Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 15 - 23. januar 2003 Nr. 15 - 23. januar 2003 9 Fyri jól varð nýggja eldrasambýlið í Klaksvík klárt til at taka í nýtslu. Men av tí at ongin leiðari er settur enn, so standa tey 16 búplássini í sambýlinum framveg- is tóm. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at bíðað verður eftir Almannamála- ráðnum ELDRARØKT Solby A. Eliasen Klaksvík: Eldrasambýlið undir Kráar- gøtu var liðugt áðrenn jól, men leiðarastarvið er ikki sett enn. Og tí kunnu bú- fólk ikki verða upptikin sum er. – Tað er Almannamála- ráðið, sum hevur ábyrgdina av at seta leiðaran, og vit bíða bara eftir teimum, sig- ur borgarstjórin, sum nú er farin at ótolnast. Borgarstjórin sigur, at tað kann ikki vera meiningin, at eitt spildurnýtt eldrasam- býli stendur púra klárt, men verður ikki nýtt, tí ongi starvsfólk eru. Leiðara- starvið er, so vítt sum borg- arstjórin í Klaksvík veit at siga, heldur ikki lýst leyst enn, so hann væntar, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn sambýlið verður tikið í nýtslu. Og tað kann tykjast løgið, serliga við akuttu støðuni á eldrarøktini í huga. Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at kommununan fekk at vita, at ongir pengar vóru til starvsetanina í fjør, men í 2003 skuldi tað nokk fara at verða. Nú eftirlýsir hann starvs- lýsingini, sum ikki hevur verið at sæð enn. Stein- bjørn heldur eisini, at fyri tað um ongir pengar vóru til at seta ein leiðara, so kundi Almannamálaráðið havt søkt eftir leiðaranum í 2002, men ikki at byrja fyrr enn 1. januar 2003. – So var alt tilreiðar við ársbyrjan. Men soleiðis sum støðan er nú, so kann ein ganga út frá, at tað fer at ganga ein tíð afturat áðrenn nakað fólk fær gleði av sambýlinum, tí fyrst má leiðarin verða settur og síð- ani skal viðkomandi seta starvsfólk og búfólk, og alt tílíkt tekur tíð, tað vita vit, sigur Steinbjørn, sum er sera harmur um, at komm- unan ikki fær gjørt nakað. – Vit noyðast at bíða eftir Almannamálaráðnum og fáa tí onki gjørt, sigur borg- arstjórin at enda. Sambýlið undir Kráar- gøtu hevur 16 búpláss. Tíggju fastbúgvandi og seks til umlættingar. Starvsflokking Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóri í Almanna- málaráðnum, sigur, at or- søkin til, at starvið sum leiðari ikki er lýst leyst enn, er, at hetta er eitt nýtt starv, og tá eru ávísir framferðar- hættir, sum skulu fylgjast. Hann greiðir frá, at ein flokking av starvinum skal verða tøk frá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, áðrenn starvið kann lýsast leyst og setast. Og tað sein- asta, sum Eyðun Mohr Hansen hevur frætt, er, at týsdagin kom henda flokk- ing av starvinum so í hend- urnar á Almannamálaráðn- um. So nú hava tey fingið grønt ljós til at søkja. Men Eyðun Mohr Han- sen hevur ikki ábyrgdina av starvssetanum og øðrum, og tí kann hann ikki siga, nær starvið verður lýst. Tað er Jákup Foldbo, stjóri fyri heimarøktini/serforsorgini, sum hevur ábyrgdina av hesum økinum. Men hann sat á fundi og var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Ongin leiðari til liðugt eldrasambýlið Inni í eldrasambýlinum undir Kráargøtu í Klaksvík er alt tilreiðar. Tað einasta, sum manglar nú eru búfólk og starvsfólk. Men allarfyrst má ein leiðari setast Norska reiðaríið Color Line hevur bí- lagt heimsins størstu cruiseferju, ið verður liðug um góð 2 ár. Prísurin verður 2,2 milliardir norskar krónur. Ferjan kemur at taka 2.770 ferðandi og eina 2,5 km langa røð av persónbilum og trailarum. HEIMSINS STØRSTA Magnus Gunnarsson Talan er um størsta ordran uppá eitt einkult skip í norskari skipasøgu. At byggja heimsins størstu og mest nútímans cruiseferju er eitt stórt stig fyri Color Line. Vit gera tað við framtíðini í huga, sigur fyrisitingarstjórin Trond K l e i v d a l . Ferðamannvinnan er tann skjótast vaksandi vinnan í heiminum, og tann møguligi marknaðurin fyri ferðafólk, sum ferðast við cruiseferjum til Norra, er sera stórur. Við hesum nýggja skipinum kemur Color Line útnýtta hesar møguleikar. Ferjan kemur at taka 2.770 ferðafólk og eina 2,5 km langa røð av persón- bilum og trailarum. Hon skal sigla á rutuni millum Oslo og Kiel, og kemur hon at avloysa ferjuna, MS Prinsesse Ragnhild, hjá Color Line. Nýggja ferjan verður bygd á skipasmiðj- uni, Kværner Masa-Yards í Finlandi, sum norðmenn eiga. Color Line sigla ann- ars í trimum rutum til Dan- markar, einari til Svøríkis og einari til Týsklands. Kelda: Tarnsportmagasine Color Line - byggja heimsins størstu cruiseferju Ferjan hjá Color Line, sum verður liðug um góð tvey ár, verður heimsins størsta cruiseferja FRAMSÝNING Í dag, hósdagin, 23. nov- ember kl. 16.00, letur Sofus Poulsen upp lista- framsýning á Torginum í Snarskivuni. Talan er um 20 oljumálningar. Snarskivan, ið er av- greiðslan hjá Tórshavnar kommunu, húsast saman við postavgreiðsluni í ga- mla posthúsbygninginum í miðbýnum. Hugnaliga forhøllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til lista- framsýningar, sum menta- máladeildin skipar fyri. Síðani Snarskivan læt upp, hava skiftandi fram- sýningar verið á Torgin- um, har føroysk listafólk hava sýnt fram, og nú er Torgið karmur um eina framsýning hjá Sofusi Poulsen. Framsýningin verður hangandi uppi mars mánaði út. Høvi er at síggja fram- sýningina, tá ið opið er í snarskivuni, mánadag- fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Listaframsýning í miðbýnum í Havn Listarmaðurin Sofus Poulsen fer at sýna fram í Snarskivuni hjá Tórshavnar Býráð Kommunurnar í Suðuroy mótmæla at prísirnir hjá Strand- ferðsluni hækka, tí tað er steinue oman á byrðu hjá útjaðar- anum STRANDFERÐSLA Áki Bertholdsen Kommunurnar í Suður- oynni mótmæla nú alment, at prísirnir at flyta farm og ferðafólk til flutning til útjaðaran hækka. Í einum brævi, sum tær almannakunngjørdu í gjár, siga tær sjey kommunurnar í Suðuroy, at tær harðliga átala ætlaðu príshækking- ina hjá Strandferðsluni. – Henda framferð kann ikki góðtakast og er als ikki í samsvari við fráboðaða útjaðarpolitikkin, sum skuldi stimbra undir vinnu- lívið og livikorini í útjaðar- anum, so at hesin partur av Føroyum eisini kom upp í part og fekk nøkulunda somu møguleikar sum mið- staðarøki, siga kommurnar Tær leggja afturat, at hendan kappingar avlag- andi príshækking, sum skaðar vinnulív, ferðavinnu og livikorini annars í útjað- arinum, er sum steinur omaná byrðu hjá útjaðaran- um. Allar tær sjey kommun- urnar í Suðuroynni hava undirskrivað mótmælið. Tær eru: Sumbiar-, Vágs-, Porkeris -, Hovs -, Fámjins -, Tvøroyrar - og Hvalbiar Kommuna. Nú verður eitt sindur dýrari at hava børn í dagrøkt í Porkeri. Bygdarráðið hevur eisini keypt hús til umisiting KOMMUNUMÁL Áki Bertholdsen Porkeri: Nú fer tað at verða eitt sindur dýrari at hava børn í dagrøkt í Porkeri. Tað samtykti bygdarráð- ið á ársins fyrsta fundi týs- kvøldið. Síðani dagrøktin varð sett á stovn í 1997, hevur tað kostað foreldrum 1.224 um mánaðin at hava eitt barn í dagrøkt fulla tíð. Men síðani eru allir prísir farnir upp og bygdarráðið sigur, at nú er tað tískil neyðugt at dagføra prísirn- ar. Sostatt varð samtykt, at tað nú skal foreldragjaldið vera 1.370 krónur um mán- aðin at hava eitt barn í dag- røkt fulla tíð. Bygdaráðið hevur sam- tykt eina fíggjarætlan, har ein fortreytin er, at for- eldragjaldið er 195.000 krónur í ár tilsamans og tí er neyðugt at dagføra gjald- ið. Í dagrøktini í Porkeri eru eini 20 børn, men umrokn- að til fulla tíð, eru tey 12- 13. Dagrøktarmammurnar eru fýra í tali, men kanska kemur ein afturat skjótt. Í dag er barnaansing kommunalt mál burturav, so kommunan betalir alt tað, sum foreldrini ikki betala. Tá ið barnaansingin varð sett á stovn fyri góðum fimm árum síðani, kostaði hon kommununi góðar 100.000 krónur, men í ár kostar hon kommununi 540.000 krónur, so vøkstur- in er stórur. Men bygdaráðslimir tóku hetta sum eina góða íløgu, tí tað merkti, at fleiri for- eldur høvdu arbeiði og so- statt kom eisini meiri inn í skatti og merkti eisini, at tað var meiri liviligt í bygd- ini. Bara varaborgarstjórin, Hans Eli Bech, var ímóti at hækka gjaldið. Hann helt at tað var nóg høgt og at tað kundi ikki verða meiningin, at foreldur ikki skuldu hava ráð at hava børnini í dag- røkt. Keypa hús Annars hevur Porkeris Kommuna eisini keypt hús til umsiting. Tað er gamla møblasølan hjá Hákun Djurhuus, sum bygdarráðið hevur samtykt at keypa fyri 300.000 krónur. Húsið stendur undir lið- ini á húsinum, sum komm- unan nú er í. Ætlanin er at brúka nýggja húsið til um- siting og á fíggjarætlanini hjá kommununi í ár eru 200.000 krónur settar av til at umvæla húsið fyri. Men hvat húsið, sum kommunan nú er í, skal brúkast til, er støða ikki tik- in til enn. Ein møguleiki er at hava tey at goyma amboð og út- gerð hjá kommununi í, tí tað hevur kommunan onki høli til annars. Ein annars møguleiki, sum er nevndur, er at taka tað niður og at gera stykkið til parkerings- øki. Porkeris Bygdarráð hev- ur eisini samtykt at stuðla Suðuroyar Kunningarstovu við 6.000 krónum í ár. Men bygdarráðið vónaði, at tað bleiv í ár, at álvari varð bur- turúr ætlanini eisini at lata kunningarstovu upp í Vági. Annars er bara kunningar- stova á Tvøroyri. Á midnátt týskvøldið kom nýggi hvalbiar- trolarin til Føroyar úr Íslandi. Hann skal nú á beding á Skála, áðrenn hann fer til fiskiskap SKIPSKEYP Áki Bertholdsen Hvalba: Á midnátt týs- kvøldið komu Hvalbingar til Føroyar við nýggja trol- aranum, teir hava keypt úr Íslandi. Tað er íslendski trolarin, Dala- Rafn, úr Vestmanna- oyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt. Tað eru menninir aftan- fyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat og sunnu- kvøldið fóru teir úr Íslandi til Føroyar við skipinum. Sjey mans sigldu trolaran heim, tveir íslendingar og fimm føroyingar. Veðrið var ófantaligt, men teir halda, at skipið bar seg væl. Felagið, sum eigur nýggja trolaran, nevnist Sjaðaklett- ur og trolarin hevur eisini fingið navnið Sjaðaklettur. Men um hetta verður enda- liga navnið, er ikki heilt greitt enn. Menninir aftanfyri Stein- tór hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi. Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiski- loyvið hjá djúpvatnstrolar- anum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av land- inum, og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi. Sjaðaklettur er ein djúp- vatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men hann er væl hildin. Maskinorkan er er 1500 hestar. Hann kostar fýra millión- ir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap og væntandi fer hann at tátta í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap. Sjaðaklettur fer nú á beding á Skála, har tað verður gjørt við hann, sum skal og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fisksikap um ein mán- aða. Mikkjal Hammer, van- liga nevndur Mikki, er reið- ari og hann væntar, at hann verður klárur at fara til fiskiskap síðst í februar mánað. Tað verður Tórhallur Randrup, sum skal føra Sjaðaklett, hann hevur ver- ið skipari á Mýlingi Nýggi hvalbiartrolarin fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba. Átala príshækking hjá Strandferðsluni Eftir tí, sum er upplýst, fara prísirnir hjá Strandferðsluni at hækka eini 20% í summum førum. Eitt nú fer prísurin at flyta ein persónbil ímillum Havnina og Suðuroynna úr 120 krónum, sum hann kostar nú, upp í 144 krónur og vanligi ferðaseðilin fer at kosta einar 85 krónur afturímóti 70 krónum, sum hann kostar nú Dýrari barnaansing í Porkeri Týskvøldið hevði bygdarráðið í Porkeri sín fyrsta fund í ár. Frá vinstru eru tey: Heri Danielsen, Sigmund Olsen, Hans Eli Bech, varaborgarstjóri, Eli Frederiksen, borgarstjóri, Lars Djurhuus, skrivari og Anna Djurhuus Nýggi hvalbiartrolarin liggur nú á Skála Her liggur nýggi hvalbiartrolarin við bryggju á Skála. Hann hevur fingið navnið Sjaðaklettur, men um tað verður endaliga navnið, er ikki heilt greitt enn. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8