mikudagur 22. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 14 - 22. januar 2003
Nr. 14 - 22. januar 2003
11
Herfyri var spurningurin um bústaðar- og viðgerðar-
viðurskifti hjá teimum sálarliga sjuka umrøddur í
Sjónvarpi Føroya. Talan var um sendingina Gestur-
in, har ein maður, ið arbeiðir innan økið, tók fram
fleiri sera viðkomandi og álvarsamar spurningar.
Skal ein stutt samanfatað niðurstøða av samrøðuni
gerast, so má tíverri staðfestast, at vit í Føroyskum
eru langt aftan fyri Norðurlond, tá talan er um
psykiatri sum heild. Hetta er galdandi fyri lóggáv-
una, viðgerðina og fyri bústaðarviðurskiftini. Tað
tykist, sum at vit eru tey einastu í Norðurlondum,
sum framvegis hospitalisera pyskiatriskar sjúkling-
ar. Hesir sjúklingar búgva í alt ov stóran mun á
sjúkrahúsi. Hetta er spell og áttu myndugleikarnir at
gjørt nógv meira fyri at útvega hesum fólkum bú-
stað úti í samfelagnum.
Annað, sum gekk fram av sendingini, er, at vit í Før-
oyum liva undir einari lóg um psykisk sjúk frá trý-
atiárinum, meðan ein eitt nú í Danmark hevur fingið
nýggja lóggávu, ið verður endurskoðað við føstum
millumbilum. Í øðrum londum verður nógv gjørt til
tess at tryggja rættindini hjá sjúklingunum, soleiðis
at teir fáa eina mannsømiliga tilveru. Her hjá okkum
tykist tó alt stranda uppá trótandi játtan. Tað eru
heilt einfalt ikki pengar til tess at gera nakað álvar-
samt við hendan spurningin. Hetta er tíverri heildar-
myndin fyri alt heilsuverkið, og støðan bara versn-
ar!
Í somu sending fingu vit eisini at vita, at fleiri álit
eru skrivað, men einki hendir. Eingin politiskur vilji
er at seta tilmælini í verk. Vit fingu ikki at vita, hví
so er, men vit loyva okkum at gita, at fíggjarligu um-
støðurnar eru ikki til tess. Tað er ikki politiskur vilji
at játta pening til hendan samfelagsbólk. Hetta er
mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um
viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta
snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggj-
andi sjúklingarættindi, ið eisini eru mannarættindi.
Her má vend koma í, tí vit kunnu ikki í einum væl-
ferðarsamfelagið venda ávísum bólkum bakið.
At enda skal vera sagt, at sendingin var bæði hug-
vekjandi og sera viðkomandi, og maðurin, ið greiddi
frá tók fram nøkur viðurskifti, ið myndugleikarnir
ikki soleiðis uttan víðari bara kunnu lata fara aftur
við borðinum. Tað skal vera okkara vón, at tað nú av
álvara verður gjørt nakað við spurningin um psyki-
atriina í Føroyum. Vit kunnu ikki bíða longur. Til
sjónvarpið: tøkk fyri at tit fáa slík viðurskifti fram í
ljósið. Hetta er eisini eitt mál fyri miðlarnar sum
heild at taka upp, og tá vit nú eru við sjónvarpið, so
er hetta eisini evni, sum hevði hóskað seg væl til
frálíku sendingina Breddin, sum mánakvøldið eisini
á áhugaverdan hátt viðgjørdi spurningin um út-
lendingar í Føroyum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein gloymdur bólkur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í Sosialinum nr. 11 tann 17.
januar í ár hevði undirritaði
eina frásøgn frá hátíðar-
løtuni, tá Mentanarvirðis-
løn Landsins og Heiðurs-
gáva Landsins vórðu hand-
aðar. Í hesum sambandi
skrivaði
eg,
at
Jóhan
Hendrik Winther Poulsen í
røðu sínari til Axel Tórgarð
nýtti "høvið at siga sína
hugsan um mentunar- og
miðlapolitikkin í dag á hes-
um stovni (ÚF), sum, hann
segði, var dottin niður á
langlegg". Sama dag skriv-
ar Dimmalætting um røð-
una hjá Jóhan Hendrikki:
"Tá Axel Tórgarð ikki
longur var har (í ÚF), datt
innihaldið á hesum stovn-
inum niður á langlegg, sum
hann málbar tað".
Hvørki av bløðunum
hevur endurgivið røðaran
rætt. Jóhan Hendrik segði
einki um mentunar- ella
miðlapolitikk Útvarpsins í
røðuni, men meinti bert við
teljingarlagið, sum ofta var
at hoyra fyri umleið 40 ár-
um síðani, og sum nú sam-
bært røðaranum var dottið
av tjóleggi niður á lang-
legg.
Eg vóni, at Jóhan Hendr-
ik fyrigevur mær mistakið.
Theodor E. D. Olsen,
blaðmaður
Til Jóhan Hendrik
Spurningar til Høgna Hoydal
Tøkk fyri, Jørgen Niclasen og Jóanis Nielsen
Vága valdømis
fólkafloksfelag
Hjartaliga takka vit tær,
Jørgen, fyri tíðina, tú á so
virðiligan og dugnaligan
hátt røkti starvið sum
landsstýrismaður, til nú
samgongufelagar og sokall-
aðir vinir sviku teg.
Samstundis takka vit tær,
Jóanis, fyri tíðina, tú fyri-
myndarliga
hevur
røkt
starvið sum løgtingsmaður.
Vit eru errin av tykkum og
ynskja tykkum blíða og
bjarta framtíð.
Schandorff Vang
Nú er væl fráliðið síðan vit
hoyrdu nakað um yvirtøk-
una av politinum, tí kundi
eg hugsað mær alment svar
upp á nakrar spurningar
hesum viðvíkjandi.
Hvussu gongur við ar-
beiðnum í yvirtøkunevnd-
ini?
Kann
Høgni
Hoydal
vátta, at arbeiðið gongur
sera seint, og at tað veruliga
eru trupulleikar, sum eru
orsøkin?
Um eingir trupulleikar
eru, hví gongur tað so seint
við at fáa nakað meiri at
vita?
Um trupulleikar eru,
kunnu vit fáa hesar trupul-
leikar lýstar gjøllari?
Er tað nakað í tí, at før-
oysku
embætismenninir
veruliga hava ásannað, at
yvirtøkan er nógvar ferðir
meiri umfatandi enn teir
høvdu droymt um?
Er tað so, at embætis-
menninir hava ásannað, at
tað ikki ber til at skilja pol-
iti og ákærumynduleika
sundur, men heldur hava
valt at kanna møguleikar-
nar við somu skipan, sum
vit hava í dag?
Hvussu
nógv
hevur
kanningin kostað skatta-
borgaranum higartil?
Nú hava vit eisini hoyrt
um
uttanríkisnevndina,
sum skal mannast við før-
oyskum og donsku embæt-
ismonnum.
Høgni Hoydal sigur, at
vit eiga at gera arbeiðssetn-
ingin.
Vil tað siga, at sami yvir-
tøkuruðuleiki skal valda í
hesi nevnd, sum í nevndini,
sum er sett at kanna yvir-
tøkuna av politinum?
100 ÁR
Norrønafelagið í Føroyum
Í ár eru liðin hundrað ár,
síðani bókin "Færøsk
Politik. Nogle Uddrag og
Betragtninger" eftir Jóann-
es Patursson kom út. Bókin
gjørdist tá í 1903 hugsjón-
arliga grundarlagið hjá
føroyska sjálvstýrispolit-
ikkinum.
Jóannes Patursson legði
dent á, at sínámillum fatan,
sum kann føra til sínámill-
um samstarv, er bara gjør-
lig, byggir hon á sínámill-
um vitan.
Norrøna Felagið í Føroy-
um heldur tað vera vert at
gera vart við, at í ár eru lið-
in
hundrað
ár,
síðani
"Færøsk Politik" kom út.
Mikudagin tann 22. janu-
ar kl. 19.30 heldur Jákup
Thorsteinsson, søgufrøð-
ingur, almennan fyrilestur
um bókina "Færøsk Polit-
ik" á Landsbókasavninum í
Havn. Har verður eisini
høvi at síggja bókina.
"Færøsk Politik" fyri hundrað árum síðani
UMMÆLI
Signar á Brúnni
So bragdaði aftur á sjón-
leikaraøkinum í Fuglafirði.
Heili tjúgu ár eru liðin síð-
ani Fuglafjarðar Sjónleik-
arafelag framførdi sjónleik
seinast, so tað var við stór-
um spenningi fólk leitaðu í
Mentanarhúsið
leygar-
kvøldið
18.
januar
at
hyggja at íslendska skemti-
leikinum Fiskar á turrum
landi, ið Árni Ibsen ættað-
ur av Stykkishólmi hevði
skrivað, og sum Turið Sig-
urðardóttir hevði týtt.
Karmarnir í nýggja stási-
liga mentanarhúsinum eru
fram úr góðir, so møguleik-
arnir hjá sjónleikarunum at
framføra ein góðan leik
skuldu verið góðir.
Leikstjóri var Magni
Poulsen undir Gøtueiði, ið
man teljat millum frægu
sjónleikararnar í landinum.
Hann hevði fingið væl bur-
turúr, tey fýra ungfólkini, ið
leiktu, komu øll væl frá sín-
um leikluti.
Kennet
Jørgensen,
ið
leikti Knútur, ið var maður í
tríati aldur, sum ongar fram-
tíðarætlanir hevði, kom væl
frá hesi uppgávu. Hann tos-
aði týðuliga og hart, dugdi
at spæla við og verða upp-
tikin av tí, ið aðrir leikarar á
pallinum bóru fram.
Hann dugdi eisini við
sínum andlitsbrøgdum –
uttan at gera ov nógv av – at
lýsa hvørjari støðu hann var
í. Hann fekk mangan allar
áskoðararnar at sita í
skellilátri.
Áslakkur Nesá , ið leikti
ungur
handilsmaður
úr
Reykjavík við stórum fram-
tíðarætlanum - mótvegis
Knúti – kom eisini væl frá
sínum leiki. Hansara leikur
var ikki so lættur at spæla og
kravdi nógv av persóninum.
Frá at vera tann blíði hand-
ilsmaðurin, skuldi hann aðr-
ar tíðir verða illur fyri ikki at
siga óður. Og aftur aðrar
tíðir var hann drukkin. Men
alt hetta megnaði Áslakkur
til fulnar.
Hanna Lassaberg , leikti
at vera kona Gudmund,
dugdi somuleiðis sín leiklut
væl og virðiliga.Hon dugdi
at spæla tann heldur tápu-
liga konan, ið tráaði eftir
øðrum
mannfólki
m.o.
Knúti, helst tí, at maður
hennara Gudmundur, hevði
bert eitt í kvittanum, og tað
var at vinna pening uppá
stytst møguliga tíð.Hon
dugdi væl at spæla kvinnan,
ið ikki hevði alt ov nógv
innanfyri, eins og hon kom
serliga væl frá tí partinum,
tá ið hon hevði fingið hug á
tí lítillætna Knúti, ið Kennet
spældi.Sera skemtiligt og
væl spælt.
Marita Øre, leikti spá-
kona, ið var nakað heilt fyri
seg. Marita hevði valt at
tosa uppá ein serligan máta,
sum onkur helt fyri, var
serliga
fuglafjarðaligt.
Marita megnaði hetta allan
leikin og kom hon eisini
væl frá sínum leikluti.
Var nakað at fílast á, so
var tað, at leikararnir í ein-
støkum førum tosaðu ov
spakuliga, so tey , ið sótu
aftarlaga ikki fingu alt við.
Men havandi í huga, at
leikararnir eru nýggir, og
hava lítlar so royndir ,so má
sigast, at tey komu øll væl
frá leikinum.
Turið Sigurdardóttir hevði
týtt leikin.Tað er ikki lætt at
umseta úr einum máli í
annað, ikki minst tá talan
er um skemtileikir, tí teir
skemtingarsomu setning-
arnir, skulu helst verða eins
skemtingarsamir í tí um-
setta, sum í tí upprunaliga.
Hesum er Turið komin væl
frá.Málbúnin var lættur og
náttúrligur. Og tó, okkurt
var, ið kundi verið øðrvísi
t.d. tá ið Knútur sigur: Eg
havi ikki "sagt eitt kis". Vit
plaga at siga, at vit "hoyrdu
ikki Kis" og ikki "sagt eitt
kis".( sagt eitt orð)
Orðið "keðsamt" varð
nýtt, ístaðin fyri tað mest
nýtta orðið í vanligari talu
"keðiligt".Orðini
"hvat
sker" varð nýtt ístaðin fyri "
hvat hendir", ið somuleiðis
verður nýtt í vanligari talu.
Sjónleikaravirksemið
er
byrjað aftur í Fuglafirði
.Byrjanin varð góð, og eftir
tí , ið frættist, so hevur
Magni Poulsen, leikstjóri,
ætlanir um at fara undir ein
størri og meira krevjandi
leik í næstum, sum vit
kunnu gleða okkum til.
TÍÐINDASKRIV
Tá freistin var úti 15.
november vóru ikki færri
enn
110
tilmeldingar
komnar inn til Ung í
Føroyum 2003, sum verður
nú um mánaðarskiftið janu-
ar/februar, og meira enn
tveir triðingar av hesum
meldaðu seg til sðna eitt-
hvørt listarligt avrik fram,
antin myndlist ella á palli.
Ungdómsmentan
60 føroysk ung millum 13
og 18 ár sleppa við á Ung í
Føroyum 2003, sum er ein
ungdómsmentanarstevna,
ið Norðurlandahúsið skipar
fyri frá 31. januar til 2.
februar. Tey 60 útvaldu
sleppa hetta vikuskiftið at
arbeiða í listaverksmiðjum
leiddar av yrkislistarfólk-
um. Tey hava øll egin listar-
lig avrik at sðna fyri hinum
ungu á stevnuni fyrsta
kvøldið eftir at stevnan er
sett. Verksmiðjur verða í
myndlist, tónleiki, kór,
skriving, video og dansi.
Annlis
Bjarkhamar,
mentamálaráðharri, ið eis-
ini er verndari fyri UíF
2003, setur stevnuna.
Endamálið
Høvuðsendamálið hjá UíF
er at varpa ljós á ungdóms-
mentanina í Føroyum og at
skapa umstøður til tey ungu
at sýna fram og menna tað
listarliga virksemi, tey hava
áhuga fyri. Á hendan hátt
verður miðað í móti at
styrkja samspælið millum
egnan virkisanda og kunn-
leika og at fáa innlit í skap-
andi ungdómsmentanini,
sum hon er í dag. Tí byrjar
stevnan við egnum sýning-
um, tey ungu áseta sjálvi
tema fyri verksmiðjurnar
og tað er uppgávan hjá
verksmiðjuleiðarunum at
stuðla, heldur enn at stðra
ungdómunum.
Almenn sýning
Sunnudagin 2. februar kl.
17 fær almenningurin høvi
at síggja úrslitið av einum
intensum vikuskiftið, har
arbeitt hevur verið frá árla
til síðla í hvørjum króki av
Norðurlandahúsinum. Her
verða bæði pallframførslur
og listaframsðning við úr-
slitinum av tí, verksmiðjur-
nar hava avrikað hesar dag-
arnar.
Atgongumerkjasølan til
hesa sýning byrjar nú í
Norðurlandahúsinum
og
Kunningarstovuni.
Sjónleikur aftur í Fuglafirði
Støðið á Ung í Føroyum hækkað
Jógvan Arge, Býráðs-
limur fyri Tjóðveldis-
flokkin
Tað er bert samgongan í
Tórshavnar Býráð, sum
hevur viðgjørt byggimálið í
Vallalíð av nýggjum. Vit í
minnilutanum
eru
ikki
sloppin uppi í viðgerðina.
Tað í sjálvum sær er
ódámligt, tá vit nú hóast alt
hava eitt býráð, sum eftir
demokratiskari siðvenju er
sett saman av bæði meiri-
luta og minniluta.
Umboðanin í teimum ym-
su býráðsnevndunum er er
fyri ein part ætlað sum trygd
fyri, at minnilutin ikki verður
hildin burtur frá borðinum,
har málini verða viðgjørd.
Tann
mannagongdin,
sum nú borgarstjórin nú
brúkar, rýkur langan veg av
illvilja móti øðrvísi hugs-
andi.
Herfyri bað eg um at fáa
málið um Vallalíð fyri í
byggi- og býarskipanar-
nevndini. Eg fekk tað ikki á
sjálva dagsskránna, men
eftir fleiri sýtingar frá
nevndarformanninum eydn-
aðist at fáa eina kunning.
Tað er tað einasta, minni-
lutin veit um málið.
Tekniska deild og borgar-
stjórin greiddu eftir hart
trýst frá mótmælinum frá
grannunum, og borgarstjór-
in segði, at hann var farin at
kanna møguleikarnar fyri
at fáa eina loysn saman við
grannunum.
Tað, sum síðani er hent,
stendur alt fyri meirilutans
rokning. Meirilutin hevur
einsamallur tikið avgerð í
málinum á serligum sam-
gongufundi seinasta fríggja-
kvøld.
Síðani hevur samgongan
samtykt at lækka bygningin í
Vallalíð hálvan annan metur,
men grannarnir siga, at hetta
hjálpir hvørki frá ella til.
Samstundis hevur borg-
arstjórin
ásannað,
at
kommunan
hevur
ikki
borið seg heilt rætt at, og at
hon hevur gjørt fyrisiting-
arlig mistøk.
Av tí, at hetta málið ein-
ans
verður
viðgjørt
í
skýmaskotum meirilutans,
fari eg at biðja um at fáa tað
sett á skrá á almenna bý-
ráðafundinum, sum verður
hósdagin tann 30. januar.
Har vænti eg at fáa eina
gjølla frágreiðing um øll
viðurskifti í málinum, og at
sjálvt býráðið fær høvi til at
viðgera og atkvøða um tær
avgerðir, sum fyrisitingin
og samgongan hava tikið.
Skuldi
tað
óhugsandi
hent, at borgarstjórin sýtir
fyri at taka málið á dagsskrá
í býráðnum, fari eg í øðrum
lagi at biðja um at fáa málið
fyri í byggi- og býarskipan-
arnevndini á fyrsta regluliga
fundi, sum verður vikuna
eftir býráðsfundin.
Kravið verður sett fram,
tí eg haldi, at tað er ein van-
virðing av borgarum og bý-
ráðslimum, at borgarstjórin
tekur alla viðgerðina og av-
gerðina í einum slíkum álv-
arsmáli inn í samgonguna,
sum ongan formligan av-
gerðarrætt hevur.
At enda tveir spurningar í
øllum ruðulleikanum:
1) Hevur samgongan
einsamøll saman við fyri-
sitingini heimild til at
broyta reglurnar fyri bygg-
ing við Vallalíð?
2) Hvør játtar pengarnar
til tað eykaarbeiði, sum
kommunan nú hevur átikið
sær at gera. Hava samgong-
an og fyrisitingin heimild
til tað einsamallar?
Vallalíð á breddan aftur
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10