mikudagur 22. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 22. januar 2003
15
14
Nr. 14 - 22. januar 2003
Lítil marknaður
Við okkum í skjáttuni á gátt
hjá ovastu leiðsluni í fyri-
tøkuni við 250 starvsfólk-
um hava vit nakrar spurn-
ingar. Roynt verður at
spyrja so breitt og gott sum
gjørligt,
og
fráfarandi
marknaðarstjórin svarar.
Spurdur, hvussu hann vil
lýsa føroyska samskiftis-
og KT marknaðin, svarar
hann:
— Føroyski marknaðurin
er sera lítil og tessvegna
avmarkandi bæði so og so.
Nógvar
fyritøkur
eru
noyddar at leggja seg eftir
at selja tænastur til heima-
marknaðin fyri at yvirliva
og verður kappingin tess-
vegna øgiliga stuttskygd,
sigur Richard Mortensen.
Tað er fatanin hjá Ric-
hard, at heimamarknaðurin
fyllir ov nógv í Føroyum –
bæði
hvat
hugsan
og
ætlanum viðvíkur.
— Hyggja vit longri fram
í tíðina, so eiga føroyskar
samskiftis- og KT fyritøkur
at brúkt størri orku til
samstarv við útlendskar
fyritøkur við útflutningi
fyri eyga, metir Richard
Mortensen.
Júst hetta við samstarvi
er nakað, ið Richard sigur
seg sakna nógv á føroyska
marknaðinum.
— Ta løtuna, onkur fyri-
tøka hevur fingið eitt gott
hugskot, sum møguliga
hevur møguleika fyri at
verða útflutt, so kýta allar
fyritøkurnar – hvør í kapp-
ing við aðra – fyri at kopi-
era og troka tað av markn-
aðinum. Heldur átti dentur
at verði lagdur á at sam-
starva fyri menna hug-
skotið, soleiðis at hetta
kann gerast ein útflutnings-
vøra.
Hugsast kann – heldur
menningin fram á sama hátt
– at Føroya Tele fer at fylla
minni í landslagnum, enn
fyritøka ger sum er, metir
Richard.
— Føroya Tele hevur á
fleiri
økjum
havt
ein
ónatúrligan stóran markn-
aðarpart. Tað kemur ikki
fyri aðrastaðni, at ein
veitari eigur 80-90% av
marknaðinum, og tískil
vilja vit við kappingini eis-
ini fara at síggja, at Føroya
Tele fer at missa ein part av
sínum marknaðarparti.
Víst verður á, at á eitt nú
Internet økinum við føstum
sambandi eiga aðrir veit-
arar um helmingin av
marknaðinum. Á hesum
økinum, eins og á øðrum,
merkir Føroya Tele rætti-
liga kappingin, sum er
komin undan kavi, síðani
monopolstøðan varð avtik-
in.
— Her verður so uppgáv-
an hjá Føroya Tele at
menna verandi tænastur og
nærkast nýggjum virðisøkj-
um í framtíðini, sigur
Richard Mortensen.
Kapping er ikki nakað,
sum
ræðir
fráfarandi
marknaðarstjóran.
— Kapping er fortreyt
fyri víðariútvikling. Kapp-
ingin hevur havt stóran
týdning fyri Føroya Tele.
Fyri kundan hevur hetta
merkt, at hann hevur fingið
eitt størri útboð av tænast-
um fyri ein lægri prís. Fyri
fyritøkuna hevur kappingin
havt ein sera stóran týdning
í umstillingini av fyritøkuni
til at gerast ein meiri effek-
tiv og kundavend fyritøka,
sigur Richard Mortensen.
Fráfarandi stjórin metir,
at Føroya Tele uttan stór-
vegis trupulleikar kundu
fingið flestu kappingar-
neytarnar
av
bananum
aftur, men hetta vildi í
síðsta enda ikki vera gagn-
ligt fyri Føroya Tele og
menningina hjá fyritøkuni.
— Um kappingin einans
fer at snúgva seg um prís,
er vandi fyri, at menningin
steðgar upp – og tá verður
spurningurin bara um nær,
vit aftur eru í støðuni við
bert einari fyritøku innan
samskifti.
A og B
Síðani Richard flutti av
landinum í áttatiárunum er
samfelagið ment í risa-
fetum, leggur hann út við at
siga, tá spurt verður eftir,
hvat hevur størsta týdning í
menningini av Føroyum til
at gerast eitt meira fram-
komið samskiftissamfelag.
Tað er fatanin hjá Ric-
hard, at vitanarstøði í nógv-
ar mátar er fult á hædd við
onnur lond, og Føroyar eiga
nógv ung fólk við relevant-
um útbúgvingum.
— Har, vit kanska halta
nakað afturúr fyri at gerast
kappingarfør, er eftir mín-
um tykki vilji og hugburður
til at brúka okkara vitan á
ein skynsaman hátt og al-
samt at dagføra vitanina.
Nógva staðni í londunum
kring okkum verða starvs-
fólk við góðum førleikum
sett við tí fyri eyga, at hesir
førleikar skulu koma til sín
rætt í fyritøkuni.
— Her í Føroyum kennist
tað onkuntíð sum um, at tað
er tann lægsti felags-
nevnarin, sum ræður – bæði
í fyritøkum og aðrastaðni.
Hetta er ikki so undarligt,
tá ið havt verður í huga tey
risafet, Føroyar hava verið
ígjøgnum
síðstu
árini.
Vitanarliga er tað okkum,
sum týður upp á, at vit
nærum hava fingið eitt A-
lið og eitt B-lið, sigur
Richard Mortensen.
Hesi A- og B-lið, sum
sipar verður til, eru býtt
upp soleiðis, at A-liðið er
mannað við teimum ungu
vælútbúnu við royndum frá
útlandinum, og B-liðið eru
tey meira tilkomnu fólkini
við hollum royndum úr
Føroyum.
— Tað er B-liðið, sum
setir dagsskránna í Føroy-
um. Hetta kann eisini vera
gott, tá hugsað verður at
skapa kontinuitet og stabili-
tet.
Trupulleikin er tó tann, at
nógv av tí íblástri og fyri-
taksemi, sum kundi komið
uttaniífrá dettur niðurímill-
um. Hetta skyldast, at B-
liðið ikki hevur førleika til
at skilja hugskotini frá
nýggja ættarliðnum. Tí er
vandin tann, at tað verður
tann lægsti felagsnevnarin,
sum avgerð framtíðina,
sigur Richard Mortensen.
—Fyri at menna Føroyar
til eitt meira framkomið
samskiftissamfelag, verður
avbjóðingin at byggja brýr
millum hesi bæði ættarlið-
ini. Hetta kann gerast við at
lata nøkur av teimum ungu
sleppa framat, har avgerð-
irnar verða tiknar, sigur
Richard Mortensen.
Av øðrum avbjóðingum
fyri at menna føroyska
samskifissamfelagið nevnir
Richard menningina av
infrastrukturinum til um-
heimin, konvergens, sum er
samanrenning
millum
ymsara miðlar og telefoni
og tørvurin á váðafúsum
kapitali og samstarvi.
FarIce
Sum nevnt verður tað av-
gerandi fyri Føroya Tele, at
fyritøkan mennir tænastur
og nýggj virðis- og virkis-
øki.
Eitt, sum fer at betra
støðuna hjá Føroya Tele og
øðrum veitarum við, verður
FarIce kaðalin. Richard
metir hendan kaðalin fara
at fáa kollveltandi ávirkan,
tí við hesum verður kapasi-
teturin út í heim nógva
ferðir størri, og eitt av árin-
unum verður lægri prísir.
— Vitanarliga er tað
okkurt, sum týður
upp á, at vit nærum
hava fingið eitt A-lið
og eitt B-lið í Føroy-
um, sigur Richard
Mortensen, markn-
aðarstjóri hjá Føroya
Tele, ið 1. februar
byrjar sum leiðari og
partnari í PA Con-
sulting Group
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Ein ov góður møguleiki at
siga nei til.
Hetta
sigur
Richard
Mortensen um sítt nýggja
starv. Marknaðarstjórin á
Føroya Tele fer 1. februar í
annað starv. Leiðin gongur
til Keypmannahavnar at
starvast hjá altjóða fyri-
tøkuni
PA
Consulting
Group.
Fyri tveimum árum síð-
ani fór Richard úr starvi hjá
nevniliga PA Consulting
Group. Men hesin nýggi
møguleikin var ov stórur til
at siga nei til. Fyri uttan at
gerast partnari í fyritøkuni,
gerst Richard eisini leiðari
fyri fyri Strategy og Marke-
ting á deildini í Keyp-
mannahavn og fær sam-
stundis globalu ábyrgdina
fyri Marketing Strategy hjá
altjóða ráðgevingarfyritøk-
uni, sum hevur eini 4.000
fólk í starvi.
– Eg varð ringdur upp í
heyst og fekk bjóða eitt sera
áhugavert starv. Eftir at
hava tosað aftur og fram
við familjuni gjørdu vit av
at fara av landinum aftur,
har vit hava búð í nógv ár,
sigur Richard Mortensen.
Í einum av teimum trim-
um stjórakontórunum hjá
Føroya Tele á Hálsi hava vit
hitt Richard til eitt prát um
vinnulív, Føroya Tele og
hvat annað, vit kunnu fáa
hann at siga sína hugsan
um.
Broyting
Seinnu árini er støðan hjá
Føroya Tele sum fyritøku
broytt rættiliga nógv. Við
navninum Telefonverk Før-
oya Løgtings var talan um
eina monopol fyritøku við
fáum virkisøkjum og ong-
ari kapping.
Hendan støðan broyttist
tó, og Føroya Tele, sum tað
kom at eita, fekk kapping,
men eisini nýggjar møgu-
leikar.
Føroya Tele fekk fyrst
vinning av uttanlands sam-
røðum, og seinni kom glið
á virkisøki sum fartelefon
og Internet. Ein broyting,
sum hevur havt stóran
ávirkan á Føroya Tele – ikki
minst á inntøkuna.
Richard Mortensen sigur,
at ein stórur partur av
hansara arbeiði hevur verið
at leiða eina broytingar-
prosess – frá almennari
fyritøku til at rekast sum
ein og hvør privat fyritøka.
— Eg havi nýtt ein stóran
part av míni tíð til at fáa
hugburðin broyttan. Vit
skulu á øllum økjum verða
rættaði móti ynskjunum hjá
kundanum. Vit kunnu ikki
taka nakað fyri givið long-
ur, sigur Richard Morten-
sen.
Hetta arbeiðið var byrjað,
tá Richard tók við sum
marknaðarstjóri, men Ric-
hard hevur so tikið yvir í
leiklutinum sum inspirator
og staðið á odda fyri einari
broytingarprosess.
Hann
nevnir hetta sum ein tann
mest avbjóðandi partin av
arbeiði sínum fyri Føroya
Tele.
Richard ásannar, at hend-
an prosessin er og hevur
verið ótrúliga týdningar-
mikil fyri Føroya Tele, og
um tað skal vera nøkur lík-
inda framtíð hjá fyritøkuni
við nýggju marknaðar-
støðuni við kapping í huga.
Tað er enn landið, ið eig-
ur Føroya Tele, og fyritøkan
er skipað sum eitt alment
partafelag, sum fyri tað
nógva verður rikið bert eftir
handilsligum fortreytum,
men hevur tó nakrar veit-
ingarskyldur, og ger sam-
stundis
eisini
nakrar
uppgávur fyri tað almenna,
eitt nú at ansa sendinetinum
hjá Útvarpinum og Sjón-
varpinum.
— Um Føroya Tele skal
átaka sær uppgávuna sum
ein av slóðbrótarunum inn-
an føroyska KT vinnu, er
ein av fortreytunum, at fyri-
tøkan verður privatiserað
og kann handla innan van-
lig handilslig kor, sigur
Richard Mortensen.
– Tað skal ikki taka tíggju
dagar, men heldur tveir
dagar at avgreiða eitt nú eitt
nýtt hald hjá kunda. Fyrr
var tað ikki neyðugt at
renna skjótari enn eitt vist,
men nú skal ein annar hug-
burður til, sigur Richard
Mortensen.
Prosessin hevur merkt
eina broyting í hugburði og
broyttar mannagongdir á
øllum økjum, har kunda-
røktin verður sett fram um.
— Fakliga tori eg at siga,
at Føroya Tele er gott
ávegis at broyta persónlig-
heit frá at vera ein almenn-
ur stovnur til verða ein væl
virkandi privat føroysk
fyritøka. Og, um rætt
verður borið at, kanska ein
fyritøka, sum kemur at
førka seg yvir í útflutning
av vørum, sigur Richard
Mortensen.
Richard Mortensen er føddur og uppvaksing á
Argjum, og er abbasonur navnframa argjamannin
við sama navni. Hann gjørdist útbúgvin banka-
maður í Sjóvinnubankanum í 1983. Eftir hetta fór
hann at lesa Cand.merc á Handilssháskúlanum í
Keypmannahavn. Hesin útbúgving varð hann
liðugur við í 1988.
Fyrstu tvey árini aftaná var hann í starvi hjá
management konsulentfyritøkuni Michael Peters
Group í London. Her tókst hann við marknaðar-
strategi og vørumenning hjá fyritøkum sum
Bridgestone og Danisco.
Í 1990 fór hann í starv hjá PA Consulting Group,
sum hann vendir aftur til nú. Steðgurin hjá PA
Consulting gjørdist í fyrsta umfari tíggju ár. Tey
seinastu fimm árini starvaðist Richard sum leiðari
á deildini fyri strategi og marknaðarføring, har
hann ráðgav leiðslunum í fyritøkum sum Mærsk,
Danfoss og Codan.
januar 2000 tók Richard við sum marknaðarstjóri
í Føroya Tele. Har gjørdist hann partur av ovasti
leiðsluni í stóru føroysku fyritøkuni.
Sum marknaðarstjóri hevur Richard havt ábyrgd-
ina av øllum tænastusektorinum – frá marknaðar-
føring og sølu til tænastumiðstøð og telebúðir. Í alt
starvast 80 starvsfólk á hesum deildum hjá Føroya
Tele.
Í nýggja starvinum hjá PA Consulting vendir
Richard aftur á kendar leiðir. Hann skal arbeiða og
búgva mestsum á sama stað, men hesaferð gerst
hann eisini partnari og fær globalu ábyrgdina av
Marketing & Strategy.
Richard Mortensen er giftur og eigur tvey børn.
Blábók
Fakta
PA Consulting Group
er ein altjóða ráðgev-
ingarfyritøka. Fyritøk-
an hevur gott og væl
4.000 starvsfólk í átjan
londum.
Á deildini í Keyp-
mannahavn
starvast
250 fólk. Fyritøkan er
størsta
ráðgevingar-
fyritøkan av sínum
slag í Danmark.
PA Consulting Group
arbeiðir við at ráðgeva
leiðslum á stórum fyri-
tøkum kring heimin.
Ráðgevingin er rætti-
liga víttfevnandi. Ráð-
givið
verður
um,
hvussu fyritøkan skal
leiðast, hvussu fyri-
tøkan klárar seg í
kappingini við stra-
tegi, marknaðarføring,
KT o.ø.
Millum kundarnar hjá
PA Consulting Group
teljast stórar altjóða
fyritøkur sum Shell,
Nokia,
Microsoft,
Lego og Mærsk.
Mugu byggja brýr millum ættarlið
—Eg havi nýtt ein stóran part av míni tíð til at fáa hugburðin broyttan. Vit skulu á øllum økjum verða rættaði móti ynskjunum hjá kundanum. Vit
kunnu ikki taka nakað fyri givið longur, sigur Richard Mortensen, fráfarandi marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14