Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 14 - 22. januar 2003 Nr. 14 - 22. januar 2003 13 Langt ímillum Bill og Húsalánsgrunnin Tá Bill Justinussen fyri stuttum gav stýrinum fyri Húsa- lánsgrunnin hvassar átalur fyri at hava keypt og selt fasta ogn, valdi stýrið einki at siga við fjølmiðlar- nar. Men samskiftið millum Landsstýrið og stýrið fyri grunnin vísir, at langt er ímill- um partarnar, og einaferð gingu tvey ár, áðrenn Lands- stýrið valdi at svara stýrinum aftur upp á fyrispurning um keyp og sølu av føstum ognum HÚSLÁNSGRUNNURIN Theodor E. D. Olsen Herfyri valdi Bill Justinus- sen, trivnaðarmálaráðharri, at geva stýrinum fyri Húsa- lánsgrunnin eina sonevnda minni hvassa og eina hvassari átalu fyri ávikavist at hava latið sjálvan Húsa- lánsgrunnin keypt fastar ognir uttan heimild og fyri at hava selt somu ognir utt- an heimild. Trupulleikin við hesum var, at Íbúða- grunnurin, ið keypti ognir- nar, ikki megnaði at gjalda. Síðani desember 2001 hevur Landsstýrismála- nevndin kannað málið, sum er viðgjørt av fleiri lands- stýrismonnnum, tí talan er eitt gamalt mál, og enn er ikki staðfest, um allir hesir hava røkt røkt skylduna at hava eftirlit við Húsaláns- grunninum nóg væl. Eitt nú skuldi nýtt stýri veljast fyri grunnin fyri fýra árum síð- ani, men hetta er enn ikki gjørt. Stýrið fyri Húsaláns- grunnin er tó ikki samt við landsstýrismannin um, at tað ikki hevur heimild at keypa fastar ognir, tí tað hevur stýrið sambært ein- um skjali dagfest 23. januar 2002 til Almanna- og Heilsumálstýrið, sum er at finna heimasíðuni hjá Landsstýrismálanevndini, nevniliga valt at gera fleiri ferðir. T.d. kann nevnast, at Húsalánsgrunnurin frá 1991 til 2001 hevur bjóðað upp á 688 ognir, sum eru seldar í Føroya Fútarætti, og grunnurin hevur keypt ein part av hesum ognum umframt fleiri onnur hús og grundstykki í Havn. Keyp og søla sum allar aðrar avgerðir Hesi keyp metir sigur stýrið seg hava heimild til at gera sambært lógini um Húsa- lánsgrunnin. Grundgeving- in hjá stýrinum er, at Húsa- lánsgrunnurin og Íbúða- grunnurin eru løgfrøðiligir grunnar við stovnsfæi og stovnsskipan, sum er gjørd við lóg. Húsalánsgrunnurin kann nevniliga sambært stýrinum samanberast við Atlantsflog og Føroya Banka, sum heldur ikki kunnu metast sum partur av tí almennu fyrisitingini ella valdsskipan landsstýris- mansins, sum tó eigur at hava eftirlitið. Grunnar eru nevniliga sjálveigandi stovnar, og hava sambært stýrinum eg- ið rættarføri, partsføri og sakarmálsføri. Tí metir stýrið, at ein grunnur ikki skal hava eina sokallaða positiva heimild til at keypa ella selja fasta ogn. Sostatt hava bæði Húsalánsgrunn- urin og Íbúðagrunnurin sambært stýrinum havt heimild at keypt ognir. Somuleiðis metir stýrið fyri Húsalánsgrunnin seg havt heimild at selt fasta ogn, og tað hevur grunnurin eisini ofta gjørt. Stýrið hevur nevniliga ta fatan, at keyp og søla av antil leysafæi ella fastari ogn eru at meta sum allar aðrar avgerðir, ið Húslánsgrunninum og Íbúðagrunninum eru litnar til. Svar kom tvey ár seinni Tó hevur ofta orðaskifti millum stýri og landsstýris- mann verið um hesi viður- skifti, hóast tað viðhvørt hevur gingið striltið hjá pørtunum at samskift við hvønn annan. Sum dømi um hetta samskifti kann nevnast, at í januar 1999 frættist í Sosialinum, at Húsalánsgrunnurin hevði keypt eina trøð í Havn. 12. januar sama ár sendir Hel- ena Dam á Neystabø grunninum skriv, har hon spyr, um hald er í hesum tíðindum. 27. januar 1999 svarar stýrið fyri Húsa- lánsgrunnin aftur, har tað váttar keypið, og vísir til, at hetta er ein partur tí sokall- aða "nýggja íbúðapolitikk- inum", sum hevur verið umrøddur á fundi við fleiri landsstýrismenn. Stýrið skrivar í sama brævi til landsstýriskvinnuna: "Um so er, at Almanna- og Heilsumálastýrið ikki tekur undir við sjónarmiðum stýrisins um heimildar- grundarlagið, skal stýrið biðja Almanna- og Heilsu- málastýrið um at fráboða stýrinum fyri Húsaláns- grunnin hetta sum skjótast, soleiðis at umrøddi "nýggi íbúðapolitikkurin" kann støðgast, meðan leikur er góður, ella støðgast, meðan ein møguligur ivi um heim- ildargrundarlagið verður kannaður og um neyðugt útvegaður við løgtingslóg". Svar til hesa áheitan kom ikki fyrr enn stívliga tvey ár seinni, nevniliga 9. februar 2001. Áðrenn hetta komu eingi boð og ella forboð úr Landsstýrinum um keyp ella sølu av fastari ogn. Heldur ikki á fundi millum stýrið og Landsstýrið, tá m.a. framtíðarætlanirnar við grunninum vórðu við- gjørdar, varð nakað sagt um heimildir viðvíkjandi keyp og sølu av fastari ogn. Í svarinum 9. februar 2001 sigur ráðharrin, at hann ikki metir, at Húsalánsgrunnur- in hevur heimild til at "gera íløgur í byggilendi v.m.", og hann heitir á samstundis á "stýri og stjórn grunsins um at fáa hesi viðurskifti í rættlag í hesum árinum og at boða landsstýrismannin- um frá hesum". Hóast stýrið var ósamt við landsstýrismannin, gjørdi tað eftir boðunum tilskeytaði Íbúðagrunnin- um tær føstu ognirnar. Landsstýrismálanevn din skal kanna Landsstýrið Spurningurin er so, um tað var í samsvar við endamál- ið hjá Húsalánsgrunninum - sum er at fáa fólki tak yvir høvdið so bíligt sum til ber og veita sethúsabygging lagalig stovnslán - at skeyta tær keyptu føstu ognirnar víðari til Íbúðagrunnin at fyrisita víðari, so at Húsa- lánsgrunnurin kundi veita lán til hesar íbúðaætlanir. Stýrið metir ikki, at enda- málið við grunninum verð- ur skúgvað til viks, av tí at grunnurin keypir ognir og skeytar víðari til Íbúða- grunnin, hóast Landsstýrið hevur havt eina aðra áskoð- an. Sambært samrøðu í Sosialinum 15. januar í ár við Heina O. Heinesen, for- mann í Landsstýrismála- nevndini, sum hevur kannað málið, hevur núver- andi landsstýrismaður, Bill Justinussen einki skeivt gjørt, hóast hann hevur givið nasar til stýrið fyri Húslánsgrunnin, sum er púra ósamt við Bill. Í ein- um skrivi, dagfest 18. des- ember í fjør, skrivar stýrið m.a. til og um landsstýris- mannin: " …tá tær "nasar" , sum hann hevur givið stýr- inum fyri Húsalánsgrunnin o.a., byggja á skeivleikar, misskiljingar og tíverri eis- ini beinleiðis reingingar av sannleikanum, hava vit einki val enn at tala at". Sostatt standa partarnir langt frá hvørjum øðrum, tí pástandur er ímóti pástandi í hesum máli, har tað sein- asta orðið neyvan er sagt enn. Men í øllum førum ber til at staðfesta, at Lands- stýrismálanevndin ikki metir Bill hava borið seg skeivt at. Men kanska nevndin sjálv er farin út um mark. Í hvussu er endar stýrið fyri Húsalánsgrunnin skriv sítt til Almanna- og Heilsumálastýrið 23. januar í fjør við at siga: "Stýrið fyri Húsalánsgrunnin held- ur, at tað er týdningarmikið at minna á, at stýrið ikki hoyrir undir málsræðið hjá landsstýrismálanevndini, men at landsstýrismála- nevndin smb. § 38, stk. 1 í stýrisskipanarlógini hevur til uppgávu at havaeftirlit við, at landsstýrismaðurin í hesum føri hevur útint sítt eftirlitsstarv sambært húsa- lánsgrunslógina á lógligan hátt." Bill Justinussen hevur givið stýrinum fyri Húsaláns- grunnin nakrar nasar fyri at hava keypt og selt fastar ognir, men stýrið er ikki samt við landsstýrismannin - Tað er helvtina bíligari at umvæla skipini í Riga enn í Føroyum, sigur talsmaðurin hjá Skipafelag Føroya, Tórheðin Jensen KLASSING Vilmund Jacobsen Fríggjadagin fer Lómur hjá Skipafelag Føroya til let- lendska høvuðsstaðin, Riga, har skipið veðrur klassað. Tá ið Lómur kem- ur aftur um einar tveir mánaðir ella so, fer Blikur sama veg. Báðir skulu til 25-ára klassing, og nógv skal gerast við skipini. Tórheðin Jensen, tals- maður hjá Skipafelag Før- oya, sigur, at tilboðini hjá letlendsku skipasmiðjuni eru helvtina bíligari enn tað, sum sama arbeiði kann gerast fyri í Føroyum. - Føroysku skipasmiðjur- nar standa seg ikki í kapp- ingini um stálarbeiði, tí lønarlagið í Føroyum er nógv hægri enn eitt nú í Letlandi. Hann sigur, at bæði skip- ini skulu sandblásast øll, sum tey eru, og tá ið tey koma aftur, verða báðir skrokkarnir sum nýggir. Meðan Lómur og Blikur eru í Letlandi, fer norska skipið, Green Ice at sigla fyri Skipafelag Føroya. Stórarbeiði Niðasta dekkið á báðum skipunum, tanktoppurin, sum tað verður rópt, verður allur skiftur. Hetta er dekk- ið omaná tangunum, og sjálvir tangarnir verða eis- ini sandblástir. - Tíðin, hvørt skipið verður í Riga, er sett til 35 álmanakkadagar, men vit vænta, at klassingin fer at taka einar tveir mánaðir. Eini 70 tons av stáli skulu skiftast út, bæði á Lómi og Bliki, og hetta er serliga tann parturin, sum er oman á tangunum. Sum skilst, verða ma- skinurnar ikki yvirhálaðar í hesum umfari, tí tað letur seg ikki gera at taka ma- skinurnar sundur, meðan sandblást verður. Góð ummæli Tórheðin Jensen sigur, at Skipafelagið veit um onnur føroysk skip, sum hava verið til klassingar og sand- blásingar í Riga, og skipa- smiðjan hevur góð um- mæli. - Tí hava vit valt at klassa bæði skipini í letlendska høvuðsstaðnum, sigur hann. Green Ice, sum Skipa- felagið fer at chartrað, meðan Lómur og Blikur eru til klassingar, hevur verið chartraður av felag- num áður. - Vit halda, at hetta er eitt vælegnað avloysaraskip, sigur talsmaðurin hjá Skipafelag Føroya at enda. Lómur og Blikur til 25 ára klassing Í staðin fyri at byggj- an ein barnagarð við vøggustovu og frí- tíðarskúla, umhugsar Sjóvar kommuna at brúka bygdarhúsið á Strondum til hetta endamál og byggja eina stóra ítróttarhøll fyri pengarnar, sum barnagarðurin ann- ars hevði kostað ÍTRÓTTARHØLL Vilmund Jacobsen Í meira enn eitt ár hevur Sjóvar kommuna arbeitt við ætlanunum at byggja ein barnagarð við vøggu- stovu og frítíðarskúla til eini 80 børn í kommununi. Eitt skitsuprojekt er gjørt, men ivasamt er, um hetta nú verður loysnin, tá ið av- tornar. Sjóvar kommuna arbeiðir nevniliga við eini genialari loysn, har møguligt verður at fáa barnagarð og ítróttar- høll fyri ein prís, t.v.s. fyri somu pengar, sum ein barnagarður við vøggu- stovu og frítíðarskúla kost- ar. Kanningar Kommunan eigur bygdar- húsið á Strondum, og nú verða kanningar gjørdar, hvørt bygdarhúsið kann nýtast til børnini, soleiðis at sleppast kann undan at byggja fyri einar 10-15 milj. krónur. - Um kanningin, sum EM-ráðgeving í Gøtu stendur fyri, vísir, at bygd- arhúsið er egnað til børnini, kunnu vit í staðin byggja eina stóra ítróttarhøll fyri umleið somu pengar, sum ein nýggjur stovnur hevði kostað. Eivind skjýtir uppá, at ein nýggj ítróttarhøll, sum er út við tvær ferðir so stór, sum aðrar hallir landinum, kostar einar 15 milj. krónur, men her er møguligt at søkja um 30% stuðul úr landskassanum. - Tá hevði høllin kostað kommununi einar 11 milj. krónur, ið er umleið tað sama, sum barnagarðurin kann metast at kosta. Eivind vísir á, at fer henda ætlan at eydnast, fær kommunan bæði barna- garð, vøggustovu, frítíðar- skúla og ítróttarhøll fyri "ein"prís, sum hann tekur til. Hann sigur, at bygdar- húsið er nógv størri enn ætlaði barnagarðurin, men enn veit kommunan ikki, hvussu væl hesi hølini eru egnað. - Tað fer so hendan kann- ingin at vísa um einar einar 2-3 vikur, leggur hann aft- rat. Møguleikar Eivind sigur, at fer Sjóvar kommuna at byggja eina stóra ítróttarhøll, fer hend- an í fyrsta lagi at hýsa øllum teimum aktivitetum, sum eru í bygdarhúsinum í dag, umframt mongum øðr- um, ið møguleikar verða fyri. - Vit hugsa altso ikki um eina vanliga ítróttarhøll í stødd, men eina sum er nógv størri enn vanligt, helst tvær ferðir so stór, sum eitt nú ítróttarhøllin á Skála. Hann ivast ikki í, at ein slík høll hevði verið nógv eftirspurd til stór tiltøk, eitt nú sølustevnur og annað, har plássið í vanligu hall- unum viðhvørt er ov lítið. - Høllin hevði eisini givið fólkinum og ikki minst ungdóminum her í økinum stórar og øktar møguleikar, sigur hann. Bygdarráðsformaðurin heldur, at hugskotið er gott, men enn er ov tíðliga at siga, um tað kann fremjast í verki. - Á henda hátt hevði kommunan í øllum førum fingið nógv meira fyri pengarnar, sigur Eivind Jacobsen. Barnagarð og ítróttarhøll fyri somu pengar Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður í Sjóvar kommunu, hevur stórar ætlanir á Strondum. - Vit arbeiða við eini ætlan, har vit kunnu fáa barnagarð, vøggustovu, frítíðarskúla og eina stóra ítróttarhøll fyri "ein" prís, sigur hann Lómur verður tann fyrri, sum fer til Riga til klassingar. Tá ið hann kemur aftur, fer Blikur. Avloysaraskipið er norskt, Green Ice. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 13 12