Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 15 - 23. januar 2003 Nr. 15 - 23. januar 2003 7 Bygdarráðið í Bø hevur havt fyrsta fundin í ár, har ætlanin fyri árið varð løgd. Eitt tað størsta málið í ár verður at gera nýggjan vatn- brunn í Bø KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Bø: Nýggja vatngoymslu og vegføring í Bø, umframt kirkjugarð og vegagerð í Gásadali, eru høvuðsmálini Bíggjar Kommuna fer at arbeiða við í ár, sigur borg- arstjórin. Í Bíggjar Kommunu eru tvær bygdir, Bøur og Gása- dalur. Báðar eru smáar, so fíggjargrundarlagið er ikki tað stóra. Men skattapro- sentið man vera tað lægsta í landinum ella í hvussu er heilt nær við, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu. Skatta- prosentið er 15,75, og barnafrádráturin er 3.000,- krónur. Børnini eru nógv í Bø. Gott 20 børn í og undir skúlaaldri. Samlaða fólka- talið í Bø liggur umleið 70 fólk, og fólkið er ungt. Elsti maður í bygdini hevur ikki fylt 70 ár. Hinvegin er støð- an so beint øvugt í Gása- dali, sigur borgarstjórin. Tað størsta takið hjá Bíggjar Kommunu í ár verður at fáa nýggja vatn- goymslu í Bø, sigur Jógvan Páll Joensen. Ein nýggjur glastrevjbrunnur, sum tekur 60 rúmmetrar, er keyptur fyri einar 100.000,- krónur. Umframt fer tað so at kosta umleið tað sama at seta upp og binda í, sigur hann. Nýggja vatngoymslan fer at taka kelduvatn, sum ikki hevur verið brúkt fyrr í Bø. Vatnið hevur higatil verið tikið úr áunum. Vegurin, sum gongur gjøgnum Bíggjar bygd skal eisini broytast eitt sindur. Miðskeiðis í bygdini, beint niðan fyri skúlan, skal veg- urin flytast nakað oman- eftir. Økið er fingið til vega, og farið verður undir arbeiðið nakað skjótt. Útstykking er í gongd í Bø. Kommunan hevur 11 grundstykki tøk, og eini fýra eru umbiðin. Tað eru mest lokal fólk, sum hava biðið um grundstykki í Bø, sigur Jógvan Páll Joensen. Tó leggur hann afturat, at heilt klárt er tað ikki, tí útskifting fer fram í løtuni. Men tó so mikið, at fólk eru farin at byggja. Í Gásadali, sum er hin bygdin í Bíggjar Komm- unu, eru eisini ávís ting at avgreiða í ár, sigur borgar- stjórin í Bíggja Kommunu. Fyrsta, sum farið verður undir, er at vaksa um kirkjugarðin í Gásadali. Hann er ov lítil og má víðkast beinanveg, sigur Jógvan Páll Joensen. Skúlin í Gásadali skal eisini setast í stand. Skúlin hevur ongan miðstøðuhita, og hann er klæddur innan við plátum. Tað skal broyt- ast, og klæðast skal við timbri innan, soleiðis at hann fer at líkjast skúlanum í Bø, sigur borgarstjórin. Gásadalur stendur fyri at fáa vegsamband við restina av oynni, og tað fer at broyta bygdina munandi. Allir vegirnir í bygdini mugu gerast av nýggjum, tí eingin vegur í Gásadali er gjørdur til at taka í móti nógvari bilferðslu. Eisini í Gásadali er áhugi fyri at fáa grundstykki, sigur Jógvan Páll Joensen. Kommunan fer at gera byggiklárt í Gásadali, og onkur umsókn er komin um at fáa grundstykki har uppi. Okkurt hús er longu bygt, men tað verður neyvan tann stóra byggingin í Gásadali í ár kortini, væntar borgar- stjórin í Bíggjar Kommunu. Hann sigur, at tað fyrsta, sum verður at gera í tí málinum, er at fáa eina heildarloysn yvir, hvussu farast skal fram við bygg- ing í Gásadali. Nýggjan vatnbrunn í Bø Bygdarráðið í Bíggjar Kommunu hevði mánakvøldið fyrsta fundin í ár. Av støarmálum í ár verður at fáa nýggja vatn- goymslu í Bø og at gera Gásadlas bygd klára at taka í móti feðrsluni, sum væntandi verður, tá tunnilin verður latin upp Mynd: Jens Kristian Vang Útstykkingin í Bø verður gjørd ovast í bygdini niðan móti nýggja landsvegnum til Gásadals Mynd: Edvard Joensen Skúlin í Gásadali, vinstrumegin á myndini, skal umvælast, eins og allir vegirnir skulu gerast av nýggjum. Eisini skal kirkjugarðurin víðkast Mynd: Edvard Joensen Nógv data og nógv tilfar er fingið til vega, síðan Magnus Heinason gjørdist havrannsóknarskip hjá Fiskirannsóknar- stovuni fyri stívliga 20 árum síðan KUNNING Vilmund Jacobsen Í døgunum, 27. januar til 3. februar, skipar Fiskirann- sóknarstovan fyri áhuga- verdari framsýning umborð á Magnusi Heinassyni. Skipið kemur at liggja við bryggju á ymiskum støðum kring landið - ein dag á hvørjum plássi. Høvið verður hjá skúlaflokkum í framhaldsskúlunum og øðr- um áhugaðum at vitja umborð. Lagt verður fyri í Mið- vági, 27. januar; síðan verður vitjað í Runavík, Tvøroyri, Klaksvík, Havn, og ferðin endar á Sandi, 3. februar. Fyrilestur Hvørt kvøld verður fyri- lestur á staðnum, har øll eru vælkomin. Evnið er: Hvat stýrir fiskaframleiðsluni á føroyska landgrunninum? Greitt verður eisini frá royndum við reiðskapi, og undirsjóvarfilmar verða vístir. – Fyrilesturin byrjar hvørt kvøld kl. 20, men frá kl. 18 eru fólk vælkomin at vitja umborð og síggja framsýningina, sum er sett upp umborð á skipinum, sigur leiðarin á Fiskirann- sóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu. 20 ár á baki Í góð 20 ár hevur Magnus Heinason verið havrann- sóknarskip hjá Fiskirann- sóknarstovuni. – Nógv data og nógv tilfar er fingið til vega við skipinum hesa tíðina. Til tess at siga frá hesum ar- beiðnum, bjóða vit fram- haldsskúlanæmingum um- borð at vitja. Næmingarnir sleppa eina rundferð um- borð á skipinum, har teir sleppa at síggja ymisk tól og útgerð, úrslit frá kann- ingum, ymisk fiskasløg og annað, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Fiskaframleiðsla á føroyska landgrunninum Nú fáa næmingar í framhaldsskúlunum kring landið høvið at hoyra um og síggja ein part av tí arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan fæst við. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Eysturbúgvin, sum par- trolar við Vesturbúgvanum, hevur landað á Sandi hesa vikuna. Teir høvdu umleið 200.000 pund, meginparturin góður upsi. Á Sandoy Seafood vænta tey ongan bát aftrat hesa vikuna, men nakað av fiski hava tey keypt á uppboðssølu. Nóg mikið er tískil at gera á báðum virkjunum kortini. Bæði á Sandi og í Skop- un hevur nógv fiskaarbeiði verið, síðan verkfallið var av, og fyrstu skipini komu innaftur. Í fyrra helmingi av januar var gott veður, og útróðrarbátarnir fingu væl av fiski. Seinastu dagarnar hevur verið illsligt veður og harður streymur. – So, nú er lítið komið burtur úr hjá útróðrinum, siga tey á Sandoy Seafood. Eysturbúgvin landað á Sandi Sangkórið í Suðuroyar Norðaru helvt fer núy undir venjing aftur. Kórið er fyri øll, ung sum gomul, roynd sum óroynd KÓRSANGUR Áki Bertholdsen Nú fer sangkórið í Suð- uroyar Norðaru helvt aftur undir venjingarnar og øll sum eru áhugað í vanligum kórsangi, eru vælkomin í kórið at syngja. Venjing er hvørt týs- kvøld í Hvalbiar skúla frá kl.19.30 til 22.00, men ætlanin er eisini at leggja onkra venjing á Tvøroyri og tað verður eftir avtalu við kórið. Fyrsta venjingin var í gjárkvøldið, men ann- ars eru fólk vælkomin at melda seg tey komandi týskvøldini. Jens Mortan Morten- sen, kórleiðari, sigur, at kórið er mannað við fólki úr suðuroyar norð- aru helvt. Kórið sang í kirkjunum í Hvalba, í Sandvík og á Tvøroyri undan jólum. Tey syngja føroyskan og útlendskan kórsang. Og nú farið verður at venja vársang- ir, er ætlanin at kórið aftur verður at hoyra í kirkjunum í norðaru helvt á páskum. Hvør fuglur syngur við sínum nevi og kór- leiðarin sigur, at tað sum hann leggur dent á við kórinum, er, at øll, ung sum gomul, roynd sum óroynd, skulu kunnu koma í kórið. Sangfegnir suðuroyingar fara undir venjing FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Trolararnir, Vesturbúgvin og Grønanes, hava landað í Vestmanna í vikuni. Sagt verður, at bæði skip- ini vóru full undir lúkurnar av góðum upsa. Á Fiskavirking í Vest- manna hava tey havt úr at gera í hesum árinum, nú virksemið á virkinum hjá felagnum í Saltangará hev- ur ligið stilt, tí maskinur eru fluttar í nýggju hølini. . – Vit arbeiða við tveim- um vaktum hvønn dag, og vit arbeiddu eisini seinasta leygardag, siga tey í Vestmanna. Nú er virksemið í Salt- angará tikið uppaftur, og tí liggur heldur minni trýst á virkinum í Vestmanna. Tó ivast tey ikki í, at nóg mikið verður at gera í Vestmanna komandi tíðina. Hetta er góð fiskitíð, og nógvur fiskur hevur verið at fingið allan betur. Vesturbúgvin og Grønanesi fullfermdir av upsa C M Y K 7 6