leygardagur 25. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 17 - 25. januar 2003
Nr. 17 - 25. januar 2003
3
Hjálpa børnum, ið missa
foreldur við deyða
Anna S. Dalsgaard og
Jóngerð Poulsen
skipa hóskvøldið fyri
fundi, ætlaður
børnum, ið mist hava
foreldur við deyða
SAKNUR
Eirikur Lindenskov
Hóskvøldið kl 19 hava
Anna S. Dalsgaard, lærari,
og Jóngerð Poulsen, heilsu-
systir, kunnandi fund í
Eysturskúlanum í Havn.
Fundurin er ætlaður børn-
um, sum hava mist foreldur
við deyða og avvarðandi
teirra, og er um stovnan av
sjálvhjálparbólki ella bólk-
um. Aldurin hugsað verður
um, er frá 2. flokki til um-
leið 17 ár.
Í dagliga arbeiðið sínum
koma Anna S. Dalsgaard og
Jóngerð Poulsen javnan í
samband við børn, sum
hava mist foreldur við
deyða. Tað veri seg við
sjúku ella av vanlukku, á
landi ella á sjógvi.
– Vit hava mangan ynskt
at hava møguleika at vísa
hesum børnum til onkra
hjálp, siga tær báðar.
Hetta hevur víst seg at
vera sera trupult, og hava
tær tí sjálvar gjørt av at fara
undir eina verkætlan, ið tær
kalla »Sjálvhjálparbólkur
fyri børn, sum hava mist
foreldur við deyða«.
Í løtuni er einki tilboð av
hesum slag í Føroyum, og
royndir aðrastaðni, eitt nú í
Danmark, hava víst, at hetta
er ein sera góður máti at fáa
arbeitt við sorgini. Familjan
er hart rakt og er í sorg, tó at
sorgin er ymisk alt eftir,
hvørja relatión persónurin
hevði til tann deyða.
– Hetta er sera kenslubor-
ið og barnið lærur skjótt at
sýna fyrilit til hini avvarð-
andi. Hetta førir ofta við
sær, at barnið ongan hevur
at tosa við um sínar innastu
kenslur, siga tær báðar.
– Vinfólk eru góð og
kunnu geva góðan stuðul,
men um tey ikki hava roynt
at standa í somu støðu, er
torført, fyri ikki at siga
ógjørligt, hjá teimum at seta
seg inn í kenslurnar hjá bar-
ninum, ið hevur mist. Børn-
ini kenna seg sera einsa-
møll, siga Anna S. Dals-
gaard og Jóngerð Poulsen.
Ein
sjálvhjálparbólkur
kann lætta um. Børnini
hava øll mist foreldur og
kenna sorgina á egnum
kroppi. Í bólkinum sleppa
tey t. d. undan at rættvís-
gera, at tey framvegis eru
kedd, sorgarbundin, ill,
tíma ikki at rokna, orka ikki
sínar vinir beint nú o.s.fr. tí,
hini vita hví, og kenna tað
kanska partvís soleiðis
sjálvi. Børnini kunnu tosa
um ræðsluna fyri at hitt for-
eldrið eisini doyr, tí tann
óttan hava flest øll, sum
hava mist. Hetta kann vera
sera torført at tosa við tann
eftirsitandi um. Allar hesar
kenslur sleppa tí kanska at
sita har sum ein knútur,
sum forðar barninum í at
liva eitt »barnalív« aftur.
Anna og Jóngerð siga, at
fólk annars sjálvi skulu
gera av, hvussu hendan til-
gongdin annars skal verða.
Tær eru at hittaa á telefon:
Jóngerð 316419/227074.
Anna 319552.
Anna S. Dalsgaard fer saman við Jóngerð Poulsen at skipa fyri fundi ætlaður børnum, ið hava
mist foreldur við deyða
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæri bróðir okkara
Carl Trygvi Jensen
Sandur
andaðist á Landssjúkrahúsinum 23. januar,
77 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
sunnudagin 26. januar kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Minni og Halgir
Tey, ið vilja minnast Trygva kunnu lata eina peningagávu til Áargarð,
konto í peningastovnunum.
Jarðarferðin hjá
Páll Poulsen
Syðrugøta
verður úr Gøtu kirkju leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Margith, Andreas og Conny
Tey, ið vilja minnast Páll kunnu lata eina peningagávu til
Diabetesfelag Føroya, konto í peningastovnunum.
Hósdagin fingu fýra
blóðgevarar eina gull-
nál fyri at hava latið
blóð 50 ferðir í part.
Men á blóðbankanum
vantar teimum altíð
gevarar, og heita tey tí
á fólk um at melda
seg sum gevarar
BLÓÐBANKIN
Ingrid Bjarnastein
Tá tú ert blóðgevi fært tú
eina nál viðhvørt, alt eftir,
hvussu ofta tú hevur latið
blóð. Fyrstu ferð tú letur
blóð fært tú eina nál við
einum blóðdropa. 10. ferð
fært tú ein blóðdropa við
bronsuringi rundanum. 25.
ferð fært tú við einum
silvurringi og 50. ferð fært
tú við einum gullringi. Og
tá tú hevur latið blóð 100
ferðir fært tú eina pelikan
úr kongaligum porsileni.
– At lata blóð er frívill-
ugt, og tú gert tað ókeypis.
Hetta er bara ein súmbolsk
gáva, sum verður latin
blóðgevunum fyri at hava
bjargað nógvum mannalív-
um, sigur Marita Simon-
sen, sum arbeiðir á laborat-
oriinum á Landssjúkrahús-
inum og er forkvinna í
Felagið Blóðgevi í Havn.
Hagtølini fyri 2002 siga,
at í blóðbankanum hava tey
tappað 1600 gevarar í fjør.
Men tørvurin á meira gev-
arum er altíð til staðar.
– Vit plaga at keypa úr
Danmark, men tað er ógvu-
liga dýrt. Vit mangla altíð
gevarar, tí tað eru so nógv
fráfall. Her í Havn hava vit
1100 gevarar, men tað er
verri enn so ikki eitt reelt
tal, tí tað eru so nógv fyri-
varni at taka. Onkur er við
barn, onkur tekur pensilin,
onkur lesur uttanlands,
onkur annar siglir úti og so
framvegis, so vit fáa verri
enn so ikki brúkt allar,
greiðir Marita Simonsen
frá.
Krøv
Krøvini fyri at gerast
blóðgevi er, at tú ert millum
18-60 ár og vigar meira enn
60 kilo. Harafturat skalt tú
eisini verða frískur á allar
mátar. Um tú ynskir at
geva blóð verða blóðroynd-
ir tiknar fyri at tryggja, at
alt er í lagi.
– Nýtslan av blóði í Før-
oyum er vorðin størri og
størri. Hetta kemst av, at vit
hava meira viðgerðir í Før-
oyum nú enn fyrr. Tað eru
nógvir krabbameinssjúk-
lingar, sum krevja blóð,
sum fyrr vórðu sendir til
Danmarkar, men nú verða
viðgjørdir í Føroyum.
Tá ein blóðgevi letur
blóð, verður umleið ein
hálvur litur tappaður. Blóð-
ið verður sentrifugerað, og
verður nýtt til trý ymisk
endamál aftaná, so við at
geva blóð fært tú hjálpt
trimum ymsum sjúkling-
um.
Hósdagin fingu so fýra
blóðgevarar eina gullnál.
Teir hava tilsamans latið 25
av blóði í part.
Fýra fingu gullnál:
Hava latið 25 litrar av blóði
Marita Guttesen, Julian
Eliasen, Steingrím Vang og
Gunnrið Jóanesarson fingu
hósdagin eina gullnál fyri at
hava latið blóð 50 ferðir
Mynd: Jens Kr. Vang
Rafik´sa Pizza og
shawarma er heitið á
nýggjum matstaði í
hjartanum í Havnini
MATSTAÐ
Ingrid Bjarnastein
Í seinastu viku lat upp enn
ein nýggj matstova í Havn-
ini. Talan er um eitt pizz-
eria/shawarma grill, sum
liggur har, Casablanca áður
hevur hildið til.
Rafik Bourbiaa eigur
nýggja
matstaðið,
sum
eitur Rafik´sa pizza og sha-
warma. Rafik er úr Tunesia,
men hevur búð í Føroyum,
Vestmanna, í fleiri ár nú.
Fyri nøkrum árum síðani
lat Rafik upp pizza og sha-
warma grill inni á Høgabóli
í Saltangará, og nú er Rafik
eisini komin til Havnar.
Hjá Rafik kanst tú fáa
pizz a og shawarma, um-
framt ymiskt annað gott.
Rafik er komin til
Havnar
Talel, sum er systirsonur Rafik, er eisini úr Tunesia , ger her
pizza í nýggja pizza og shawarma matstaðinum í Havn, sum
eitur Rafik´sa pizza og shawarma
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2