Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 14 - 22. januar 2003 Nr. 14 - 22. januar 2003 17 VIÐMERKINGAR Ásmundur Guðjónsson Svínoy, 11. januar 2003 Samgongan manglar granskingarpolitikk Samgonguskjalið manglar ikki føgur orð og stórar ætlanir um gransking og menning (G&M). Lesir ein orðingarnar úr samgongu- skjalinum í talvu 1 sær ein, at tað er ikki hissini tankar politikarnir hava um gransking og menning í føroyska samfelagnum. Vit skulu bæði eitt og annað. Trupulleikin er bara hann, at mann hevur ilt við at síggja tann reyða tráðin í samgonguskjalinum, sum kundi líkst einum veruligur granskingarpolitikki, tí tað tykist, sum um tey ymisku málaráðini hava sínar ser- staku tankar og ætlanir, sum ikki nýtast at sam- pakka við tað, eitt annað málaráð ætlar. Vandi er tí fyri, at orðingarnar av somu orsøk gerast innantómar og torført verður at seta veru- liga kraft aftan fyri tann politiska viljan, sum liggur aftan fyri samgongskjalið. Okkurt málaráð ætlar at byggja bygningar til stovn- ar, sum hava hølistrupul- leikar, ella kanna møgu- leikar fyri hesum, okkurt annað ætlar at arbeiða við granskingarlóggávu og okkurt triðja at seta í verk framtøk í samstarvi við vinnuna osfr. Men øll eru kortini samd um, at miðast skal eftir at menna gransk- ingina! Heldur ikki aftaná at samgonguskjalið er orðað og samgongan er farin til verka, sæst stórvegis til eina ítøkiliggerðan av orð- ingunum í samgonguskjal- inum, har sett verður út í kortið, hvat gerast skal. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 kemur heldur ikki nakað til sjóndar um, hvussu samgonguskjalið skal veruleikagerast á fíggjarliga økinum. Heldur ikki í minnilutauppskot-un- um. Men tað skal tó sigast, at í nevndarviðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum kom tó fram, at politikarar eru byrjaðir at seta ymiskar viðkomandi spurningar til G&M. 16 vitanarstovnar hava G&M virksemi Vit hava fleiri álit um før- oyska gransking. Felags fyri tey øll er, at tey tíverri ikki hava megna at evlt til tað kjak, sum er neyðugt og ynskiligt, í øllum førum ikki millum politikarar. Skal ikki koma nærri inn á hvat hesi álit greina út og mæla til uttan tað, at álitini royna at identifisera vís- undaliga arbeiðið í ymsum stovnum og soleiðis royna at gera upp, hvør tað er, sum granskar og hvussu nógv ársverk verða nýtt í granskingini. Harvið kann ein gera eina meting av granskingarnøgdini, sum staðfestir, at okkara íløga í granskingina er rættiliga avmarkað, bæði sum partur av okkara bruttotjóðarúr- tøku og í mun til onnur lond. Tá ein roynir at identi- fisera granskingina eftir altjóða definitiónum, til tess at fá til vega sambær- ligt tilfar við onnur lond, hendir tað, at tølini fyri granskingina kunnu virka okkum eitt sindur fremm- and. Tí ein er noyddur at sundurskilja fleri av okkara stovnum fyri at fáa eyga á og tøl fyri granskingina og tað ger tilfarið lítið brúki- ligt í føroyskum sambandi, uttan sjálvandi tað, at vit kunnu samalíkna okkum við onnur á einum almenn- um støði. Eg havi tí valt at hyggja eitt sindur øðrvísi uppa føroysku stovnarnar, sum á ein ella annan hátt hava G&M-virksemi og stovn- arnir, sum varða av hesum. Á ein sindur pragmatiskan hátt - ikki bert granskingina í avmarkaðum vísindalig- um týdningi, men stovnin sum heild. At taka allar hesar stovnar undir eitt, skuldi so givið okkum eina heildarmynd yvir íløgurnar, føroyska samfelagið ger, har G&M virksemi er. Føroyar líkjast frá øðrum londum á tann hátt, at fleiri føroyskir stovnar, sum hava nakað við gransking og menning at gera, eru ofta kombineraðir stovnar, har mann í størri samfeløgnum ofta hevur hetta í fleiri stovnum. Her heima eru ráðgeving, røkt av søvnum, eftirlit, undirvísing osfr ofta kombinera við G&M virksemi, sum hevur til endamáls at framleiða neyðugu vitanina og menna fakliga førleikan stovnurin og onnur hava brúk fyri. Til dømis hevur Forn- minnisavnið til endamáls at røkta okkara fornminnir, men harumframt granskar stovnurin eisini í fornfrøði. Fiskirannsóknarstovan hev- ur ráðgevarauppgávur fyri landsstýrið og eisini her fer týdningarmikið gransking- arvirksemi fram. Heilsu- frøðiliga Starvsstovan hev- ur eftirlits- og ráðgevingar- uppgávur fyri landsstýrið, men hevur eisini eitt ávíst G&M virksemi. Eg kallið hesar stovnar "vitanarstovnar". Stovnar sum framleiða vitan á vís- indaligum støði til onnur og sín sjálvan at gera nýttu úr. Til tess av avmarka hug- takið, havi eg valt ikki at taka við sjálvt undirvísing- arverkið, almannaverkið og heilsuverkið, tó undantikið heilsugransking. Hinvegin havi eg tikið við stovnar, sum á ein ella annan hátt varða av G&M virksemin- um, tí hesir eru partar av samfelagsligu íløguni í G&M virksemi (Menning- arstovan og TK-stovan). Hyggja vit at vitanar- stovnnum eftir nevndu lýsing eru teir eini 16 í tali. Talva 2 vísur hvørjir stovn- arnir eru. Skal ikki kom nærri inn á, hvat hvør ein- stakur stovnur ítøkiligt fæst við. Uttan iva eru enda- málini hjá stovnunum kend. 11 "grunnar" fíggja G&M virksemi Umframt nevndu 16 stovn- arnar hava vit eisini "leys- ar" játtanir, sum eru til gransking og menning, 11 í tali. Hesar játtanir liggja uttanfyri stovnarnar og peningurin er sostatt ikki institutialiseraður. Hesar játtanir, sum eru rættiliga ymiskar í endamáli og stødd kalli eg undir einum "grunnar". Fyristitingarliga hoyra "grunnarnir" til málaráðini. Talva 2 vísir hvørjir grunnarnir eru. Virkisøkini og endamál- ini hjá hesum "grunnum" er so ella so at stuðla undir gransking og/ella menning á fleiri týdningarmiklum samfelagsøkjum. Ofta er hetta í verkætlanarformi, har ein fyritøka, felag, stovnur ella einstaklingur fær eina ávísa upphædd til eina verkætlan. Ein kann siga, at hesar játtanir birta lív í hugskot og ætlanir, sum liggja í umráðnum millum stovnar- nar og til dømis vinnulívið, har eitt samstarv millum tað almenna og privata er ynskiligt ella neyðug. 125 milliónir til Vitanar- stovnar og 55 milliónir til "Grunnar" Tey 16 stovnarnir hava á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 eina útreiðslu- játtan uppá slakar 125 milliónir krónur til at fremja sítt virksemi, sí talvu 3. Tað eru tilsamans 288 ársverk knýtt at hesum stovnum og støddin á stovnunum er frá einum ársverkið upp til 43 árs- verk. Teir 11 "grunnarnir" hava eina samlaða játtan uppá góðar 55 milliónir krónur. Hyggur ein víðari eftir talvu 3 sæst, at tey ymisku málaráðini hava als ikki somu pengar til G&M, hvørki til stovnar ella "grunnar". Mentamálaráð- ið, Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið hava bæði pengar til vitanarstovnar og "grunnar". Hesi trý mála- ráðini ráða yvir 81% av stovnsjáttunum og 77% av "grunna"játtanunum, með- an Fíggjar- og Oljumála- ráðini ráða yvir minni upp- hæddum og Løgmanns- skrivstovan, Trivnaðar- málaráðið og Løgmálaráðið als ikki hava eitt klovið oyra til gransking og menn- ing. Hóast tey bæði seinast nevndu málaráðini eru nýggj, tykist tað løgið, at ongir pengar eru settir av til vitanarframleiðslu á hesum økjum, tí teir trupulleikar og avbjóðingar hesi øki standa framman fyri, eru kendar og stórar. Vit síggja eisini, at ávísur munur er á "játtanarment- an" málaráðini ímillum. Mentamálaráðið hevur institutinaliserað sína vitanarframleiðslu við at hava seks stovnar, sum varða av hesum, meðan Fiskimálaráðið bert hevur tann eina stovnin. Hinvegin hevur Fiskimálaráðið fleiri "grunnar" enn Mentamála- ráðið hevur. Hví hetta er so, kann hava nakað at gera við, at fiskivinnusektorurin livir eina meira turbulenta tilveru við stórum broyting- um yvir ár enn undir- vísingar- og mentunarsek- torurin ger. Núverandi bygnaður er søguliga treytaður Tað at føroyska samfelagið hevur 27 skipanarligar eindir sum varða av gransk- ing og menning skal síggj- ast í søguligum saman- hangi. Stovnar er upprætt- aðir antin av nýggjum ella við at stovnar eru klovn- aðir. Ein "grunnur" er kom- in fyri og annar eftir, alt eftir tí tørvi og politiska møguleika, sum var gald- andi, just tá hetta hendi. Hetta er søguligur útvikl- ingur yvir eini 30 - 50 ár. Í flestu førum hevur hetta verið skilagott og talið av eindum er náttúrliga vaksið við almennu amfelags- menningini. Støðan í dag er heilt øðr- vísi fyri granskingarstovn- arnar. Vit eru nú komin í vitunarsamfelagið, har vit- an á høgum støði meira enn nakrantíð er ein treyt fyri kappingarført vinnulív og vælvirkandi almennar stovnar. Vitanarstovnarnir og "grunnarnir" fáa nú eina samfelagsliga uppgávu av heilt øðrum dimensiónum enn vit fyrr hava sæð. Vís- und, gransking og førleika- menning eru lyklaorð, sum føroyska framtíðin í stóran mun kemur at byggja á. Tað tykist at verða breið semja í føroyska samfelagnum um, at vit eiga at gera nakað heilt alvorligt við føroyska gransking og menning. Tað er í hesum perspektivi, at tað er neyðugt at hyggja nærri at tí, vit í gjøgnum eini 30 til 50 ár hava bygt upp. Tað er vanligt at býta samfelagið upp í sektorar og soleiðis eisini tað før- oyska. Vit kunnu tosað um mentunarsektorin, fiski- vinnusektorin, heilsusek- torin og so framvegis. Ein sektorur inniheldur allar aktørar, sum fáast við sama fakøki, tað verið seg t.d fyritøkur, almennir stovnar, feløg og brúkarar/einstak- lingar. Vit hava eisini eitt nokk so prinsipielt uppbýti í granskingingini, millum fróðskaparsetur á einari síðu og sektorstovnar á hin- ari. Eitt Fróðkaparsetur (universitet) er ein sjálv- stýrandi stovnur og hevur tað mann kallar "fría" gransking. Tað er Setrið sjálvt, sum ger av, hvørjum granskast skal í. Tí vil tað altíð verða áhugin hjá tí einstaka granskaranum, sum í stóran mun kemur at gera av, hvørji gransk- ingarevnini verða. Ein sektorgranskingar- stovnur hevur sítt gransk- ingarvirksemi avmarkað til evnir, sum eru sektorinum viðkomandi. Tað er ein ávísur munur á, hvussu universitetsgransking og sektorgransking er skipað bygnaðarliga og innihalds- liga. Ein sektorstovnur hevur ikki "fría" gransking. Tað eigur at verða aktør- arnir í sektorurin, sum gera av, hvør tørvurin er og hvørja granskingarleið sektorstovnurin skal ganga. Stovnurin er heldur ikki sjálvstýrandi, hann hevur eitt stýrið, har týðandi aktørar í sektorinum hava ábyrgd fyri og ávirkan á skipan og rakstur stovnsins. Soleiðis áttu sektorstovnar at havt rímiligan legitimitet og uppbakking í sektorun- um. Talva 3 setir fram nakrar grundleggjandi politiskar spurningar í sambandi við okkara framtíðar gransk- ingar og menningarpoli- tikk. Er til dømis tørvur á, at játta pengar til teir sek- torarnar, sum onga játtan hava? Er tað rætt og rímilig, at G&M-játtanirnar eru líka stórar fyri allar sektorarnar, ella hvar er jávnvágin?. Er lutfallið millum stovns- pengar og "grunna"-pengar rætt og rímiligt? Hava vit ikki í so nógvar stovnar og "grunnar"? Hvussu við lut- fallinum millum fróðskap- arsetur og sektorstovnar? Hevði mann ikki kunna samskipa nógv av hesum "grunnunum" ella kanska lagt stovnar saman og so framvegis. Haldi at politik- arnir eiga at grava seg niður í materiuna ella at fáa onkran at gera tað fyri seg. Hetta skal so gera ein føran fyri at hyggja kortini væl í gjøgnum og leggja kabalina av nýggjum. Meira fyri tað sama? Líka so stór sum semjan er um, at framtíðin í stóran mun verður bygd á gransk- ing og menning, líka so stór er semjan um, at menningin av G&M kostar landskass- anum pengar. Tað er væl ongin sum væntar, at mann kann spara sær til eina framfýsna gransking. Men hinvegin kennist eitt ávíst fíggjarligt afturhaldni frá politiksari síðu, sum kanska hevur nakað at gera við, at politikararnir hava trupult við at síggja heild- ina og smálurirnar í gransk- ingar og menningarum- hvørvunum. Hetta aftur- haldni førur við sær ikki sørt av handlingsloysi. Fyrsta stigið er at kanna tað sum er, er tað gott nokk ella kunnu vit broyta nakað her, sum vónandi hevur við sær nakrar betringar, ratio- naliseringar og sparingar, sum kunnu verða nýttur betur onkra aðara staðni í granskingini. Sum nevnt framman und- an hava vit sekstan vitanar- stovnar. Sjey av teimum fáast við lívfrøðiligt granskingarvirksemi. Her átti ein ella onnur rationali- sering kunna farið fram, so vit í øllum førum minkaðu munandi um talið av stovn- um, sum fáast við lívfrøði. Í ein radius av umleið 100 metrum finnast tríggjar starvsstovur á Debesartrøð. Eisini her átti tað latið seg gjørt at funni saman um okkurt samstarv øllum til fyrimunar. Partar av lív- frøðiligari gransking gong- ur fyri seg í partafelagnum Fiskaaling. Haldi, at granskingarvirksemi kundi verður lagt innum aftur tað almenna og so kundi parta- felagið fingist við forrætn- ing. Er tað ómøguligt at leggja savnsfunktiónirnar hjá Landsskjalasavninum og Landsbókasavninum eins og Forngripasavnin- um, Náttúrugripasavninum og Jarðfrøðisavninum sam- an onkursvegna? Hetta eru bert nøkur dømir uppá hvat ein kundi Kollveltið granskingina! kannað. Men mest týðandi er at skapa ein dialog og eitt klima sum ger, at stovns- garðarnir kunnu verða brotnir niður og nýggir møguleikar skaptir. Teir 11 "grunnarnir" hava eina fyrisiting, sum er ov stór og óhóskandi til játtan- irnar. Tað undrar ikki, um eini 50 fólk vellast í fyrisitingini av teimum, summi við løn, onnur hava eitt bein at gnaga, meðan uppaftur onnur gera ar- beiðið ókeypis. Trupul- leikin er, at tað eru ov nógvar slíkar játtanir og at játtanirnar hvør sær eru ov smáar. Tað kostar umleið tað sama í fyrisiting, um "grunnurin" hevur eina ella tíggju milliónir at arbeiða við. Samskipan ella sam- leggingingar eiga at kjakast ígjøgnum. Ikki minst er tað ein eyð- sýndur tørvur á, at hyggja nærri at endamálunum við hesum "grunnum" og tann praksis, sum er í fyrisiting- ini av teimum. Endamálini eru ofta so mikið breið og leystliga orðað, at tað er trupult at fáa eygað á, hvat tað er mann veruliga vil við játtanini. Tann formligi bygnaðarurin og manna- gongdirnar fyri játtanirnar eru alt ov veikar. Hetta førir so til tað óhepnu støðu, at í fleiri førum verður lands- stýrismaðurin drigin inn í málsviðgerðina. Hetta ger skipanirnar veikar yvir fyri politiskum trýsti. "Grunnarnir" eiga tó sín týdningarmikla leiklut í G&M-virkseminum í fram- tíðini, ongin ivi um tað. Teirra ómetaligi týdningur liggur í, at júst "grunnar- nir" eru við at byggja brýr millum t.d. privata vinnu- lívið, almennu granskingar- stovnarnar, feløg og ein- staklingar. Í gjøgnum G&M-programm fyri "grunnarnar" kunnu polit- ikarar førka menningina í tann rætning, politiski myndugleikin er sann- førdur um er tann rætti. Tað vil siga, at politikararar hava størri møguleikar at dríva granskingarpolitikk við "grunna"-pengum enn við stovnsjáttanum. Vendið Setrið á høvdið! Fróðskaparsetrið hevur til endamáls at veita útbúgv- ingartilboð á akademiskum støði og at fremja viðkom- andi gransking. Gransk- ingarliga haldi eg, at Setrið hevur eina stóra avbjóðing, tí eftir mínum tykki er Setr- ið í dag meira ein undir- vísingarmiðstøð heldur enn eitt granskingarlokomotiv! Havi eina hóming av, at undirvísingin drenar í alt ov stóran mun granskingina fyri arbeiðskraft. Haldi somuleiðis, at vit eiga at fáa kjak um útbúgv- ingarpolitikkin hjá Setr- inum. Ein viðkomandi spurningur er, um Setrið bjóðar út útbúgvingar, sum eru samfelagnum viðkom- andi, ella um útbjóðingin er tengd av teimum frøðing- um Setrið til eina og hvørja tíð hevur tøkar. Ella eru út- búgvingartilboðini treytað av, at fígging fæst til út- búgvingarnar? Ongin ivi eigur at verða um, at út- búgvingartilboðini eiga at hava støði í einum sam- felagsligum tørvi og rað- festing, men tað er ikki so eyðsýnt ídag. Útbúgvingarætlan Setur- sins er í fyrstu atløgu at framleiða bachelorar, sum eftir loknan lestur kunnu verða slúsaðir út í sam- felagið at arbeiða. Alt gott um tað, men spurningurin er um vit ikki gera sam- felagnum eina strategiska dáragerð, tí ein kann ímynda sær, at ein størri ella minni partur av teimum verða "hangandi" í arbeiðs- lívinum og ikki fara undir víðari lesnað, tí nú hava teir kanska fingið sær maka, børn, hús osfr. Hesir koma hervið at forða fyri, at fólk við hægri útbúgvingum og kanska eisini arbeiðs- royndum uttanlanda kunnu koma heimaftur, tí størvini eru "upptikin". Tað er kanska ongastaðni í heiminum at so fáir næm- ingar eru fyri hvønn frøð- ing sum á Setrinum. Onkur hevur í skemti kallað undir- vísingarháttin "hondálegg- ing" av somu orsøk. Ein spurningur er um ikki bachelorútbúgvingar fáast væl bíligari í øðrum lond- um. Kanska áttu vit at vent Setrið á høvdið, við at nið- urlagt alla undirvísing á bachelor stigi og soleiðis leysgeva arbeiðskraft til miðvísa gransking í staðin. Undirvísingarparturin kundi verið vegleiðaraupp- gávur fyri høvuðsfak- lesandi og PHd-lesandi og okkurt viðkomandi skeiði fyri hesi. Takið av fróðskapar- felagið! Fróðskaparfelagið varð stovnað fyri fimmti árum síðani. Endamálið var at birta undir føroyska gransking og at fáa eitt fróðskaparsetur á stovn. Vit kunnu staðfesta, at arbeiði teirra hevur borið ávøkst, vit hava staðsett gransking í Føroyum á fleiri økjum og Fróðskaparsetrið er stovn- að. Fróðskaparfelagið stendur eisini sum útgevari av Fróðskaparrit, sum er einasta føroyska vísunda- liga tíðariti. Tað tykir mær heldur løgið, at útgáva av vísundaligum tilfari fram- leitt í almennum stovnum er uppgáva hjá einum pri- vatum áhugafelag. Hetta eigur sjálvsagt at verða eitt av aðalendamálum Setur- sins. Spurningurin er, um Fróðskaparfelagið eigur at takast av ella fáa heilt aðra uppgávu, enn at verða verjugarður fyri gransking- arumhvørvið. Eldhugi lim- anna er framvegis kærkom- in. Sterka sektorgransking! Tað er nú einaferð so, at føroyska samfelagið hevur avmarkaðar nøgdir av pengum at leggja í gransk- ing og menning. Tí verður spurningurin altíð um hvussu vit brúka pengarnar á bestan hátt. Vit eru noydd at velja og serstakliga iva- sama leiklutin at vel frá. Eftir mínum tykki eiga vit fyrst og fremst at byggja upp gransking á teimum sektorum, sum eru av størsta týdningi fyri okkara samfelag. Vit eiga at satsa uppá sektorstovnarnar, har brúksrætta gransking gong- ur fyri seg í neyvum sam- starvi við sektoraktørarnar. Ein sera týdningarmikil liður í sektormenningini er, at pengar verða settir av á fíggjarlógini til at stuðla undir menningina. Hetta eru "grunna"-játtanirnar. Aktørarnir í sektorinum eiga at hava ávirkan á, hvørji fakøkir verða raðfest og hvussu peningurin verð- ur veittur. Fakliga verður hetta gjørt í einum G&M- programmið fyri "grunn- arnar", sum stingur út í kortið, hvønn veg sektorin sjálvur og politiski mynd- ugleikin er samdur í menn- ingin skal fara. Tað, sum er sermerkt fyri játtanirnar er, at øll hava rætt at søkja stuðul til eitthvørt hugskot, sum liggur innanfyri út- meldaða programmið. Hetta ger, at kapping verður millum umsøkjarar- nar, tí vituligt er, at tað eru fleiri umsøkjarar enn tað eru pengar til. Henda støða ger so, at tey bestu verkætl- anaruppskotini vinna frama. Tann politiski myndug- leikin er sjálvandi eisini stórur kundi hjá sektor- granskingarstovnum. Tørv- urin er ómetaligur. Stovnar- nir liggja inni við fakligum førleika til at gera ymiskar greiningar til landsstýrið og løgtingið at brúka í polit- iska arbeiðnum, at gera ráðgevingar og vegleiðing- ar til málaráðini ofr. Og ikki minst at granska í av- leiðingum av politiskum inntrivum á ymiskum økj- um. Framhald C M Y K 17 16