leygardagur 25. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 17 - 25. januar 2003
Nr. 17 - 25. januar 2003
5
Videoeftirlit í Vágatunnilin
Jón Kragesteen er
heitur talsmaður fyri
eftirlitið við mynda-
tóli á landsvegunum,
tí hóast bilførarar eru
væl upplýstir, eru tað
fleiri hundrað hvørt
samdøgur, sum seta
seg sjálvi og onnur í
stóran vanda. Hann
heldur ikki, at hetta
hevði verið at skert
tað persónliga frælsið
FERÐSLUTRYGD
Theodor E. D. Olsen
Í gjár hevði Sosialurin sam-
røðu við fyrsta ferðsluofrið
í Vágatunlinum, Olaf Ell-
ingsgaard, sum 13. januar
bleiv árendur av einum bili,
sum koyrdi einar 200 kilo-
metrar um tíman. Olaf
slapp við 12 beinbrotum
ymsastaðni á kroppinum.
Júst hetta kvøldið hevur
verið nevnt sum eitt dømi,
har skeltingin ikki var nóg
góð í undirsjóvartunlinum.
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
sigur at sjálvur koyrdi hann
gjøgnum tunnilin nakrar
dagar frammanundan, og
hann heldur, at farið varð
alt ov lætt um skeltingina.
Tí sum hann sigur, so vóru
skelti, har heitt varð á fólk
um at koyra 60 km/t, men
har var einki arbeiði at
síggja, og um fólk koyra
einar tríggjar ferðir framvið
einum slíkum skelti, so
hvørvur álitið á slíkum
skeltum, sigur Jón Krage-
steen, ið tó leggur dent á, at
vit sjálvandi altíð eiga at
vera lýðin, tá talan er um
skelti á vegunum. – Men øll
vita, at tunnilin læt upp,
áðrenn hann átti, leggur
hann tó afturat.
Fleiri hundrað koyra
alt ov skjótt
Men tað er tó ikki bara í
Vágatunlinum, at trupul-
leikar eru við ov nógvari
ferð, vísir leiðarin í RFF á.
Allastaðni, har vegirnir eru
góðir, verður koyrt alt ov
skjótt, og hóast tað er neyð-
ugt við brekkum, sum
bjóða til skjóta ferð í undir-
sjóvartunlinum, so sigur
Jón Kragesteen, at í dag ber
ikki til at geva brekkum alla
skuldina fyri ov nógva ferð.
Bilarnir
eru
nevniliga
blivnir so mikið góðir, at tú
merkir ikki nógv á bilinum,
um tú koyrir ov skjótt, og tá
kann tað gera tað sama, um
tú koyrir eftir sløttum, ella
um tú koyrir í brattari
undanbrekku Vágatunlin-
um. Eitt nú í Kollfjarðar-
tunlinum koyra eini 2 til
prosent av teimum 4000
bilunum, ið koyra har um
samdøgrið, meira enn 110
km/t. Hetta ljóðar kanska
ikki av so nógvum, men
hetta eru hóast alt nakrir
hundrað bilar um dagin,
sum koyra ov skjótt – harav
nakrir langt omanfyri 110
km/t.
Tí heldur Jón Krage-
steen, at vit í Føroyum áttu
at havt eftirlit við mynda-
tóli á landsvegunum í Før-
oyum.
RFF arbeiðir í løtuni við
einum áliti, har mælt verður
til videoeftirlit, og Jón
Kragesteen hevur eisini
heitt á avvarðandi lands-
stýrismann, Bjarna Djur-
holm, um at kanna møgu-
leikarnar fyri at seta sjálv-
virkandi eftirlit við mynda-
tóli í gildi í Føroyum eins
og gjørt verður í okkara
grannalondum, men svarið
frá ráðharranum var, at løg-
reglan er danskur myndug-
leiki, og tí hevur Landsstýr-
ið ongan møguleika at
áleggja politinum at fara
undir slíkt.
Tó kundi RFF seta seg í
samband við Fútan, um tað
hevði ynski um videoeftirlit
á vegunum, men hetta svar-
ið sigur Jón Kragesteen seg
ikki kunna brúka til so
nógv.
Fleiri fiskar í trolið
Fyrimunurin við videoeftir-
liti, er sambært leiðaranum
á RFF, at tað er fyribyrgj-
andi, og politiið fær fleiri
"fiskar í trolið" og brúkar
færri ressursir upp á hetta
arbeiðið. Er talan t.d. um
Vágatunnilin, metir Jón
Kragesteen tað ikki vera
neyðugt við so nógvum
myndatólum, av tí at har
sæst rættiliga langt á hesum
beina vegi. Hann greiðir
frá, at aðrastaðni eru tey
komin til ta niðurstøðu, at
bilførarar verða rættiliga
væl undirvístir, men fyri at
náa tí sonevndu "null-hug-
sjónini", ið merkir at eingin
skal doyggja í ferðsluni,
nyttar ikki bert at læra og
upplýsa fólk. Neyðugt ar
eisini við eftirliti.
Tað ber til at innstilla
bilar, so teir boða frá, at tað
ikki er loyvt at loyra skjót-
ari enn eitt ávíst tal av kilo-
metrum um tíman. Eisini
ber til at upplýsa, nær ein er
í bygdum øki. Men neyvan
lurta øll eftir hesum upplýs-
ingum, og tað er eitt para-
doks, at vit kunnu keypa
bilar, sum koyra tríggjar
ferðir so skjótt, sum er mest
loyvda ferð her hjá okkum,
sigur Jón Kragesteen. Ser-
liga tí at fleiri av hesum bil-
um verða framleiddir til út-
flutning.
Skerjir ikki pesónliga
frælsið
Eisini fáast bilar, sum fáa
koyrt skjótari enn eitt ávíst
kilometratal um tíman, men
Jón Kragesteen er heitur
talsmaður fyri videoeftir-
liti. Myndirnar av teimum
bilum, sum koyra av skjótt,
verða so skjótt til ber
sendar bileigarunum við
postinum, og so er bert eftir
at gjalda bótina. Vanliga
verður ikki mutað ímóti
hesum í okkara granna-
londum, tí hesin mátin at
kanna ferð er trupul at
mótprógva.
Spurdur, um hann ikki
væntar at onkur av okkara
politikarum fer at siga, at
hetta er at skerja tað per-
sónliga frælsið, svarar Jón
Kragesteen við eini saman-
bering: - Um talan er um
eina sag inni á einum verk-
staði, so kann ein seta eitt
skelti upp, hatr skrivað
stendur, at ikki er lovt at
koma ov tætt at sagini við
fingrunum. Hetta kemur tó
fyri viðhvørt, og tí eru
skermar settir fyri slíkar
sagir. Tað er heldur ikki
tann rætti vinkulin at tosa
um tað persónliga frælsið í
hesum sambandi, og tað
fara
okkara
politikarar
nokk eisini at síggja. Tí tað
er jú heldur ikki loyvt at
roykja inni á almennum
bygningum ella umborð á
flogførum, og hetta hevði
verið ein vinningur bæði
persónliga og samfelags-
liga, heldur Jón Krage-
steen, leiðari á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd um videoeftir-
lit á landsvegunum.
Avmynda bert
nummarpláturnar
Hvørki vágafólk ella aðrir
føroyingar eiga Vágatunnil-
in. Hann er privatogn hjá
partafelagnum Vágatunnil-
in, men av tí at hann er
partur av landsvegakervin-
um, hevur løgreglan eftirlit
við vegunum, og hon hevur
eisini myndugleika at seta
skelti upp í tunlinum.
Klæmint Weihe er nevndar-
formaður í P/f Vágatunlin-
um. Hann metir ikki, at
partafelagið kann ábyrgdast
fyri sjálvt eftirlitið við
ferðslutrygdini í undirsjóv-
artunlinum, og hann ivast
eisini í, um tað sambært
Grundlógini er loyvt at
hava videoeftirlit, tí hetta er
eisini at hava eftirlit við
privatlívinum hjá fólki. Tí
hóast tað longu eru kamera
uttan fyri tunnilin, so kanna
tey bert nummarpláturnar,
sum lýsa eigaraviðurskifti,
og ikki hvørji fólk sita í
bilinum. – Men um tað var
lógarheimild, og løgreglan
var fyri tí, so hevði tað helst
verið eitt gott hugskot, men
hetta má gerast profession-
elt, sigur Klæmint Weihe.
Videoeftirlit er alneyðugt
sambært leiðaranum í Ráðn-
um fyri ferðslutrygd. Fleiri
hundrað bilar um samdøgrið
koyra alt ov skjótt
Mynd: Jens Kr. Vang
– Prix Føroyar er ein
sera góður møguleiki
hjá okkum at koma
fram. Vit hava ikki so
nógvar aðrar møgu-
leikar at spæla fyri
fólki, sigur Rúni B.
Larsen, trummu-
spælari í bólkinum
S.C.A.T.G.O.H.
PRIXIÐ
Eyðun Klakstein
S.C.A.T.G.O.H.
Nakrir meira ella minni
tilvildarligir
bókstavir.
Geva ikki nakra meining í
eini skjótari vending, men
har liggur okkurt aftan fyri.
Sixth Commandment At
The Gates Of Heaven.
Tað ljóðar stórt og flott,
og kanska er tað eisini tað.
– Hasin setningurin var
bara knappliga har, og so
valdu vit at brúka hann, utt-
an at vit hava nakran boð-
skap við navninum, sigur
Rúni B. Larsen, sum er ein
av teimum fýra tónleikar-
unum í bólkinum.
Tríggir av limunum í
S.C.A.T.G.O.H. hava roynt
seg í Prix Føroyum áður.
Tað var við í innleiðandi
kappingini í Klaksvík fyri
tveimum árum síðani. Tá
høvdu teir spælt saman í
stutta tíð, og framførslan
var í ikki so sannførandi,
sum hjá teimum meira
royndu bólkunum.
Góður møguleiki
Teir venja á Margarinfa-
brikkini í Havn, og teir
hava verið ídnir nógvu
seinastu vikurnar.
Málið er ein góð fram-
førsla á Prixnum, og hesa-
ferð ætla teir sær ikki at lata
seg noyða við bara at vera
við. Teir vilja á pallin at
gera vart við seg.
– Prix Føroyar er ein sera
góður møguleiki hjá okk-
um at koma fram. Vit hava
ikki so nógvar aðrar møgu-
leikar at spæla fyri fólki, og
tí eru vit við aftur hesaferð,
sigur Rúni B. Larsen.
– Vit eru spentir til kapp-
ingina, men tað er ilt at
siga, hvør fer at vinna,
heldur hann.
S.C.A.T.G.O.H. fer at
spæla rocktónleik. Nakað
er tungt og kanska punk-
kent, annað er meira frið-
arligt og melodiøst.
Og so fæst at vita, um teir
klára um gyltu gáttina til
Prix-finaluna.
Talent á
café Natúr
Mánakvøldið 29. jan-
uar kl. 21.00 verður
Talentkvøld á Café
Natúr. Kvøldið er ætl-
að teimum, sum hava
tónlistarligar
gávur,
men ikki vanliga eru
úti og spæla fyri fólki.
Tað ser tað sama, um
tú tín gáva er afri-
kanskt
inspireraður
hálsasangur ella kassa-
gittarspæl – allur tón-
leikur sleppur fram at.
Talan er ikki um
kapping,
men
ein
møguleika hjá fólki at
royna seg á einum
palli.
Tað ber til at tekna
seg til Talentkvøldið
við at seta seg í sam-
band við Café Natúr.
ek
Ungir mans bjóða seg fram
Ungir mans bjóða seg fram í
Prix Føroyum. Heri
Trondesen, Rúni B. Larsen,
Regin Skarðhamar og Jógvan
Hansen manna bólkin
S.C.A.T.G.O.H.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
5
4