Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 MAGNUS GUNNARSSON Tíðin er farin frá øllum søg- unum um Skodabilarnar, og tá børn vóru happað av øðrum børnum, tí tey áttu ein Skoda. Tann nýggi Skoda Fabia er ein bilur, sum Skoda bilaverksmiðjan kann vera errin av. Linjur- nar eru ikki áleypandi á nakran hátt, men vinna í longdini, og bilurin er sera væl gjørdur. Sjálvt um fleiri av teimum ovastu stjóru- num í Skoda, ið nú er ein partur av VW Group, eru týskarar, er bilurin gjørdur í Tjekkia. Elektriska servostýring Fabia hevur ein nýggjan plattform, ið eisini skal brúkast til ein komandi VW Polo og Seat Ibiza. Umhvørvið hjá bilinum virkar einfalt og gott, og útsýnið á sama hátt. Forsetr- ið kann stillast upp og niður, rættið kann stillast bæði í frástøðu og longd. Eisini stuðla forsetrini kroppinum væl, og kunnu flytast so langt aftur, at fólk við long- um beinum hava gott pláss. Bilurin hevur 4 airbag og 5 nakkapútur og 3 punkts trygdarbeltir til øll setrini. Servostyringin, ið er el- drivin, belastar motorin minni enn tær hydraulisku. Koyrieginleikarnir eru góðir og tryggir, og bilurin klárar seg sera væl í sving- um, og fjaðraskipanin er ein tann besta í hesum klassa- num. Hann er væl ljóðaður, og kvaliteturin er á høgum støði. Classic, Comfort og Elegance Fabia fæst í trimum útgáv- um, Classic, Comfort og El- ance. Í fyrstu atløgu eru tríggir 1.4 l bensinmotorar at velja ímillum við ávikavist 60, 68 og 101 HK. Seinni kemur ein 1.6 l og ein 2.0 l ben- sinmotorur og tveir diesel- motorar, 1.9 SDI og 1.9 TDI. Av standardútgerð kunnu vit nevna el-servostýring, ABS bremsur, pollenfiltur, airbag framman og í síðu- num. Fabia hevur heilgalv- anserað karrossarí við 10 ára garanti, 2 ára verksmiðj- ugaranti og 3 ára lakkanti. Enn fæst bilurin bert við 5 hurðum, seinni kemur hann sum sedan við 4 hurð- um og sum stationvognur. Hjá Nordbil vænta tey sær nógv av hesum frálíka bili, men vegna stóran eftir- spurning, verður tað trupult at útvega nóg nógvar bilar at byrja við, so tey, sum ætla sær ein Skoda Fabia, mugu brynja seg við toli í fyrstu atløgu. Fabia - ein bilur Skoda kann vera errin av Skoda Fabia 1.4 MPI Motorurin 4 syl. 1.4 l bensin við 68 HK 0-100 km/t 15,5 sek. Trekk Framman Bremsur Skivur framman og trumlur aftan Bensinnýtsla 14,7 km/l Dekkstødd 185/60-14 Stødd og vekt Longd 396 cm Breidd 165 cm Hædd 145 cm Eginvekt 1025 kg Prísur 107.750 kr Søluumboð Nordbil Oyggjarvegur FO-100 Tórshav Sosialurin - 311820 Standardútgerð t.d.: • ABS-bremsur • Sentrallás • El-drivnir síðurútar • El hitaðir og drivnir síðuspegl • Dupultir stoytkoddar • Síðustoytkoddar framman • Ein rúgva av Saab trygdarútgerð Loynidómurin er eitt høgt snarimoment við lágum umferðartali sameint við eginleikan, at motorurin alt fyri eitt reagerarar við trýst á spitaran. Motorurin er útviklaður fyri at geva tygum størsta koyriupplivilsi - uttan mun til, um tygum koyra í býartrafikkinum ella um tygum royna møguleikarnar við Saab 9-3 á bygdarvegnum. Saab 9-3 TiD er ein dieselbilur hvørs ferðaøking ber yvir flestu bensinbilarnar - frá 60 til 100 km/t uppá 8,3 sek. í 4 geari. Saab 9-3 TiD 2,2 Diesel (115 HK), 5 hurðar kr. 240.000,00 Fæst eisini sum bensinbilur Saab 9-3 2,0 i (130 HK), 5 hurðar kr. 204.800,00 Sp/f John P. Vilhelm Yviri við Strond 4, Tórshavn Tlf 313670 Fax 310699 Sosialurin - 311820 Standardútgerð t.d.: • ABS-bremsur • Sentrallás við fjarstýring • El-drivnir síðurútar • El hitaðir og drivnir síðuspegl • Dupultir stoytkoddar • Síðustoytkoddar framman • ACC luftskiftisskipan • Ein rúgva av Saab trygdarútgerð Sp/f John P. Vilhelm Hjá Saab verður stórur dentur lagdur á, at avrik, koyriupplivilsi og tryggleilki eru ein eind. Bilurin er smidligur og kraftfullur at koyra og er ein av tryggastu bilunum, ið finnast - eitt úrslit av trygdarfilosofiini hjá Saab - Real Life Safety. Sniðið á Saab er fyrr sum nú - reint, einfalt og uttan ov nógv prýði. Saab Sedan 9-5 er ein sameining av tamarhaldi, góðum avriki, trygd, vøkrum sniði og nógvum hentleikum. Saab 9-5 Sedan 2,0 tSE (150 HK) kr. 330.900,00 Yviri við Strond 4, Tórshavn Tlf 313670 Fax 310699 Saab 9-5 2,0t Sedan, fæst úr kr. 289.800,00