fríggjadagur 24. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 16 - 24. januar 2003
C
M
Y
K
24
Nr. 16 - 24. januar 2003
25
Fram um hinar, so var
tað fyrst og fremst
Lotte Sørensen, sum
var garanturin, tá
Kyndil loksins vann
eina grannauppgerð
móti Neistanum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er einki at taka seg aft-
ur í, at Kyndil hevur havt
sínar trupulleikar av Neist-
anum seinnu árini. Tó at tað
fleiri ferðir á pappírinum
hevur verið líkt til, at Kynd-
il hevði tað betra liðið, so
hevur tað mest sum hvørja
ferð verið Neistin, sum
kortini hevur drigið longra
stráðið.
Tað lág tó í luftini miku-
dagin, at hesaerð kundi
Kyndil kanska gera okkurt.
Meðan tær grønu so spaku-
liga hava fingið rættað
skútuna seinastu dystirnar,
soleiðis at tær eru vorðnar
partur av heiðursmerkja-
stríðnum, meðan tað hevur
gingið beint øvugt hjá
Neistanum. Liðið hevur
ikki megnað at borið frá-
fallið, sum var eftir seinasta
kappingarár, og eftir eina
hampuliga góða byrjan,
hevur tað bara gingið nið-
ureftir seinnu umførini.
One-woman-show
Ein grannauppgerð er tó
ein grannauppgerð, og tá
ber sjáldan til at spáa um
úrslitið. Líka mikið hvat
stigatalvan so sigur. Hesa
ferð eydnaðist tó Kyndli at
basa teimum bláu, og í
roynd og veru var orsøkin
til hetta sera einføld.
Lotte Sørensen er ein av
mest gávaðu leikarunum,
sum vit eiga, tó at tað ofta
er misjavnt, hvussu talentið
roynist í tøttum dystum.
Mikukvøldið var tó eitt av
teimum betru, og tað var
undrunarvert, at hon slapp
at spæla í 58 minuttir,
áðrenn mansverja varð sett
á hana. Tá var tað longu ov
seint hjá Neistanum. Stýri-
maðurin hjá Kyndli hevði
tá longu skotið 11 av teim-
um 20 kyndils-málunum,
og har hon ikki sjálv skeyt,
mundi hon eiga næst sein-
astu hondina á í øllum før-
um 80% av møguleikunum,
sum Kyndil hevði.
Tað er tó ikki nakar spæl-
ari, sum púrasta einsamøll
ger ein dyst av. Liðavrikið
hjá Kyndli var eisini mun-
andi betri, enn tað var hjá
Neistanum mikukvøldið.
Tó at tað fyri tað mesta
gekk ógvuliga javnt fyri
seg, so sat áskoðarin alla
tíðina við varhuganum av,
at Kyndil hevði tað størra
yvirskotið. Tær fluttu seg
betri og arbeiddu mera í
verjupartinum, og í álops-
partinum vóru tær ikki heilt
so einstáttaðar, sum tær
oftani fyri hava verið.
Og so eigur Fríða Peter-
sen í málinum eisini at
nevnast. Eftir at hon í nøkur
ár hevur vant seg við fyrstu
deildarhondbólt, tykist hon
nú hava ment seg til ein hin
stinnasta málverjan í land-
inum, og skal nøkur onnur
enn Lotte Sørensen takast
framum hendan dagin, so
má tað vera málverjin.
Ónd ringrás
Tað vóru nevnliga eisini
løtur, har Neistin við eitt
sindur av hepni og eitt
sindur av neyvleika kundi
komið inn í aftur dystin.
Ikki minst fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki, tá Kyndil
eina løtu steðgaði full-
komuliga upp. Annars sam-
anfallandi við at Lotte fór á
beinkin at hvíla seg eina
løtu.
Tað var tó alla tíðina,
sum um tað allar seinasta
pettið restaði hjá Neistan-
um. Tvær ferðir misnýttu
tær brotskast hesa løtuna,
og meira enn tí einu ferðina
vórðu møguleikar til skjót-
álop oyðiløgd av óneyvum
sendingum, ella eisini tók
Fríða uppgávuna á seg, tá
opnir møguleikar spurdust
burturúr.
Hetta kundi eisini bent
tann vegin, at Neistin í løt-
uni er um at uppliva eina
ónda ringrás av sama slag,
sum Kyndil hevur verið í
seinastu tvey kappingar-
árini. Sinniliga yvirskotið
til at taka av, tá møguleikin
býðst, tykist fullkomuliga
at resta í á liðnum. Leik-
ararnir hava ikki ta trúnna á
seg sjálva, sum ger, at gjøg-
numbrotini eydnast, og í
fleiri førum vórðu gjøg-
numbrotini als ikki roynd,
hóast gapandi hol í mót-
støðuverjuni. Tað var, sum
um alt spælið skuldi kroyst-
ast ígjøgnum tveir ella
tríggjar leikarar, og tá sigur
tað seg sjálvt, at opnu
møguleikarnir gerast ov
fáir.
Oddadystur bíðar
Fyri Kyndil merkti sigurin,
at tær nú av álvara eru við í
stríðnum um heiðursmerki.
Enn eru kanska trý stig upp
til tey bæði oddaliðini, men
møguleikin at koma heilt
fram, er til staðar. Ikki
minst man tað geva eitt
eyka skump rætta vegin, nú
tær loksins hava vunnið
eina grannauppgerð, og
komandi vikuskiftið stend-
ur dystur í Vestmanna á
skránni. Kyndil er einasta
liðið, sum VÍF enn ikki
hevur fingið stig frá í ár, og
megna tær grønu at halda
fast um hesa gongdina
sunnudagin, fer av álvara at
síggja heilt ljóst út hjá
teimum grønu.
Ikki minst man hetta
kennast gott, eftir at liðið í
tvey ár hevur leitað eftir
sær sjálvum. Í fjør enn tá
somikið nógv, at tað fram
til tað seinasta var ein
spurningur um at halda
sessinum í deildini, men nú
tykist loksins, sum rætti
vinnaramentaliteturin
er
um at koma inn á liðið
aftur.
Hjá Neistanum skulu
hinvegin heilt aðrar taktir
finnast fram, um tær ætla
sær burtur úr niðurflyting-
ardystinum, sum tær nú eru
um at gerast partur av. Ikki
tí. Liðið telir fleiri sera
evnaríkar ungar leikarar,
men enn er ov tíðliga at
leggja berandi leiklutir á
hesar. Tað er eisini ein
trupulleiki, at tær, sum vóru
ætlaðar at bera liðið, fyri
tað
nógva
hava
verið
skaddar, men glottar eru tó
at hóma. Eftir drúgvan
skaðasteðg er Christina
Holm nú aftur um at stað-
festa seg sum ein av land-
sins bestu strikuspælarun-
um, og á bakkinum var Jór-
un Ludvig við fyri fyrstu
ferð í ár, eftir at hon hevur
verið plágað av ryggskaða.
Saman við Simonu Dziu-
gyte, sum hesa ferð ikki var
meira enn hálv, skuldu hes-
ar verða álitið á liðnum í ár,
og tó at alt tos um heiðurs-
merki man vera tagnað, so
munnu tey í Neistanum
vóna, at tær nú – um ikki
annað - kunnu vera trygdin
fyri framhaldandi umboðan
í bestu deildini komandi ár.
Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 20-16
(10-8)
Málskjúttar:
Kyndil:
Lotte Sørensen
11(5), Ileana Manolescu 4,
Jensia Petersen 2, Sonja
Smiljic 1, Marjun Tróndar-
son 1, Annika Ljósstein 1
Neistin: Simona Dziugyte
5(1), Mildrið Jacobsen 3,
Ása á Neystabø 3, Christ-
ina Holm 2, Jórun Ludvig
2, Súna Mørk 1(1)
Brotskøst: Kyndil 7, Neist-
in 5
Útvísingar: Kyndil 3,
Neistin 2
Dómarar úr H71: Hallur
Danielsen & Bárður Brim-
vík. Høvdu alla tíðina ró og
eitt náttúrligt tamarhald á
dystinum.
Máltindurin:
Daiva Tuomaite
VB
108
(23)
Asta Petrauskiene
StÍF
108
(34)
Simona Dziugyte
Neistin
95
(29)
Sóley Mikkelsen
VÍF
95
(34)
Danijela Ercevic
Stjørnan
89
(25)
Milica Ergic
Tjaldur
86
(18)
Lotte Sørensen
Kyndil
86
(46)
Reda Kurkauskiene
VB
81
(10)
Alina Olaru
StÍF
69
(7)
Lenka Ribaric
Tjaldur
64
(16)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
60
(3)
Jacklin Durhuus
VÍF
55
(6)
Nicoleta Radu
VÍF
54
(1)
Poula D. Olsen
StÍF
50
(4)
Laila Jespersen
VB
48
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
2
1 - 1 - 0
325
258
67
11
2 VB
1
1 - 0 - 0
337
283
54
11
3 Kyndil
1
1 - 0 - 0
314
309
5
8
4 Stjørnan 1
0 - 0 - 1
277
281
-4
8
5 StÍF
2
0 - 1 - 1
324
352
-28
7
6 Neistin
2
0 - 0 - 2
275
299
-24
5
7 Tjaldur
1
1 - 0 - 0
263
333
-70
3
Kyndil-Neistin 20-16 (10-8):
Lotte koppaði Neistanum
Eftir at tær í longri tíð hava havt okkurt slag av kompleksi í grannauppgerðunum, vann Kyndil
loksins á Neistnum, og nú merkja tær grønu av álvara roykin av heiðursmerkjum
Mynd: Álvur Haraldsen
FFA.
A.G R A
R AVSTEINAR
VSTEINAR
Velbastaðvegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Vøruskrá kann fáast!
RØRARBEIÐI
Skjót og góð tænasta
innan hita, vatn, sanitet og ventilatión
Ring og avtala tíð
Tilboð verða eisini givin
www.sosialurin.fo
25