mikudagur 22. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 14 - 22. januar 2003
Nr. 14 - 22. januar 2003
7
Magnus Hjelm,
elektrikari umborð á
St. Ola, sigur, at
avloysaraskipið hjá
Smyrli, er nakað tað
sama at sigla við sum
Smyrli
SUÐUROYARLEIÐIN
Ingrid Bjarnastein
Fríggjakvøldið fór St. Ola í
sigling millum Havnina og
Suðuroynna. Sum heild
vísir tað seg, at bæði ferða-
fólk og manning eru væl
nøgd við avloysaraskipið.
– Hetta skipið er nakað
tað sama, sum at sigla við
Smyrli. Størsti munurin er
uppihaldsrúmini, sum eru
betri umborð á hesum skip-
inum, sigur Magnus Hjelm,
elektrikari umborð á St.
Ola.
Skipið er sama stødd sum
Smyril, og siglir eisini
nøkunlunda eins skjótt.
– Maskinaríið kundi ver-
ið betri. Skipið man vera
eini 30 ár, og tí kundi tað
verið eitt sindur betri hild-
ið.
Magnus Hjelm er av
teirri uppfatan, at ferða-
fólkunum dámar bara heilt
væl hetta skipið. Sjálvur
hevur hann bara hoyrt posi-
tiva umrøðu av St. Ola.
Eftir ætlan skal St. Ola
avloysa Dúgvuna um Leir-
víksfjørð, tá hon skal til
eftirlit. Men fyribils verður
St. Ola at síggja millum
Havnina og Suðuroynna.
Børnini, sum eru á
stovnum um
dagarnar, meðan
foreldrini eru til ar-
beiðis, verða altíð
avheintað rætt-
stundis. Sjálvsagt
kemur tað fyri, at
okkurt foreldur
viðhvørt kemur ov
seint, men tað er verri
enn so ikki gerandis-
kostur, siga teir
stovnarnir Sosialurin
hevur tosað við
DAGSTOVNAR
Ingrid Bjarnastein
»Føroysk presisheit« verð-
ur ofta tikið til, tá eitt tiltak
byrjar 10 minuttir ov seint,
ella tá onkur kemur dett-
andi inn um hurðina eitt
korter eftir, at viðkomandi
skuldi møta. Men henda
føroyska presisheitin er
ikki nakað, ið hevur nervað
føroysku dagstovnarnar, tí
tey kenna næstan ikki til
trupulleikan, at foreldur
koma ov seint eftir børnun-
um.
Í Danmark vísir tað seg,
at tað er vorðið til ein stór-
an trupulleika, tí børnini
verða ikki avheintað til av-
talaðu tíðina. Men hetta
kenna stovnarnir í Føroyum
lítið og einki til.
– Hetta er ongin trupul-
leiki hjá okkum, sigur
Mona Rasmussen Mohr,
leiðari á Barnagarðinum
við Velbastaðvegin í Havn.
– Sjálvsagt kemur tað
fyri, at foreldrini eru ov
sein, men tað er ikki meira
enn kanska eini 3-5 ferðir
um árið. Sum oftast er talan
um eina misskiljing millum
foreldrini bæði, ella kanska
okkurt ferðsluóhapp á veg
eftir barninum.
Ongin trupulleiki
Fríðgerð Sundsskarð, leið-
ari í dagstovninum Lítla-
skógi í Dj. í Geilsgøtu í
Havn, sigur júst tað sama.
– Hetta er ongin trupul-
leiki í Lítlaskógi. Stovurnar
eru mangan tómar áðrenn
vit lata aftur. Onkuntíð er
onkur misskiljing komin í,
og so verða foreldrini ov
sein, sigur Fríðgerð Sunds-
skarð.
Lítliskógur hevur seks
stovur og 90 børn tilsam-
ans, og sigur Fríðgerð, at
tað eru bara nøkur heilt fá,
sum eru til klokkan er farin
av fimm.
Í
Føroya
næststørstu
kommunu hava tey heldur
ongar trupulleikar við, at
foreldur koma ov seint eftir
børnunum.
Hanna Thøgersen, leiðari
í Mylnuhúsinum í Klaks-
vík, sigur, at heldur ikki har
eru tey plágað av, at for-
eldrini eru ov sein.
– Tað kemur sjálvsagt
fyri, men tað er sjáldan. Vit
hava nú opið til klokkan
17.30, men um vit so høvdu
havt opið til klokkan 19, so
hevði tað eisini komið fyri,
at foreldur koma ov seint.
Nú er tað eisini soleiðis, at
tá tú býrt í Klaksvík og
mamman skal yvirum Leir-
víksfjørð, og báturin er
seinkaður, so ger tað jú
eisini mun, men hetta er als
ikki nakað vit hava trupul-
leikar við, leggur Hanna
Thøgersen dent á.
Heldur ikki í Runavík
kenna tey til trupulleikan.
–
Gjøgnumgangandi
halda foreldrini væl tíðirn-
ar, so tað er ikki nakar trup-
ulleiki her, sigur Fríða
Helmsdal, leiðari á Kongs-
havnar barnagarði í Runa-
vík.
– Onkur kemur sjálvandi
viðhvørt ov seint, men tað
er ikki ein dagligur trupul-
leiki her.
So sjálvt um donsk for-
eldur ikki koma rættstundis
eftir børnunum, so kann ein
staðfesta, at føroysk foreld-
ur eru røsk at møta til tíð-
ina, tá tað ræður um at fara
eftir børnunum.
Hvat heldur tú um
hækkingina av
ferðaseðlaprísum?
Sosialurin hevur verið
úti og spurt nøkur fólk,
sum komu við St. Ola
úr Suðuroy, hvat tey
halda um hækkingina
av ferðaseðlaprísunum
FERÐASEÐLAR
Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Oddmar Thomsen,
lesandi
– Eg haldi, tað er
vánaligt. Sjálvur lesi
eg til datamatikara í
Havn, so eg sigli rætti-
liga nógv. Tað verður
alt ov dýrt at fara við
bili. Prísirnir skuldu
heldur
lækka
enn
hækka.
Búgvi
Joensen,
sjómaður
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat man skal siga.
Hækkingin kann akku-
rát tað sama koma nú,
sum at koma tá nýggja
skipið kemur. Eg sigli
við einum báti norð-
anfyri, so jú, tað verða
til nakrar túrar um
árið.
Benjamin Johansen,
kokkur
– Hetta er forferdiligt.
Vit
sleppa
næstan
bíligari til Vágarnar
við bili. Eg haldi, at vit
skuldu heldur fingið
bíligari ferðaseðlar og
betri tænastu. Tænast-
an er nóg vánalig sum
er, og so fáa vit eitt
vánaligt
skip
fyri
Smyril.
Líka sum Smyril
Føroysk foreldur eru stundislig
Magnus Hjelm, elektrikari umborð á St. Ola, heldur, at
avloysaraskipið er eins gott og Smyril
Mynd: Jens Kr. Vang
Føroysk foreldur møta stundisliga tá tað ræður um at fara eftir børnunum
Tilvildarlig mynd
Í gjár vóru hvalbingar
á veg til Føroyar við
nýggjum trolara, teir
hava keypt úr Íslandi.
Hann skal nú á
beding, áðrenn hann
fer til fiskiskap
SKIPSKEYP
Áki Bertholdsen
Hvalba: Í gjár vóru hvalb-
ingar á veg til Føroyar við
trolarunum, sum teir hava
keypt úr Íslandi.
Tað er íslendski trolarin,
Dala- Rafn, úr Vestmanna-
oyggjum, sum hvalbingar
nú hava keypt.
Tað eru menninir aftan-
fyri
djúpvatnstrolaran,
Steintór, sum nú keypa ein
trolara afturat.
Felagið,
sum
eigur
nýggja trolaran, nevnist
Sjaðaklettur og Sjaðaklett-
ur er eisini navnið, teir hava
givið nýggja trolaranum, í
hvussu so er fyribils.
Mikkjal Hammer, van-
liga nevndur Mikki, er reið-
ari á nýggja trolaranum og
hann var við yviri í Íslandi
eftir trolaranum og vænt-
andi skuldu teir verða í
Føroyum í gjárkvøldið.
Ein annar av oddamonn-
unum, Jákup Pauli Hamm-
er, sum er skipari á Stein-
tór, sigur teir hava leingi
leitað eftir einum hóskandi
trolara, bæði í Íslandi, Ong-
landi, Týsklandi
og
í
Noregi.
Fyri nøkrum árum síðani
keyptu teir á Steintór fiski-
loyvið hjá djúpvatnstrolar-
anum, Beintu, av Tvøroyri,
tá ið hon varð seld av land-
inum, og nú hava teir so
fingið ein trolara at brúka
tað fiskiloyvi.
Sjaðaklettur er ein djúp-
vatnstrolari,
sum
líkist
Mýlingi. Hann er bygdur í
1975, men reiðarin á Stein-
tóri sigur, at hann er væl
hildin. Maskinorkan er er
1500 hestar.
Hann kostar fýra milli-
ónir at keypa við reiðskapi,
men tað er rættiliga nógv at
gera við hann, áðrenn hann
verður góðkendur og klárur
at fara til fiskiskap.
Jákup Pauli Hammer
væntar, at trolarin fer at
standa teimum í 10 milli-
ónum, tá ið hann verður
klárur at fara til fiskiskap.
Hann segði stutt fyri evsta-
mark í gjár, at Sjaðakelttur
væntandi fer á beding á
Skála, har tað verður gjørt
við hann, sum skal og hann
væntar, at hann verður klár-
ur at fara til fisksikap um
ein mánaða.
Hann fer at avreiða, har
prísurin er bestur og tað
vóna
teir,
verður
til
flakavirkið í Hvalba
Jákup Mikkelsen,
stjóri á JFK Heilsølu
og tingmaður fyri
Fólkaflokkin í
Norðuroyggjum,
heldur, at tað er sera
óheppið, at ein
príshækking hjá
Strandferðsluni
einans rakar ávís øki
av landinum
PRÍSHÆKKING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Príshækkingin
hjá Strandferðsluni fer ikki
at raka siglingina til tær
smærru oyggjarnar. Tað
fegnast Jákup Mikkelsen
um, men hann sigur sam-
stundis, at tað er sera
óheppið, at tað verða tey,
sum nýta Suðuroyarleiðina,
Leirvíksfjarðarleiðina,
Sandoyarleiðina og Bygda-
leiðir, sum koma at rinda
fyri hækkingina hjá Strand-
ferðsluni.
- Tað er sera óheppið, tá
ein tílík príshækking rakar
ávís øki og partar av vinnu-
lívinum, sigur Jákup, men
hann vísir tó á, at um prís-
irnir hjá Strandferðsluni
høvdu fylgt økingini í
kostnaðarstiginum,
sum
hevur verið seinnu árini, so
høvdu teir verið eini 45 %
hægri enn teir í veruleikan-
um eru í dag.
Tí heldur hann, at ein
øking upp á umleið 20 %,
sum talan er um, ikki
kemur at gera so ilt, sum
tað møguliga kundi vænt-
ast.
- Eg dugi væl at síggja, at
tað er óheppið, at tað í hes-
um førinum verður útjað-
arin og vinnulívið har, sum
kemur at bløða, men fyri
okkum norðoyingar verður
hesin
trupulleikin
ikki
galdandi so longi afturat,
sigur ein sera bjartskygdur
tingmaður, sum væntar, at
tað verður koyrandi um
Leirvíksfjørð innan fyri tey
komandi 2 til 2 1/2 árini.
Prísirnir
Jákup Mikkelsen heldur, at
Strandferðslan átti at hugt
nærri eftir sínari innkrevj-
ing. Tí hann heldur, at børn
undir 14 ár, sum í dag rinda
hálvan ferðaseðil áttu at
sloppið ókeypis. Síðani áttu
tey at goldið hálvan ferða-
seðil til tey eru 18 og eftir
tað skuldu tey goldið fullan
ferðaseðil.
- Eg havi ikki gjørt nakra
útrokningar upp á hetta,
men tað kundi so avgjørt
verið áhugavert at sæð,
hvussu ein tílík broyting
hevði ávirkað inntøkurnar
hjá Strandferðsluni, nú
prísirnir
aftur
fara
at
hækka, sigur Jákup Mik-
kelsen, sum heldur, at tað
uttan iva hevði havt við sær,
at
fleiri
barnafamiljur
høvdu ferðast meira.
Jákup Mikkelsen er stjóri
á JFK Heilsølu, og hann
viðgongur, at príshækking-
in fer at merkjast væl hjá
teimum, men samstundis
sigur hann, at bíðitíðin
bæði í Klaksvík og Leirvík
er minkað munandi, síðani
Sam byrjaði at sigla um
fjørðin eisini.
- Og tá Ternan so kemur
at sigla í staðin fyri Sam, tá
verður munurin so avgjørt
uppaftur
størri,
heldur
Jákup Mikkelsen.
Men Strandferðslan skal
spara einar 7, 5 milliónir,
og spurdur um, hann veru-
liga trýr upp á, at Ternan fer
at koma at sigla um Leir-
víksfjørð ístaðin fyri Sam,
svarar
Jákup
ógvuliga
sannførdur, at hann ikki
heldur, at tað fer at kosta
meira at hava Ternuna sigl-
andi saman við Dúgvuni
enn Sam.
Eins og aðrir vinnulívs-
menn
í
Norðoyggjum
søgdu í blaðnum í gjár, so
heldur Jákup Mikkelsen
eisini, at tað er av størsta
týdningi at sleppast kann
undan bíðitíðini, tí tað er
hon, sum kostar mest fyri
vinnulívið.
- Bíðitíðin er so avgjørt
nógv dýrari enn ein prís-
hækking, sigur Jákup Mik-
kelsen at enda.
Óheppin príshækking
Nýggi hvalbiartrolarin klárur
um ein mánaða
Nýggi hvalbiartrolarin hevur fingið navnið Sjaðaklettur, men
um tað verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn
- Príshækkingin er bíligari enn bíðitíðin, heldur Jákup
Mikkelsen, vinnulívs- og tingmaður, sum her er avmyndaður,
tá hann var á veg umborð á Sam
Leygardagin hevur
Norðoya Listar-
felag aðalfund í
Mikladali
AÐALFUNDUR
Solby A. Eliasen
Bernhardina Klein, for-
kvinna í Norðoya Lista-
felag, er lærari í Mikla-
dals skúla, og hon hevur
tikið stig til, at fundurin
skal verða í bygdini
leygardagin.
- Tað er tað sama hjá
Listafelagnum, sum hjá
øllum øðrum. Tað koma
alt ov fá til aðalfund, og
tí hugsaði eg at royna at
gera
okkurt
øðrvísi
hesuferð. Og tað rigg-
aði, tí væl fleiri hava
teknað seg enn tað plaga
at møta upp til fundirnar
hjá okkum, so tað er
bara gott, sigur Bern-
hardina.
Hetta verður sostatt til
ein heildagstúr hjá teim-
um, sum hava teknað
seg til, tí Bernhardina og
restin av nevndini hava
valt at leggja seg eftir
ferðaætlanini hjá Bars-
skor, sum røkir sigling-
ina um Kalsoyarfjørð.
- Tey koma her um
hálvgum tíggju tíðina
leygarmorgunin og fara
avstað aftur um sekstíð-
ina, so tað verður ymiskt
annað á skránni enn bara
fundurin, greiðir Bern-
hardina frá. Hon vónar,
at tað veðrið verður gott,
tí so er møguleiki fyri
onkrum túri á oynni.
Onkur av teimum,
sum hava teknað seg,
hava ikki verið á Kals-
oynni áður, so tað er ein
góður møguleiki hjá
teimum at síggja oynna.
- Eg helt, at aðalfund-
urin kundi líka so væl
verða her, sum í Klaks-
vík. Tí tað er jú Norðoya
Listafelag
og
ikki
Klaksvíkar Listafelag,
vísir Bernhardina á, og
hon leggur at enda aftur-
at, at onki serligt mál er
á skránni fyri aðalfund-
inum.
Norðoya Listafelag
aðalfund
C
M
Y
K
7
6