fríggjadagur 28. apríl 2000síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
28
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
224 deyð í ferðsluni í Føroyum
Tey umleið áttati árini, sum bilferðsla
hevur verið í Føroyum, hevur hon
kravt 224 mannalív. Meginparturin
eru fólk í ungum árum. Tveir triðing-
ar av teimum, sum eru deyð, hava
verið yngri enn 24 ár
Síðani fyrsti bilurin kom til
Føroya fyrst í hesi øldini,
er samfelag okkara nógv
broytt. Men tað vit nevna
"bilisman" fekk tó ikki fast-
atøkur á samfelag okkara
fyrr nn fyrst í sjeytiárunum.
Frá, at tað seinast í sekst-
iárunum vóru einans um
trýtúsund bilar í landinum
og langt var í millum hús-
arhaldini, sum høvdu bil,
fór stórbroyting fram næstu
árini.
Miðskeiðis í sjeytiáru-
num var bilatalið tvífaldað
og fyrst í áttatiárunum trý-
faldað. Og talið av bilum
vaks støðugt.
Seinast í áttatiárunum, tá
bilatalið var upp í tað mesta,
tað higartil hevur verið, var
talið omanfyri 18.000 bilar.
Hetta er seks ferðir fleiri
bilar, enn tað vóru seinast í
seksti árunum.
Fyrst í nítiárunum mink-
aði bilatalið nakað, men, nú
er tað um at koma upp aftur
á tað støði, sum tað var á í
áttatiárunum.
Hesi trýati árini eru eisini
stórbroytingar farnar fram í
vegakervinum. Oyggjar eru
bundnar saman, sprongt er
fyri tunlum, nýggir vegir
eru gjørdir og aðrir gjørdir
betri og breiðari.
Í sekstiárunum var ferð-
markið í óbygdum øki 60
km/t og í bygdum øki 30
km/t. Fyrst í sjeytiárunum
var ferðmarkið sett upp til
70 km/t í óbygdum øki og
50 km/t í bygdum. Seinni
var ferðmarkið í óbygdum
økið sett upp í 80 km/t.
Í dag kunnu vit ikki annað
enn siga, enn at bilarnir
fylla ein sera stóran part av
okkara gerandisdegi og í
mongum førum helst ov
stóran.
Vit brúka beinini minni
og minni og bilin meir og
meir, ja til hvørt sneisaør-
indi. Onkur hevur sagt í
skemti, at vit føroyingar í
veruleikanum nýta bilin
sum regnskjól, tí avstandir-
nir, sum mangan verða
koyrdir, eru ikki longri, enn
tað aðrastaðni er at ganga
til og frá parkeringsplássi-
num.
Fáa staðni í heiminum
man vera so stutt í millum
bilarnar, sum í Føroyum.
Hinvegin hava vit ikki so
nógvar bilar í mun til fólk-
atalið, sammett við okkara
grannalond. Har liggja Ís-
lendingar á odda við minni
enn tveimum fólkum upp á
bilin, meðan vit í Føroyum
hava um hálvt triðja.
At bilurin er eitt hent tól,
eru vit helst øll á einum máli
um. Men, um ikki rætt verð-
ur borið at, so er hann
vandamikil. Hesi upp í móti
áttati árini, at bilferðsla hev-
ur verið í Føroyum, hevur
hon kravt 224 mannalív.
Meginparturin eru fólk í
ungum árum, heilir tveir
triðingar av teimum, sum
eru deyð, hava verið yngri
enn 24 ár.
Taka vit tey sum sluppu
við lívinum, men fingu
skaða, tosa vit um eitt tal,
sum er fleiri ferðir størri.
Tað vísir seg, at talið av
ferðsluvanlukkum er tætt
bundið at talinum á bilum.
Tá ið talið av bilum fór at
økjast fyrst í sjeytiárunum,
fór talið av ferðsluvan-
lukkum eisini at økjast – og
av teimum áttati árunum,
bilar hava verið í landinum,
eru fýra fimtingar av teim-
um álvarsligu ferðsluvan-
lukkunum hendar tey sein-
astu trýati árini.
Men tað er ikki bara talið
á bilum sum er avgerðandi,
tí sjálvandi hava umstøður-
nar eisini sítt at siga, t.d.
hvussu
vegirnir
og
ferðsluumhvørvið
sum
heild er.
Eitt annað, sum hevur
týdning, er hvørjar reglur
eru galdandi. Her verður m.
a. hugsað um ferðmarkið –
hvussu skjótt loyvt er at
koyra. Tað eru eingi viður-
skifti
í
ferðslutrygdar-
granskingini, ið eru so væl
skjalprógvað, sum sam-
bandið millum ferð og
ferðsluvanlukkur.
Úrslitið av hesi gransking
er púra greitt: økir tú ferð-
ina, økir tú eisini vandan
fyri, at ferðsluvanlukkur
henda. Og jú meira ferðin
er, tess álvarsligari verða
vanlukkurnar. Og ikki kann
sigast annað, enn at tað sást
aftur í hagtølunum, at ferð-
markið var sett upp fyrst í
sjeyti árunum.
Talið
av
álvarsligum
ferðsluvanlukkum í Før-
oyum var upp á tað mesta í
1986 og síðani tá hevur
gingið rætta vegin. Hví so
er, eru óivað fleiri svar uppá.
Men vit kunnu staðfesta,
at í 1986 kom lóg í gildi, at
tú skalt sita í bilbelti, tá ið
tú situr í bili.
Vit kunnu eisini staðfesta,
at í 1988 kom lóg í gildi,
sum gjørdi galdandi, at
koyrir tú 30 km/t skjótari
enn tað loyvda, missir tú
koyrikortið. Í somu lógar-
broyting kom eisini í gildi,
at tú missir koyrikortið, hev-
ur tú meiri enn 0,8 promillu
av alkoholi í blóðinum.
Tað man ikki vera av leið
at siga, at hesar lógar- broyt-
ingar hava havt eina positiva
ávirkan á gongdina. Og tað
kunnu vit ikki annað enn
fegnast um. Hetta er eitt
prógv um, at tað loysir seg
at seta skilagóðar lógir og
reglur í gildi. Tíverri er tað
so, at síðani 1988 er stígur
komin í á hesum øki.
Skulu vit arbeiða eftir
teimum stevnumiðum, sum
liggja í Null-hugsjónini í
Føroyum, so er neyðugt alla
tíðina at gera dagføringar,
ikki minst í reglum og lóg-
arviðurskiftum.
Kelda: Ferðslutrygd
www.rff.fo
At bilurin er eitt hent tól,
eru vit helst øll á einum
máli um. Men, um ikki
rætt verður borið at, so er
hann vandamikil. Hesi
upp í móti áttati árini, at
bilferðsla hevur verið í
Føroyum, hevur hon kravt
224 mannalív