fríggjadagur 28. apríl 2000síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
32
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 81 - 28. apríl 2000
Fyrsta málið í tíggju mánaðir
Sigurin á Liktinstein var tann fyrsti í átjan dystum. Tríggjar ferðir á rað eru
brotsspørkini misnýtt
Sigursmálið, sum Uni Arge
skoraði mikukvøldið, var
sætta málið hjá honum. Tað
fyrsta skoraði Uni fyri sjey
árum síðani. Tað var í 3–1
tapinum á Kýprus flaggdag-
in í 1993.
Sigurin á Liktinstein var
tann fyrsti í átjan dystum.
6. august í 1997 vunnu Før-
oyar 2–0 í vinadysti í Tartu
í Estlandi. Undan miku-
kvøldinum var landsliðið í
seytjan dystum á rað farið
av vøllinum uttan at vinna.
Fýra ferðir hevur tað verið
javnleikur.
Brotsparkini
Øssur Hansen hevði ikki
eydnuna við sær, tá hann
fyri aðru ferð fekk møgu-
leikan úr ellivu metrum.
Fyrra ferðin, sum var á Mal-
ta 30. apríl í 1997, skoraði
hann. Hesaferð sendi hann
upp um málið.
Misnýtta brotssparkið var
tað triðja misnýtta á rað.
Tað eru málini sum telja
Týski venjarin hjá Liktinstein staðfesti, at hann hevði bara ein úrmæling á
liðnum
Venjarin hjá Liktinstein,
týskarin Ralf Loose, er van-
ur at tapa. Men eftir tapið
móti Føroyum mikukvøldið
duldi hann ikki, at hann var
ónøgdur við, at hansara
menn høvdu tapt:
– Vit høvdu greiða yvir-
vág í 1. hálvleiki, og eg
haldi ikki, at tað hevði verið
ov mikið, um vit tá vóru
framman fyri við tveimum
málum. Men vit hava ein
stóran trupulleika. Hann er,
at vit fáa ikki mál burtur úr
møguleikunum.
Vart tú nøgdur við avrik-
ið hjá tínum monnum?
– Í 1. hálvleiki høvdu vit
takið á spælinum. Men ein
venjari er ikki nøgdur, tá
liðið ikki skorar. Í 2. hálv-
leiki kom tað týðuliga til
sjóndar, at mínir spælarar
vóru verri fyri, enn mót-
støðumenninir vóru. Tað
var bara ein av mínum
monnum,
sum
skaraði
framúr. Eg haldi, at liðfor-
maðurin hjá okkum, Mario
Frick, var besti maður á
vølli, men ein einsamallur
maður kann ikki vinna ein
landsdyst.
Hvussu metir tú avrikið á
einum stiga frá 0 til 10?
– Eg eri samdur við All-
ani Simonsen í tvey talin-
um. Tað eri eg, sjálvt um
okkara lið hevði takið í 1.
hálvleiki. Teir megnaðu ikki
at spæla seg til møguleikar,
sum góvu mál, og tá teir
gjørdu nógv mistøk, ber
ikki til at geva teimum nak-
að serligt fyri avrikið.
JH
Allan Mørkøre misnýtti
móti Íslandi í vinadystinum
á Tórsvølli 18. august í fjør,
og John Petersen misnýtti í
EM undankappinardystin-
um móti Bosnia-Hersego-
vina á Svangaskarði 9. juni
í fjør.
JH
Uni Arge hevði enn
einaferð orsøk til at
fegnast um føroyskt mál
saman við liðfeløgum
ÍSF einki at
gera á Tórsvølli
Heðin Mortensen tók seg úr
nevndini fyri grunnin, tí hann helt
ikki at nevndarsessurin tænti nø-
krum endamáli
JÁKUP MØRK
Um páskirnar frættist i
útvarpinum, at Heðin
Mortensen í næstum
leggur fram uppskot um
broyting í nevndarviður-
skiftunum í Grunninum
fyri Tórsvøll.
Tænir ongum
endamáli
Undanfarna ár boðaði
Heðin Mortensen frá, at
hann segði nevndarsessin
í tórsvallargrunninum frá
sær.
Heðin greiðir frá, at or-
søkin til hetta var tann,
at hann ikki sá nakra nytt-
u í at sita í nevndina veg-
na ÍSF.
Hann sigur at tórsvall-
arverkætlanin var ætla at
tæana allari ítróttini, men
at hetta nú er broytt, so
hon í dag bert tænir fót-
bóltsligu endamálunum.
Óli valdi TB
Tað gjørdist barndómsfelagið, TB,
sum vann kapprenningina um
landsliðsleikaran, Óla Johannesen
JÁKUP MØRK
Danska
Ekstra-Bladet
skrivar í dag, at AGF fram
til summarsteðgin lænir
Óla Johannsen til TB.
Leigumálið fær gildi
beinanvegin.
Aftur til røturnar
Sostatt tykist nú greitt, at
tað gjørdist barndómsfe-
lagið TB, og ikki GÍ, sum
komandi mánaðarnir fáa
gleði av fótbóltsevnunum
hjá landsliðsleikaranum.
Óli spældi í TB fram til
1996, tá hann gjørdi av at
fara til B36 at spæla.
Hetta samstundis sum
hann var farin undir lestur
á Læraraskúlanum.
Við B36 gjørdist hann
føroyameistari í 1997,
men árið eftir gekk leiðin
heim aftur til Tvøroyri,
har hann leikti fram til
summarið 1999, tá hann
og AGF komu ásamt um
at gera sáttmála.
Okkum eydnaðist ikki
at fáa fatur á Óla Johan-
nesen áðrenn blaðið fór
til prentingar.
Tí metir nevndin hjá ÍSF
ikki, at felagsskapurin
eigur at hava ein aktivan
leiklut í hesum máli.
Tískil hevur Heðin
Mortensen nú skotið upp,
at nevndin verður víðkað
upp í fimm limir, soleiðis
at í hansara stað fáa HB
og B36 eitt nevndarum-
boð í part, og at nevndin
tá skal skipa seg sjálva.
Ikki givið upp
Í stuttari viðmerking sigur
Heðin Mortensen, at hetta
ikki skal skiljast soleiðis,
at hann nú hevur mist alla
vón um at gera Tórsvøll
til landsstadion.
- Eg farið framvegis at
virka fyri ger av renni-
breyt á Tórsvølli, men
hetta verður sum býráðs-
limur, sigur Heðin Mort-
ensen at enda.
Heðin Mortensen metir ikki, at ÍSF hevur nakað at
gera í tórsvallarverkætlanini, sum støðan er
Allan kvígir fyri várinum
Landsliðsvenjarin heldur, at avrikið móti Liktinstein vísti, at fyritreytirnar eru vánaligar at spæla undankappingar-
dystir tíðliga á árinum
Tað var ein lætti fyri Allan
Simonsen, at liðið hjá hon-
um basti Liktinstein. Venj-
arin fjaldi ikki á tíðinda-
fundinum, at hann var fegin
um sigurin, men annars
dugdi hann ikki at síggja
annað at fegnast um:
– Fyrri hálvleikur var út
av lagi vánaligur. Í 2. hálv-
leiki hekk tað betur saman,
men eg kann hvørki vera
Vit eru ov bangnir
Jens Martin Knudsen heldur, at tað er óneyðugt at hava so stóra virðing fyri smáu fótbóltstjóðunum
Tað plagar at verða sagt, at
teir, sum spæla jubileums-
dyst, spæla illa. Miku-
kvøldið vardi Jens Martin
Knudsen
landsliðsmálið
fyri 50. ferð. Hann spældi
væl, og eingin ivi var um,
at avrikið hjá honum var so
nógv tað mest sannførandi
hjá føroyingunum. Hann
hevði ikki nógv at gera, men
tvær ferðir vóru bjarging-
arnar fínar:
– Í fyrra førinum, sum var
eitt fríspark úr vinstru, sá
eg ikki bóltin, fyrrenn hann
var komin inn um mann-
garðin hjá okkum. Har vóru
fimm av okkara monnum
og so tveir av teirra. Tíbet-
ur eydnaðist tað at sláa bólt-
in út í hina síðuna.
Í seinna førinum – tað var
í 2. hálvleiki – hekk mál-
verjin uppi í horninum og
bjargaði:
– Eg roknaði avgjørt við,
at langskotið fór at verða
sent móti handara hornin-
um. Men í staðin fekk hann
á ein ella annan hátt bóltin
millum beinini á einum ver-
juspælara, og tá bólturin
hevði kós móti nærra horn-
inum, gjørdist tað hættisligt.
Hví gongst tað ikki betur
móti smáum tjóðum, enn tað
ofta ger?
– Eg haldi, at vit eru ov
varnir. Vit spæla ikki meira
álopskent móti teimum
smáu, enn vit gera móti t.d.
Russlandi. Tað haldi eg er
skeivt. Vit skuldu havt fleiri
álopsspælarar enn tveir, og
vit áttu at trýst teir at gera
mistøk longri frammi á vøll-
inum.
Søplaðu
Í 2. hálvleiki fingu føroysku
spælararnir fleiri málmøgu-
leikar. Uni Arge fekk ein-
asta málið, tá hann í mál-
teiginum var púra kaldur.
Eitt sindur seinni fekk hann
ein góðan møguleika:
– Eg hoyrdi Toda rópa,
og so royndi eg at leggja
tvørturum, men tíverri fekk
málverjin knúgvarnar á.
– Men eg hevði tveir að-
rar møguleikar, tá eg var
einsamallur við málverjan-
um. Báðar ferðirnar átti eg
at havt fingið mál. Hatta ber
ikki til at renna undan, stað-
festi Todi Jónsson.
Kurt Mørkøre fekk møg-
uleikan í álopinum fyrsta
nøgdur við bóltførleikan
ella fysisku støðuna. Kom-
andi ár skulu vit í mars
spæla undankappingardyst-
ir á útivølli móti Luksem-
burg og Russlandi. Avrikið
móti Liktinstein vísti, at vit
eru so langt í frá í tí venj-
ingarstøðuni, sum skal til,
um vit skulu standa okkum.
Hvat ætlar tú at gera við
tað?
– Tað mugu vit tosa um.
Best hevði tað verið, um vit,
umframt venjingarleguna í
Spania, eisini høvdu tikið
lut í onkrari kapping ikki so
langt undan landsliðsferð-
ini í mars. Men um nøkur
nytta skal vera í einum so-
vorðnum tiltaki, so er tað
neyðugt, at allir teir spæl-
ararnir verða tøkir, sum vit
ætla at brúka í landsdyst-
lítla tíman, men tað hilnað-
ist ikki væl:
– Tað kom ongantíð so
mikið langt, at spælið varð
lagt til rættis, soleiðis at eg
fekk bóltarnar í brotsteigin,
og tí var tað væl skiljandi,
at venjarin setti Una Arge
inn, helt Kurt Mørkøre, sum
í fimtan dystum fyri Sogn-
dal í vár hevur skorað tíggju
mál. Sunnudagin fóru teir í
Sogndal undir landskapp-
ingina.
– Tað hevði verið ein or-
diligur smeitur, um vit ikki
høvdu vunnið á Liktinstein.
Vit hava áður verið vón-
brotnir móti smáum tjóðum.
Eg haldi, at hetta tyngdi
okkum eitt sindur. Men eg
haldi eisini, at tað telur po-
sitiva vegin, at tað í 2. hálv-
leiki eydnaðist at fáa rætta
endan, sjálvt um tað ikki
hevði gingið væl í 1. hálv-
leiki. Hetta síðsta segði Jan
Dam, sum var millum teir
tryggastu.
JH
unum. Tað verður torført,
men vit mugu tosa um hetta.
Tíðindafólkini vildu hava
føroyska venjaran at siga
teimum, hvussu hann metti
avrikið á einum stiga frá 0
til 10:
– Eitt tvey tal. Í 1. hálv-
leiki vóru vit hepnir, at teir
ikki komu á odda. Um teir
høvdu skorað, so høvdu
fyritreytirnar verið øðrvísi
í 2. hálvleiki. Vit vórðu betri
í 2. hálvleiki, men hetta var
avgjørt ikki nóg gott.
JH
Vinstrumegin:
Allan Simonsen var ikki
sørt ovfarin av, hvussu
vánalig venjingarstøðan
hjá føroysku leikarunum
var
Niðanfyri:
Julian Johnsson, í van-
ligum stíli, vinnur her
luftbólt móti mótstøðu-
leikara
Mynd:
Lichtensteiner Vaterland
Maðurin við 50 landsdystum, Jens Martin Knudsen, heldur at føroyingar í nógv størri
mun skulu megna at vera skapandi liðið