Saddam
Hussein.
IRAK.-KREPPAN
Árni Joensen:
Fleiri amerikanskir fregnar-
tænastumenn eru longu í
Irak, har teir halda eygað
við hermannaflutningi, ráð-
harrunum og ikki minst for-
setanum, Saddam Hussein,
skrivar blaðið USA Today.
Men uppgáva teirra er
ikki heilt einføld. Fleiri
serfrøðingar vilja vera við,
at irakski forsetin hevur
sokallaðar dupultgangarar,
og at tað eru bara nøkur fá,
sum vita, hvør tann veruligi
Saddam Hussein er.
Sambært USA Today eru
umleið
100
servandir
njósnarar og einir 60 menn
hjá CIA í Irak. Umframt at
halda eygað við forsetanum
og ráðharrunum skulu teir
eygleiða støðirnar hjá koll-
veltingarhirðini, sum verð-
ur mett at vera tann best
vanda deildin hjá irakska
herinum og lívverja hjá for-
setanum.
Eygleiðarar í USA siga, at
tað er neyvan av tilvild, at
tíðindini um teir servandu
njósnararnar leka út júst nú.
Víst verður á, at amerikan-
ska trýstið á Irak veksur dag
frá degi, og at einir 100.000
amerikanskir hermenn eru í
økinum við Persaflógvan.
Samstundis hevur Bretland
gjørt av at senda 35.000 her-
menn hagar.
Tað hevur eisini víst seg,
at ósemja er í ST-trygdar-
ráðnunum Irak-kreppuna,
nú nakrir fáir dagar eru
eftir, til vápnaeftirlitsmenn-
inir skulu lata trygdarráðn-
um sína fyrstu frágreiðing.
Nógv halda, at amerikan-
arar fara at nýta frágreið-
ingina sum grundgeving
fyri at leypa á, men so seint
sum í gjár gjørdu Frakland
og Týskland greitt, at tey
eru ímóti kríggi við Irak.
Bæði londini eru limir í
trygdarráðnum, og Frak-
land hevur harafturat sýt-
ingarrætt har.
Týski uttanríkisráð-harr-
in, Joschka Fischer, vil vera
við, at at álop á stýrið í
Bagdad fer at økja vandan
fyri yvirgangsatsóknum, og
franski starvsbróður hans-
ara, Dominique de Villepin,
sigur, at tað er einki, sum
rættvísger eina avgerð um
at steðga vápnaeftirlitinum
fyri at byrja eitt kríggj.
Akuttur tørvur er á
einari lóg um góðan
fjølmiðlasið, sigur
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður. Ein
lóg hevði skapað
størri sjálvjustits
heldur løgmálaráð-
harrin, sum hevur
eitt uppskot klárt, ið
bara bíðar eftir, at
málsøkið verður
yvirtikið
FJØLMIÐLAR
Ingi Rasmussen
Arbeitt verður við at yvir-
taka málsøkið fjølmiðlar,
og fyrr enn tað er avgreitt,
kemur ongin lóg um fjøl-
miðlaábyrgd fyri løgtingið.
Tað arbeiðið er tó komið
væl áleiðis, og væntandi
verður málið avgreitt nakað
skjótt.
Tað sigur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við lógar-
málum, sum hevur yvirtøk-
una og lógarsmíðið av ein-
ari
fjølmiðlaábyrgdarlóg
um hendi.
Løgtingsins
umboðs-
maður gav ilt av sær í Sosi-
alinum í gjár. Í sambandi
við fleiri mál, har føroyskir
fjølmiðlar hava staðið fyri
skotum í seinastuni, eftir-
lýsir hann eina fjølmiðla-
ábyrgdarlóg, sum ásetir,
hvussu pressan arbeiðir, og
hvussu borgarin verður
vardur.
Púra samdur
– Eg eri púra samdur við
umboðsmannin. Tað líkist
ongum, at vit ikki hava
fingið hetta upp á pláss,
men tað liggja orsøkir
undir, sum ikki eru í okkara
hondum. Vit vóna at fáa
hetta upp á pláss innan heilt
stutta tíð, sigur Høgni
Hoydal.
Fjølmiðlaábyrgdarlógin
hevur verið leingi ávegis.
Líka síðan 1992 hevur tað
ligið á landsstýrisborðin-
um. Men av ymsum orsøk-
um hevur tað gingið stiltið
hjá skiftandi stýrum at av-
greiða málið.
Í 2000 legði Høgni Hoy-
dal eitt liðugt uppskot fyri
tingið, men av tí at Løg-
tingsskrivstovan segði, at
málið kravdi góðkenning úr
Danmark, tók landsstýrið
málið aftur. Landsstýris-
maðurin sendi ein fyri-
spurning til Danmarkar,
men sigur seg ongantíð
hava hoyrt nakað aftur.
Akutt mál
Síðan hevur onki verið at
hoyrt alment um málið.
Men tað er ikki, tí at
landsstýrismaðurin er givin
at arbeiða við málinum.
– Hetta er eitt mál, sum
eg haldi vera ógvuliga
akutt, tí eg haldi tað hava
stóran týdning, at vit fáa
eina fjølmiðlasiðvenju, ið
byggir á sama prinsipp sum
í okkara grannalondum,
sigur Høgni Hoydal, sum
sigur málið vera á dags-
skránni hvørja viku.
Javnan verður funnist at
fjølmiðlunum, tí teir ganga
fólkum ov nær ella eru
ósakligir. Sum er, hevur
borgarin onga staðni at fara
við eini kæru, um hann
heldur seg vera fyri órætti í
privatu miðlunum. Haraft-
urat kemur, at lógin um
kringvarp vísir til fjøl-
miðlaábyrgdarlógina, sum
als ikki er til. Hetta er eitt
svínarí, sum myndugleik-
arnir eiga at fáa í rættlag,
sigur umboðsmaðurin, sum
bara kann vera kærumøgu-
leiki, tá talan er um al-
mennu miðlarnar. Hann
hveppir seg kortini við at
taka slík mál upp, tí hann
ikki er sakkunnleiki á økin-
um.
Jøvn umboðan
Í uppskotinum til lóg um
góðan fjølmiðlasið verður
ein fjølmiðlaetisk nevnd
umrødd, sum hevur javna
umboðan fyri almenningin
og pressuna. Fólk, ið halda
seg vera illa viðfarin í
fjølmiðlunum, kunnu so
kæra til hesa nevndina, sum
eisini hevur møguleikan at
taka mál upp av sínum
eintingum.
– Lógin hevur stóran
týdning, bæði fyri borgaran
og ikki minst fyri pressuna
sjálva. Tað hevur týdning at
fáa skipað viðurskifti kring
kærur um fjølmiðlar, so tað
fæst ein sjálvjustits, sum er
alneyðug í pressuni, sigur
Høgni Hoydal.
Spurdur, um tað ikki
hevði borið til at sett
donsku lógina um fjøl-
miðlaábyrgd í gildi, til
málsøkið var yvirtikið,
svarar Høgni Hoydal, at tað
hevði ikki tikið styttri tíð
og hevði heldur ikki loyst
trupulleikan
við,
hvør
skuldi fíggjað fjølmiðla-
etisku nevndina.
Nær málsøkið verður
yvirtikið og ein lóg kemur í
gildi, dugir landsstýrismað-
urin ikki at siga. Bara at tað
verður sum skjótast.
Góður fjølmiðlasiður
nógv saknaður
Pressan skal hava sítt. Ein lóg um góðan fjølmiðlasið er ein fyrimunur, bæði fyri pressuna og borgaran, heldur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við lógarmálum
Vikugamli dóm-
urin í neyðtøku-
málinum móti
einari føroyskari
gentu í Keyp-
mannahavn er nú
kærdur inn fyri
landsrættin
NEYÐTØKA
Ingi Rasmussen
Tað vakti stóran ans, tá
fimm mans vóru frí-
kendir í býarrættinum í
Keypmannahavn fyri at
hava neyðtikið eina før-
oyska gentu.
Nú kærir ríkisákærin
málið inn fyri Eystara
landsrætt. Tá málið var
fyri í rættinum, fríkendu
tveir dómarar menninar,
men tann triði dómarin
helt talan vera um neyð-
tøku.
Varastatsadvokaturin
sigur sambært Útvarpi
Føroya, at hann roknar
við, at landsrætturin
kemur til eina aðra nið-
urstøðu enn býarrættur-
in, og at landsrætturin
fer at hyggja øðrvísi at
prógvunum.
Teir fimm menninir
vóru ákærdir fyri at hava
neyðtikið ta tá 25-ára
gomlu gentuna í eini
jólaveitslu í 2001. Hon
greiddi rættinum frá, at
hon var boðin innar,
men seinni drigin útum,
har hon var neyðtikin av
fleiri monnum í bak-
garðinum.
Løgreglan
fann teknisk prógv móti
fimm teirra, men tveir
av dómarunum hildu
kortini, at talan ikki var
um neyðtøku. Tað helt
tann triði dómarin kor-
tini, og ta býtið væntar
ákærin verður broytt í
landsrættinum.
Málið hevur elvt til
kjak um neyðtøku í
Danmark, og fleiri hava
ført fram, at kvinnur eru
ov illa vardar í lóggáv-
uni ímóti ágangi.
Tað er ikki meira
enn ein vika síðan,
at fimm mans frá
einari handverk-
arafyritøku vóru
fríkendir í býrætt-
inum fyri at hava
neyðtikið eina
føroyska gentu. Nú
standa fleiri teirra
aftur í rættinum
fyri hópneyðtøku
av einari aðrari
gentu
NEYÐTØKA
Ingi Rasmussen
Hesaferð snýr tað seg
um eina grova hópneyð-
tøku, sum fór fram í
Silkeborg í september
2001 ímóti einari bert
15-ára gamlari gentu.
Og málið hevur fleiri
líkleikar við tilburðin, tá
ein føroysk genta segði
seg vera neyðtikna.
Munurin er kortini, at
tann tá 25-ára gamla før-
oyska gentan beinan-
vegin meldaði tilburðin.
Tað gjørdi tann 15-ára
gamla í Silkeborg ikki.
Harafturat kemur, at
tann 15 ára gamla hevði
gingið saman við einum
av monnunum í eina
viku áðrenn, hon sigur
seg vera neyðtikna.
Gentan helt tætt um
hendingina í fýra mán-
aðir, áðrenn hon tordi at
melda tilburðin. Vin-
kona hennara fortaldi
sínum foreldrum um
hendingina, og so fór
málið á rull.
Tá málið við tí før-
oysku gentuni var fyri í
rættinum, vóru teknisk
prógv partur av málin-
um. Av tí, at tað gekk so
long tíð, áðrenn tann 15-
ára gamla loksins meld-
aði, eru ongin prógv, og
tí byggir málið bara á
vitnisførslu.
Talan er bara um trý
vitni: Gentuna sjálva,
hennara vinkonu og ein
vinmann hjá teimum
ákærdu.
Vinmaðurin
hevur
eins
og
teir
ákærdu fortalt løgregl-
uni, at gentan sjálv vildi,
men tað afturvísa bæði
gentan og hennara vin-
kona.
Rætturin í Silkeborg
hevur sett tveir dagar av
til málið. Føroyska gent-
an fer víðari til lands-
rættin við sínum máli,
og ríkisákærin væntar, at
har fær hon viðhald.
Føroysk genta
kærir neyðtøku
Neyðtøkumenn
aftur í rættinum
C
M
Y
K
3
2