hósdagur 23. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 15 - 23. januar 2003
Nr. 15 - 23. januar 2003
3
Suðurafrikanski ag-
enturin, sum nú verð-
ur knýttur at morðin-
um á Olof Palme,
sigst líkjast Christer
Pettersson, sum varð
ákærdur fyri morðið,
men fríkendur.
PALME-MORÐIÐ
Árni Joensen:
Tað var Lisbeth Palme, kona
svenska forsætisráðharran,
sum
segði
seg
kenna
Christer Pettersson aftur
sum mannin, ið hevði skotið
mann sín tann 28. februar í
1986. Hann varð eisini
álærdur fyri morðið, men
varð fríkendur í rættinum.
Nú hevur navni hansara,
tíðindamaðurin Christer L.
Pettersson, sæð eina mynd
av tí suðurafrikanska agent-
inum, sum er settur í sam-
band við morðið, og tíð-
indamaðurin vil vera við, at
tann suðurafrikanski mað-
urin líkist Christer Petters-
son.
Tann ókendi maðurin var
agentur hjá apartheid-stýr-
inum í Suðurafrika og
stríddist ímóti viðhalds-
fólki hjá svarta frælsisfel-
agsskapinum ANC. Ein
tann týdningarmesti stuðul-
in hjá ANC um tað mundið
var júst Olof Palme.
Sambært svenska blaðn-
um Aftonbladet kom suður-
afrikanski agenturin til
Stockholm tann 27. februar
í 1986. Hann búði á Hotel
Wellington. Dagin eftir
morðið, tann 1. mars, fór
hann úr Svøríki. Hann
hevði suðurafrikanskt pass,
og alt hetta kann skjal-
prógvast, skrivar eitt annað
svenskt blað, Dagens Ny-
jeter. Í dag býr agenturin í
einum øðrum landi, og
hann er ikki longur á lønar-
listanum hjá suðurafrik-
anska statinum.
Fyrrverandi ovastin í
svensku kriminalløgregl-
uni, Tommy Lindstrøm,
sigur, at hann hevur størri
álit á hesari frágreiðingini
enn einari frágreiðing, sum
eisini tengdi Suðurafrika at
Palme-morðinum. Ta ferð-
ina var talan um suðurafrik-
ansku løgregluna, men
hesaferð er talan um her-
leiðsluna, og tað heldur
Tommy Lindstrøm vera
meiri sannlíkt.
– Upplýsingarnar siga, at
drápsmaðurin
var
ikki
drápsmaður í sjálvum sær,
men ein hermaður, sum
gjørdi eftir boðum, sigur
fyrrverandi
kriminalov-
astin.
Svenska løgrglan heldur
harafturímóti lítið um tær
nýggju upplýsingarnar.
Steðgaðu tangaskipi
ES sigur nei
Donsku myndugleikarnir
hava gjørt greitt, at teir
vilja gera alt til tess at
forða fyri einari oljudálk-
ingarvanlukku sum teirri,
ið hendi við tangaskipin-
um "Prestige", og tí er eft-
irlitið við tangaskipunum,
sum sigla ígjøgnum tey
donsku sundini hert mun-
andi seinastu tveir mánað-
arnar.
Fyrradagin gjørdi dan-
ska sjópverjan av at steðga
einum tangaskipi, sum var
á veg ímóti Stórabelti við
70.000 tonsum av olju í
tangunum. Skipið fekk
boð um at leggja stilt, eftir
at loðsurin varnaðist, at
róðurmaskinan
virkaði
ikki, sum hon skuldi. Síð-
ani hevur skipið ligið fyri
akkeri sunnan fyri Falster,
meðan bíðað verður eftir,
at róðurmaskinan verður
umvæld.
Skipið, sum eitur "Kap-
tein Stankov", er skrásett í
Liberia, men tað er eitt
bretskt reiðarí, sum eigur
tað. Skipið fermdi oljuna í
Estlandi og skuldi til Ant-
werpen í Belgia við lastini.
ES hevur nú gjørt greitt,
at samveldið tekur ikki
undir við amerikansku
ætlanini at leypa á Irak.
Grikkaland hevur í løt-
uni formansskapin í ES, og
grikski forsætisráðharrin,
Costas Simitis, sigur, at eitt
kríggj við Irak fer at gera
Miðeystur meiri óstøðugt,
enn økið longu er. Uttan-
ríkisráðharri hansara, Ge-
orgios Papandreou, heldur,
at tað er óneyðugt at tosa
um kríggj, so leingi vápna-
eftirlitsmenninir hjá ST
eru í Irak, og hann leggur
afturat, at krígshóttanin
órógvar arbeiðið hjá eftir-
litsmonnunum.
Franski uttanríkisráð-
harrin, Dominique Villip-
in, hevur boðað frá, at
hann fer at leggja Irak-
kreppuna fyri uttanríkis-
ráðharrafundin hjá ES í
næstu viku. Franski ráð-
harrin hevur eisn og týski
starvsbróður hansara, Jos-
chka Fischer, gjørt greitt,
at hann er ímóti kríggi við
Irak.
UTTAN ÚR HEIMI
Hann líkist Christer Pettersson
Stýrið í tí endurskip-
aða alifelagnum ávar-
ar fólk ímóti at seta
pengar í felagið, tí
vandin fyri at missa
pengarnar er stórur.
ÍLØGUR
Árni Joensen:
Stóra norska alifelagið Pan
Fish, sum varð endurskipað
herfyri, skal hava upp ímóti
200 milliónum krónum í
nýggjum partapeningi, men
samstundis sum stýrið bið-
ur um nýggjan partapening,
ávarar tað fólk ímóti at seta
pengar í felagið.
Tá tilboðstilfarið hjá stýr-
inum varð almannakunn-
gjørt fyrradagin, gjørdi
stýrið samstundis vart við,
at sjálvt um felagið hevur
endurfíggjað sína skuld,
kann tað væl henda, at
fíggjarstøðan fer at versna
aftur. Grundgevingarnar eru
lágur laksaprísur, sjúkur og
tann sterka norska krónan.
Tí eiga tey, sum velja at seta
pengar í felagið, at gera sær
greitt, at íløgan er rættiliga
ótrygg, og at vandin fyri at
missa pengarnar tí er stórur.
Tekningarvirðið á einum
partabrævi í Pan Fish er 50
norsk oyru, og freistin at
seta pengar í felagið er úti
tann 4. februar.
Pan Fish ávarar ímóti sær sjálvum
Ísraelskir gravkýr
javnaðu 62 smáar
handlar í palestinska
býnum Nazlat við
jørðina. Handlarnir
vórðu bygdir uttan
neyðug loyvi, siga
ísraelsmenn. Búskap-
arligt kríggj, siga
palestinar.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Fyrradagin javnaði ísraelski
herurin 62 av teimum 170
smáhandlunum í palest-
inska býnum Nazlat á
Vestara Áarbakka við jørð-
ina. Handilsmenninir og
nøkur ísraelsfólk og útlend-
ingar, sum virka fyri friði,
royndu at steðga oyðilegg-
ingini, men ísraelsku her-
menninir róku tey burtur við
táragassi og gummikúlum.
Teir smáu handlarnir eru
miðdepilin á marknaðinum
í Nazlat, og tey flestu av
teimum 2500, sum búgva í
býnum, hava í fleiri ár livað
av tí, sum handlarnir góvu.
Men nú eru 62 av teimum
170 handlunum javnaðir
við
jørðina.
Eigararnir
fingu fyri tveimum vikum
síðani at vita, at handlarnir
vórðu bygdir uttan tey
neyðugu loyvini, og at teir
skuldu takast niður.
Eygleiðarar siga, at ísra-
elsku
myndugleikarnir
hava uttan iva rætt í, at tey
neyðugu loyvini vóru ikki
fingin til vega sambært
ísraelskari lóg, men víst
verður á, at Nizlat er í ein-
um øki, sum sambært al-
tjóða rætti er undir ólóglig-
ari herseting, og harafturat
kemur, at royndirnar vísa,
at palestinar fáa ikki byggi-
loyvi, tá teir søkja um tað.
Palestinski
ráðharrin,
Saeb Erekat, sigur, at til-
burðurin í Nizlat er stats-
herverk og búskaparligt
kríggj.
Ísraelskt statsherverk
Ein palestinskur
handilsmaður framman fyri
leivdunum av tí, sum var
handil hansara.
Tað er við sorg vit boða frá, at okkara høgt elskaði
sonur, pápi, beiggi, svágur og pápabeiggi
Gudmund Lindenskov Joensen,
Tórshavn, búsitandi í Nólsoy
andaðist 20. januar, 34 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 24. januar kl 12:30
Fyri tey avvarðandi
Rannvá og Tummas, lítla Rannvá, Kathrina,
Jógvan Edvard og Hanna
Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata
eina gáva til lítlu Rannvá á konto í Føroya Banka 512.573.3
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Páll Poulsen
Syðrugøta
andaðist 21. januar, 66 ára gamal.
Familjunnar vegna
Margith, Andreas og Conny
Iridium tænastan hjá
Føroya Tele hevur
fingið kundar í Togo
og Sierra Leona
SAMSKIFTI
Heri á Rógvi
Iridium skipanin virkar á
tann hátt, at ringjast kann
við somu telefon allastaðni í
heiminum umvegis fylgi-
svein til allar aðrar telefonir.
Tað er mest skip, sum
gera sær dælt av hesari
skipanini. Har hvørki NMT
ella UHF røkkur virkar
Iridium.
Onkur hevur kanska lagt
til merkis, at fyri tíðina eru
nakrar lýsingar fyri Iridium.
Júst hetta sama Iridium
hevur verið at sæð í lýsing-
um í bløðum fyri nøkrum
árum síðani, og nú er aftur
okkurt at frætta um Iridium.
Talan er um ein fylgi-
sveinatelefonskipan. Eftir
at Iridium fór av knóranum,
varð fyritøkan endurreist
við nýggjum eigarum fyri
tveimum árum síðani.
Føroya Tele er eitt av
umboðnum fyri Iridium í
Føroyum.
Magni Olsen, sum starv-
ast deildini fyri Strategi og
virkismenning hjá Føroya
Tele, sigur, at Føroya Tele
metti hetta vera eitt spenn-
andi nýtt øki, og teir eru av
álvara farnir undir at royna
at reka kommersielt virk-
semi eftir eina royndartíð.
Í Afrika
Magni Olsen upplýsir, at
tey í løtuni koyra eitt pilot-
prosjekt í Afrika.
– Vit royna eina avrokn-
ingarskipan
á
nøkrum
skipum í Afrika saman við
Iridium, har vit eisini lána
útgerð til skipini, men tey
gjalda fyri ta tíð, tey tosa,
sigur Magni Olsen.
Hesi bæði skipini eru
Doulos í Togo og Anastasis
í Sierra Leona. Hesi bæði
skipini eru skip hjá kristn-
um felagsskapum, sum
sigla nógv runt millum
lond. Dulos hoyrir til sama
reiðarí sum Logos II, ið var
í Føroyum í 2001.
Við Tel-Log, sum av-
rokningarskipanin
hjá
Iridium eitur, kann hvør á
skipinum hava sítt egna
loynital sum frámerki, og
harvið verður lættari at
gera upp, hvør skal gjalda
hvat fyri at ringja.
– Avrokningarskipanin er
nógv betri enn við øðrum
skipanum, og tað er einki
fyri at halda skil á hjá reið-
arínum og manning, sigur
Magni Olsen.
Bíligt
Samanborið við eitt nú
Immarsat er Iridium skip-
anin rættiliga bílig. Sjálvar
telefonirnar eru kostnaðar-
miklar – prísurin liggur um
20.000 kr. Gjaldið fyri
hvønn mánað er 148 kr.
Kostnaðurin fyri at ringja
er 4,50 kr./min til aðrar
Iridium telefonir allar tíðir
á døgninum. Verður ringt til
eina "vanliga" telefon, skalt
tú av 8,43 kr/min. Saman-
bera vit hetta við, at tað eitt
nú kostar tólv krónur at
ringja til Brasilia úr Føroy-
um, so er hetta ikki so
øgiliga nógv. Góðskan er
eins og við øðrum fylgi-
sveinasambondum við eitt
sindur av seinkan.
Iridium bjóðar tvey sløg
av telefonum. Eitt er ein far-
telefon, sum ikki er so nógv
størri enn vanligar GSM
fartelefonir. Hin er ein
telefon at seta fast í einum
stað, og hin minnir nógv um
nakrar av teimum fyrstu
NMT telefonum, ið komu
til Føroya fyrst í nítiárunum.
Skipanin rúmar eisini
dataflutningi og smærri
tekstboðum.
Føroyskar telefonir í Afrika
Fólkaflokkurin og Sambandið tosað um samstarv
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin
hava tosað saman um
samgongusamstarv
um vikuskiftið
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Líkt er til, at ikki alt er so
gott millum Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin í
samgonguni, eftir at Tjóð-
veldisflokkurin ætlaði at
atkvøða fyri misáliti móti
Jørgen Niclasen, fyrrver-
andi landsstýrismanni.
Eftir hvat Sosialurin skil-
ir, so var fundur millum
umboð fyri teir báðar
flokkarnar leygarkvøldið.
Fundurin varð róptur fyri at
vera óformellur, men tosað
hevur eftir øllum at døma
verið um eitt møguligt sam-
gongusamstarv.
Einki úrslit spurdist burt-
urúr, og tað skal hava verið
spurningurin um løgmans-
embætið, ið hevur verið
avgerandi.
Hesin sami spurningurin
var orsøkin til, at tað
slitnaði millum partarnar,
tá partarnir royndust at
semjast um eina samgongu
saman við Javnaðarflokk-
inum eftir valið í apríl.
Síðani Jørgen Niclasen
misti sessin hjá sær orsaka
av trýstið frá m.a. Tjóð-
veldisflokkinum
hevur
stevið í samgonguni ikki
verið tað besta, og støðugt
hava tíðindi um minni gott
samstarv verið frammi sum
tíðindi og leysasøgur.
Tískil er tað heldur ikki
so langt av leið, at Fólka-
flokkurin kunnar seg um,
hvørjar
samstarvsmøgu-
leikar flokkurin hevur.
Eingin vil tosa
Sosialurin hevur dúgliga
roynt at fingið tíðindini
váttaði, men hetta hevur
ikki borið til.
Eingin vil alment siga, at
talan vóru um samráðingar.
Eingin teirra, ið sigst hava
verið við til fundin, vil gera
nakra serliga viðmerking.
Alfred Olsen, næstformað-
ur í Sambandsflokkinum,
sigur, at ein tílík hending
sum tá Jørgen Niclasen fór
úr starvi gevur møguleikan
til prát, og umboð fyri Sam-
bandsflokkin hava prátað
nógv við Fólkaflokkin,
men hann avsannar, at talan
hava verið um nakrar
samráðingar.
Formaður fyri tingbólkin
hjá
Fólkaflokkinum,Óli
Breckmann,
vil
hvørki
vátta ella avsanna, at fólk
úr flokkunum báðum hava
tosað saman, men so leingi,
teir eru í einari samgongu,
gera teir einki við at tingast
við annan flokk um møgu-
ligt samstarv, sigur hann.
Á tingfundinum týsdagin
gekk prátið heitt um evnið.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins segði seg eisini
hava hoyrt leysasøgurnar,
men hann tók tað róliga.
Hann sigur, at Tjóðveldis-
flokkurin heldur seg til
gjørdar avtalur.
Sama støða
Formaður fyri Javnaðar-
flokkin sigur seg kenna
hesa støðuna aftur. Hetta
váttar, at hetta ikki er fyrstu
ferð, at Fólkaflokkurin ger
sovorðið.
– Hasar søgurnar eru
eisini komnar fyri mítt
oyra. Hetta er fyri sovítt
sama støðu sum í síðsta
valskeiði: Hvørja ferð størri
trupulleikar stungu seg upp
í samgonguni, so var Fólka-
flokkurin skjótur at tosa við
okkum, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
Hann sigur, at Fólka-
flokkurin ger hetta fyri at
tryggja seg sjálvan, og hetta
gera hann best við teimum
átta hjá Sambandsflokkin-
um, soleiðis at roknistykki
gongur upp.
– Hetta er taktikkur. Teir
vilja gera mótpartin moyr-
an, men mítt ráð til Sam-
bandsflokkin má vera, at
tey ikki skulu lata seg
brúka av Fólkaflokkinum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tosaðu um samgongusamstarv um vikuskiftið, og hetta er ikki fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin roynir hetta, sigur formaður
Javnaðarfloksins.
Mynd: Savnsmynd
Nýggj
telefonbók
1. mars verður
nýggja telefonbókin
borin út
SAMSKIFTI
Heri á Rógvi
Í løtuni verður arbeitt av
øllum alvi við at gera
nýggju
telefonbókina
lidna. Telefonbókin 2003
verður eftir ætlan borin út
1. mars og næstu dagar-
nar aftaná.
Tað er Teleforlagið,
sum er partur av Føroya
Tele, ið stendur fyri at
samskipa útgávuna, men
útgevari er móðirfelagið.
Jens Pauli G. Nolsøe,
leiðari fyri Teleforlagið,
sigur, at allir fastnetfel-
agar hjá Føroya Tele og
Kall fáa bókina ókeypis.
Onnur hava so møgu-
leikan at keypa sær eina
fyri hálvtrýss krónur.
Nýggja
telefonbókin
verður prentað í 33.000
eintøkum. Bókin fer at
líkjast teimum undan-
farnu við gulum síðum,
kortum og øðrum.
Eingin dós
Teir felagar, ið tað ber til
at leita fram í nýggju tele-
fonbókini, eru allir fast-
netkundarnir í Føroyum
og fartelefon kundar hjá
Føroya Tele.
Fólkini við dós – far-
telefon kundar hjá Kall –
fáa í hesum umfarinum
ikki møguleikan at síggja
sítt egna nummar í tele-
fonbókini.
Bjarni A. Bjarnason,
stjóri fyri Kall, sigur, at
evstamark til at sleppa við
í telefonbókina var í des-
ember, og tá vóru teir ikki
klárir við teirr nummør-
um.
Kall er í holt við at gera
eina elektroniska telefon-
bók við teirra numm-
ørum. Hendan verður klár
1. februar, og Bjarni A.
Bjarnason upplýsir, at teir
fara at lata hesa telefon-
bók til nummar.fo og
finn.fo.
C
M
Y
K
3
2