Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 15 - 23. januar 2003 Nr. 15 - 23. januar 2003 13 Ásmundur Guðjónsson Svínoy, 11. januar 2003 Framhald - seinni partur Í samfelagskjakinum kem- ur týðun fram, at meira eigur at gerast við at framleiða vitan um tað ella tað øki og evni. Eitt dømi. Finnbogi Ísakson hevði nakað fyri jól eina grein í Fregnir um sparingarnar á fíggjarlógini. Hann nevndi, at skuldi sparast av týdn- ingi, so slapp mann ikki undan at hyggja efti trivn- aðar-, heilsu- og undirvís- ingarøkjunum, tí hesi standa fyri 75% av fíggjar- lógini. Kjartan Hoydal við- merkti, at ein trupulleiki við hesum er, at vit hava yvirtikið skipanir á hesum økjum, sum eru seymaðar til samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Tað er eyðsæð, at vit her hava ein so stóran trupul- leika, at politikarnir standa meira og minni ráðaleysir, tí tað, sum gerast skal, er stórt og torgreitt. Haldi, at í slíkum førum áttu gransk- ingastovnar at fingið til uppgávu, at greina út al- ternativar strukturar og fyrisitingarhættir og eisini hvussu avleiðingarnar av teimum merkjast í sam- felagnum og ikki minst hjá einstaklinginum. Enn er tað soleiðis, at politikarnir bert kenna til plenuklippara- ella salamimetodurnar, tá tað um sparingar ræður. Men tað er samstundis ong- in, sum heldur hesar me- todir verða serliga skila- góðar uppá longri sikt og tí er tað alneyðugt at aðrir mátar síggja dagsins ljós. Tað er rímiligt, at mála- ráðini hava ein posa av pengum til at menna vit- anina um sektorin og kunnu gera langtíðaravtalur við granskingarstovnar um nærri lýstar uppgávur. Men hinvegin er ikki sagt, at hvørt málaráð skal hava sín stovn. Málaráðini eigi ikki at verða bangin fyri at gera avtalir við stovnar, sum annað málaráð varðar av, tí tað er øll grund til at royna at fasthalda, at sama granskingarøki ikki er deilt á fleri stovnar. Til dømis er onki forgjørt í, at Trivn- aðarmálaráðið letur Granskingardepilin hjá Mentamálaráðnum gera ávísar kanningar fyri seg um hesin er skikkaður at gera arbeiði. Fleiri vinnubollar í suppuna! Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í bóklinginum "Vinnusjónarmið" drigið samanum nakrar áskoðanir um gransking í Føroyum. Høvuðsboðskapurin er, at tørvur er á at endurskoða granskingrumhvørvini, har hugt verður eftir enda- málið, bygnaði og hvussu vit kunnu koma framá. Hesar áskoðanir eru sera viðkomandi og áhugaverd- ar og eiga at verða tiknar til eftirtektar. Hinvegin eru „Vinnu- sjónarmið" heldur veik, tá tað umræðir hvat vinnan sjálv vil og kann á gransk- ingar- og menningarøkin- um. Tað verður staðfest, at vinnan ikki er serliga nógv við í G&M virksemi og tað tykist líka sum, at vinnan orsakar sín afturhaldandi leiklut í hesum við, at fyri- tøkurnar eru ov smáar og peningaligar veikar. Passiviteturin hjá vinnuni verður eisini forkláraður við, at tað almenna sjálvt setir ikki so nógvan pening í granskingina. Haldi, at tað eiga at koma nýggir bollar í suppuna. Nógvar føroyskar fyritøkur er peningaveikar sammett við fyritøkur uttanlanda, tað kann verða nakað um tað. Hinvegin hava vit tó nakrar størri fyritøkur innan fyri fiskivinnuna og alivinnuna, sum kunnu gera nakað munagott, um viljin er til tess. At fyritøkur eru smáar og peningaveikar er eisini heldur veikt argument fyri afturhaldni, tí júst tað, at fyritøkurnar eru smáar og peningavekar eigur at vera eitt sterkt argument fyri at at herja á framtíðina. Her eiga branchuskipanir sum til dømis Ráfiskakeypara- felagið og Havbúnaðarfe- lagið sín náttúrliga leiklut sum kveikjarar og sam- bindingarlið. Í hvønn mun vinnan skal luttaka í fíggingini av granskingar- og menning- arvirksemi er eitt evnið, sum er til kjak í øllum lond- um. At vinnan skal verða við so ella so, er ongin ivi um, tí tað er eisini vinnan, sum skal heysta av tí íløgu, sum verður gjørd í G&M- økið. Okkara vinnufeløg (í øllum førum innan fiski- og alivinnuna) eiga at um- hugsa gjølla, at kanna møguleikan fyri at seta gongd á egið G&M-virk- semi. Á hvønn hátt hetta kundi verið gjørt, verður upp til vinnuna. Tað kundi verið ein G&M-grunnur sum til dømis tann norski. Ein slíkur grunnur hevði havt ómetaliga stórt virði í G&M menningini og ikki minst sum politiskt signal- virði til myndugleikarnar um at taka alt G&M-øki til politiska endurskoðan. Endi Í kjalarvørrinum av fíggj- arlógarviðgerðini kom fram frá fleiri síðum av, at fólk eru farin at spyrja seg sjálvan og politikararnar, hvør meiningin er við tí heila. Pleniklipparin, sum jú er einasta politiska in- strument samgongan tykist at hava tøkt, er farin at klippa niður í svørðin, nú onki gras er eftir. Tað sveið í fleiri støðum innan tað almenna - eisini í G&M-økinum. Til dømis var tann reella minkingin av "grunna"játtanunum til Fiskimálaráðið sløk 40 % í mun til játtanina fyri 2002. Hetta bendir á, at kjakið um innihaldið í G&M í føroyska samfelgnum hev- ur størri týdning nú enn nakrantíð, tí so leingi sum innihaldið í G&M er so veikt, er jú lag á manni hjá fíggjarnevndini at gera seg inn á karmarnar. Framhald á síðu 13 VIÐMERKINGAR Kollveltið granskingina! Úr samgonguskjalinum fyri sitandi samgongu: Heilsumál Lóggevast skal um ílegu- og biotøknigransking í Føroyum. Fiskivinnumál Framtøk skulu gerast innan útbúgving og gransking í samstarvi við vinnuna til at økja um úrtøkuna og at eggja ungfólki at starvast í hesi vinnu í menning. Vinnumál Miðast skal eftir, at kunningartøkni, bio- og gen- gransking verða hornasteinar í búskapinum, har samanrenning millum vitan, samskifti og kunningar- tøkni verður ásin, sum framburðurin á økinum melur um. Byggjast skal starvsstova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðiliga Starvstovan, Elek-tron, aðrar teldu- fyritøkur og privatir íleggjarar samstarva á felags palli innan gengransking, lívfrøði og evnafrøði. Kynsbót, eftirlit og sjúkufyribyrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kappingarneytum. Virkast skal fyri, at menna gransking og aling av øðrum fiskasløgum. Mentamál Miðvísar íløgur í vitan, kunnleika og skapandi evnir eru neyðugar í føroyska samfelagnum komandi árini. Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi karmar og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð. Útbyggingarætlan fyri Fróðskaparsetrið verður kannað. Útbúgvingarnar, sum liggja millum miðnám og hægri lesnað, verða umskipaðar til hægru útbúgving-arnar. Virkað verður fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi verða støðugt styrktir. Umhvørvismál Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna um- hvørvisverndina og økja um burðardygdina. TALVA 1. Orðingar um Gransking og Menning úr Samgonguskjalinum Stovnar "Grunnar" Fróðskaparsetrið Granskingargrunnurin Biofar Mentunargrunnurin Økismenningardepilin Granskingarætlanir Føroya Landskjalasavn Hvalagransking Føroya Fornminnissavn Fiskivinnuroyndir Føroya Náttúrugripasavn Fjølbroyttur floti Fiskirannsóknarstovan Fiskivinnumenning á landi Royndarstøðin Kanning av djórasjúkum Menningarstovan Havbúnaðarroyndir TK stovan Vinnuframagrunnurin Heilsfrøðiliga Starvs- stovan Umhvørvisverndartiltøk Jarðfrøðissavnið Skógrøkt landsins Deildin fyri arbeiðsheilsu Búskaparráðið Hagstovan Talva 2. Yvirlit yvir vitanarstovnar og "Grunnar" Uppskot til fíggjarlóg fyri 2003 Ráð tal af játtan tal av játtan íalt stovnum "grunnum" Fiskimálaráðið 1 23.634.000 5 21.837.000 45.471.000 Vinnumálaráðið 4 37.842.000 3 20.672.000 58.514.000 Mentamálaráðið 6 40.169.000 2 10.778.000 50.947.000 Heilsumálaráðið 1 4.123.000 0 0 4.123.000 Trivnaðarmálaráðið 0 0 0 0 0 Oljumálaráðið 2 11.670.000 1 1.900.000 13.570.000 Fíggjarmálaráðið 2 7.358.000 0 0 7.358.000 Løgmálaráðið 0 0 0 0 0 Løgmannsskrivsst. 0 0 0 0 0 17 124.796.000 11 55.187.000 179.983.000 TALVA 3. Stovnsjáttanir og og "Grunna"játtanir býttar eftir málaráði EIN HUGLEIÐING Kim Simonsen Um vit leita okkum aftur til gomul føroysk tiðarrit, mong skrivað í útlegd millum, tá ung progress- iv lesandi og hugsandi føroyingar, er hetta ótrú- liga áhugavert. Sjálvandi stendur mangt púra svakt í slíkum bløðum, soleiðis var tíðarandin, her er mong pínlig og vánalig sosialistisk ar- beiðarayrking av okkara nú mætastu yrkjarum og høvundum, mong grein- in, ið er so ektrem, at Fidell sjálvur kundi verið høvundin, saman við einari stívari lesing av Marx, Lenin og hinum dreingjunum frá sosial- istiska internationale. Lætt hevði verið at tikið alt hetta fram og kastað við runu, og her er nógv runa, men í hesum bløðum er eis- ini ein mangan klár linja, móti USA, krígginum í Vietnam, tøgnmentan í Føroyum, greinar um heimspolitikk, har hesi ungu fólk veruliga høvdu sett seg inn í søguligu við- urskiftini í hesum londum og roynt at skriva perspek- tivrík og tung uttanríkis- tíðindi, nakað vit sakna í føroysku fjølmiðlunum í dag. Ein hevur tí hug at spyrja, hvar fóru hesi fólk- ini, og um hetta ikki var ein føroysk mentanarradikal- isma? Kritikkur av tí privata "Hjúnabandið, sum er tann størsta eydnan, ið hugsast kann í Føroyum, er ikki annað enn ein staðfesting av tí kúgan, sum fer fram. Tað skuldi ikki verið kalla hjúnaband, men konuband. Tað bindir konurnar bæði økonomiskt og moralskt. (…) verða økonomiskt kúg- aðar og forkryplaðar niður í ein form fyri menn- iskjaliga eydnu, sum man kallar hjúnabandið …." Jens Dalsaard, Framin nr. 1, 1971 Ein fær hug at hugsa um kenda sangin hjá Poul Henningsen frá 1940: "Man binder os på mund og hånd", ið Liva Weel sang so vakurt til lagið eftir Kai Normann Andersen. Tað henda vísa staðfesti, var at (borgarliga) giftarmálið ikki kundi temja hug okk- ara á frælsi og ævintýri. At tað at vera giftur var mang- an ein óeyðna, ið var sett í skipan av einum harðhent- um kúgandi samfelag. Ein slík vísa er enn óhugsandi her í Føroyum 63 ár eftir at hon kom fram, hetta tí vit ikki hava somu mentanar- radikalu frástøðuna til van- ligar "føroyskar" stovnar sum giftarmál, fólkið, tað fólksliga t.d. Sjálvani møtti hendan, sum aðrar P.H. vísur stóra motstøðu, men mentanarradikala fjøldin var sterkari í Danmark enn mótdrátturin, og kom at enda at skriva sjálva søg- una. Tað er okkurt garrvilt við hesum, í føroyskum høpi, ið Jens Dalsaard sig- ur, men eg haldi at slíkt vekjur eftirtankar. At vit kanska í Føroyum enn liva sera siðbundið, og tí hava gjørt brúðleyp og giftar- málið til eitt nærum absolut mál og rammu fyri menn- iskjaliga eyðnu. Soleiðis er tað eisini í Iran, millum mormonar og í bíbliu- beltinum í USA. Hin vegin tosa vit ikki um umkostn- ingarnar av hesum, at júst í hesi tíð eru fleiri, ið skiljast enn nakrantíð í føroyskari søgu. At alt fleiri liva støk, ella einsamøll við børnum. At tað er púra vanligt at gifta seg fleiri ferðir í Før- oyum í dag, sum í restini av Vesturheiminum annars. Speisemi og skemt Tað, sum er løgið, er, at vit ikki hava eina sterkari sang- og kabaretmentan, ið hevur tikið sær av at syngja um annað enn tjóðarhetjur og hálovan av føðilandin- um. Undantøk eru sjálv- andi, her komi eg at hugsa um Studentakabarettirnar, serliga Ólavssvøkukaba- rettirnar, har sangir sum "16 ár" og mangt av tí sum Harkaliðið seinni kom at framleiða, var slóðbrótandi og nýskapandi. Men hesin andin er horvin, í dag hava tey ungu eina nærum sakrala støðutakan til alt føroyskt, um tað so er at brongla kingosang. Hesin baroksálmayrkjarin, ið til- vildarligani skuldi yvirliva saman við miðøldini í Føroyum, og saman við einum myrkum kristindómi hylja tær miðaldrarligu Føroyar inni í einum myrk- uri fram til okkara tíð, skal nú hálovast av einari neo- nationalistiskari mentanar- elitu, har hesi rópa sum stungnir grísar um at "kongosangur" er partur av "okkara" føroysku nútíðar- mentan. Hetta er ikki nútíð- armentan, men ein eksot- isma og hetta er søga, ikki mentan. Ella ein roynd at gera søgu til nútíðarment- an. Kingo er bókmenta- søga, ein fínur sálmayrkjari úr 1600talinum, ikki sjálv- ur mondulaksilin í føroysk- ari mentan. Tað er ótrúligt, at fólk ongantíð koma at læra at hava bert eitt vet av frástøðu til tað føroyska, og duga at skilja munin á nútíðar mentan og á søgu. Men enn sum fyrr halda fólk, at ein kabarett skal vera beisk og bert innihalda teiti og vísur um kendar politikarar t.d. P.H. og Kai Normann Andersen hava víst okkum, at atfinningar, radikalitetur, fólksligheit og vísusangur væl kann vera vakur, tankavekjandi og fyltur av kenslum, sum í songum sum hesum: "I dit korte liv", "Sig de ord", "Den hvide sne" (Mogens Dam), "La Garconne" (Ludvig Brandstrup). Fara vit til Føroya og taka vit fólkakæru Frændur til dømis, eru hesir nærum pínligir í teirra tjóðskapar- romantikki. Hvar er tað ektaða menniskjaliga og júst tað mótið, ið skal til at tosa um okkurt annað enn at vera føroyingur í 80in- um? Sum her hjá P.H.: "Men engang skal også smerten være slut. Det bli´r endnu hård´re end da glæden bristed´. Det er slemt at se alt fortsat afbrudt, søge trøst i andres leg med det, man misted. Det må man så. Et stille smil, et venligt: Nå" Nå visen "Hold dig vågen ven. Vores lille liv sluttes af med en evig søvn. Vi er af samme stof som drømme gøres af det store tomme rum. Alle som påstår der findes mere, giver os veksler uden underskrift. (…) Menneske blev menneske i kærlighed gjort i elskov blev vi dog. I dit korte liv er det meste spildt (…) Hold dig vågen ven, hvorfor sove nu i den lyse sommernat? Det haster med det kys. Den kommer før du tror, den drømmeløse søvn." I dit korte liv. Hetta er ein sorgblíður vísusiður, ið ongantíð hevði kunnað tikið fram spurn- ingar um at vera "danskur", men bert hetta at vera menniskja. Men hjá okkum er spurningurin enn: "Um ein føroyingur kann fara á vesi, uttan at spyrja, hvat lorturin hevur at siga fyri hann sum føroying". Oyggjaskeggi og Framin vóru føroysk bløð, ið borð- in á tiðarandanna veingjum ósmæðin skrivaðu um Lenin, Marx og Engels – og tá hava loypt øði og eina sanna panikkkenda ræðslu á kommunistaforskrektu Ís- rael og Amerika vinalig trúgvandi føroyskar borg- arar. Ávegisstøða 2008. Soleiðis kundi støðan viðvíkjandi menningini av G&M verið í 2008……. Eitt granskingarálit er skrivað, sum mælir til at fara radikalt til verka. Álitið hevur verið til samfelagsliga hoyring og aðalorðaskifti hevur verið í tinginum. Drúgt orðaskifti stóðst av álitinum. Stór undirtøka fyri álitinum og serliga fiski- og alivinnan viðmælti tí. Kjak og broytingar eru innan almennu stovnarnar. Fleiri garðar eru rapaðir og aðrir eru á veg. Fleiri stovnar eru lagdir saman og aðar samanleggingar eru á veg, so roknað verður við, at málið, um í minsta lagi at halverað talið av stovnum verður nátt innan 2010. Endamál stovnanna er endurskoðað í mun til granskingarálitið og saman við spardu krónunum, sum samanleggingarnar hava givið, er okkurt granskingarøki komið afturat. Fýra granskingarøkir eru við at vera staðsett, men enn eru barnasjúkur at fáast við. Havfrøðiliga økið, har marina lívfrøðin , streymur og oceanografiin er samlað. Fiskirannsóknarstovan, Náttúrvísindadeildin og Biofar eru longu samanløgd Sjómatur og heilsa. Hetta øki er ma ein saman- renning av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Heilsu- gransking og Apoteksverkinum. Okkara mentuararvur. Hetta sentrið er ein saman- renning av teimum fýra søvnunum, Føroyamáls- og Siðsøguligu deildunum á setrinum. Samfelagsliga og búskaparliga økið. Samfelagsliga deildin á Setrinum og Økismenningardepilin eru samarunnin. Hetta økið hevur fingið flest pengar av teimum, sum spardir eru aðrastaðir. Stovnsjáttanirnar eru framvegis á 125 milliónum. Ein samlað evaluering skal gerast av stovnunum í ár, so ein fær at síggja, um mælt verður til størri ella minni granskingarjáttan til vitanarstovnarnar. Enn er eitt sindur av turbulensi í stovnunum orsakað av niðurløgdum granskingarøkjum, samanleggingum og ikki minst, tí ein nýggj jávnvág skal finnast millum G&M-virksemi og tað stovnarnir harumframt fáast við. Setrið eru fyri størstu broytingini. Tað hevur fingið heilt nýggjar uppgávur og aðrar eru lagdar niður og/ella fluttar. Granskingaruppgávurnar eru lagdar út til sektorstovnarnar og Setrið er nú vorði ein skip- anarligur paraplystovnur fyri allir sektorstovnarnar við tí, sum har í hongur. Setrið tekur sær formliga av øllum hvøuðsfak og PhD lestrunum, skeiðvirksemi í hesum sambandi og tekur sær allari útgávu av tí framleiðslu, sum sektorstovnarnir lata úr hondum til útgávu í Føroyum. Eisini eru rembingar í Heilsfrøðilgu Stavsstovuni. Kjakað verður um hvørvítt eftirlitsuppgávurnar skulu leggjast saman við líknandi virksemi á øðrum stovnum til eina tekniska fyristing . Harafturat verður kjakað um, hvussu tey meira vinnuligu granskingar- økini kunnu staðsetast á stovninum. Fiskivinnan og Alivinnan hava megnað at seta ein G&M-grunn á stovn, har eitt ávísur prosentpartur av útflutningsvirðinum verður settur í. Seinastu tvey árini hevur innskotið í grunnin ligið um 25 milliónir árliga. Tað almenna "Grunna"kompleksið er endurskoðað. Endurskoðanin viðførdi, at grunnarnir gjørdust meira málrættaðir í sínum endamáli, og einstáttaðir í fyrisiting. Fyribils er ein grunnur fyri hvørt málaráðið, tað vil siga at Fiskimála-, Vinnumála- og Mentamálaráðini hava lagt sínar játtanir í ein grunn hvør og hini málaráðini hava stovnað hvør sín Eitt grunnahús er stovnað, har fyrisitingin av øllum grunnajáttanunum er samlað. Stórt kjak stóðst um grunnarnir og hvørja játtan teir skuldu hava. Men eftir at vinnan hevði gjørt sín grunn kom glið á málið. Grunnajáttanin er nú komin upp á 100 milliónir tilsamans, har Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið tó standa fyri helvtini. Ætlanin er at fáa játtanina til gunnarnar upp á 150 milliónir innan trý ár. Stórt kjak hevur verið um vit skulu hava eitt nýggjan stovn ella fyritøku til vinnurættaða gransking og menning í framleiðslutøkni, veiðitøkni, biotøkni, KT og øðrum. Talan hevur verið um, at bæði vinnulív og tað almenna skulu seta pening í hesa fyritøku. Framtaksgrunnurin er eisini inni í myndini í sam- bandi við stovnsetanini av hesari fyritøka. "Tað, sum vit í dag kunnu sakna í okkara tíð, sum tey høvdu á Framanum, var andi og idealir, sum sett saman við móti og intellektuellum flogi, er slíkt, sum skapar og broytir tíðarrák. At vit kundu fingið ein sterkan avloysara til tjóðskaparromantikkin, í øllum tess formum, um tað so er heimstaðarromantikkur, neo-regionalisma, at vit kundu skolað alt kjak um EIN føroyskan samleika langt burtur, og latið, menniskja komið fram um æviga føroyingin." Kim Simonsen, januar 2003 Á slóðini á horvnu mentanarradikalu søgu okkara - Framin og Oyggjaskeggi - Nøkur orð um føroyska útiseta blað- og mentanar- søgu 1970-1976. "Fyri at siga tað bart út, so geva vit ikki ein skid fyri hvørki Fólkating ella Løgting. Kanska foreldur okk- ara ikki hava mist álit teirra á fólksins kosnu monnum, men vit hava langtsíðani mist allar illusiónir um demokratisku mytuna. Tað hevur altíð verið ein myta og tað verður ikki annað (…) Kapitalistiska sam- felagið er bara eitt lið í eini søguligari gongd, men søgan steðgar ikki við tí kapitalistiska samfelaginum" Jens Dalsaard, Framin nr. 5. 25 marts 1971 VIÐMERKINGAR Hugleiðing Framhald av síðu 12 Framhald á síðu 14 C M Y K 13 12