mikudagur 22. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 14 - 22. januar 2003
Nr. 14 - 22. januar 2003
5
Pensjónistafelagið á
Tvøroyri hevur nú
mist hølini, tey hava
havt í 13 ár. Tey eru
ógvuliga vónbrotin av
kommununi
ELDRAVIÐURSKIFTI
Áki Bertholdsen
Tvøroyri: – Vit eru koyrd á
dyr.
Í Pensjonistafelagnum á
Tvøroyri eru tey ógvuliga
vónbrotin av Kommununi.
Beint fyri jól mistu tey
hølini, sum tey hava havt í
samfull 13 ár.
Men nú hevur kommun-
an gjørt av, at dagrøktin
skal hava hølini burturav og
at tað ikki er pláss fyri pen-
sjonistunum eisini.
Ístaðin hevur kommunan
víst teimum á eina aðra
loysn, men tað loysnina
skoyta tey ikki um.
Eitt vónbrot
– Hetta er ein dáragerð
ímóti okkum, sigur Tor-
bjørn Lisberg, sum er for-
maður í pensionistafelag-
num HØFT, sum telur limir
bæði úr Hvalba, Trongis-
vági, Øravík og Fámjin.
Tað var annars ein stórur
dagur í pensjónistafelag-
num í 1989, tá ið tey fingu
boð frá kommununi um, at
tey skuldu fáa teirra egna
høli at vera í. Talan var um
eitt høli í veghæddini í
skúlanum í Trongisvági,
sum nú skuldi vera pen-
sjonistahøli burturav.
– Síðani hava vit brúkt
heilt nógvan pening uppá
høli, sigur Torbjørn Lis-
berg. Felagið hevur bæði
sett skilaveggir upp, lagt
streym og vatn inn, keypt
køk, hvítvørur, borð, stólar,
køksbúnýti og myndir um-
framt at tey hava málað og
annað fyri at gera hølini so
hugnalig og brúkilig sum
gjørligt.
Tey fyrstu árini gekk alt
upp á stás i nýggju hølun-
um.
– Men so komu boð frá
kommununi um, at dag-
røktin skuldi sleppa at
brúka hølini ein dag um
vikuna til børnini at vera í.
Tað gekk so eisini eina
tíð, men so skuldi dagrøkt-
in vera har tveir dagar um
vikuna.
– Vit skrivaðu til komm-
ununa í februar í ár fyri at
koma á tal við Býráðið um
hølini. Men vit fingu ong-
antíð svar aftur og í oktober
ryktu vit eftir svari. Beint
fyri jól kom so svarið og
tað var, at vit eru uppsøgd
úr hølunum, tí nú skal dag-
røktin hava tey burturav.
– Ístaðin hevur býráðið
bjóða okkum at vera í
matarhøllini í skúlanum eitt
kvøld um mánaðin, har
kommunan skal bjóða okk-
um kaffi og kakur.
Torbjørn Lisberg sigur, at
hetta er ein loysn, sum tey
ikki vilja vita av.
Fyri stuttum hevði pen-
sjonistafelagið eitt slag av
kreppufundi í Øravík um
støðuna og har var einmælt
samtykt, at loysnina sum
kommunan hevði víst teim-
um á, vildu tey ikki hava.
Formaðurin sigur, at tey
eru ómetaliga vónbrotin av
kommununi.
– Høvdu býráðslimir av
øllum illum tosa við okkum
um støðuna, kundi tað ver-
ið, men vit vita onki, fyrr-
enn vit fáa eina uppsøgn
uppá 8-10 reglur eftir at
hava bíðað í 10 mánaðir
eftir svari.
Býráðslimur lovaði
hølini
Serliga dátt við kemur upp-
søgnin nú, tí tað er ikki
longri síðani enn síðst í
apríl, at tey fingu skriv
sendandi frá Sverra Mid-
jord, sum er formaður í
Sosialu nevnd hjá býráð-
num.
– Í skrivinum ger hann
púra greitt, at vit skulu
varðveita høli, sum vit
høvdu, til ætlaða sambýlið
er bygt og at vit tá skuldu
fáa høli har.
Men nú halda tey seg
hava lúrt býráðslimin av, tí
hetta var nakrar fáar dagar
fyri løgtingsvalið og saman
við hesum brævinum fylgdi
eisini ein áheitan um at
velja seg til løgtingsvalið
beint aftaná.
– Men lyftini frá sosial-
nevndarfor manninum
hildu so ikki og nú eru vit
húsvill. Vit vita heldur ikki,
hvat vit skulu gera, við alt,
vit eiga og sum er í hølun-
um, sigur Torbjørn Lisberg.
Á fundinum í Øravík
fekk nevndin heimilid at
arbeiða víðari við málinum.
Men hvat fer at henda er
ikki greitt.
Sí eisini greinina niðan-
fyri.
Tá ið pensjonistarnir
mistu hølið, fingu tey
ístaðin eitt nógv betri
tilboð frá kommun-
uni, sigur borgar-
stjórin á Tvøroyri
ELDRAVIÐURSKIFTI
Áki Bertholdsen
Tvøroyri: Tað er rætt, at
pensjonistarnir hava mist
hølið, tey hava verið í. Men
afturfyri fingu tey eitt nógv
betri tilboð.
Finnleif Guttesen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, skilir
ikki, hví pensjonistarnir eru
so vónbrotnir av, at teir
hava mist hølið.-sí greinina
omanfyri.
– Tað er samtykt í býráð-
num, at hereftir skal dag-
røktin hava hølið. Men aft-
ur fyri hava vit bjóðað pen-
sjonistunum at brúka mat-
arhøllina í skúlanum í
Trongisvági ókeypis eitt
kvøld um mánaðin, sam-
stundis sum kommunan
bjóðar kaffi og kaku og tað
eru nógv betri sømdir enn
tey høvdu frammundan.
Finnleif Guttesen sigur,
at dagrøktin hevur leingi
havt tørv á einum høli og í
løtuni hevur kommunan
onki til taks.
– Tí ætlaðu vit, at pen-
sjonistarnir og dagrøktin
skuldu hava hølini í felag.
Men veruleikin er, at pen-
sjónistarnir
hava
verið
rættiliga ónøgdir um nógv
viðurskifti,
so
býráðið
gjørdi av at taka eina støðu
í málinum fyri at sleppa
undan áhaldandi trupulleik-
um.
– Og støðan bleiv so til
fyrimunar fyri dagrøktina og
tað er ev ymsum orsøkum.
Eitt er, at Dagrøktin hevur
átrokandi brúk á hølum. Eitt
annað er, at pensjonistarnir
hava bert brúkt hølið eitt
kvøld um mánaðin. Og
kommunan kann ikki hava
eini høli, sum bara verða
brúkt eitt kvøld um mánaðin
og sum síðani skal skulu
standa tóm og óbrúkt 29
dagar um mánaðin.
– Men vit sleptu ikki
pensjonistunum uppá fjall,
tí vit góvu teimum eitt nógv
betri tilboð, enn tey høvdu
frammanundan.
Finnleif Guttesen sigur, at
vilja tey ikki taka av, er tað
spell, men tað gerst ikki við.
Hann vísir annars á, at
pensjonistafelagið er fyri
alla norðaru helvt og hann
veit ikki um tað ber til at
finna nøktandi høli í onkr-
ari aðrari bygd.
– Í øllum førum hevur
kommunan betalt fyri
bussin, tá ið pensjonistarnir
hava havt fund, so at tey
hava ókeypis flutning til
fundirnar.
– Og tað kunnu vit
framhaldandi gera, hóast
tey finna sær onkur onnur
høli, tí vit eru altíð til reiðar
at stuðla, sigur Finnleif
Guttesen.
Men formaðurin í sosialu
nevnd í býráðnum, Sverri
Midjord, hevur skrivliga
lovað teimum at varðveita
hølið, til nýtt sambýlið er
bygt ella keypt?
– Tað er ikki viðgjørt í
býráðnum so tað má standa
fyri hansara egnu rokning,
sigur Finnleif Guttesen.
Hvussu verður við tí,
sum pensjonistarnir eiga,
og teimum útreiðslum, tey
hava havt, veit hann ikki,
men tað málið mugu tey so
eisini loysa, sigur hann.
Sverri Midjord sigur, at
hann stendur við, at hann
lovaði teimum høli. Men tá
ið málið kom fyri býráð-
num var hann sannførdur
um, at tað var ein betri
loysn hjá pensjonistunum
at fáa matarhøllina, serliga
tí at tá hava tey hana fyri
seg sjálvan.
– Men eru tey misnøgd er
ongin ivi um, at vit finna
eina loysn og eg havi nú
reist málið aftur i býráð-
num, sigur Sverri Midjord.
Gomul á Tvøroyri:
Vit eru koyrd
á dyr
Hava fingið eitt nógv betri tilboð
Pensjónistarnir eru ógvuliga vónbrotin av at hava mist hølini. Her er tað formaðurin, Torbjørn
Lisberg, sum greiðir frá støðuni
Finnleif Guttesen heldur ikki, at pensjónistarnir á Tvøroyri áttu at verið so vónbrotnir, tí samstundis sum tey mistu eini høli,
fingu tey eini nógv betri ístaðin
Fiskimannafelagið er
sannført um, at kapp-
ingarføri er loysnin.
- Ikki bert kappingar-
førið millum føroysk
virki, men eisini
millum føroysk og
útlendskt virki
FISKAPRÍSIR
Beinta Anthoniussen
- Læran tey síðstu 10-15
árini hevur greitt víst okk-
um, at tað finst bert ein
háttur at fáa "rættan" fiska-
prís. Hesin háttur er við at
hava kappingina so fría og
við so fáum avmarkingum,
sum gjørligt.
Hetta sigur Føroya Fiski-
mannafelag í ársfrágreiðing
felagsins, sum varð løgd
fram á landsfundi felagsins,
30. desember.
Felagið vísir á, at tað er
óneyðgut enn einaferð at
minna nakran á tíðina
undan 1990, tá ið vit høvdu
planøkonomi í fiskavirkis-
skipanini.
- Men staðfestast kann, at
tann kapping, sum vit hóast
alt hava fingið, hevur merkt
fíggjarligt undur á økinum,
har tað rættiliga er komið
til sjóndar, hvør munurin er
á at spenna seg út, og so
ikki at gera tað. Hóast prís-
irnir kunnu vera í so lágir
til tíðir, má roknast við, at
hetta er tað, sum vinnan er
før fyri at gjalda. Og hetta
hevur eisini givið úrslit, so
tað munar.
Felagið er sannført um, at
kappingarføri er loysnin.
- Ikki bert kappingarførið
millum føroysk virki, men
eisini millum føroysk og
útlendskt virki. Tó virkar
tað eitt sindur løgið, at ein
slík kapping seinastu tíðina
hevur verið frammanað
sum ein hóttan móti før-
oyskum flakavirkjum.
Fiskimannafelagið held-
ur, at virkini skulu hava
møguleika at kappast á
jøvnum føti við útlendsku
virkini. Eru ójavnar í kapp-
ingartreytunum, skulu hes-
ar broytast.
- Vit ivast ikki í, at virkini
kunna liva upp til hesa
kapping. Tað hava tey víst
higartil. Vit hava sera
dugnalig fiskavirkisfólk,
sum kunnu taka upp hesar
avbjóðingar, og sum eisini
kunna vísa á, hvar tað skal
setast inn fyri at javnstilla
kappingina.
Fiskimannafelagið er tí
ikki í iva:
Støðan hjá fiskimonnum
er púra greið: Frí kapping
um fiskin!
Helst fara einir
20.000 fuglar at
doyggja av olju,
sum er likin úr
"Prestige"
OLJUDÁLKING
Beinta Anthoniussen
Oljudálkingin frá tanga-
skipinum,
"Prestige",
hevur higartil kostað
4.000 sjófuglum fram-
við sponsku strondini
lívið, siga spaniólar.
Síðan
vanlukkan
hendi fyri nøkrum vik-
um síðan, eru 40.000
fuglar, sum eru raktir av
oljudálkingini, savnaðir
framvið
útnyrðings-
strondini á Spaniu.
Fuglafrøðingar stúra
fyri, at bara helmingurin
av
fuglunum
sleppa
undan dálkingini við lív-
inum, og at 20.000 fugl-
ar helst fara at doyggja
av oljudálkingini.
Í Spaniu hava fólk
mótmælt,
at
uppruddingararbeiðið
eftir, at "Prestige" gekk
burtur, hevur gingið so
seint.
Fyrireikararnir geva
nú teimum, sum ætla
sær til øll innleiðandi
umførini í Prix
Føroyum, møguleika
fyri at spara pengar
upp á atgongumerki.
Atgongumerkini
verða sett til sølu
týskvøldið
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Atgongumerkini til Prix
Føroyar tónleikakappingina
fara at kosta 130 krónur.
Men tað eru pengar at
spara, um tú keypir eitt
sonevnt Prix-pass, sum
gevur atgongd til øll tey
seks innleiðandi umførini.
Hetta Prix-pass kostar 490
krónur, og fæst til keyps í
Norðurlandahúsinum og í
Kuningarstovunum kring
landið.
Tað sleppa 600 fólk inn
til hvørja kapping, sum
verður hildin í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði, og at-
gongumerkini til fyrstu
umførini vórðu sett til sølu
týskvøldið. Sølustøðini eru
hesi: Eysturoyar Kunning-
arstova, Kunningastovan í
Havn, Kunningarstovan á
Sandi, Kunningarstovan á
Tvøroyri, Kunningarstovan
í
Fuglafirði,
Norðoya
Kunningarstova, Mylnan í
Miðvági og Shell í Gøtu-
dali.
Samband
Tað verður eisini buss- og
ferjusamband til kapping-
arnar í Fuglafirði. Bussar
koyra av Toftum, Strond-
um, úr Vestmanna, Sørvági
og Havn í sambandi við
innleiðandi umførini. Eis-
ini fer bátur at sigla úr
Fuglafirði klokkan 03.45 til
Klaksvíkar
eftir
hvørt
umfar. Ferðaseðil fæst í
Norðoya Kunningarstovu.
Strandferðslan fer at lata
15% í avsláttri av ferða-
seðlum, um tú hevur eitt
Prix-atgongumerki at vísa
fram. Hesin avsláttur er
bert galdandi tann leygar-
dagin, Prix-atgongumerki
skal brúkast. Kunningar-
stovan á Tvøroyri fer at
selja ferðaseðlar til Havnar
og aftur við serligum av-
sláttri.
Sangurin hjá Skót-
anum í Bø reyk
beinleiðis inn sum
nummar 1 á 15
teimum bestu leyg-
arkvøldið. Sang-
urin er einasta før-
oyska umboðið á
listanum hesa
vikuna
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Tað er nýggjársaftan
(tjikkilakka). Soleiðis
kallast sangurin, sum er
nummar 1 á 15 teimum
bestu
hesa
vikuna.
Sangin syngur Skótin í
Bø, sum er ein av ør-
vitisknokkunum í Pipari
og Salt.
Sangurin var eykalag
fyri viku síðani, og tað
var einki at ivast í, hvat
lurtararnir hjá15 teimum
bestu hildu um hendan
sangin. Hann fór bein-
leiðis inn á listan sum
nummar 1.
Sangurin er einasta
føroyska umboðið á list-
anum í løtuni. Nógvir
føroyskir bólkar hava
verið inni í hitanum
seinastu vikurnar, men
nú er bara Skótin í Bø
eftir.
Einki
føroyskt
eykalag var hesaferð.
Skótin í Bø
á toppinum
4.000 sjófuglar
deyðir
Prix-pass, bussar og ferjur
Fiskimenn krevja fría
kapping um fiskin
Fiskimannafelagið ivast ikki
í, at virkini kunnu liva upp
til fríu kappingina um fiskin
Mentanarhúsið í Fuglafirði
verður karmur um øll tey
innleiðandi umførini í Prix
Føroyum, og tí skulu nógv
fólk ivaleyst ferðast við bussi
og ferjum
C
M
Y
K
5
4