mikudagur 22. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 14 - 22. januar 2003
Nr. 14 - 22. januar 2003
9
Niðursjóðingarvirkið
Kovin í Sandavági
hevur gjørt sáttmála
um sølu av livraúr-
dráttum til Frak-
lands, men noyðist
kanska at avlýsa
handilin orsakað av
vantandi rávøru
FISKIÍDNAÐUR
Edvard Joensen
Sandavági: Kovin í Sanda-
vági fær sum er ikki uppfylt
gjørda handilsavtalu við
franska handilsketu, tí ov
lítð av fiskalivur fæst í Før-
oyum.
Niðursjóðingarvirkið
Kovin í Sandavági hevur
gjørt avtalu um sølu av
góðum 20 tonsum av nið-
ursoðnum livraútdráttum til
hesa fronsku handilsket-
una.
Ari Thomassen, stjóri á
Kovanum, sigur, at roknað
varð við, tá avtalan varð
gjørd, at als eingin trupul-
leiki fór at vera at framleiða
tað, avtalað var. Hann
greiðir frá, at verkætlanin í
grundini byrjaði við, at
Kósin og Sandoy Seafood
fóru at taka í móti ókruvd-
um útróðrarfiski fyri á tann
hátt lættari at fáa gagnnýtt
innvølin, eitt nú livrina. Tí
tað vísir seg, at menn meta
tað ikki altíð stríðið vert at
taka livrina, tá kruvt verður
umborð.
Men nú er Kósin givin
við verkætlanini, sigur Ari
Thomassen, og samstundis
er rávørugrundarlagið hjá
Kovanum burtur.
Eftir stendur so Kovin
við eini sølkuavtalu upp á
góð 20 tons, men hevur
bara kunnað framleitt eini
fýra-fimm tons, sigur hann.
– Tað er sera óheppið.
Partvís hava vit gjørt íløg-
ur, hóast ikki so øgiliga
stórar. Eisini noyðast vit at
siga eina gjørda avtalu upp,
og koma soleiðis at missa
pengar. Men tað, sum upp
aftur veri er, sigur Ari
Thomassen, er tað, at vit so
helst eisini fara at standa
sum óálítandi í eygum
keyparans og fáa ringt orð á
okkum. Og tað kann gerast
ógvuliga dýrt.
Hann sigur, at tey hava
roynt at lýst við, at tikið
verður í móti livur. Serliga
er tað toskalivur, brúk er
fyri. Men eitt nú longulivur
er eisini vælkomin. Longu-
livur er jú tiltikin góð.
Men reaktiónin hevur
verið lítil, eini fimm kilo er
tað heila, tey hava fingið,
síðan lýst varð, og tað ger
hvørki til ella frá í hesum
høpinum, sigur stjórin á
Kovanum.
Hann sigur, at Kovin
letur fimm krónur fyri kilo
av livur. Tað er einar tvær
krónur ella meira, enn til
dømis givið verður í Ís-
landi.
Nú er tað kortini ikki so,
at húsagangur er í durun-
um, hóast hendan avtalan
fer fyri einki, sigur Ari
Thomassen.
Tí í aðrar mátar er væl at
gera á Kovanum í løtuni,
sigur hann. Serliga eru tað
rognini, sum nú væntandi
fara at geva nógv arbeiði. Í
løtuni arbeiða 14 fólk á
Kovanum.
Í vikuni bar danska
internettíðarritið,
Travel Report, tey
tíðindi, at hetlending-
ar hava kravt, at
Norrøna skal hava
støð í Lerwick aftur
fyri, at teir hava sett
partapening í Smyril
Line. Tað er tómt tos,
sigur nevndarfor-
maðurin í Smyril
Line
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
– Norrøna er føroysk og fer
at hava støð í Havn, sum
hon altíð hevur gjørt. Ann-
að tos má standa fyri egna
rokning hjá teimum, sum
siga tað, sigur Tormóður
Djurhuus, nevndarformað-
ur í Smyril Line.
Eftir nýggju vetrarferða-
ætlanin hjá Smyril Line fer
Norrøna at leggja at í Ler-
wick í Hetlandi fýra ferðir
um vikuna. Bæði til og úr
Hanstholm og Bergen. Tað
vil siga, at hon um veturin
ongantíð fer at sigla milum
tvær havnir, uttan onnur
eitur Lerwick.
Danska tíðindaritið Tra-
vel Report skrivaði mána-
dagin, at hetta mátti metast
sum, at Norrøna nú hevði
støð í Hetlandi um veturin.
Víðari varð skrivað, at
hetta komst av, at hetlend-
ingar mettu seg sum bjarg-
ingarmenn fyri allari verk-
ætlanini
við
nýggju
Norrønu, nú teir hava sett
pening í Smyril Line, og at
teir á hendan hátt vilja hava
sín part aftur.
Men hetta hevur einki við
veruleikan at gera, sigur
Tormóður
Djurhuus,
nevndarformaður í Smyril
Line.
Hann sigur, at avgerðin
um at lata Norrønu sigla til
Hetlands, er tikin við
vinnuligum útrokningum
sum støði.
– Mett varð, at hetta var
tað besta, sum loysti seg í
hesum føri, sigur hann.
Gott
samband
er
við
skotska meginlandið úr
Lerwick, og leiðslan í
felagnum helt, at hetta var
góður máti at flyta vøru úr
Føroyum inn á bretska
meginlandið.
Tað er almannakunnugt,
at hetlendingar eru partur
av
Smyril
Line,
men
nevndarformðaurin
vísir
aftur, at tað hevur verið
nakað krav frá teimum, at
skipið skal leggja at í Ler-
wick.
Spurdur um, hvat varð av
ætlanini um at sigla bein-
leiðis til Skotlands, sum
tosað varð um, tá byrjað
varð upp á nýggju Norrønu,
svarar Tormóður Djurhus
við at vísa til siglingina til
Hetlands og taka uppaftur,
at hetta var tað, sum leiðsl-
an metti vera tað skilabesta
í verandi støðu. Eisini hóast
tað bæði kostar havnargjald
í Lerwick, eins og lossing
og lasting umframt tíð, tá
fyrst skal leggjast upp í
Hetlandi fyri síðan at
flytast víðari við ferju til
Aberdeen og so aftur víðari
haðani.
– Men tað verður gjørt, tí
leiðslan meti hetta sum
skilabestu ferðaætlanina,
leggur
nevndarformðaur
dent á, og sigur, at tað, sum
danska
tíðindaskrivið
segði, má standa fyri teirra
egnu rokning.
Kovanum vantar livur
Norrøna verður verandi í Føroyum
Norrøna fer eftir
vetrarferðaætlanini at leggja
at í Lerwick fýra ferðir um
vikuna. Ætlanin um at sigla
til Skotlands er slept. Men
tað hevur einki við nøkur
krøv frá hetlendsku
partaeigarunum í Smyril
Line at gera, sigur
nevndarformaðurin í Smyril
Line
Mynd: Eirikur Lindenskov
Í løtuni verða rækjur til Týsklands pakkaðar á Kovanum. Lagdar í konservesdósir og
niðursoðnar
Mynd: Edvard Joensen
Dósirnar verða fluttar eftir flutningsbandi undir eitt kar,
haðani saltlaki við tilsettum smakkievni dryppar niður í tær,
áðrenn lok veðru lagt á
Mynd: Edvard Joensen
Sunnukvøldið
møttust umleið 40
pensionistar í Vágum
til samkomu á Ellis-
heiminum í Miðvági
HUGNALØTA
Edvard Joensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Vágar: Vága Pensionista-
felag beyð til samkomu á
Ellisheiminum í Miðvági
sunnukvøldið. Ymiskt var
til undirhalds og fólk høvdu
tað hugnaligt.
Vága
Pensionistafelag
plagar at skipa fyri ymsum
hugnaligum samkomum,
og hendan var ein teirra.
Onkur, sum við var, helt, at
saktans kundu tó fleiri fólk
møtt upp. Eini 40 mundu
tey vera í tali, sum komin
vóru saman í samkomu-
høllini á Ellisheiminum.
Har var bæði fortalt og
sungið, eins og prátað varð,
og burturluting eisini var á
skránni.
Hugo Fjørðoy í Sørvági,
sum er ein av pionerunum
innan føroyska flúgving,
segði á samkomuni frá um
hvussu tað var, tá byrjað
varð at flúgva regluliga til
Føroya.
Seinastu tíðina hevur
stórur partur av tosinum i
Vágum verið um tunnil og
samband um Vestmanna-
sund. Eisini eru framsýn-
ingar gjørdar um sam-
ferðsluna, eins og hon er
lýst aðrastaðni við.
Heini F. Petersen, fyrr-
verandi lærari í Sandavági,
var
á
samkomuni
og
greiddi frá ymiskum, sum
hevði við ferðasambandið
og postflutningin vestur í
Vágar at gera.
Vága Pensionistafelag er
við í verkætlan um at
byggja eldraíbúðir í Vág-
um. Formaðurin í Felags-
kommununi í Vágum, Jón-
hild Jørgensen, greiddi frá
hesi ætlan og møguligari
útbygging av Ellisheimin-
um.
Sungið varð dúgliga, og
bæði guitarin og harmonik-
an spældu undir. Eisini
varð burturluting, tí sum
vera man hevur eitthvørt
flag, eisini pensionistafel-
ag, brúk fyri pengum.
Einar tríggjar tímar vardi
hugnaløtan á Ellisheimin-
um sunnukvøldið, og fólk
fóru væl nøgd aftur at hús-
um.
Hugnaløta á Elisheiminum
Eini 40 fólk vóru savnað á
Ellisheiminum. Fremst er
formaðurin í Vága
Pensionistafelag
Fanny Johannesen í Sandavági við samgheftinum, sum sungið
varð dúgliga úr
Odmar Ravnsfjall spældi guitar, og Osmundur Joensen harmoniku, meðan sungið varð
Heini F. petersen greiddi frá
samferðslu og postflutningi
vestur í Vágar
C
M
Y
K
9
8
Lesið
Sosialin