fríggjadagur 24. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 16 - 24. januar 2003
Nr. 16 - 24. januar 2003
21
veruliga
høvdu
vunnið
stóra vinningin.
Stuttligur túrur
- Vit fóru til Havnar týs-
dagin, so vit kundu fyri-
reika okkum til innkeyps-
túrin, men eisini fyri at
hugna okkum, siga tey
bæði.
Petra og Hans Jørgin
fingu sær kamar á sjó-
mansheiminum, og síðani
fóru tey í Miklagarð at
hyggja, hvat handilin hevði
at bjóða.
Petra sigur frá, at tey
týskvøldið vóru og bowl-
aðu. Flennandi sigur hon, at
hon smurdi Hans Jørgin av.
Mikumorgunin
kl.
9
skuldi so slagið standa.
Bert annað av teimum
slapp at fylla vognin, og tað
skuldi Petra gera, hevði
Hans Jørgin gjørt av.
Teir tilmáldu 10 minutt-
irnir vóru at rokna frá tí
løtu, hon loysti vognin, til
alt var komið gjøgnum
kassan. So tað ráddi um at
skunda sær, so mest kundi
fáast burturúr.
Fyrst var Petra heldur
smæðin og komdi sær ikki
væl at leika so í. Men so
hvørt minuttirnir gingu,
gloymdi hon alt rundanum
seg og tuskaði og rann, og
legði líka í, hvønn hon
trokaði til viks.
Og væl kom burturúr hjá
henni. Tá ið seks minuttir
vóru eftir, fór hon til kass-
an, og tað eydnaðist henni
at fáa alla vøruna ígjøg-
num, áðrenn tíðin var úti.
Uppá 10 minuttir megnaði
Petra at keypa fyri 6.152
krónur og 82 oyru.
Petra sigur, at hon var
móð, tá ið hon kom til kass-
an. Men hetta var ein sera
stuttligur
innkeypstúrur,
siga Petra og Hans Jørgin.
Samlaða virði á vinn-
inginum,
sum
hepnu
hvannasundshjúnini vunnu,
var nú komið uppá 25.000
krónur.
Ikki so galið, tá ið tú als
ikki veitst, at tú ert við í
nøkrum lutakasti um nakað
sum helst...
Mikudagin sluppu
Petra og Hans Jørgin
Nysted úr Hvanna-
sundi í Miklagarð í
SMS at fylla so nógv í
vognin, sum tey
megnaðu í 10
minuttir. Tey gjørdust
nevniliga hepnu
vinnararnir av stóru
haldarakappingini,
sum Sosialurin
skrivaði út undan
jólum. Hóast tað var
Hans Jørgin, sum
hevði vunnið, so helt
hann, at tá ið kona
hansara hevði keypt
inn til húarhaldið øll
23 árini, tey hava
verið gift, so skuldi
hon eisini gera tað
hesa ferð. Og rætt
gjørdi hann, tí Petra
fekk væl burturúr
VINNINGUR
Orð: Rúna Sivertsen
Myndir: Jens K. Vang
- Eg var eftir gággum, tá ið
elsti sonurin ringdi umborð
og segði, at Sosialurin
hevði ringt. Eg hugsaði
bara, at teir vildu spyrja
meg um eitthvørt viðvíkj-
andi útróðri, tí tað eri eg
onkuntíð fyrr spurdur um
av fjølmiðlunum, sigur
Hans Jørgin.
Um sekstíðina seinna-
partin, tá Hans Jørgin kom
til hús henda dagin, royndi
hann at ringja á fartelefon-
ina, hann hevði fingið
nummarið á, men hon svar-
aði ikki. Dagin eftir royndi
hann aftur, men tá var
Sosialurin farin í jólafrí.
Tá so verdóttirin ringdi
og segði Petru, konu Hans
Jørgin, at tey høvdu vunnið
ein
stóran
vinning
í
Sosialinum, helt hon, at
verdóttirin spældi henni eitt
puss.
- Eg visti als ikki, at vit
vóru við í kappingini, tí eg
helt, hon bara var fyri
nýggjar haldarar, sigur
Petra.
Men nei; tað stóð svart
upp á hvítt í Sosialinum, at
Hans Jørgin Nysted í
Hvannasundi, hevði vunnið
eina ferð við Norrønu fyri
tvey vaksin og tvey børn
við bili. Eina innkeypsferð í
Miklagarði í 10 minuttir -
og 20 gávukort á 200 krón-
ur, sum handlarnir í Mikla-
garði hava givið.
Petra helt, at tað kundi
ikki bera til, at tey høvdu
vunnið alt, ið har stóð
nevnt; tað mátti heldur vera
tann eina av lutunum, tey
høvdu vunnið.
Ikki fyrrenn Petra og
Hans Jørgin við sínum
egnu eygum lósu Sosialin
dagin eftir, trúðu tey, at tey
Helt tey sendu
apríl á jólum
Tað eydnaðist Petru og Hans Jørgini
at fáa alla vøruna ígjøgnum kassan,
innan tilmálda tíðin var av. Her
hjálpa starvsfólkini teimum at fylla
posarnar
C
M
Y
K
21
20