fríggjadagur 28. apríl 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Av tí at nógvir Føroyingar
fara til Danmarkar í summ-
arfrítíðini, og at mangir av
teimum hava skyldfólk har,
so tykist spurningurin um,
hvør hevur loyvi at koyra
bilin í Danmark, ørkymla
mong. Fleiri hava eisini
spurt, hví Bileftirlitið ikki
kunnger tílíka lóg, sum á-
setir, hvør hevur loyvi at
koyra bilin í Danmark. Or-
søkin er tann, at hetta er ein
donsk lóg, sum er kunn-
gjørd í Danmark.
Tá ið Føroyingar koma til
Danmarkar við einum bili,
sum er skrásettur í Føroy-
um, so verða Føroyingar
mettir sum útlendingar. Í
lógini verður hetta kallað
„bopælskriteriet“, og tað
hevur hvørki við ferðslulóg
ella ferðslutrygd at gera,
men tað er íkomið í sam-
bandi við, at avgjøld eru
løgd á bilar.
Hetta merkir, at tann, ið
fer til Danmarkar at ferðast
við bili, sum er skrásettur í
Føroyum, kann ikki læna
vinum, kenningum ella
skyldfólki bil sín. Einastu
undantøk eru, um einum
tørvar hjálp t.d. at koyra
umborð á ferju ella at koyra
bilin til ella frá verkstaði.
Sambært „bopælskriteriet“
eru Føroyingar at rokna sum
útlendingar, og føroyskt
skrásettir bilar sum út-
lendskir, t.v.s. at tey, sum
eru skrásett sum búgvandi í
Danmark, hava ikki loyvi at
koyra ein bil, sum er skrá-
settur í Føroyum.
Harafturímóti er einki í
lógini, sum forðar fyri, at
føroyingar ikki hava loyvi
at koyra ein bil í Føroyum,
hóast hann er skrásettur í
Danmørk.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo
Býrt tú í Danmark kanst tú
ikki koyra føroyskt skrásettan bil
Í hugaheiminum hjá mong-
um ungum tykist tað, sum
er Oyggjarvegurin vorðin
óalmenn kappkoyringar-
breyt. Ein afturvendandi
roynd við kvikum bilum er
at vita, hvussu nógva ferð
hann klárar at vinda seg
uppá niðan fram við Grøv.
Ungdómarnir kenna seg
rættiliga tryggar, nú nærum
øll ferðslan gongur gjøgn-
um Kaldbakstunnilin, og lít-
il ferðsla er á oynni. Men
sambært løgregluni verða
fleiri kanningar gjørdar á
Oyggjarvegnum, og løg-
reglan er rættiliga ofta á
staðnum. Og fleiri hava mist
koyrikortið undir kappkoyr-
ingini á Oyggjarvegnum.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo
Fleiri missa koyrikortið
á Oyggjarvegnum
Nú SKAL koyri-
kortið verða
umbýtt!
Aftan á 31. desember í
ár verður gamla føroyska
koyrikortið ógildugt -
bæði í Føroyum og utt-
anlands.
Bileftirlitið hevur nú
fleiri ferðir lýst í fjøl-
miðlunum og heitt á fólk
um at minnast til at býta
gamla koyrikortið um við
eitt nýtt í ES-sniði.
Men lítið nyttar. Tað er
soleiðis, at koyrikortið
skal í seinasta lagi verða
umbýtt
føðingardags-
mánaðin; men heitt verð-
ur eisini á øll, sum skulu
uttanlands,
at
býta
koyrikortið um í góðari
tíð. Avgreiðslutíðin kann
verða upp til tveir mán-
aðir, og Bileftirlitið ætlar
ikki at seta eyka fólk ella
at stytta um summarfrí-
tíðina hjá stovninum fyri
at avgreiða koyrikortini.
Nevnast kann, at Før-
oyingar uttanlands hava
havt stórar trupulleikar av
gamla koyrikortinum, tí
serliga teir yngru løgregl-
umenninir kenna tað als
ikki.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo
Nú nærkast 1. mai, og
30. apríl er seinasti
dagur, sum loyvt er at
koyra við píkadekkum.
Løgreglan upplýsir, at
tað ikki verður farið út
at kanna bilar, um tað
er kavarok og hált 1.
mai, men at vanligt er
at byrja at kanna bilar
stutt eftir mánaðarskift-
ið.
Um koyrt verður tá
við píkadekkum, verð-
ur bót givin á staðnum.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo
Píkarnir av
Spurningurin um at hava ein
minningardag fyri teimum,
sum farin eru í ferðsluni,
hevur tikið seg upp aftur.
Hóast evnið er viðbrekið, og
fólk munnu hava ymiskar
áskoðanir, so tykist tað, sum
er stór undirtøka fyri, at
skipað átti at verið fyri tí-
líkum degi.
Men tá ið hetta mál hevur
verið umrøtt - og tað hevur
tað verið fleiri ferðir, so
hevur altíð verið spurt,
hvussu ein tílíkur dagur so
skal verða skipaður? Givið
er tað, at ein tílíkur dagur
kann neyvan verða skipaður
sum ein almennur kirkjulig-
ur minningardagur, sjálvt
um Hans Jákup Joensen,
biskuppur, hevur mælt til,
at tey, sum farin eru í ferðsl-
uni, eisini verða mint alla-
halgannadag.
Ingi Gunnarsson í Havn,
sum í fjør kom við uppskoti
um ein minningardag, um-
hugsar nú at fyrireika ein
tílíkan minningardag. Ætlan
hansara er at fáa onnur at
taka undir við ætlanini um
at velja ein ávísan dag, tá ið
Minningardagur teirra, sum
farin eru í ferðsluni
blómutyssi verða løgd við
vegjaðaran á vanlukkustøð-
unum til minnis um teirra,
ið har fórust í ferðsluni, og
teimum til ávaringar og
virðiliga umhugsan, sum
fara framvið í bilum sínum.
M. a. ætlar Ingi Gunnarsson í Havn at fáa onnur at taka
undir við ætlanini um at velja ein ávísan dag, tá ið
blómutyssi verða løgd við vegjaðaran á vanlukkustøðu-
num til minnis um teirra, ið har fórust í ferðsluni
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
Sosialurin - 311820
Sp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75 • FO-100 Tórshavn • Tel. 313375 • Fax 31 14 95
Heimasíða: www.suzuki.fo • E-mail: suzuki@suzuki.fo
Verið vælkomin á bil-
stevnuna 2000 har vit
sýna fram ymisk snið
av Suzuki
bilum
Diesel
MAGNUS GUNNARSSON
Fa. Billutir í Kollafirði varð
stovnað í 1993, við tí end-
amáli at útvega bíligar eyk-
alutir til bilar. Hetta var í
eini tíð, tá fíggjarkreppan
herjaði, sølan av bilum var
so gott sum ongin, og hevði
hetta við sær stóran eftir-
spurning eftir bíligum eyka
lutum.
Fa. Billutir er bæði smá-
og heilsøla, ið selur um alt
landið. Stjóri í fyritøkuni er
Petur Martin Johansen.
Allir vanligir
slitlutir á goymslu
At byrja við var tað mesta
keypt úr Skotlandi, pundið
var lágt, og ferðasambandið
gott. Smyril fór úr Skotlandi
leygardag og var í Føroyum
mánadag. Eftir at Smyril
gavst við hesi sigling bar
ikki so væl til at handla við
Skotland meira, tí tað tók
alt ov langa tíð. Eisini er
pundið styrknað, samstund-
is sum prísirnir úr Danmark
eru blivnir meira kapping-
arførir. Nakað kemur tó
framvegis úr Skotlandi.
Fa. Billutir hevur allar
vanligar slitlutir til bilar á
goymslu, og styrkin hjá fyr-
itøkuni er, at teir útvega
nýggjar og brúktar eykalutir
skjótt og bíliga. Teir útvega
allar karrossarílutir, so sum
skermar, hurðar og tílíkt,
alla vanliga bilútgerð, akk-
umulatorar,
handamboð,
handreinsievni og ymisk
sløg av filtrum til skip.
Við tað at virksemið er so
nógv vaksið, er ætlanin at
bøta um umstøðurnar við at
byggja eina nýggja høll til
eykalutirnar við sølubúð.
Eykalutaskipan
og bremsutestari
Á bilframsýningini verður
sýnt fram eitt telduforrit,
sum er ein vøruskrá við
Fa. Billutir í Kollafirði útvegar
eykalutir skjótt og bíliga
eykalutum, sum bilverkstøð
og servicustøðir kunnu
keypa, har tey á skerminum
sjálvi finna nummarið á
eykalutinum, prísin, og hvat
tíð tað tekur at skifta lutin,
eins og øll onnur teknisk
data um bilin.
Tá kunnu verkstøðini bí-
leggja við at siga nummarið
á eykalutinum, og tey vita
longu prísin framman. Hetta
verður ein stór hjálp hjá bil-
verkstøðunum, sum beinan-
vegin kunnu siga, hvussu
nógv umvælingin kostar.
Eisini verður ein brems-
utestari vístur fram, so fólk
kunnu
síggja,
hvussu
bremsurnar virka, og hvønn
týdning tað hevur fyri
trygdina, at bremsurnar eru
í ordan. Serkøn fólk koma
úr Danmark at vísa fram
forritið við eykalutunum og
bremsutestaran.
Petur Martin væntar sær
nógv av hesi framsýningin
og sigur, at teir fara at hava
fleiri góð tilboð.
Fa. Billutir
FO-410 Kollafjørður
Tlf. 421605
Fax 421666
Anton Jacobsen og Petur Martin Johannesen í handlinum »Billutir« í Kollafirði, sum nú hava ment kundatænastuna enn meira
Mynd: Jens Kristian Vang
Fa. Billutir umboðar Easyline strípuavmerking, ið er
bílig, slitsterk og løtt at arbeiða við. Easyline er væl-
egnað til avmerking á virkjum, til parkeringsbásar og
spælipláss hjá børnum
Á bilframsýningini verður sýnt fram eitt teldu-
forrit, sum er ein vøruskrá við eykalutum, sum
bilverkstøð og servicustøðir kunnu keypa, har
tey á skerminum sjálvi finna nummarið á eyka-
lutinum, prísin, og hvat tíð tað tekur at skifta
lutin, eins og øll onnur teknisk data um bilin