Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 15 - 23. januar 2003 Nr. 15 - 23. januar 2003 11 Fleiri hava fingið ilt av, at miðlarnir hava víst kenslubornar myndir av landsstýrismanni, tá misálit varð reist herfyri. Vit síggja einki skeivt í tí. Løg- tingið er tað mest almenna staðið yvirhøvur. Polit- ikararnir mugu taka tað súra við tí søta. Men fólk eiga tá eisini at seta spurningin, hví hetta skuldi enda so. Hví fór Fólkaflokkurin í tingið við málin- um, tá hann kendi avleiðingarnar! Hví góðtók hann at lata sín landsstýrismann verða latnan úr fyri opn- um skíggja! Hann visti, at Tjóðveldisflokkurin fór at atkvøða fyri misáliti. Men Fólkaflokkurin vildi jú hava hesa tingvið- gerðina. Taktikkur um tú vil. Hann sá sær ein møguleika fyri fáa sympati við nettupp at lata miðlarnar verða til steðar. Varð hetta ikki gjørt fyri at tryggja sínum manni eina politiska framtíð! Og eydnaðist tað ikki til fulnar! Varð tað ikki nettupp tað, sum hendi, at maðurin vann sær sympati! Var hetta ikki bara ein týðandi leikur við einum komandi vali fyri eygað! Fólk, sum ilskast inn á pressuna, kundu tí sett spurningin: var hetta tilætlað og væl tilrættalagt av strategi Fólkafloksins, Óla Breck- mann! Var hetta ikki bara ein sjónleikur, har ÓB bæði hevði skrivað leikrit og sjálvur varð høvuðs- leiki, og har bíbliumyndamálið varð amboðið: Krossfest, Barabas, Pilatus osfr! Vit hoyrdu fólkafloksmenn siga, at hetta var ein av- rætting framd av Tjóðveldisflokkinum, og at tað fór at fáa fylgjur. Aftaná hálsfevndust teir. Síðani sigur vágatingmaðurin, at samgongan fer at slitna. Hann útilokar ikki hevnd. Hvørjum skal Føroya fólk trúgva? Er slíkt politiskt pingpong, ið hevur eyðkent hesa og undanfarnu samgongu, ikki við til at undir- grava demokratiið og álitið til politisku skipanina! Er eitt landsstýri ikki meira virðismikið og tignarligt enn, at tað skal vísa seg fram sum tongul í brimi! Hevur Føroya fólk ikki krav uppá, at tey fólk, sum bjóða seg fram at stýra, virka við virðing fyri skip- anini og hvørjum øðrum! Skulu vit nú til at bíða í spenningi og angist, hvørja ferð Tjóðveldisflokkurin leggur mál fram - um Vága- tingmaðurin (við ÓB sum sufleuri) fer at at hevna seg móti teimum, ið hann sigur stungu seg í ryggin! Omaní alt hetta hoyrist, at Fólkaflokkurin í loyndum tosar við Sambandið um nýggja samgongu. Tøkk fyri seinast til Tjóðveldisflokkin ella bara nervakríggj! Hinvegin veit Fólkaflokkurin eisini, at hann í longdini kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum. Hóast hann heldur seg eiga løgmansembætið, tørvar honum eisini meiriluta aftanfyri seg. Og fer helst at fáa hann framhaldandi. Tí Tjóðveldisflokkurin, sum hevur fingið í posa og sekk, hevur væl ráð til at slaka í ella ofra nøkur av sínum hjartamálum afturfyri avhøvding- ina av JN og fyri harvið at varðveita valdið! Heldur enn at havast at miðlunum fyri at hava víst myndir av "sjónleikinum" áttu fólk at spurt, hví Fólkaflokkurin fór í tingið og hvat Tjóðveldisflokkurin hevur lovað Fólkaflokki afturfyri at verða noyddur (Signarmálið spøkir jú enn) at avhøvda JN. DAGSINS MEINING Sosialurin Sjónleikur ella veruleiki ella bæði tvey! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sólvit Simonsen Fyri árslok skrivar Rúni Hentze áhugaverda grein í bløðunum, har hann vísir á samarbeiðið hjá kommun- unum í Vágum og heitir á kommunurnar í Sandoynni um at standa saman, soleið- is sum Vágarnar hava gjørt. Stutt aftaná hevur Eli Hentze, bygdarráðslimur á Sandi, væl skrivað lesara- bræv, har hann tekur undir við Rúna Hentze um fel- agsarbeiði millum komm- unur í Sandoynni. Uppaftur stutta tíð aftaná hava bløðini áhugaverda samrøðu við Linjon Christiansen, bygdarráðs- formann í Skálavík, sum somuleiðis tekur undir við felagsarbeiði og vísir á samanlegging. Lat meg beinanvegin siga, at eg absolutt eri fyri samanlegging. Vit skulu jú øll hava tað gott, og tað gerst bert við góðum sam- arbeiði. Uppaftur sum fjórði maður kemur Gerhard Lognberg, sum skrivar, haldi eg, í meira lagi eg, eg, eg. Síðan skrivar hann um samarbeiði, sum riggar væl, og at vit elska Sand- oynna. Hesum taka vit sjálvandi undir við. Men so hendir tað, at sama morgun, sum blaðið kemur út, tosar tíðindamað- ur úr Sandoynni við Ger- hard Lognberg. Har fortel- ur hann, at Skopunar kommuna hevur bjóðað Listaskúlanum, ið ætlanin er at byggja í Sandoynni, byggibúgvið grundstykki, um skúlin veðrur bygdur í Skopun. Nú er tað, ið eg má spyrja løgtingsmannin í Sand- oynni: Er hetta tiltak í sam- ráð við hinar kommunurnar í Sandoynni? Um ikki, so er samarbeiðið ikki nóg gott. Eg fari inniliga at heita á tykkum kommunumenn, standið saman, arbeiðið saman, tá er óætlað, hvat ið dragast kann til Sandoynna. Eg haldi, at ikki minst løgtingsmenn áttu at dugað at sæð, at um ikki so langa tíð noyðist samanlegging av kommunum at blíva veruleiki, við allari tí ábyrgd, sum nú verður løgd út til kommunurnar. Vit eiga eina góða oyggj, sum vit øll eiga, og sum vit øll eiga at røkja og standa saman um, og tað skuldi verið sera lætt, táið ikki er meira enn seks-sjey min- uttir at koyra bygd úr bygd. NB. Hugsi væl um ung- dómin, tað er hann, ið vit skulu hava at trívast í okk- ara vøkru oyggj. Sandoyggin Seinasti Føroyski hundrakrónseðilin Odmar Kúrberg, Odense Tað hevur verið nógv skriv- að um tann nýggja hundra- krónseðilin men ikki at hetta er tann seinasti, tí danska vinstrastjórnin hev- ur avgjørt, at tá Danmark fer at nýta EURO, tá skulu bæði Føroyar og Grønland til at skifta út gjaldoyra við EURO - punktum yvirstað- ið, hvørki fólk i Føroyum ella Grønlandi verða spurd. PS Løgtingið má gera okk- urt við fólkatingslimirnar, teir skulu ikki sum nú kunna reka egnan áhuga- politik, sum tað er nú við at vera limur í donskum polit- iskum flokkum. Tað eru fleiri dømi um at fólka- tingsliminir fyri Føroyar hava verið beinleiðis til skaða fyri Føroyar. Tíðindaskriv frá kommununum í Suðuroy Mótmæla hækking hjá Strandfaraskip landsins av prísi á farma og ferðafólka- flutningi til útjaðarin Kommunurnar í Suðuroy vilja hervið harliga átala ætlaðu príshækkingina á farma og ferðafólkaflutn- ingi hjá Strandfaraskip landsins. Henda framferð kann ikki góðtakast og er als ikki í trá við fráboðaða útjaðar- politikkin, sum skuldi stimbra undir vinnulívið og livikorini í útjaðarinum, so at hesin partur av Føroyum eisini kom upp í part og fekk nøkulunda somu møguleikar sum miðstaðar- øki. Hendan kappingaravlag- andi príshækking, sum skaðar vinnulív, ferðavinnu og livikorini annars í útjað- arinum er sum steinur om- aná byrðu fyri útjaðarin. Suðuroy, hin 21. januar 2003 Sumbiar kommuna Vágs kommuna Porkeris kommuna Hovs kommuna Fámjins kommuna Tvøroyrar kommuna Hvalbiar kommuna Føroya Fróðskaparf- elag hevur júst givið út nýggja bók um kanningar av føroyskum vøtnum, ið er ein bók av serstøkum áhuga fyri sílaveiðumenn og vatnlívfrøðingar BÓKAÚTGÁVA Fróðskaparfelag Føroya Tey føroysku vøtnini hava ikki áður verið kannað ná- greiniliga, um enn fleiri stakevni hava verið við- gjørd. Hesa ferð eru fimm av teimum størstu vøtnun- um kannað av einum liði av vatnlívfrøðingum úr Ís- landi, Svøríki, Danmørk og Noregi í samstarvi við Føroya Náttúrugripasavn. Vøtnini eru: Eystara Mjáa- vatn, Leynavatn, Sørvágs- vatn, Toftavatn, Saksunar- vatn og fyri ein part eisini Sandsvatn. Granskingarlið- ið hevur borið saman allar teir ymisku kanningar- hættirnar, ið nýttir verða aðrastaðni, og tí er høv- uðsparturin av greinunum skrivaður av upp til sjey fólkum frá kanningarstov- um í teimum ymsu lond- unum. Høvundarnir Tey, ið skrivað hava, eru Lis Elinborg Mortensen, landa- frøðingur á Jarðfrøðisavn- inum í Havn; Sigmundur í Dali, landmátari, ið fyrr hevur arbeitt á Matrikul- stovuni í Havn; Kirsten Christoffersen frá Vatn- stovninum í Hillerød undir Lærda Háskúlanum í Keyp- mannahavn; Susanne L. Amsinck, Rikke Bjerring, Jens Peder Jensen, Erik Jeppesen, Frank Landkilde- hus, Torben L. Lauridsen og Martin Søndergaard, øll frá Danmarks Miljøstyrelse í Silkeborg; Jens Bagger, Erik Jeppesen og Hans- Henrik Schierup frá Bio- logisk Institut á Lærda Há- skúlanum í Aarhus; Pål Brettum, Bjørn Faafeng og Marit Mjelde frá Vatn- kanningarstovninum undir NIVA í Oslo; Wilhelm Graneli, Lars-Anders Hansson, Emma Kritzberg og Carina Pålsson frá Lærda Háskúlanum í Lund; Erlín E. Jóhannsdóttir, Finnur Ingimarsson og Hilmar J. Malmquist frá Náttúrugripasavninum í Kópavági; Gísli Már Gíslason, Jón S. Ólafsson og Sigurður S. Snorrason frá Lívfrøðistovninum á Lærda Háskúlanum í Reykjavík; og Davið Gísla- son frá Havrannsóknar- stovninum í Reykjavík. Partur av størri kanning Kanningarnar eru partur av eini størri kanning av vøtn- um úr Føroyum til Norður- grønlands (NORLAKE), ið verður fíggjað av Nordic Arctic Research Pro- gramme (NARP) undir Norðurlandaráðnum, og aftur at hesum kemur eitt doktaraarbeiði um ser- kanningar av plantum í før- oyskum vøtnum, ið verður fíggjað av danska gransk- ingargrunninum fyri norð- uratlantsgransking. Hetta arbeiðið verður gjørt frá Lærda Háskúlanum í Aar- hus av Jens Bagger, ið er av føroyskari ætt, og verður tað liðugt í februar í ár. Greinirnar Greinirnar í bókini eru settar í raðfylgju við teim- um ikki-lívfrøðiligu grein- unum fremst, síðan koma greinir viðv. plantum og seinast greinir um æti og fisk, umframt vistfrøði- skipanina. Eftir inngang, sum Do- rete Bloch á Føroya Náttúrugripasavni hevur skrivað, hevur bókin 12 greinir. Kirsten Christoffer- sen hevur greitt frá eldri kanningum av djóra- og plantulívi í føroyskum vøtnum, ið gevur eitt yvirlit yvir alt tilfarið, ið er skriv- að undan hesi kanning. Fyri at skilja upprunan at vøtnunum hevur Lis Elin- borg Mortensen skrivað um jarðfrøðina og landalæruna við fimm føroysk vøtn. Lýsing av fimm føroysk- um vøtnum hava Frank Landkildehus, Erik Jeppe- sen, Jens Peder Jensen og Sigmundur í Dali skrivað. Í greinini verða tey fimm vøtnini lýst viðv. stødd, dýpi og upplendi. Næsta grein lýsir evnafrøðina í fimm føroyskum vøtnum, og her verður greitt frá øll- um teimum ikki-lívfrøði- ligu mátunum, so sum tað- falli, fosforinnihaldi, blað- grønainnihaldi og køvievni. Greinina hava Jens Peder Jensen, Kirsten Christoff- ersen, Frank Landkildehus, Martin Søndergaard, Erik Jeppesen og Jens Bagger skrivað. Fyrst í lívfrøðiliga partin- um er grein eftir Pål Brett- um um plantuæti og mongdina av lívrunnum evni í fimm føroyskum vøtnum. Harnæst umrøða Hans-Henrik Schierup, Marit Mjelde og Jens Bagger størri vatnplantur í seks føroyskum vøtnum. Um nøgdina av smáveru- bólkum og lívrunnu vekt teirra í mun til framleiðsl- una av plantu- og bakteriu- æti í fimm føroyskum vøtn- um skriva Kirsten Christ- offersen, Carina Pålsson, Emma Kritzberg og Wi- lhelm Graneli. Greinirnar um djór byrja við djóraæti í fimm før- oyskum vøtnum eftir Torb- en L. Lauridsen og Lars- Anders Hansson, halda so fram við botndjórum í vatnbakkanum og profun- dala økinum í fýra før- oyskum vøtnum eftir Hilm- ar J. Malmquist, Finn In- gimarsson, Erlín E. Jó- hannsdóttir, Jón S. Ólafs- son og Gísla Már Gíslason og enda við sjósíli og bleikju í fýra føroyskum vøtnum eftir Hilmar J. Malmquist, Finn Ingimars- son, Erlín E. Jóhannsdóttir, Davið Gíslason og Sigurð S. Snorrason. Við støði í øllum hesum greinum er tað møguligt at gera eitt yvirlit yvir føðslu- skipanina í fimm føroysk- um vøtnum kannað við støðugum isotopum, ið Erik Jeppesen, Frank Land- kildehus, Torben L. Laurid- sen, Jens Peder Jensen, Rikke Bjerring, Martin Søndergaard og Susanne L. Amsinck hava skrivað, og at enda er eitt yvirlit yvir vistfrøði á fimm føroyskum vøtnum: samandráttur og samanrenning, ið høvuðs- fólkini í kanningini hava skrivað: Erik Jeppesen, Kirsten Christoffersen, Hilmar J. Malmquist, Bjørn Faafeng og Lars-Anders Hansson. Ein æltan við bókini er at útvega fígging til at kanna fleiri av vøtnunum betur. ----------- Bókin er nr. 36 í Supple- menta-røðini frá Føroya Fróðskaparfelag. Ritstjórar eru Kirsten Christoffersen, Erik Jeppesen, Pehr Henrik Enckell og Dorete Bloch. Fimm føroysk vøtn er skrivað á enskum við før- oyskum úrtøkum, ið Erling Isholm hevur týtt. Bókin er 139 blaðsíður og kostar 195 kr. Bókamiðsølan hevur søluna um hendur. Nýggj bók um føroysk vøtn Leygardagin letur upp forkunnug framsýning í Lista- skálanum í Havn við verkum eftir fleiri av okkara gomlum málarum – saman við sam- tíðarlist FRAMSÝNING Listasavn Føroya Framsýningin »Goymt - ikki gloymt« (25 - 1 - 16 - 2 ) vísir ókend verk frá goymsluni av m.fl. J.S Mikines, Ruth Smith, Hans Hansen, men eis- ini samtíðarlistin er um- boðað. Sýningin er fyrsta roynd at gera vart við, at Listasavn Føroya er partur av føroyska savnskervinum og m. a. fæst við at skráseta og varðveita okkara mynd- list. Í samband við at digi- tala skrásetingin á savn- inum er um at vera liðug, hildu vit, at ein framsýning av minni kendum verkum kundi verið við til at seta tað støðugu framsýningina í eina nýggja frásjón - samstundis sum tað er ein hóskandi yvirgong til Várframsýningina, sum er næst á skránni, og har tað nýggjasta innan listina sær dagsins ljós. Ísamband við at fram- sýningin letur upp, fer stjórin á Landsskjala- savninum, Sámal Trónd- ur, at fáa gerðarbókina hjá Føroya listasavni handaða, so hon á ein vírðiligan hátt kann varðveitast. Gerðabókin byrjar í 1948 og fyrsta frágreiðingin er skrivað av Williami Heinesen. Síðsta fundarfrásøgin var skrivað í december 2002, og gerðabókin er longu farin undir elek- troniska viðferð. Almannamálaráðið hevur keypt eini set- hús í Sandavági, sum skulu nýtast sum sambýli fyri sinnis- veik SAMBÝLI Edvard Joensen Sambýlið er ætlað teimum, ið ikki hava bráðfeingis viðgerð fyri neyðini. Stórur tørvur er á búplássum til sinnisveik. Hetta kunnu vera fólk, sum búgva heima hjá familju ella á psyki- atrisku deild, hóast tey eru liðugt viðgjørd. "Stovnanin av hesum sambýli er ein liður í ar- beiðinum at bøta um viður- skiftini hjá teimum sinnis- veiku, sum ikki eru før fyri at búgva einsamøll, men sum heldur ikki fáa varandi viðgerð", sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum. Ætlanin hjá landsstýris- manninum er at stovna sambýli fyri sinnisveik ymsastaðni í landinum komandi árini, og vónandi verður ætlanin um at byggja sambýli aftanfyri Eirargarð sett í verk í hes- um árinum. Endamálið við tí nýggja sambðlinum í Sandavági er, at búfólkini skulu fáa hjálp og stuðul at búgva saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Búfólkini skulu stimbrast og hjálpast til sjálvbjargni, so at tey, sum frá líður, verða før fyri at húsast fyri seg sjálvi. Tað verður rúm fyri fimm sinnisveikum í tí nýggja sambýlinum í Sandavági, sum hoyrir undir Bústaðar- og virknis- deildina fyri sinnisveik í Heimarøktini og Serfor- sorgini. Sýna fram goymd verk av kendum málarum Nýtt sambýli í Sandavági Almannaráðið hevur keypt hesi húsini í Sandavági til sambýli fyri minnisveik Mynd: Edvard Joensen C M Y K 11 10