Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 15 - 23. januar 2003 Nr. 15 - 23. januar 2003 5 Teir stóru fáa minni, og teir smáu fáa meira. Tað er avleið- ingin av nýggju skip- anini við politisku upplýsingini. Nýggja lógin ger eftirlitið við almennu skattakrón- unum til politiska upplýsing nógv strangari. Flokkarnir skulu frameftir lata inn roknskap, sum skjalprógvar, hvagar peningurin fer POLITISK UPPLÝSING Ingi Rasmussen Mest sum onki eftirlit er við, hvussu politisku flokk- arnir brúka pengarnar til politiska upplýsing, sum skattgjaldarin rindar. Ein- asta kravið hevur verið, at politisku flokkarnir hvør sær undirskriva eitt skjal, har teir í einari reglu vátta, at peningurin er nýttur til endamálið. Ongin roknskapur, onki yvirlit og ongin trygd fyri, at pengarnir veruliga eru brúktir til at styrkja polit- iska arbeiðið og politiska upplýsing, sum lógin til- skilar. Tað verður nú bøtt um. Hert eftirlit Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, sum umsitur politiska stuð- ulin til flokkarnar, hevur lagt eitt uppskot fyri løg- tingið, sum herðir eftirlitið við politisku upplýsingini. Frameftir skal tann, sum fær stuðul, í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári senda landsstýrismanninum rokn- skap fyri undanfarna rokn- skaparár, sum fevnir um alt virksemi hjá flokkinum. Skrásettur grannskoðari skal hava grannskoðað roknskapin, sum skal hava grannskoðaraátekning um, hvørt roknskapurin er í samsvari við góðan rokn- skaparsið. Lagt verður afturat, at stuðul, sum er fingin av órøttum, ella ikki er nýttur til endamálið, skal gjaldast aftur. Hetta eru nýggir tónar um stuðulin til politiska upplýsing, sum ivi ofta hevur verið sáddur um. Eitt nú landsgrannskoðarin hevur átalað, at so lítil krøv hava verið sett til eftirlitið við, hvat peningurin verður nýttur til. Meira til teir smáu Broytingarnar í skipanini hóvar ikki teimum stóru andstøðuflokkunum serliga væl, og tí er spurningurin, um nýggja lógin sleppur óskalað gjøgnum løgtingið. Skipanin verður nevniliga broytt soleiðis, at smáu flokkarnir fáa lutvíst meira í sín part enn teir stóru. Tilsamans 2,7 milliónir krónur verða árliga rindað- ar á fíggjarlógini til polit- iska upplýsing. Higartil hevur skipanin virkað so- leiðis, at flokkarnir fáa út- gjald lutvíst eftir ting- mannatali. Frameftir fáa allir flokkar fyrst eitt grundgjald og hareftir ein lutvísan part eftir stødd. 30 prosent av upphæddini, sum er 65.000 krónur hvør, verða býtt javnt millum flokkarnar uttan mun til stødd. Síðan verður restin býtt lutfalsliga eftir at- kvøðatali við seinasta val. Ósemja um býti Broytingin ger, at eitt nú Sambandsflokkurin við 8 tingmonnum fer úr 712.834 krónum um árið niður í 626.984 krónur. Hinvegin fer Miðflokkurin, sum telur ein tingmann, úr 114.164 krónum upp í 214.915 krónur um árið. Stóru andstøðuflokkarnir hava ført fram, at nýggja býtið er óheppið fyri demo- kratiið, tí andstøðan hevur ikki ta somu orkuna at við- gera mál og uppskot sum samgongan, ið hevur alla miðfyrisitingina aftan fyri seg. Orsøkin til ætlanina at styrkja smærru flokkarnar er, at stóru flokkarnir hava nakrar stórrakstrarfyrimun- ir, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður. Herdu umsitingarkrøvini áleggja øllum flokkum útreiðslur, sum í grundregluni eru eins, óansæð hvussu stórur flokkurin er, og hesum er neyðugt at viga upp ímóti, heldur hann. Løgtingið viðgjørdi upp- skotið um politiska upplýs- ing á fyrsta sinni mikudagin. Sólja í Ólavsstovu, sum í løtuni er virkandi forstjóri í grønlendska heimastýrin- um er sett í starv sum aðal- stjóri fyri Almannaráðið. Sólja er 43 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur. Síðstu trý árini hevur hon starvast í løgdeildini hjá grønlendska heimastýrin- um. Harafturat hevur hon verið stjóri í landsstýris- skrivsstovuni og sam- stundis verið varastjóri í grønlendska heimastýrin- um í umleið seks ár. Áðr- enn Sólja fór til Grønlands, var hon eftir lokna útbúgv- ing tvey ár í Landsskúla- fyrisitingini og stjórnar- skrivari í Føroya banka í eitt ár. -ir Strangari eftirlit við politiskari upplýsing Samgonguskjalið ásetir, at arbeiðast skal víðari við at fyrireika yvirtøku av løgreglu og dómsvaldi. Yvirtøkan er ikki ásett at vera í hesum samgongu- skeiði, men kortini kunnu politisku samráðingarnar helst takast upp í næstum. Fríggjadagin verður fund- ur í donsku-føroysku em- bætisnevndini, sum skal gera tað fyrireikandi ar- beiði, ið skal vera grund- arlagið undir yvirtøkuni. Arbeiðið gongur væl, og eftir øllum at døma kann eitt politiskt samráðingar- umfar verða í vár, upp- lýsir Rúni Joensen fyri Útvarpi Føroya. Tá tveir fundir hava verið afturat er ætlanin at gera eina felags niður- støðu. Nevndin arbeiðir við at greina út, hvussu málsøki kann yvirtkast, og hvussu tað kann skip- ast, tá tað verður yvirtik- ið. Føroysku og donsku embætismenninir lýsa hvør síni øki. -ir Politiskar samráðingar um løgreglu nærkast Sólja verður aðalstjóri Sólja í Ólavsstovu, aðalstjóri Árligur stuðul áðrenn og eftir broytingar: Fólkaflokkurin (561.278 kr) 527.894 kr Sambandsflokkurin (702.834 kr) 626.984 kr Javnaðarflokkurin (563.575 kr) 529.503 kr Sjálvstýrisflokkurin (119.378 kr) 218.564 kr Tjóðveldisflokkurin (638.771 kr) 582.140 kr Miðflokkurin (114.164 kr) 214.915 kr Fakta Valstríð eru fíggjað við stuðli til politiska upplýsing, sum eisini fevnir um rakstur av politiskum flokki, útgávu av bløðum, skeið- og fundarvirksemi og kanningar Fólkaskúlin er sum eitt risa tangaskip Mentamálaráðið hevur givið út ritið Sús, sum merkir skoðanir úr skúl- anum. Tólv fólk hava skrivað greinir til ritið, og har verður nomið við bæði námsfrøði, lønmót- takarar og skúlan, sum eitt skip, ið er ringt at venda. Eisini ætlar landsstýris- kvinnan í næstum at práta við lærarar kring alt landið FÓLKASKÚLIN Theodor E. D. Olsen Mentamálaráðið hevur giv- ið út ritið Sús, sum er stytt- ing fyri orðingina »Skoðan- ir úr skúlanum«. Í næstum byrjar lands- stýriskvinnan við undirvís- ingarmálum eina rundferð í Føroyum, har hon sigur seg vilja hitta skúlafólk og lata tey siga sær sína hugsan. Eins og hetta nýggja ritið sigur seg vera málgagn hjá røddum úr tí føroyska fólkaskúlanum, so ætlar Annlis Bjarkhamar sær nevniliga at fara út úr bygn- ingunum hjá Mentamála- ráðnum á Hoyvíksvegi í Havn og fara út at hitta tann partin av skúlanum, sum eita lærarar. Tó er ein næm- ingur í framhaldsdeildini sloppin upp í part í ritinum Sús. Saman við fýra lærar- um, fýra lesandi, einum vinnuumboði, tveimum politikarum, sum ikki hava fortíð sum lærarar, um- framt einum tólvta høv- undi, ið er cand. phil., sleppur hesin næmingurin at siga sína hugsan um tann føroyska fólkaskúlan. Sjálv sigur Annlis Bjark- hamar, landsstýriskvinna í fororðinum í tí nýggja ritin- um: »Úr ymiskum sjónar- hornum verður ljós varpað á framtíðar fólkaskúla okk- ara. Tað er eyðsæð, at tær um- fatandi broytingarnar, vit uppliva í okkara parti av heiminum, geva lærarunum og skúlanum nýggjar upp- gávur og nýggjar treytir«. Og landsstýriskvinnan hel- dur fram við at siga: »Ein og hvør menning og tær broytingar, hon førir við sær, mugu hava festi og spretta úr teimum, sum dagliga starvast í fólkaskúl- anum. Tí tað er í dagliga stríðnum, at mørk verða flutt, nýggjar hugsanir føddar og ótroddar leiðir gingnar. Ætlanin er tí, at allir lær- arar næstu vikurnar fáa møguleika at koma til orð- anna við teirra hugskotum og góðu ráðum, nú setast skal út í kortið, hvør kósin hjá fólkaskúlanum skal verða komandi árini«. Skúlin og management Sum nevnt hevur Menta- málaráðið heitt á 12 fólk at skriva teirra hugsan um tann føroyska fólkaskúlan- um, og av tí at bakgrund- irnar og fortreytirnar eru ymiskar hjá høvundunum eru ymiskar, verður hetta stóra evnið skoðað av ymiskum sýnum í tí nýggja ritinum hjá Mentamála- ráðnum. Eitt nú skrivar Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum: »Bara at nevna f r e m m a n d a o r ð i ð »management« í mun til fólkaskúlan, kann tykjast møtimikið. Fólkaskúlin er næstan sum eitt risa tanga- skip, og tað tekur tíð at venda. Tað tekur langa tíð at seta nýggja lóggávu og ætlanir í verk. Men tørvur er á at gera hann meira før- ligan. Ein trupulleiki er iva- leyst, at leiðsla søguliga alt- íð hevur verið eitt »fremm- ant« orð innan fólkaskúlan. Annaðhvørt ynskja lærar- arnir ikki leiðslu ella halda, at leiðsla er óneyðugt fyri virksemið í skúlanum. Tí hava leiðsluspurningar og management ikki verið í brennideplinum innan fólkaskúlan. Og hetta darvar fólka- skúlan, eins og tað vildi darvað eitthvørt virki – privat ella alment. Tí virkis- leiðsla í dag er í stóran mun ein spurningur um at eggja og menna starvsfólk bæði fakliga og menniskjaliga«. Samfelagið brúk fyri trælum Eitt annað ískoyti til Sús hevur Kim Simonsen skriv- að: »Ongastaðni í samfel- agnum síggja vit betur goymda valdið enn í skúla- verkinum. Frá fólkaskúla til miðnámsskúlar og til lær- dar háskúlar kann ein síggja »disiplinering« av einstaklinginum. Mangan eru tað tey, sum skjótast boyggja seg, sum lærarum dámar best og geva við- mæli. Á ein hátt er menniskjað óendaliga gávuríkt, meðan skúlarnir skerja veingirnar hjá hesum pisum, tí samfel- agið hevur brúk fyri »træl- um«, lýdnum borgarum. Børnini verða í skúlanum uppdrigin til at gerast løn- móttakarar. Skúlin setir at enda spjaldur á og sigur, um tú ert »egnaður« ella »ikki egnaður« til meira skúla.« Eitt annað brot, sum snýr seg um framtíðarskúlan, hevur Elin Henriksen skriv- að: »Samanumtikið má sig- ast, at meðan kravið til skúlan fyrr fyrst og fremst var at geva børnunum høvi at nema ávísan kunnleika og førleika á avmarkaðum økjum, serliga teimum bók- ligu, so er hetta ikki longur nóg mikið. Avbóðingin til framtíðarskúlan er, at hann má hava barnalívið sum heild fyri eygað. Skúlin má geva rúm fyri at menna all- ar síður hjá barninum. Líka nógvur sentur má leggjast á ta sosialu, kensluligu, handaligu, listarligu og kropsligu menningina sum á vanligan skúlalærdóm sum mál støddfrøði, søgu, kristni og náttúrulærugrein- irnar. Skúlin má eisini í alt størri mun átaka sær at læra børnini at skyna á lívsvirð- um og at finna sína støðu til etiskar og moralskar spurn- ingar. Somuleiðis er tað eisini ein uppgáva hjá skúl- anum at læra næmingarnar at vera vandnarí kunningar- og undirhaldsfloyminum, sum fjølmiðlarnir næstan drukna okkum í«. Sum nevnt er eitt av hes- um tólv fólkunum, sum hava skrivað í Sús, sjálvt næmingur í dag, og er tað Mariann Mortensen. Hon skrivar: »Til seinast vil eg siga, at skúlin ger alt ov lít- ið burturúr at fáa fólk uttanífrá at vitja í skúlan. Skúlin hevur eina heilsu- sjúkrasystur, ið tekur sær av tí heilsuliga hjá næming- unum, hon kundi t.d. eisini skipað fyri, at vit fingu vitj- an av einum kostráðgeva, ella onkrum frá fyribyrg- ingarráðnum. Hetta hava næmingarnir nógv brúk fyri at vita, og eg haldi eis- ini, at teir høvdu lurtað nógv betur eftir einum uttanífrá, enn eftir foreldr- um og lærarum«. 27. januar byrjar Annlis Bjarkhamar sína ferð kring landið, har hon ætlar sær at lurta eftir skúlafólki. Hon hevur sjálv skrivað fororðið í nýggja ritinum »Sús«. Hinir høvundarnir, sum greiða frá »skoðanum úr skúlanum«, eru Mariann Mortensen, Rógvi Thomsen, Karin Hammer, Elin Henriksen, Jan Mortensen, Marni Tyril, Pálin Olsen, Kári P. Højgaard, Jón Hammer, Jóhannes Miðskarð, Kim Simonsen og Heðin Mortensen Suðuroy Skúlin í Trongisvági mánadagin 27. januar 2003 kl. 13.00 Luttakarar: Sandvíkar Skúli, Hvalbiar Skúli, Tvøroyrar Skúli, Fámjins Skúli, Porkeris Skúli, Hovs Skúli, Vágs Skúli, Skúlin á Leiti og Sumbiar Skúli Sandoy Sandoyar Meginskúli hósdagin 30 januar 2003 kl. 9.00 Luttakarar: Skopunar Skúli, Sands Skúli, Sandoy- ar Meginskúli, Skálavíkar Skúli, Húsavíkar/Dals Skúli og Skúvoyar Skúli Norðoyggjar Skúlin við Ósánna fríggjadagin 31. januar 2003 kl. 13.00 Luttakarar: Skúlin við Ósánna, Skúlin á Ziskarøð, Haraldsunds Skúli, Kunoyar Skúli, Mikladals/- Trøllanes Skúli, Húsa/Syðradals Skúli, Skúlin á Fossánesi, Viðareiðis Skúli, Svínoyar Skúli og Fugloyar Skúli Eysturoy Felagsskúlin á Oyrarbakka mánadagin 3. februar 2003 kl. 9.00 Luttakarar: Hósvíkar Skúli, Hvalvíkar Skúli, Haldórsvíkar Skúli, Tjørnuvíkar Skúli, Norðskála/- Oyrar Skúli, Felagsskúlin á Oyrarbakka, Eiðis Skúli, Gjáar Skúli, Funnings Skúli og Funnings- fjarðar Skúli Tórshavn Samkomuhøllin í Venjingarskúlanum mánadagin 3. februar 2003 kl. 13.00 Luttakarar: Argja Skúli, Venjingarskúlin, Tórs- havnar Kommunuskúli, Sankta Frans Skúli, Eystur- skúlin, Hoyvíkar Skúli, Kaldbaks Skúli, Kollafjarð- ar Skúli, Velbastaðar Skúli, Hests Skúli, Nólsoyar Skúli, Adventistaskúlin og Skúlin á Sernáms- deplinum Eysturoy Fimleikarhøllin á Gkyvrum hósdagin 6. februar 2003 kl. 13.00 Luttakarar: Oyndarfjarðar Skúli, Skála Skúli, Stranda Skúli, Tofta Skúli, Runavíkar Kommunuskúli, Gøtu Skúli, Leirvíkar Skúli og Fuglfjarðar Skúli Vestmanna Vestmanna Skúli fríggjadagin 7. februar 2003 kl. 9.00 Luttakarar: Vestmanna Skúli, Kvívíkar Skúli og Leyna/Vála Skúli Vágar Skúlin á Giljanesi mikudagin 12. februar 2003 kl. 9.00 Luttakarar: Miðvágs/Sandavágs Skúli og Sørvágs Skúli Rundferðin hjá Annlis Bjarkhamar C M Y K 5 4