Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2000 Vánaligt spæl og nógvir møguleikar Hóast landsliðið í 1. hálvleiki vísti eitt tað vánaligasta avrikið seinnu árini, so vóru í 2. hálvleiki møguleikar at vinna stórsigur Tað var aftur staðfest miku- kvøldið. Tá føroyska lands- liðið spælir móti stórum tjóðum, og tá tað spælir móti smáum tjóðum, so eru avrikini sum dagur og nátt. Í oktober var avrikið í 2–0 tapinum fínt, meðan tað í 1–0 sigrinum mikukvøldið í Liktinstein einki var at reypa av. Serliga í 1. hálv- leiki minti spælið nógv um tað í 0–0 dystinum móti An- dorra fyri einum góðum ári síðani. Veruleikin og trupulleikin er, at tað gongst væl at skipa verjuspælið, sjálvt um før- Hagtøl Liktinstein–Føroyar 0–1 (0–0) Á Rheinpark Stadion í Vaduz Mikudagin 26. apríl 2000, kl. 18.30 950 áskoðarar Dómaratríbólkur úr Sveis: Andreas Schluchter Zelimir Mitronic Dachmann 0–1: Uni Arge 71 Liktinstein: 1. Peter Jehle, FC Scaan – 6. Daniel Hasler, FC Vaduz, 5. Harry Zech, FC Balzers, 4. Patrik Hefti, FC Vaduz, 2. Jürgen Ospelt, FC Vaduz (16. Herbert Bicker, FC Schaan, 82.), 3. Martin Stocklasa, FC Zürich (18. Matthias Beck, FC St. Gallen, 86.), 9. Michael Stocklasa, 10. Martin Telser, FC Vaduz, 11. Frederic Gigon, FC Stade Lausanne (14. Christof Ritter, FC Wintherthur, 79.), 7. Thomas Beck, FC Vaduz (17. Ronny Büchel, FC Vaduz, 69.), 8. Mario Frick, FC Zürich, liðformaður Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Martin Oehry, FC Rotweiss Rankweil, 13. Albert Wohlwend, FC Rorschach Gult kort: Mario Frick, 55 Venjari: Ralf Loose Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, Leiftur, 4. Fróði Benjaminsen, B68, 2. Jan C. Dam, B68, 3. Jens Kristian Hansen, B36, 9. Allan Mørkøre, ÍBV (14. Jákup á Borg, B36, 54.), 6. Sámal Joensen, Leiftur (17. Rógvi Jacobsen, KÍ, 76.), 11. John Petersen, B36 (15. Jóhannis Joensen, HB, 90.), 8. Julian Johnsson, Sogndal, 5. Øssur Hansen, B68 (13. Henning Jarnskor, GÍ, 76.), 7. Kurt Mørkøre, Sogndal, (12. Uni Arge, ÍA, 54.), 10. Todi Jónsson, FCK) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: eingin (tað vóru bara sekstan spælarar í ferðalagnum) Gult kort: Jens Kristian Hansen, 58., Julian Johnsson, 73., Jan Dam, 77. Venjari: Allan Simonsen Liðleiðari: Heðin Askham Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: John Reid Skoralíð oyska liðið er undir stórum trýsti. Men tað gongst illa at mynda álopsspælið, tá mótstøðuliðið gevur høvi til tað. Fyritreytirnar ikki góðar Venjarin vildi ikki hoyra tal- an um tað, og spælararnir tóku tað ikki upp á tunguna sum eina burturforkláring. Og tað kennist undarligt hjá føroyingum, sum ikki plaga at vinna, eftir ein sigur at leita eftir orsøkum til, at spælið mangan hevur hing- ið betur saman, men tað eru eyðsýndar orsøkir til hetta. Ein er, at tað er tíðliga á árinum, og at venjingin hev- ur verið darvað av kava. Ein onnur er, at vøllurin á sera hugnaliga stadion Vaduz var so út av lagi óslættur. Serliga í 1. hálvleiki hevði hetta nóg persónlig mistøk við sær. Og so skal tað ikki gloy- mast, at heimligu spælarar- nir vóru í eldinum fleiri ferðir í vikuni upp undir ferðina til Liktinstein týs- dagin. Fróði Benjaminsen var eftiransarin í miðverjuni. Hansara setningur var at an- sa eftir Mario Frick, sum var stak væl upplagdur. Í 1. hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin gjørdi Fróði fleiri fríspark. Men sjálvt um tey vóru úr góðum støð- um, so spurdist einki burtur úr hjá Liktinstein. Í 2. hálvleiki var Fróði Benjaminsen ein teirra, sum spældi seg upp. Fyrsta tím- an var ein trupulleiki, at tað var so striltið at bróta ígjøg- num í borðunum. Jákup á Borg spældi í høgru síðstu 36 minuttirnar, og hann setti ferð á. Fyrstu ferð sending- arnar hjá honum vóru neyv- ar og ferðin hjá honum ó- rógvaði heilt týðuligt mót- støðumenninar. Møguleikar Fyrsta hálva tíman høvdu føroyingarnir einki at bjóða uppá í álopspartinum. Julian Johnsson feldi ein teirra. Ta ferðina var um reppið, at tað var brotsspark. Í 34. minutti var um repp- ið, at vongverjin í vinstru, Patrik Hefti, sendi flatt horna í netið, men frá hans- ara stólpa sendi hann upp- um. Eftir steðgin kom meiri lív í føroyska álopsspælið. Í 57. minutti togaði Daniel Hasler Toda Jónsson niður í brotsteiginum, men Øssur Hansen sendi brotssparkið upp um málið. Tá Føroyar skoraðu í 71. minutti var Øssur uppií: Hesa ferðina eydnaðist tað at senda úr vinstru og til handara stólpa. Uni Arge, Jákup á Borg og Todi Jóns- son spældu saman, og hesin síðsti sendi av baklinjuni og út í málteigin til Una Arge, sum skoraði. Seinna partin av 2. hálv- leiki var púra útselt hjá Lik- tinstein. John Petersen, sum í sínum 25. landsdysti spæl- di væl í 2. hálvleiki, fekk rættuliga fatur á og stýrdi samanspælinum. Møguleikar spurdust burturúr, men einki mál kom afturat, og síðstu fimm minuttirnar ráddi tað um at verja, meðan Liktinstein leyp á við nógvum fólki. JH John Petersen kundi mikukvøldið fegnast um, at hann nú hevur leikt 25 altjóða skrásettar dystir. Eins og vanligt var hann týdningarmikil liður á føroyska miðvøllinum, áðrenn hann móti endanum varð skiftur út Mynd: Lichensteiner Vaterland Fyri triðju ferð innan eitt ár eydnaðist tað Toda Jónssyni at vinna føroyingum brotsspark, men fyri triðju ferð eydnaðist tað eisini einum av liðfeløgum hansara at misnýta gylta møguleikan. Hesu ferð varð tað Øssur Hansen, sum á myndini sæst skjóta bóltin omanfyri málið Mynd: Lichtensteiner Vaterland