fríggjadagur 24. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
3
Mánakvøldið tann 13.
januar varð Olaf
Ellingsgaard árendur
í Vágatunlinum.
Hann breyt bein í
kroppinum á 12 yms-
um støðum. Olaf,
sum er fyrsta ferðslu-
offrið í undirsjóvar-
tunlinum, vil tó
sleppa sum skjótast
aftur í tunnilin at
arbeiða
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
»Fram kemur tann, ið hóv-
liga fer«, sigur gamalt
orðatak. Og tað kann vissu-
liga sannast, at bilførarin
hetta kvøldið hevur koyrt
alt annað enn hóvliga.
Um níggju tíðina mána-
kvøldið tann 14. januar
fingust Olaf Ellingsgard og
aðrir arbeiðsmenn frá NCC
við at sproyta betong á
veggirnar í Vágatunlinum.
Talan var um viðlíkahalds-
arbeiði, sum skuldi gerast.
Tunnilin varð ikki stongdur,
men lýst varð í útvarpinum,
at arbeitt varð í tunlinum,
og við tunnilsmunnan fingu
fólk at vita, at arbeitt varð,
og at tey skuldu koyra var-
liga.
– Sjálvur minnist eg onki
fyrr enn eg lá við andlitin-
um niður í asfaltið, sigur
Olaf Ellingsgaard, sum er
eiðismaður, men býr í
Havn.
– Eg kom úr lastbilinum
– eg haldi, at eg hevði verið
eftir matpakkanum. Og tað
næsta eg minnist er, at eg
liggi á asfaltinum og havi
ilt.
Ein bilur við fimm ung-
um fólkum, sum skuldu náa
Dúgvuna um Leirvíksfjørð,
var komin koyrandi við
rúkandi ferð inn ígjøgnum
tunnilin, og beint sum Olaf
fer úr lastbilinum, kemur
bilurin framvið. Men hann
koyrdi ikki framvið. Hann
rakti beint á Olaf.
Skógvarnir eftir
Hinir, sum arbeiddu í tunl-
inum hetta kvøldið, hava
fortalt fyri Olaf, at teir
hoyrdu eitt øgiligt buldur,
og sóu síðani skógvarnar
standa eftir við hosunum í.
– Beinini hjá mær lógu á
tvørs, og onki skil var á
armunum. Alt var knúst.
Ein arbeiðsmaður royndi at
leggja armarnar so nøkun-
lunda, men eg hevði øgiliga
ilt, greiðir Olaf frá.
Bilurin, sum koyrdi eini
200 km/t, rendi á Olaf, og
hann varð liggjandi á bilin-
um einar 150 metrar áðrenn
hann datt av aftur.
– Eg havi helst eisini ver-
ið inni í bilinum. Róðrið
var báknað, og eisini vóru
buglur á takinum.
Olaf var í hjálmi tá
óhappið hendi. Men stoyt-
urin var so harður, at hjálm-
urin fór sendandi upp og
endaði í krananum á lastbil-
inum, har hann skoraði seg
fastan.
– Dagin fyri hevði eg
brúkt einar arbeiðsskógvar,
sum komu longur upp á
leggin. Men eftirsum eg
sveittaði so illa, so skifti eg
til einar vanligar trygdar-
skógvar henda dagin. Um
eg hevði verið í hinum skón-
um, so hevði verið nógv
verri statt við beinunum hjá
mær, sigur Olaf, sum – eftir
umstøðunum – er komin
væl fyri seg eftir óhappið.
Sjúkrabilur kom úr Vág-
unum eftir Olafi, og hann
varð fluttur beinleiðis á
Landssjúkrahúsið.
– Eg havi gloymt eitt
sindur av tí, sum hendi
beint áðrenn óhappið, men
frá tí eg lendi á asfaltinum
minnist eg alt. Eg hevði
rættiliga ilt, tí eg varð flutt-
ur ofta. Og eg minnist, at eg
var kaldur og tystur, men
hinir breiddu klæðir útyvir
meg og góvur mær at
drekka.
12 brot
Olaf sigur, at mánakvøldið
tá hann kom á sjúkrahúsið,
hevði hann ógvuliga ilt í
herðablaðnum og økslini.
Morgunin eftir hevði hann
ilt í tærnum eisini.
– Mánakvøldið tapaðu
teir meg bara saman, og
týsdagin fór eg í skannaran
og røntkuna. Eg varð lagd-
ur undir skurð. Ein long
skurðviðger, sum vardi eini
tríggjar til fýra tímar. Ein
vøddi í yvirarminum var
farin, og høgra herðablað
og kúlurnar innanfyri vóru
knústar. Har eru jarntráðir
nú settir inn í fyri at halda tí
saman, greiðir Olaf frá.
Annað beinið varð eisini
latið upp, tí læknarnir
hildu, at har var eisini eitt
brot, men tá tað kom til
stykkið vóru tað tvey brot
innanfyri.
Mikudagin funnu lækn-
arnir sjey brot afturat. Fóta-
blaðið var brotið og allar
tærnar í knúsi. Harafturat
var tummilin eisini brotin,
umframt armurin beint yvir
hondliðinum.
– Morgunin eftir hevði eg
ræðuliga ilt í tærnum. Tað
var akkurát sum tannapína.
Tá eg njósti fekk eg eisini
ilt í ryggin, so eg havi helst
eisini brákað nøkur rivja-
bein. Ein flís var eisini farin
av eini tonn, og tað er so
alt, sigur Olaf, kanska eitt
sindur ironiskt. Óhappið
kundi jú enda nógv verri
enn tað gjørdi.
– Eg eri bara heppin, at
tað ikki hendi meira við
høvdinum ella innivølinum.
Vil arbeiða
– Tað ringasta við hesum
er, at man er púra hjálpars-
leysur. Men okay, tað venur
tú teg skjótt við, tí tær eru
so raskar her úti. Eg fái
næstan ikki flutt armarnar,
sigur Olaf, meðan hann vís-
ir okkum. Vinstra arm fær
hann flutt, meðan hann
førkar fingrarnar upp á
pannuna, og eitt sindur
niður á lærið. Høgri armur
er als ikki til at flyta, tí
herðablaðið er brotið.
Førarin á bilinum, sum
rendi á Olaf, var ein ungur
maður. Olaf hevur tosað við
mannin um tað, sum hendi.
– Hann hevði tað ógvu-
liga ringt. Tey ringdu her og
spurdu um eg vildi tosa við
hann, og eg helt, at um
hann kanska fekk tað betur
av tí, so kundi eg væl tað.
Eg eri ikki beiskur. Als
ikki. Vit høvdu arbeitt í
tunlinum í fleiri dagar, og
onki var hent.
Um uppmerkingina sigur
Olaf, at tað plaga at standa
skeltir, sum siga, at arbeitt
verður í tunlinum. Men
hvussu var hetta kvøldið
veit hann ikki.
– Vit plaga eisini at
steðga ferðsluni sjálvir, og
tá bilarnir komu inn í tunn-
ilin hetta kvøldið, fingu teir
boð um at koyra 30 km/t,
sigur Olaf, sum leggur aft-
urat, at øll hava annars
koyrt hampuliga.
Spurdur um hann ætlar
sær niður aftur í tunnilin at
arbeiða sigur hann av-
gjørdur:
– Tað vil eg sum skjótast.
Men nú eri eg sjúkrameld-
aður í minsta lagi fýra mán-
aðar. Hetta er 11. árið eg ar-
beiði í tunli, og eg vóni, at
eg sleppi niður aftur. Hetta
er fyrsta ferðin eg nakrantíð
havi fingið skaða.
Slapp við skelkinum
Olaf Ellingsgaard, sum er fyrsta ferðsluoffrið í
Vágatunlinum, breyt bein í kroppinum á 12 ymsum
støðum. Tó er Olaf bjartskygdur og vil sleppa aftur í
tunnilin at arbeiða sum skjótast, men fyribils er hann
sjúkrameldaður í fýra mánaðar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2