fríggjadagur 24. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
11
Tunnlar er á ymsan hátt tryggir farvegir, men tað
skerst heldur ikki burt, at teir kunnu vera sera
vandamiklir, um óhappið hendir. Vágatunnlin er
nakað heilt fyri seg, og har eigur als einki at
kunna henda. Kortini er longu eitt álvarsamt
óhapp hent í hesum tunnli.Tað kundi verið ein
stór vanlukka, um illa vildi til. Almenningurin
hevur krav uppá, at nakað álvarsamt verður gjørt
til tess at bøta um ella bara tað at raðfesta trygd-
ina hægri. Tað er tørvur á, at tiltøk verða framd
til tess at tryggja, at bilførarar halda seg innan
markið fyri mest loyvdu ferð. Her er als ikki nóg
væl lýst í sjálvum tunnlinum, hvat mest loyvda
fer er. Er hon 50, 60 ella 80 km um tíman?
Tunnilsvegurin er jú sum ein annar rasarabani og
her ikki minst hjá ungum fólki, sum koyra um
næturnar t.d. í ella úr dansi, og tá tað er meira
ella minni frí koyring, tí tá er mest sannlíkt, at
løgreglan ikki er til arbeiðis. Her má nakað
gerast sum skjótast. Vit hava fleiri ferðir á hesum
stað eftirlýst ein ferðslupolitikk í sambandi við
undirsjóvartunlar. Hvat t.d. við løgregluni.
Hevur hon sett út í kortið av nýggjum við hesi
nýggju ferðslumentanar avbjóðingini eitt nú at
hava løgreglufólk koyrandi um næturnar!
Spurningurin um eftirlit við ferðsluni i tunnl-
inum eigur at verða tikin upp. Vágatunnilin er so
sermerktur, at hann krevur serstakar atgerðir til
tess at eftirlitið skal verða nóg mikið neyvt.
Spurningurin er um ikki videoupptøkutól áttu at
verið nýtt í eftirlitinum. Hetta hevði eisini bøtt
sum trygdina sum heild. Videotól verða uttan-
landa nýtt á vegastrekkjum, har tørvur er á sera
neyvum eftirliti við ferðsluni. Hetta er eitt sera
víðgongt stig at taka, men alt eigur at verða gjørt
til tess at byrgja fyri tí stóru vanlukkuni.
Eisini trygdin í øllum hinum tunnlunum eigur at
verða tikin upp til metingar. Tá fíggjarlógin varð
lýst vísti tað seg, at alt ov lítið er sett av til at bøta
um tunnilstrygdina sum heild. Hetta kann ikki
góðtakast, og eigur málið tí at verða tikið upp-
aftur. Hvør hevur ábyrgdina, um ein stórvan-
lukka hendir í einum tunnli, og tann neyðturvi-
liga útgerðin ikki er tøk inni í fjallinum? Tann tíð
er farin, tá tey ferandi lótu sær lynda bert at
koma fram sum skjótast. Fólk krevja trygd, og
fólk vita, at heilt nógv kann gerast til tess at bøta
um trygdina. Men hetta kostar pengar, og tað er
skyldan hjá avvarandi myndugleikum at útvega
tann pening, sum trygdin kostar. Verður spart á
hesum øki, kann tað gerast nógvar ferðir dýrari í
seinna enda.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trygd í tunlum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Jensen
Hvalvík
Som en af de tusinde tilsku-
ere til verdenspremieren på
den
fabelagtige
Holly-
woodunstruktør,
Anfinn
Kallsberg’s nyeste mester-
værk „Korsfæstelsen" føler
jeg trang til at skrive nogle
ydmyge og beundrende be-
mærkninger.
Selvom manuskriptet var
meget tyndt, og handlingen
var
noget
langtrukken,
lykkedes det vor guds be-
nådede instruktør at holde
hele nationen naglet til TV-
skærmen i flere timer. I
sandhed en flot præstation,
når man tænker på at alle
andre end instruktøren selv
kendte resultatet på for-
hånd.
Titlen „Korsfæstelsen" er
meget sigende og giver
stykket et passende tilskud
af religiøse undertoner, der
er helt rimelige, når man
tænker på at Folkeflokken
ligesom jøderne korsfæst-
ede en af deres egne unden
nogen grund.
Det usympatiske ved
stykket var den ukritiske
brug af mental vold, der
blev anvendt på hovedper-
sonen. Ren sadisme fra in-
struktørens side, men selv-
følgelig, havde man fulgt
de diskrete henstillinger,
man havde fået fra humane
aktører som Tjóðveldis-
flokkurin, Sambandsflokk-
urin og Javnaðarflokkurin,
var der jo ikke blevet noget
skuespil.
Det bærende element i
stykket
var
naturligvis
selve torturen af offeret,
mesterligt opbygget af vor
egen kommunistforskrækk-
er, Shakespeare skuespill-
eren Óli Breckmannn. Det
skal indrømmes, at nogle af
hans replikker ikke var helt
up-to-date, og hørt hjemme
i den kolde krigs tid, men
gode tekstforfattere hænger
ikke på træerne i dag.
Ellers var hans retorik en
sydstatsprædikant værdig.
Óli er et fund i et hvert
skuespil. Ofte kan han bære
stykket alene.
Efter en uendelighed af
grove insinuationer lykk-
edes det så endeligt at få
hovedpersonen
udmyget
igennem pløret og til at
bryde
samman
i
fuld
offentlighed.
Det er svært at forstå et
sådant TV-stykke, men
måske har instruktøren en
overordnet hensigt, der
ikke fremstår klart for al-
mindelige dødelige.
Personlig synes jeg, det
var et væmmeligt skuespil,
og når man så tænker på at
alle skuespillerne er på
finansloven, mener jeg
tiden er inde til at skære
drastiskt ned på kultur-
støtten. Er det en sådant
makværk, vi reaktionære
skatteydere skal betale for?
Nå, men det var jo bare et
skuespil, den slags unød-
vendige idioti sker jo
heldigvis ikke i virkelig-
heden.
Teatermeldelse
Atli Hansen
Í 4-spalta grein í Dimma
lætting 22.01.03 roynir Ell-
intur Abrahamsen helst at
rættvísgera sína niðurbind-
ing av skipaflotanum við at
lýsa verkfall fyri sínar limir
frá ársbyrjan.
Nú siga serfrøðingar, at
eingin tímir at lesa eina so
langa grein og serliga ikki
tá íð hon bara er spekkað
við fakligum upplýsingum.
Men vit, sum fingu høvi at
snodda til samráðingarnar.
kunnu fara inn á tað regl-
una, sum viðkemur okkum
og her vil Ellintur Abra-
hamsen breggja sær av at
hava vunnið 0,25 part aftur-
at til 2. stýrimann á nóta-
bátunum.
Men hvør er veruleikin?
Ein Pyrrhus sigur.
Á makrelveiðu í januar
mána 2002 fekk 2. stýri-
maður á Jupiter kr. 157.000
+ frítíðarløn kr. 18.850 við
at fáa 1,25 partar - íalt kr.
175.850
Í januar mána 2003 fær 2.
sýrimaður á Jupiter við 1,5
parti kr. 54.000 + frítíðar-
løn kr. 6.480 - íalt kr.
60.480 og har kemur ikki
meira nú, tí makrelurin er
farin suður um tað markið,
sum nótaskipini hava loyvi
at koma til.
Munin streikaði Ellintur
Abrahamsen burtur við
millum lítlari og ongari
undirtøku frá limunum. 1.
stýrimennirnir
á
teimu
størru nótabátunum máttu
gjalda við at fara níður í
hýru.
Prísurin, sum 2. stýri-
maður á Jupiter mátti
gjalda bara í januar mána
2003 fyri tvørheitina hjá
formanninum
er
kr.
115.370. Tað eru 8 nótaskip
við 8 2. stýrimonnum. Aft-
urat hesum koma 8 reiða-
ríir, sum hava mist stórar
inntøkur (og hetta var sjálv-
andi endamáli) fyri ikki at
tala um tey samfelagsvirðir,
sum eru farin fyri skeyti og
ongantíð koma aftur.
Í gerandisdegnum ar-
beiða manningar og reiða-
ríir ógvuliga væl saman og
nógvir batar verða gjørdir í
sáttmálaskeiðinum við ein-
um gevandi samarbeiði
ímillum arbeiðsgevara og
arbeiðstakara, men tá íð
feløgini koma upp í fær tað
ongan enda, fyrr enn annar
parturin liggur eftir á.
Niðurbrótandi
arbeiðs-
kampar, endaleysar sam-
ráðingar um smáting og
undirskriving av sáttmálum
í svøvnrúsi hoyra eini farn-
ari tíð til. Samarbeiði um
felags mál hoyra framtíðini
til.
Tvørir fakfelagsformenn
eiga ikki einsíðað at kunna
leggja eitt samfelag lami.
Tað er einki lutfall millum
tey smáting, sum verða nýtt
til at steðga einum samfe-
lag við og tey virðir, sum
eru í vanda ella beinleiðis
fara fyri skeyti. Tapini
verða ongantíð innaftur-
vunnin. Tí mugu aðrar leið-
ir finnast og tær finnast.
Tí er spurningurin um
ikki bæði arbeiðsgevarar og
arbeiðstakarar
á
fiski-
vinnuøkinum áttu at tikið
seg burtur úr sínum fe-
løgum og saman gjørt teirra
egna forum, har framtíðar
samarbeiðshættir
vera
mentir og avtalaðir út frá
teimum veruligu umstøð-
unum og teimum felags
áhugamálunum, vit hava - í
staðin fyri beinhart fakfe-
lagstyranni.
Men ein slík nýhugsan
krevur dirvi. Hon kann
hava arbeiðsloysi við sær -
millum tey, sum skulu liva
av ósemjum.
Er eitt lemjandi verkfall alt stríðið vert?
VIÐMERKINGAR
Ellintur M.
Abrahamsen
v/ Føroya Skipara- og
Navigatørfelag 16. januar
2003
Í nýggja sáttmálanum,
sum undirskrivaður varð
millum Føroya Skipara-
og Navigatørfelag og Før-
oya Reiðarafelag 4. jan-
uar 2003, vóru gjørdar
broytingarnar, sum skriv-
að niðanfyri. Tað, sum
verður skrivað við skrá-
skrift er sjálvar broyting-
arnar. Viðmerkingarnar
til tey einstøku stykkini
eru skrivað við vanligari
skrivt:
1 §2, stk. 12. Undir uppi-
løgu, verftsuppihaldi v.m.
av tí skipi, skipari/stýri-
maður vanliga ger tænastu
umborð á, kann skipari
/stýrimaður og reiðari gera
avtalu um, at skipari/-stýri-
maður fær loyvi til at gera
tænastu við øðrum skipi hjá
øðrum reiðara, uttan at
missa uppsagnarfreistina,
men at hendan tænasta ikki
telur við í hansara upp-
sagnarfreist.
Viðmerking til 1: Í § 2, stk.
8. stendur, Skipari/stýri-
maður hevur rætt til:
• 1 mánað uppsagnarfreist,
tá viðkomandi hevur verið
mynstraður samanhangandi
í sama reiðarí í eitt ár.
• 2 mánaðar uppsagnar-
freist, tá ið viðkomandi
hevur verið mynstraður
samanhangandi
í
sama
reiðarí í tvey ár.
Í §2, stk. 10 stendur: »við
samanhangandi skilst, at
skipari/ stýrimaður ikki
hevur verið mynstraður við
øðrum reiðaríi/ skipi í
millumliggjandi tíð.«
Tað er komið fyri, at
skipari hevur mist rættin til
uppsagnarhýruna, orsakað
av, at viðkomandi hevur
verið við skipi hjá øðrum
reiðarí, vegna tað, at skipið,
viðkomandi var skipari á,
lá, tí skipið onga kvotu átti.
§ 2, stk. 12 er fingið inn í
sáttmálan, so at skipari og
stýrimaður, ið hevur frí frá
skipinum viðkomandi, sigl-
ir fast við, kann gera avtalu
við reiðaríið, um viðkom-
andi ætlar sær við øðrum
reiðaríi, tá skipið viðkom-
andi er við, ikki er í vinnu,
ella at viðkomandi hevur frí
ein langan túr, og viðkom-
andi fer ein stuttan túr við
einum øðrum skipi. Fyri at
verveita rættin til uppsagn-
arhýruna, skal viðkomandi
tó vera tøkur at fara avstað
við skipinum, viðkomandi
siglir við, tá skipið skal
fara.
Í FSN ætlaðu vit at fáa
fylgjandi tekst inn: »Liggur
skipið, skipari/ stýrimaður/
stýrimenn vanliga ger tæn-
astu á, og viðkomandi fer
við skipi hjá øðum reiðarí
ímeðan, skal hetta tó ikki
skerja rættin til uppsagnar-
hýruna, skipari / stýrimaður
skal tó verða tøkur, tá skip-
ið fer aftur til fiskiskap«.
Ta orðingina fingu vit
ikki semingsmenninar at
taka við. Munurin er, at
eftir uppskotinum hjá FSN
hevur maður skipari/ stýri-
maður ikki skyldu at spyrja
reiðaríið,
um
hvat
viðkomandi brúkar sína
frítíð til.
Í orðingini, sum kom inn
í sáttmálan, so missir skip-
ari/stýrimaður ikki rættin
til uppsagnarhýruna, um
viðkomandi mynstrar við
einum øðrum skipi enn tí,
sum viðkomandi er fast
við, treytin er tó, at við-
komandi skal hava gjørt
avtalu við reiðaríið.
1 Í §5, Stk. 1, blivu 3 mán-
aðir broyttir til 2,5 mánaðir.
Í §5, stk. 3 blivu 4 mánaðir
broyttir til 3,5 mánaðir.
Teksturin er tí nú:
Tá
skipari/stýrimaður
hevur verið mynstraður við
skipi í minst 2,5 mánaðir,
hava teir rætt til fría heim-
ferð.
Stk. 2. Skipari/stýrimað-
ur skal tó halda fram í
starvinum í upp til ein
mánað, um tað verður mett,
at skipið í hesum tíðar-
skeiði kemur í havn, haðani
heimferðin fer at kosta
munandi minni ella er
munandi lagaligari.
Stk.3. Mynstrað verður
ikki av í fremmandari havn,
fyrr enn avloysari er komin
til skipið, og mynstrað er til
nýggjan túr. Tó kann reiðari
ikki draga túrin út um 3,
ávíkavist 3,5 mánaðir, uttan
at avloysararnir eru seink-
aðir av orsøkum, sum eru
reiðaranum óviðkomandi.
Viðmerking til §5, stk. 2
verður sagt, at skipari/stýri-
maður skal tó halda fram í
starvinum í upp til ein
mánað, um tað verður mett
at skipið í hesum tíðar-
skeiði kemur í havn, haðani
heimferðin fer at kosta
munandi minni ella er mun-
andi lagaligari, so merkir
hetta sjálvsagt ikki, at: . .
Skipari/stýrimaður skal tó
halda fram í starvinum í
upp til ein mánað, um tað
verður mett, at skipið í hes-
um tíðarskeiði ikki kemur í
havn, haðani heimferðin fer
at kosta munandi minni ella
er munandi lagaligari. Sagt
við øðrum orðum, at um
skipið er í eini havn t.d.
Harbour Grace, og vantandi
kemur aftur í somu havn
ein mánað seinni, so gevur
tað ikki reiðarínum rætt til
at halda skipara/ stýrimanni
út um 2,5 mánaðir, tí treytin
er, at ferðin kann gerast
munandi lagaligari ella
bíligari.
1
Í § 10 er komið nýtt
stk. 8 og er soljóðandi: §2
stk. 8. Skipari/stýrimaður,
ið er bundin at skipinum
undir landing í Føroyum,
eigur rætt til løn smb. § 15
stk. 2. T. v.s at viðkomandi
eigur
niðursiglingarhýru
fyri ta tíðina.
4
Í §12 er sum nýtt stk.
1 sett: . Royking verður
bannað felagshølum um-
borð.
5
Í § 12 er loyvdur frá-
dráttur fyri proviant dag-
førdur til at vera 80 kr. pr.
dag pr. mann, grundað á
prístalið 01012002.
6
Í §20, um søluvirði,
er skoytt upp í 1 stk: »Sølu-
gjaldið skal ikki vera hægri
enn veruligi kostnaðurin«.
1
Í 25 um inntøkutaps-
trygging, er treytin, at
skipið skal hava ligið í minst
14 dagar fyri at hava rætt
til tryggingarútgjald, frá 8.
degi, strikað.
1
Nýggj § 34, um eftir-
útbúgving og skeiðvirk-
semi, er komin inn í sátt-
málan, og er soljóðandi:
Reiðaríið rindar fyri øll
kravd skeið, so sum brand-
skeið og trygdarskeið har
reiðaríið skal gjalda skeið-
kostnaðin,
og
skipari/-
stýrimaður setur frítíð til
fyri at fara á skeið. Eftir-
útbúgving og skeiðsluttøka
uttanlanda verður at avtala
millum skipara/stýrimann
og reiðaríið.
2. partur
Serreglur (reglur fyri
hvønn skipabólk)
9
Í sáttmálanum - Línu-
skip/snelluskip til ísfisk
verður bonusið hjá skipar-
anum lækkað frá at verða
3,2% til at vera 3%, og hjá
stýrimonnunum
verður
bonusið lækkað frá at vera
1,6% til at vera 1,5% .
Prosentini, tá tað eru 13
menn ella færri, lækkaðu
tilsvarandi.
Um ein í nøkrum føri
kann siga, at kravið hjá
Føroya Reiðarafelag hevur
verið grundað, so var tað í
sáttmálanum fyri línuskip.
Søgan í tí málinum er:
Fyrr var tað soleiðis, at í
sáttmálanum millum Før-
oya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag var tað
soleiðis, at reiðaríið fekk
ein
manningarpart
fyri
egningarmaskinuna. Í 1986
kravdi FR, at reiðaríini,
eftir sáttmálanum millum
FSN og FR, skuldu hava
ein part fyri egningar-
maskinuna. Tað vildu vit í
FSN ikki góðtaka í fyrstani,
men samdust so um, at
loyvt skuldi verða at rokna
einn manningarpart fyri
egningarmaskinuna, men
so skuldu eykapartarnir hjá
skipara og stýrimonnum
hækka ávikavist frá 3% til
3,2% og frá 1,5% til 1,6%.
Síðan er tað hent, at fyrst
bleiv bert at rokna egning-
armaskinuni 0,5 part, og so
seinni, eg haldi tað var í 99,
varð tað strikað í øllum
sáttmálum, at loyvt var at
rokna egningarmaskinuni
part. Sostatt bleiv grundar-
lagið fyri hækkingini, sum
varð gjørd í eykapørtunum
hjá skipara og stýrimonn-
unum, burtur.
1 Í § 42 sáttmálanum fyri
kraftblokkaskip við nót og
troli. Stk. 1 fyri skip minni
enn 1.5000 brt. ( við nót)
vóru reglurnar:
Um manningartalið er 12
ella fleiri, um roynt verður
við troli, var eykaparturin
hjá 2. stýrimanni 0,5 eyka-
part. FR hevur tó í teirra,
broytta sáttmála, sett eyka-
partin hjá 2. stýrimanni til
0,25 og hava avroknað eftir
tí, hóast teir eru gjørdir
varugir við, at tað er skeivt.
Um manningartalið var
11 ella minni, svaraði eyka-
parturin til 0,25 part.
§ 42, stk. 2. Fyri skip
minni enn 1.500 brt (við
troli) vóru reglurnar:
Skiparin fekk 1,75 eyka-
part. 1. stýrimaður fekk
0,75 eykapart. 2. stýri-
maður fekk 0,25.
Eftir nýggja sáttmálanum
er tað nú fyri: Skip minni
enn 1500 brt við nót, bæði
um manningartalið er 12
ella fleiri og 11 ella minni,
og tá somu skip veiða við
troli, er eykaparturin hjá 2.
stýrimanni broyttur til at
vera 0,375 eykapart. T.v.s
ein lækking frá 0,5 til
0,375, tá roynt verður við
nót og 12 menn ella fleiri
eru við, og ein hækking frá
0,25 til 0,375, tá roynt
verður við troli, um 11
menn ella færri eru við. Tá
roynt verður við troli, er
parturin eisini hækkaður
frá 0,25 til 0,375 eykapart.
Fyri
kraftblokkaskip,
yvir 1500 brt, ið royna við
nót og troli, var tað soleiðis,
at:
Skiparin fekk
1,75 eykapart
1 stýrimaður fekk
0,75 eykapart
2. stýrimaður fekk
0,25 eykapart
Sersáttmáli var tó fyri Christ-
ian í Grótinum og Krúnborg,
ið segði at:
Skiparin fekk
1,75 eykapart
1 stýrimaður fekk
0,875 eykapart
2. stýrimaður fekk
0,5 eykapart
Eftir nýggja sáttmálanum er
tað nú:
Skiparin fær
1,75 eykapart
1 stýrimaður fær
0,775 eykapart
2. stýrimaður fær
0,5 eykapart.
Sostatt er parturin hjá 1.
stýrimanni á Krúnborg og
Chr. Í Grótinum lækkaður
frá 0,875 til 0,775, og
parturin hjá 1. stýrimanni á
øllum hinum nóta- og trol-
skipunum yvir 1500 brt er
hækkaður frá 0,75 til 0,775.
Parturin hjá 2. stýrimanni
er nú á øllum nóta- og trol-
skipum yvir 1500 brt 0,5
eykapart.
1
Eykapartarnir í ser-
sáttmálanum fyri JUPITER
eru teir somu sum fyri
onnur nóta- og trolskip yvir
1500 brti, men býtispro-
sentið 20.
2
Tað var eingin sátt-
máli fyri NORÐBORG, tá
teir framleiddu, annahvørt
skóru til flak ella heil-
frystu.
Nú er sersáttmáli gjørdur
fyri NORÐBRG, ið sigur:
Fyri nóta- og trolveiðu
utttan
viðgerð
umborð
verður avroknað sambært §
42 í sáttmálanum. Kraft-
blokkaskip við nót og troli
fyri skip omanfyri 1.500
BRT. Parturin til mann-
ingina er her 17,5%. Verður
ein partur av veiðuni við-
gjørdur skal hesin avrokn-
ast eftir talvuni niðanfyri.
Er meira enn helvtin av
veiðuvirðinum virkað vøra
verður øll lastin avroknað
eftir talvuni niðanfyri.
Tá framleitt verður um-
borð er parturin til skipara
og manningina:
28 mans ella fleiri 28,00%
27 mans
27,75%
26 mans
27,50%
25 mans
27,25%
24 mans
27,00%
23 mans
26,75%
22 mans
26,50%
21 mans
26,25%
20 mans
26,00%
Aftrat omanfyri nevndu
hýru til skipara og manning
verða
eykapartarnir
til
skipara og stýrimenn so-
leiðis:
Skipari
1,75 eykapart
1. Stýrimaður
0,825 eykapart
2. Stýrimaður
0,50 eykapart
Er skipið á eini framleiðslu,
sum fellur uttanfyri minstu-
lønarskipanina,
tryggjar
reiðaríið ta alment ásettu
inntøkutrygdina.
Tá manning fer umborð
ella á land uttanlands sam-
bært skiftisskipan, rindar
reiðaríið hesar útreiðslur.
Reglur um avloysara-
skipan:
Skipari og stýrimenn øðru-
megin og reiðaríið hinu-
megin skulu, áðrenn túrur
byrjar, avtala eina avloys-
araskipan.
Grundarlagið fyri eini
slíkari skipan er, at mann-
ingin so vítt gjørligt eftir
eini frammanundan lagdari
ætlan er eina ávísa tíð
umborð og í landi.
1 Skipari/stýrimaður og
reiðarí kunnu eisini avtala,
at inntøkurnar kunnu javn-
ast yvir eitt longri tíðar-
skeið, so at parturin pr. dag
verður tann sami hjá øllum,
og at skipari/stýrimaður
verður avroknaðir eftir
teimum døgum, teir eru
umborð. Fyrsta tíðarskeiðið
verður frá byrjan til endan
av summarsildafiskiskap-
inum.
1
Miðað verður eftir, at
hvør maður er umborð 2/3
av samlaða dagatalinum,
skipið er í vinnu í einum
ári.
1
Goldið verður skip-
ara og stýrimonnum fyri
hvønn mánað so nær upp á
ætlaðu inntøkuna sum gjør-
ligt. Hetta er eisini galdandi
fyri teir, sum eru heima.
1
Avloysarar fáa ta dag-
løn, sum er galdandi í tí
skeiði, viðkomandi er um-
borð.
Verður eitt fast útgjald pr.
mánað, kann reiðaríið í
slíkum útgjaldi mótrokna
útgoldna inntøkutrygd hjá
viðkomandi.
1
Í sáttmálanum fyri
»Veiðu við trolarum á salt-
fiska- og flakaveiðu« bleiv
skoytt upp í: og/ella at
fiskurin verður viðgjørdur,
so sum kruvdur, kruvdur og
avhøvdaður ella skráskorin
v.m.
1
Í
sáttmálanum
»Frystitrolarar, sum heil-
frysta umborð« varð skoytt
upp í: Og / ella at fiskurin
verður viðgjørdur, so sum
kruvdur, kruvdur og av-
høvdaður ella skráskorin
v.m..
Viðmerking til 12: Til
sáttmálan fyri frystitrolarar
sum heilfrysta umborð
høvdu vit í FSN skotið upp
at yvirskriftin bleiv broytt
til: »Heilfrystur fiskur er
fiskur, sum er frystur við
høvdi og gørnum« .
Hví
semingsmenninir
funnu upp á at koma við
einari yvirskrift til henda
sáttmálan, sum eisini er
skoytt upp í ein annan sátt-
mála, virkaði heilt løgið,
men FSN góðtók uppskotið
alíkavæl út frá tí, at teir
flestu trolararnir, sum hava
brúkt sáttmálan, eru navn-
givnir til at brúka »Sátt-
málan fyri trolarar á salt-
fiska og flakaveiðu«, sum
eisini hevur fingið sama
ískoyti.
Úrslitið av sáttmálasamráðingunum 3. og 4 januar 2003
C
M
Y
K
11
10