fríggjadagur 24. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 16 - 24. januar 2003
TÍÐINDASKRIV
Ein arbeiðsbólkur handaði í
vikuni landsstýrismannin-
um í mentamálum, Annlis
Bjarkhamar, álit, har mælt
verður til at fara undir at
byggja nýggjan Fiskivinnu-
skúla í Vestmanna. Skúlin
skal standa liðugur í 2005.
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna hevur havt vánaligar
hølisumstøður, síðan skúlin
byrjaði í 1989, men nú ætl-
ar landsstýrismaðurin í
mentamálum at gera nakað
við umstøðurnar hjá skúla-
num.
Síðsta
summar
setti
landsstýrismaðurin
ein
arbeiðsbólk at arbeiða við
hølisspurninginum, og í
dag lat bólkurin landsstýr-
ismanninum sítt tilmæli.
Vestmanna
Kommuna
vísti síðsta summar Menta-
málaráðnum á trý grundøki
í bygdini til bygging av ein-
um nýggjum Fiskivinnu-
skúla. Bólkurin mælir til, at
ein nýggjur skúli verður
bygdur á økinum við ferju-
leguna Inni á fjørð í Vest-
manna. Skúlin skal kunna
hýsa umleið 100 næming-
um og skal harafturat hýsa
einum øktum skeiðsvirk-
semi í mun til í dag. Talan
er um ein bygning, sum er
1200 fermetrar til víddar.
Kostnaðurin verður fyribils
mettur til 22 milj. kr.
Men byggingin av einum
nýggjum Fiskivinnuskúla
er bara 1. byggistig í eini
størri ætlan. Byggingin
verður skipað soleiðis, at
tað skal bera til at byggja
ein Sjódepil afturat skúlan-
um. Á sumri í 2001 lat ein
nevnd, har vinnan saman
við øðrum avvarðandi pørt-
um var breitt umboðað,
landsstýrismanninum til-
mæli, har mælt varð til at
víðka um virksemið hjá
Fiskivinnuskúlanum
við
einum Sjódepli. Depilin
skal í framtíðini veita tæn-
astur til føroyska fiskaídn-
aðin og til alivinnuna, og
skal m.a. hýsa eini menn-
ingar- og kunningareind.
Hans Andreas Dam Joen-
sen, undirvísingarleiðari í
Mentamálaráðnum,
Ole
Jensen, landsarkitektur, og
Jákup Andreasen, skúla-
stjóri á Fiskivinnuskúlan-
um, hava mannað nevnd-
ina, sum hevur latið lands-
stýrismanninum
tilmæli
um, hvussu farast skal fram
í samband við bygging av
einum
nýggjum
Fiski-
vinnuskúla í Vestmanna
stendur í tíðindaskrivi frá
Mentamálastýrinum.
Myndatekstur: Landsstýrismaðurin fær handað álitið frá arbeiðsbólkinum. Frá vinstru, Ole Jensen, arkitektur hjá LV, Hans
Andr. Dam Joensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum og formaður, Jákup Andreasen, skúlastjóri í Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna, og Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður.
Nýggjur fiskivinnuskúli í 2005
Vrakið av
Murman
beinast burtur
SKIPSBROT
Beinta Anthoniussen,
praktikantur
Andøy
kommunan
í
Noregi vil hava vrakið av
russiska verksmiðjutrol-
aranum, Murman, burtur,
har tað liggur.
Kommunan heldur, at
vrakið liggur á einum
óhepnum staði, har vandi
er fyri, at tað brotnar og
kann gerast ein hóttan fyri
umhvørvið, hóast eingin
olja er eftir í skipinum.
"Tricolor"
tømast
fyri olju
UMHVØRVI
Beinta Anthoniussen,
praktikantur
Fyri nøkrum vikum síðan
byrjaðu teir at taka oljuna
upp úr skipinum, "Tri-
color",
sum
fórst
á
grunnum vatni í ensku
kanaluni, 14. desember.
Væntandi fór arbeiði,
sum verður gjørt av fel-
agnum, Smith í Hálandi,
at taka einar 15-25 dagar.
Hetta upplýsa norskar
keldur.
Byggimálsviðgerð hjá
Arbeiðseftirlitinum
Arbeiðsumhvørvislóg-
in setir krøv til øll ar-
beiðs-pláss.Við heim-
ild í arbeiðs-umhvørv-
is-lógini er kunngerð
um inn-rætting av
føstum arbeiðspláss-
um sett í gildi
TÍÐINDASKRIV
Arbeiðseftirlitið
§ 7: Stk. 2. Ætlanir um ný-
bygging ella umfatandi
innrætting ella broyting av
bygningum,
hølum
og
tøkniligum anleggum og
útbúnaði v.m. skulu um-
mælast av Arbeiðseftirlitin-
um, áðrenn innrætting ella
broyting verður gjørd. Tað
sama er galdandi, tá ið
bygningar, hølir, øki v.m.
skulu útleigast til vinnuligt
endamál. Tá skal endamál-
ið við nýtsluni av teimum
hava verið hjá Arbeiðseftir-
litinum til ummælis áðrenn
tað verður útleigað.
Soleiðis
stendur
tað
skriva í lógini.
Hvat merkir so hettar og
hvør eigur at hava hettar í
huganum, t.d. tá ein bygn-
ingur skal byggast til
vinnuligt endamál, ella eitt
høli skal innrættast til
arbeiðspláss?
Nýbyging og umfatandi
innrætting ella broyting av
bygningum og hølum.
Arbeiðseftirlitið skal hava
tekningar og aðra neyðuga
dokumentatión, s.s.:
• støðuplan, ikki minni
enn 1:1000
• flatmyndir av húsunum
í máli í minsta lagi 1:100
• tvørskurðir í minsta lagi
1:50
• vinnugrein, hvussu
nógv fólk talan er um
o.s.fr.,
soleiðis at til ber hjá Ar-
beiðseftirlitinum, at meta um
byggingin stendur mát við
tey krøv sum eru sambært
arbeiðsumhvørvislógini.
Hetta kravi er eisini
galdandi fyri kommunur.
Kanska serliga fyri komm-
unur.
Sambært aðrari lóggávu
hevur ein kommuna ikki
loyvi til at geva byggiloyvi
til eina verkætlan fyrrenn
hon hevur tryggja sær at øll
neyðug loyvi fyriliggja frá
øðrum mynduleikum, sum
kunna hava krøv til bygg-
ingina.
Í kunngerð um kommun-
ala byggimálsviðgerð, nr.
57 frá 27. apríl 2001 stend-
ur soleiðis:
§
1.
Kommunustýrir
kunnu ikki geva byggiloyvi
ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað
er staðfest, at tað sum søkt
verður um, eisini kann góð-
kennast av øðrum mynd-
ugleikum, ið sambært aðrari
lóggávu hava heimild at seta
krøv til byggingar.
Barnagarðar, útibarna-
garðar og onnur ansingar-
pláss eru at meta sum ar-
beiðspláss, tí har eru van-
liga fólk í arbeiði, at ansa
børnunum, og koma hesir
bygningar/hølir tí eisini
undir arbeiðsumhvørvis-
lógina.
Onnur, ið eiga at hugsa
um arbeiðsumhvørvislóg-
ina, í samband við byggi-
málsviðgerð eru t.d.:
• ráðgevnadi virkir
• arbeiðsgevarar
• virkisleiðslur
• útleigarar o.o.
Vegleiðing um innrætting
av føstum arbeiðsplássum
(V-A001-1).
Arbeiðseftirlitið brúkar
reglar, ið samsvara við ta
danska
"Bygningsregle-
mentet", tá byggimál verða
viðgjørd.
Til hettar endamál hevur
Arbeiðseftirlitið gjørt eina
vegleiðing har tað er greitt
frá hvørjir kapitlar verða
brúktir.
Vegleiðingin liggur á
heimasíðuni hjá Arbeiðs-
eftirlitinum, www.arb.fo,
undir
lógir-vegleiðingar,
men kann eisini fáast við at
venda sær til Arbeiðseftir-
litið.
Vegleiðing um útgangs-
umstøður í sambandi við
føst arbeiðspláss (V-A001-
2).
Umframt
omanfyri
nevndu vegleiðing, um inn-
rætting, verður eisini víst til
hesa vegleiðing, um út-
gangsumstøður, sum greið-
ir frá hvørji krøv eru til
rýmingarvegir á einum ar-
beiðsplássi.
Hendan
vegleiðingin
liggur somuleiðis á heima-
síðuni hjá Arbeiðseftirlitin-
um, www.arb.fo, undir lóg-
ir-vegleiðingar, og kann
eisini fáast við at venda sær
til Arbeiðseftirlitið.
Nr. 16 • fríggjadagur • 24. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil helt seg burtur
frá deyðssyndini um
at undirmeta mót-
støðuliðið, og so var
tað ikki stórvegis,
sum eykamenninir
hjá KÍF kundu gera
COCA-COLA
KAPPINGIN, MENN
Jákup Mørk
Bara tað, at triðjudeildar-
liðið hjá KÍF skuldi vera
umboðað í hálvfinaluni í
steypakappingini, er iva-
leyst nakað, sum var full-
komuliga óhugsandi fyri
tey flestu. Ikki minst eftir at
liðið í fjórðingsfinaluni
hitti eitt av oddaliðunum í
føroysku landskappingini,
Neistan.
Men tá Neistin upp á tað
grovasta undirmetti mót-
støðuna, tóku kollfirðing-
arnir av, og tí vóru tað teir,
sum áttu tørn, tá fyrra hálv-
finalan móti Kyndli stóð á
skránni mikukvøldið.
Her steðgaði ævintýrið
so eisini hjá KÍF, tí Kyndil
lat ongan iva verið eftir, tá
teir fóru á vøllin.
Uttan stórvegis roks settu
teir seg frá fyrsta bríksli á
dystin, og tann munurin,
sum eigur at vera millum
liðini, kom týðiliga til
sjóndar. Eftir einum lítlum
korterið var allur spenning-
ur longu tikin úr dystinum,
og tað setti so eisini spurn-
artekin við, hvørt skipanin
við tveimum hálvfinalum
er hin rætta.
Ein ella tveir
Tað er nevnliga so, at við
bert einum dysti at avgera
slíkar uppgerðir við, gerst
sannlíkindið fyri teimum
óvæntaðu úrslitunum mun-
andi størri. Kanska merkir
tað ikki altíð, at tað eru tey
bæði sterkastu liðini í land-
inum, sum hittast í finalu-
dystinum, men hinvegin
merkir tað, at tað var liðið,
sum var betri á leikdegnum,
sum vinnur seg víðari. Júst
hetta er eisini sjarman við
steypakappingum, og eitt
nú var KÍF neyvan í hálv-
finaluni, um talan hevði
verið um tvær fjórðings-
finalur.
Og so er tað eisini so, at
hetta leggur eina óneyðuga
byrðu á liðini, um eitt av
veikaru liðunum vinnur seg
langt í kappingini. Í øllum
førum mundi neyvan nakar
av kollfirðingunum havt
nakað ímóti, um teir høvdu
sloppið undan at leikt
seinnu hálvfinaluna móti
Kyndli. Ein dystur, sum má
sigast at vera fullkomuliga
uttan týdning, nú mununrin
longu er somikið stórur.
Dysturin í
tølum
Kyndil-KÍF III 44-23
(21-8)
Málskjúttar:
Kyndil:
Hans Áki Dal-
Christiansen 9(3), Finnur
Hansson 8, Heini Bendtsen
5, Jacob Jónsson 3, Ken
Zachariasen 3, Josef Abra-
hamsen 3, Janus Einar
Sørensen 3, Rúni Mohr 2,
Gunnar Wardum 2, Ák
Poulsen 1
KÍF: Regin Petersen 7,
Jákup Dam 6(1), Fríðrik T.
Joensen 4, Sune Davidsen
2, Gert HAnsen 2, Jens
Marni HAnsen 1, Jón
Sigurd Gleðisheygg
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 3
Útvísingar: KÍF 3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen.
Strandingar tykjast
stevna móti triðju
steypafinaluni á rað,
eftir tepran sigur í
Vestmanna
COCA-COLA
KAPPINGIN, MENN
Jákup Mørk
Tvey ár á rað hava strand-
ingar
vunnið
føroysku
steypafinaluna, og nú eftir
fyrru hálvfinaluna miku-
kvøldið tykjast teir vera
ávegis einum reinum hat-
trick í so máta.
Fyri triðju ferð í ár eydn-
aðist nevnliga StÍF at vinna
dyst á VÍF, og tó at talan var
um tepran sigur móti einum
skerdum liði, so gevur hetta
í øllum førum strandingun-
um fyrimunin undan seinnu
hálvfinaluni.
Tað var nevnliga eitt
skert VÍF-lið, sum tók
ímóti í Vestmanna miku-
kvøldið. Eitt er, at Sámal
Joensen ikki hevur verið
við tað mesta av árinum
vegna knæskaðan, men at
VÍF nú eisini skuldi royna
seg uttan Inga og Áka
Olsen, gjrødist kanska ov
nógv av tí góða hjá liðnum.
Neyvan man nakar hópur í
landinum vera somikið
breiður, at hann tolir missin
av trimum slíkum leikar-
um, og tað toldi VÍF so
heldur ikki, tó at tað var
nær við.
Fyri tað mesta var tað
nevnliga so, at vestmenn-
ingar stóðu betri á vøllinum
mikudagin. Við Daniel
Rápa og Piti Negru á bakk-
plássunum eydnaist alla
tíðina at halda trýstinum á
strandingunum, sum hin-
vegin ikki fingu sítt spæl at
koyra nóg væl.
Men tað var kortini so, at
væntandi breiddin kostaði í
longdini. Bæði miðskeiðis í
fyrra og í seinna hevði VÍF
togað seg nakað burturfrá,
men í báðum førunum
eydnaðist tað hjá StÍF at
svara aftur. Í seinna hálv-
leiki var munnurin annars 3
mál, tá eitt korter var eftir,
men við seks málum á rað
koppaðu strandingar øllum
á høvdið. Restina av dystin-
um megnaðu vestmenning-
arnir bert tríggjar ferðir at
senda bóltin inn um ru-
menska málverjan hjá StÍF,
og tað var so ikki nóg
mikið.
Sum nevnt, so er sjálv-
andi einki avgjørt enn, nú
bert eitt mál skilir partar-
nar, men tað er so tann fyri-
munurin, sum StÍF hevur
við á vøllin til seinnu hálv-
finaluna.
Seinnu
árini
hevur StÍF eisini havt eitt
gott tak á VÍF og ikki minst
er hetta komið til kennar í
steypakappingini.
Munurin
millum
tey
bæði árini og so nú, tykist
tó at vera, at í ár hava
strandingar nógv meira at
hugsa um í landskapping-
ini, har teir eru oddalið.
Áður hevur VÍF verið ov
sterkt fyri hini í longdini,
og tí hevur StÍF kunna
savnað alla orku um júst
hesar dystirnar, men í ár er
støðan ein onnur.
Leikliga er talan jú um
tvey sera jøvn lið, og tí
verður tað ikki minst avger-
andi, hvussu leikararnir eru
fyri sálarliga, tá seinna
hálvfinalan
verður
á
skránni.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-23 (13-12)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 6, Piti
Negru 6, Daniel Rápa 5,
John Zachariasen 3, Ólavur
Brimnes 3
StÍF: Costin Dumitrescu
10, Bent Djurhuus 3, Artur
Johansen 3, Sveinur Justin-
ussen 3(2), Kristjan Peturs-
son 2, Jón Rasmussen 2,
Alexandur Johansen 1
Brotskøst: StÍF 2
Útvísingar: VÍF 1, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli:
Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen
Kyndil-KÍF III 44-23 (21-8):
Ivaleyst
VÍF-StÍF 23-24 (13-12):
StÍF fyri triðju ferð
Við leikandi venjaranum, Costin Dumitrescu, sum stórskjútta,
eydnaðist fyri triðju ferð í ár hjá StÍF at basa VÍF
savnsmynd
John Sigurd og KÍF kláraðu ikki at halda fast móti Kyndli
C
M
Y
K
23
22