fríggjadagur 24. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
9
Almannamálaráðið
hevur keypt eini
sethús í Sandavági til
sambýli til sinnisveik.
Sambýlið er ætlað
fólki, sum ikki hava
bráfeingins viðgerð
fyri neyðini
ALMANNAMÁL
Edvard Joensen, Sandavági
Fólk við sinnisbreki fáa nú
tilboð um bústað í Vágum.
Serliga verður hugsað um
fólk, sum hava tilknýti til
oynna. Eini sethús í Sanda-
vági eru keypt til endamál-
ið. Almannamálaráðið hev-
ur keypt húsini.
Endamálið við sambýlin-
um er at hjálpa fólki við
ávísum tørvi at húsast fyri
seg sjálvan. Talan er um
fólk við sinnisbreki, sum
búgva heima hjá familju
ella á eitt nú psykiatrisku
deild, hóast tey eru liðugt
viðgjørd.
Rósa Samuelsen, borgar-
stjóri í Sandavági, sigur, at
hon fegnast um tiltakið.
Hon sigur kortini, at hon
ikki hevur fingið nakað ná-
greiniligt at vita frá Al-
mannamálaráðnum
um,
hvør fer at búgva í húsin-
um. Tó væntar hon, uttan tó
at kunna vísa á tað, at talan
verður um fólk úr Vágum,
sum í løtuni eru heima-
búgvandi. Hon sigur, at
tørvur er á slíkum staði í
Vágum.
Eisini vísir hon á týdn-
ingin av at hava slík sam-
býli, tí brúk er eisini fyri
teimum, sum hava sinnis-
brek. Tey hava sínar upp-
gávur í samfelagnum, sum
tey væl kunnu røkja. Tað
síggja vit sjónliga aðra-
staðani, har slík sambýli
eru, og brúkararnir sam-
stundis hava møguleika at
fara til arbeiðis á vardum
verkstøðum.
– Tann møguleikin eigur
eisini at vera í Vágum,
sigur borgarstjórin í Sanda-
vági og vísir á, at í Sørvági
er dagtilhald til millum
onnur júst teirra, sum fara
at búgva í sambýlinum í
Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at
tað hevur verið arbeitt
skjótt við málinum. Hon
sigur, at málið kom upp
fyrstu ferð á fundi við
landsstýrismannin við al-
mannamálum í Sandavági
tann 26. september í fjør,
og nú eru húsini keypt.
Tað verður pláss fyri
fimm fólkum í nýggja sam-
býlinum i Sandavági.
Tað bar ikki til at fáa
nærri at vita um keypið frá
landsstýrismanninum við
almannamálum, Pálli á
Reynatúgvu. Hvørki hvat
húsini kosta, um tey skulu
byggjast um, hvussu nógv
starvsfók verða í húsinum,
ella annað, vit ætlaðu at
spyrja hann um.
Bygdarráðslimir í
Kommunusamtakinu
m í Sundalagnum
høvdu mikudagin
fund um kommunu-
samanlegging. Fund-
urin varð hildin á
Hotel Vágum
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Vágar: Tey arbeiða mið-
víst við at leggja saman til
eina stóra kommunu kring
Sundalagið. Eisini Gjáar
Kommuna er við i sam-
takinum.
Mikudagin
hittust
kommunustýrislimir
í
kommununum fram við
Sundalagnum á fundi á
Hotel Vágum. Tað eru
kommunurnar úr Hósvik til
Haldarsvíkar,
Sunda
Kommuna
og
Gjáar
Kommuna, sum eru við í
Kommunusamtakinum
í
Sundalagnum. Talan er um
allar kommunurnar í Norð-
ur Eysturoy og Norður-
streymoy eystantil. Tó eru
Eiðis Kommuna og Funn-
ings Kommuna ikki við í
samtakinum.
Saksunar
Kommuna er eisini við,
men saksuningar hava gjørt
av at leggja saman við
Hvalvíkar
Kommunu,
eisini um stóra samanlegg-
ingin ikki verður til nakað.
Tað er semja millum
kommunustýrislimirnar í
samtakinum um at leggja
saman. Men samanlegg-
ingin er ikki gjørd við tað,
sigur Sofus Johannesen,
borgarstjóri í Gjáar Komm-
unu, sum var við á fund-
inum á Hotel Vágum miku-
dagin.
Avgjørt er, at kunnandi
fundir verða fyri allar borg-
arar í øllum kommununum,
og síðan skal fólkaatkvøða
haldast í hvørjari kommunu
sær fyri at vita, um fólk
yvirhøvur vilja leggja sam-
an.
Tað er soleiðis, at verður
gjørt av at leggja saman, er
eingin vegur aftur. Borðið
fangar. Stut og greitt tí, at
Kommunulógin loyvir ikki,
at kommunur verða býttar
sundur aftur.
Nevnt verður í tí sam-
bandinum, at eitt nú koll-
firðingar noyðast at verða
verandi
i
Tórshavnar
Kommunu, um teir vilja
ella ikki. Teir hava valt at
fara uppí, og soleiðis verð-
ur tað. Í hvussu er so leingi,
verandi kommunulóg virk-
ar.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvat fólk í kommununum
halda um samanleggingina,
sigur Sofus Johannesen,
borgarstjóri við Gjógv.
Sjálvur sigur hann seg ong-
ar negativar viðmerkingar
fáa frá gjáarfólki. Men
onkra aðrastaðni hevur
hann frætt, at onkur er, sum
ikki er fyri samanlegging.
Hóast tey tykjast fá, sum
siga frá.
Tað eru serliga eldru
fólkini, sum eru í móti
samanleggingini,
heldur
borgarstjórin við Gjógv.
Kanska tey, sum frá fyrr
minnast,
tá
smáu
kommunurnar vórðu til,
eftir at hava ligið saman við
størri bygdum. Tey hava
helst ikki hug at koma aftur
í ta støðu, tey minnast, at
tær stóru bygdirnar fóru við
øllum ágóðunum.
Men soleiðis metir sofus
Johannesen ikki støðuna
vera í dag. Fastar avtalur
verða gjørdar, og tær
munnu fara at verða hildn-
ar, heldur hann.
Hann vísir eisini á, at tað
verða fleiri og fleiri skyldur
lagdar á kommunurnar at
røkja, og tá krevjast stórar
kommunur. Eitt nú barna-
ansing og frítíðarítriv av
ymsum slagi. Slíkt, sum
eldri fólk vanliga ikki hava
so stóran tørv á, og tað
kann eisini ávirka støðu-
takanina eitt sindur, heldur
Sofus Johannesen.
Landsstýrismaður-
in við almannamál-
um noktar at úttala
seg til Sosialin um
mál, hann sum
landsstýrismaðurin
umsitur
Tá undirritaði í arbeiðs-
ørindum hósmorgunin
ringdi til landsstýris-
mannin við almanna-
málum, Páll á Reyna-
túgvu, at fáa nærri at
vita um húsini, Al-
mannamálaráðið hevur
keypt til sambýli í
Sandavági,
noktaði
landsstýrismaðurin
at
tosa við blaðmannin.
Grundgevingin var, at
hann tosaði ikki við sín-
ar egnu »bøðlar«. Undir-
ritaði fekk ikki aðra frá-
greiðing enn hana, at um
undirritaði blaðmaður
fekk tað sum hann vildi,
sat landsstýrismaðurin
ikki har, hann situr í dag,
segði Páll á Reynatúgvu.
Grundina til slíkt svar
má
undirritaði
bara
rokna seg fram til, og
verður úrslitið, at lands-
stýrismaðurin er for-
nermaður um skriving í
Sosialinum fyri árum
síðani um keyp og sølu
av fastari ogn millum
Páll á Reynatúgvu, tá-
verandi borgarstjóra á
Sandi, og Sands Komm-
unu.
Edvard Joensen
blaðmaður
Sosialurin
Vága redaktión
Óprofessionellur
landsstýrismaður
Sambýli til sinnisveik í Sandavági
Almannamálaráðið hevur keypt eini sethús í Sandavági til sambýli til sinnisveik
Mynd: Edvard Joensen
Fundur um Kommunusamanlegging
Bygdarráðslimir norðan úr Eysturoy og Streymoy hittust á fundi á Hotel Vágum mikudagin, har tosað varð um
kommunusamanlegging
Skipasmiðjan á Skála:
Gera tvey skip klár at flagga inn
– Tað hevur verið eitt
sindur slakt í byrjan-
ini av hesum árinum,
sigur stjórin, Marni
Olsen
ÍDNAÐUR
Vilmund Jacobsen
Skáli: Á Skipasmiðjuni á
Skála starvast umleið 75
fólk tilsamans; tá eru lær-
lingarnir á stál-og mask-
indeildini, sum eru út við
20 í tali og skrivstovufólk-
ið, íroknað.
Marni
Olsen,
stjóri,
sigur, at tað hevur verið eitt
sindur slakt við arbeiði í
byrjanini av hesum árinum,
men nú eru teir so í holt við
at gera tvey skip klár at
flagga inn undir føroyskt
flagg.
Westward
Westward, sum Kongs-
havnar Trolarafelag eigur,
stendur í løtuni í dokkini.
Skipið, sum er ein kombin-
eraður trol-og nótabátur, er
keypt úr Skotlandi og er á
veg undir føroyskt flagg.
Nøkur krøv, sum Skipasýn-
ið og klassin seta, skulu fáa
uppá pláss, og somuleiðis
er skipið málað.
– Reiðarin samskiftir við
skipasýn og klassa, og vit
gera so tað, ið neyðugt er.
Ein partur av hesum snýr
seg um brand-og trygdar-
útgerðina umborð, sigur
Marni.
Westward kom higar til
lands fyrst í hesum árinum
og hevur ligið á Skála einar
14 dagar. Skipið verður
ikki liðugt í hesi vikuni, og
helst gongur øll komandi
vika, áðrenn loysast kann
undir føroyskum flaggi.
Sjagaklettur
Trolarin, Sjagaklettur, sum
hvalbingar hava keypt úr
Íslandi, er eisini á veg undir
føroyskt flagg. Her seta
Skipasýn og klassin eisini
nøkur krøv og arbeiðið,
sum skal gerast í hesum
sambandi, verður gjørt á
Skála.
Marni sigur, at nokso fitt
er at gera við skipið, bæði
apeteringsarbeiði,
stál-
arbeiði og maskinarbeiði.
– Ætlandi verður Sjaga-
klettur liðugur um einar 5
vikur ella so. Arbeiðið uppá
skipið er mett at kosta
millum 2 og 3 milj. krónur
– alt eftir, hvørji krøvini
verða, tá ið saman um kem-
ur, sigur hann.
Tilboð er givið uppá ein
part av arbeiðinum, og fyri
ein part av stálarbeiðinum
er avtalaður ein kiloprísur.
Eingin bygging
Sum skilst á Marna, er
eingin nýbygging í ljós-
mála í løtuni.
Vit taka okkum mest av
umvælingararbeiði, og so-
leiðis verður tað ivaleyst
eisini frameftir, sigur hann.
– Vit hava gott fólk, og
nógvir mans hava verið til
arbeiðis á skipasmiðjuni í
mong, mong ár, bæði
smiðjumeistarar, bedings-
meistarar og menn á stál-
deildini.
Áhugavert kann vera at
nevna, at tá ið arbeiðir
verða boðin út, kemur
meira enn so fyri, at Tórs-
havnar Skipasmiðja og
Skipasmiðjan
á
Skála
kappast um at fáa arbeiðini.
– Jú, hetta kemur fyri,
men tað er ikki soleiðis, at
vit royna at kubba høvdið
av hvørjum øðrum. Hvussu
eitt tilboð fellir, avhongur
eisini av, hvussu "svangur"
tú ert, sigur Marni Olsen.
Tá ið Tórshavnar Skipa-
smiðja í sínari tíð keypti
Skipasmiðjuna á Skála,
fekk Poul Mohr skotið í
skógvarnar, at nú fór eingin
kapping at vera á økinum,
men hetta er eftir øllum at
døma ikki allur sannleikin.
75 fólk eru til arbeiðis á
Skipasmiðjuni á Skála, harav
út við 20 lærlingar. – Tað
kemur fyri, at vit kappast um
tilboðini við Tórshavnar
Skipasmiðju, sigur stjórin á
Skála, Marni Olsen.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Garnabáturin, Nim, hevur
landað 32.000 pund av
havtasku á Tvøroyri hesa
vikuna.
Á virkinum hjá Fiska-
virking siga tey, at hetta er
ein góður túrur.
Trolarin,
Vesturskin,
hevur eisini landað á Tvør-
oyri í vikuni; teir høvdu
120.000 pund av upsa.
Fiskavirking á Tvøroyri
hevur eisini keypt nakað av
upsa frá Bresti, sum land-
aði í Hvalba.
Møguliga verður onkur
landing aftrat í dag ella í
morgin.
Nógv arbeiði
Bjarni Hansen, virkisleið-
ari, sigur, at nógv fiska-
arbeiði hevur verið á
virkinum, síðan gongd kom
á aftur eftir nýggjár.
– Vit hava arbeitt hvønn
dag, síðan vit tóku ímóti
fyrstu lastini í hesum
árinum, sigur hann.
Góður
havtaskutúrur
Garnaskipið, Nim, hevur í vikuni landað 32.000 pund av havtasku á Tvøroyri.
Tvey nótaskip á
Fuglafirði
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Havsbrún í Fuglafirði
eru tey so smátt komin í
gongd aftur eftir, at fram-
leiðslan á virkinum at
kalla hevur ligið still síðan
fyri jól.
Fyrsti nótabáturin, sum
hevur verið á Fuglafirði í
ár, er Christian í Grótin-
um, sum hevði 800 tons av
svartkjafti. Teir landaðu
týsdagin.
Tá ið vit frættu av virk-
inum í gjár, hevði Norð-
borg eisini boðað frá land-
ing. Teir høvdu eisini 800
tons av svartkjafti.
Ymiskar broytingar eru
gjørdar á Havsbrún sein-
astu tíðina, og virkið hevur
eisini fingið eina nýggja
turku.
Christian í Grótinum var á Fuglafirði týsdagin við 800 tonsum av svartkjafti.
C
M
Y
K
9
8