Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hjá Bilfríðkan hava teir fingið ein BMW X5 til landið. BMW settu sær høg mál, tá teir komu á markn- aðin við X5, ið trekkj- ur á øllum hjólunum og klárar seg eins væl á motorvegnum og uttan fyri vanliga koyrivegin BILAR Magnus Gunnarsson Bilar í hesum klassanum verða vanliga nevndir SUV (Sports Utility Vehicle), men BMW kallar X5 fyri ein SAV (Sports Activity Vehicle), ið bilurin av sonn- um eisini er. BMW gjørdi onga neyðsemju viðvíkj- andi koyrieginleikunum, tá teir gjørdu bilin, tí X5 skuldi vera líka góður at koyra sum BMW persón- bilarnir. Hetta ljóðar mót- sigandi, men tað letur seg gera, tá X5 ikki er ein jeepur burturav, hóast hann hevur permanenta drívmegi á øllum fýra hjólunum. Tað er ein undarlig kensla at seta seg við rattið á X5, alt virkar sum á einum van- ligum BMW. Munurin er, at tey ferðandi í bilinum sita hægri, og útsýnið verður harvið betri. Koyrieginleik- arnir á X5 eru fult á hædd við BMW persónbilarnar í allar mátar, bilurin hevur stramman undirvogn við 17" hjólum. Tað vísir seg, at bilurin klatrar sum ein jeepur uttan fyri vanliga koyrivegin. Hetta kemur eisini av, at X5 hevur hevur t.d. HDC (Hill Descent Control) og anti-spinn. Standard og eykaútgerð Bilurin fæst við trimum bensinmotorum frá 3,0 litur við 231 hk til 4,6 litur við 347 hk og einum 3,0 litur dieselmotori við 184 hk, ið er tann bilurin, vit royndar- koyrdu. Ein X5 3,0d kostar her hjá okkum kr.652.600. Tá hevur bilurin alla standard- útgerð sum t.d. ABS- bremsuskipan, ADB-X (Automatic Differential Brake), ASC-X (Automatic Stability Control), CBC (Cornering Brake Control), DBC (Dynamic Brake Control) DSC (Dynamic Stability Control). Alt hetta er bert nakað av standardút- gerðini í X5 3,0d. Síðan hevur hesin bilurin eykaút- gerð fyri kr. 257.273. Bert sportpakkin kostar kr. 80.000, har er m.a sport undirvognur, multifunk- tiónsratt, 19" felgur, titan line panelir innan, el-setur við memory til førarasetrið og sportsetur. Annars umfatar eykaút- gerðin eisini PDC (Park Distance Control), auto- matiskt klimaanlegg bæði aftan og framman, naviga- tiónskipan + boardcom- putara, HiFi hátalaraskipan o.a. Hesin bilurin kostar til- samans kr. 909.873. Nr. 15 • hósdagur • 23. januar 2003 • 77. árg. J.D. Powers kanning í Týsklandi Heimskendi kanningarstovnurin J.D. Powers, ið vanliga spyrja amerikanskar bilaeigarar um, hvussu tey eru nøgd við bilin tey hava keypt, hava nú gjørt eina líknandi kanning í Týsklandi, har 1500 bilaeigarar blivu spurdir. Sum hendan kanning vísir, lógu japansku bilmerkini á odda. Kelda: FDM / Motor BMW X5 3,0d Motorurin: 3,0 litur 6 syl. diesel 184 hk v. common-rail innspræning 0-100: 10,5 sek Oljunýtsla: 10,3 km/l Dekkstødd: framman: 255/50-19 aftan: 285/45-19 Stødd og vekt: Longd: 466,0 cm Breidd: 187,0 cm Hædd: 172,0 cm Eginvekt: 2050 kg Viðførisrúm: 465 litrar Prísur: kr. 909.873 Standard prísur: kr. 652.000 Søluumboð: Bilfríðkan v .Velbastaðvegin FO-100 Tórshavn Tel. 317300 www.bilfridkan.fo BMW X5 – fyri næstan eina millión BMW X5. Suni Magnussen, sølumaður hjá Bilfríðkan, sýnir her bilin fram. Hesin bilurin hevur eykaútgerð fyri umleið kr.300.000 BMW X5 klárar seg eins væl á motorvegnum sum uttan fyri vanliga koyrivegin. Sum tað sæst, er bilurin høgur frá vegnum. Ein ávaringarskipan sigur frá, tá bilurin kemur ov nær framman og aftan Bilurin innan við m.a. titan-line panelum, multifunktións- ratti, automatiskum klimaanleggi aftan og framman, el- setrum við memory til førarasetrið og navigatiónsskipan 15 14 Nr. 15 - 23. januar 2003 Skemt og gaman eisini "Studenturin spyr um tað er lívið vert at sita sum væl- gødd gás í einum feitum starvi, verkamaðurin spyr, um tað er lívið vert, at liva sum ein maskina, ið tekur ímóti boðum, borgarin spyr um tað er nakað lív at skula vera hin altíð tigandi og burturgloymdi". Gunnar Hoydal, Framin 8-9, 1970. Her er tað hin ungi Gunnar Hoydal, ið undrast sáran yvir, hvat tað er studenturin vil brúka sína vitan til, og um arbeiðarin ikki enn sum fyrr er ein maskina, sum Charlie Chaplin eisini vildi vera við, og um lívsinni- haldið hjá vanliga borgar- anum. Hetta eru stórir spurningar, ið eru eins brandaktuellir í dag sum tá. Lýsingarnar í Framanum vóru av m.a. Sputnik, ein- um donskum-russiskum bókhandli, Føroya Banka og fyri føroykst sosialistiskt skúlingarskeið, alt hetta í einum blað. Framin er sum so ferskastur og stuttlig- astur at lesa frá 1970 til 1976. Har er mangt og hvat at lesa, og onkur góð tekn- ing eisini at hóma. Frá um- leið 1977 endaði Framin, sum ein alt ov "under- ground" og betongkendt blað, t.v.s. at ein nærum ongantíð veit hvør skrivar, og allar greinarnar ljóða eins. Teir góðu árgangirnir, tað er sum víð øllum øðrum, hugsið um vínið, eru á tremur av virknum og passioneraðum ungum fólkum, sum Kára P., Han- us Kamban, Klæmint Ol- sen, Jens Dalsaard, Kjartan Hoydal, Rolf Guttesen, Andrias Ziska, Gunvør Djurhuus, Gunnar Hoydal, Albert Mortensen, Luitjen Apol og mong onnur. Onkur av hesum er enn virkin í almennum kjaki, men vit eiga ikki sum so eitt ættarlið, ið royndi at finna eitt heilt nýtt stev, ið kom berjast framhaldandi og miðvíst. Føroysk mentanarsøga "Felagsmarknaðurin, EEC, er beinleiðis avleiðing av ameriska-kapitalistiska tiltakinum OEEC, og rekur áhugamálini hjá ognar- stættunum – kapitalistun- um, afturhaldinum – í Europa og í USA. Odda- mennirnir í bæði NATO og EEC er fyrrverandi hand- gingnu menn Hitlers og teir, ið stuðlaðu nazismuni fíggjarliga …." Tórður Jóansson, Framin 8-9, 1970 Í Framanum er mangan ein nøkunlunda klár hugsan, har var pathos, ein stór indignatión og ein tíðar- bundin sosialisma. Her er buldur og brak, her er stuttligt at vera, og har vóru góð fólk aftanfyri, ið bæði dugdu at yrkja skriva og at skemta. Her var bit og mangan eitt intellektuelt mót, sum her hjá Kára P.: "Tað finnast sjálvandi lær- arar sum hava hug at grunda skúlaarbeiði sítt á h u m a n t - p s y k o l og i s k t grundarlag. Men royna teir at rokka tað foroldaða per- versa systemið so verða teir møttir við einum múri av moralskum lærisetningum. Religiónin situr á nógvum skúlum í Føroyum. Við henni fylgir respekt, ken- servatisma og ongar broyt- ingar. Man veit um ungar lærarar sum eru vorðnir koyrdir" Kari, P. Framin, nr.3. 1972. Hetta er hin sanni mentan- arradikali andin, ið eg meini vit kunnu hóma í Framanum og í Oyggja- skeggja til tíðir. Tað er júst hetta, ið okkum hevur væntað gjógnum 20 øld., har kristin og tjóðskapar- ligur ágangur hevur verið eins reaktionerur sum hesar rørslur hava verið alvald- andi. Tjóðarbygging sum tøgnmentan Í nýggjari grein í Varðanum eftir Tóra Johannesarson um Ólavssvøkukabarettina, beit eg merki við sakrala tónan frá einum skribenti, ið hann endurgevir brot frá, har ósemja var um at stu- dentarnir í Ólavsvøkukaba- rettini høvdu argað Fróð- skaparsetrið, fyri at vera ein pensionistastovnur. Hetta er grovt skemt, með- an tað slagið av tjóðar- byggjandi propaganda hesin skribenturin reager- aði við eru vit von við. At alt føroyskt er heilagt. Her hava vit eitt djarvt spei- semi, ið møtir eini dog- matiskari tjóðarbyggjandi tøgnmentan. Tað hesir stu- dentar hava viljað sakt okkurt um, var helst okkurt um at Fróðskaparsetrið kundi verið meiri hug- myndafrøðisligani vakið. Seinni í Framanum finna vit eitt teitisbúmerki, onkur hevur teknað til Fróðskap- arsetrið, ið ákærir henda lærda stovn fyri at vera heimføðisligan og sakralan. Framin ein tíðarmynd Í hesi tíð hendi stórur fram- burður, serliga í viðurskift- inum millum kynini. Tíðin var búgvin fyri broytingum á øllum økjum. Hesi vildu broyta samfelagið og virði okkara, ið longu tá vóru avoldað og útlúgvað. Partar av hesi tíð tikist vera leidd av óðnarveðri, har man inni í stilla eyganum á orkanini, sum man tekur til, hómar eina djúpa vón, idealir og ein ótemjandi frælsisanda, ið gav mót, at standa saman um bardaga móti stirvnum afturhaldi. Mangan kennist tað sorgblítt at hugsa, at hetta kanska var onnur bylgjan av einum mentan- arradikalum ráki vit hava haft. Hin fyrra byrtist og doyði við Krisin í Geil. Stendur man á Áarveg- num og sær við teim røttu eygunum, kunnu vit kanska enn síggja merkini á Høgu bygningunum á Vaglinum, eftir flóðalduni hendan tíðin setti eftir seg, áðrenn vónirnar hvurvu, og aldan fór aftur í seg sjálva. Sorg- blítt er tað, tí at fleiri av hesum fólkum eru horvin í dag, skolaði burtur við tíðaralduni, tey siga nú einki, ella tey eru beinleiðis endað handan tjaldið í samfelagnum, ið verjir politisk- sum peningavald og afturhald. Størsti veik- leikin, sæð við bakklók- skaparinnar ótolandi hvassa ljósi er sjálvandi, at fólk tá, og á Framanum og Oyggja- skeggja, kanska vóru alt ov radikal og ókritisk, hesir sosialistar, ið hataðu USA, hámettu heldur Kuba, Al- bania og slík lond. Hetta seinasta var stórur feilur, jú gamaní USA hevur verið, og er, herviligt kolonial- istiskt land, men lond handan gamla jarntjaldið vóru nógv verri. Tað, sum vit í dag kunnu sakna í okkara tíð, sum tey høvdu á Framanum, var andi og idealir, sum sett saman við móti og intellek- tuellum flogi, er slíkt, sum skapar og broytir tíðarrák. At vit kundu fingið ein sterkan avloysara til tjóð- skaparromantikkin, í øllum tess formum, um tað so er heimstaðarromantikkur, neo-regionalisma, at vit kundu skolað alt kjak um EIN føroyskan samleika langt burtur, og latið, menniskja komið fram um æviga føroyingin. Framhald av síðu 13 C M Y K 14