Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 7 Stórfingin bústevna í Runavík Í døgunum 4. - 6. apríl verður Ítróttar- høllin í Runavík karmur um stór- fingnu bústevnuna, Hús & Innbúgv 2003. Eitt stórt tjald verður eisini sett upp við høllina, soleiðis at samlaða framsýning- arøkið verður væl meira enn 1000 fermetrar tilsamans FRAMSÝNING Vilmund Jacobsen Runavík: Fyrstu vikuna av apríl verður heimið ella set- húsini, tú ætlar tær at byggja, hevur bygt ella leigar - saman við øllum tí, sum hartil hoyrir - sett í fokus á stórfingnu bústevn- uni, Hús & Innbúgv 2003, sum verður hildin í Runa- vík í døgunum, 4.- 6. apríl. Talan er um somu sølu- stevnu ella messu, sum varð útsett tvær ferðir í fjør. Fyrru ferðina órógvaði valdið, sum var 30. apríl, og aðru ferð var tíðarskeiðið heldur ikki so heppið, tí hetta var háárstíð hjá flestu framsýnarum. Fyrr um árið – Hóast undirtøkan fyri tiltakinum alla tíðina var sera stór, hevði tíðin, orkan og ynskir frá teimum, ið kundu hugsað sær at luttik- ið, tað við sær, at vit av- gjørdu at útseta messuna til nú í vár, sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum er ein av stigtakarunum til bústevn- una. Hann heldur ikki, at ein slík stevna eigur at verða hildin ov tætt uppat summ- arinum, og tað halda fram- sýnararnir heldur ikki. – Hetta er høvuðsorsøkin til, at bústevnan nú verður hildin í døgunum, 4.-6. apríl. Seinnu árini eru sølu- stevnurnar, sum javnan verða hildnar her heima á klettunum, í størri og størri mun farnar at bera dám av messum, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands. – Her í Runavík hava vit nú okkara egnu fiskarí- messu, okkara KT-messu og nú eisini okkara bú- messu, sigur Hans Petur. Dreymur og veruleiki Fyrireikararnir vísa á, at høvuðsendamálið við bú- stevnuni, Hús & Innbúgv 2003, er at lýsa tey ymisku liðini, sum hugsast kunnu - frá tí, tú droymir um at seta føtur undir egið borð, til heimið endaliga kann ger- ast veruleiki. – Øll, sum koma á stevn- una, hava sjálvandi ikki fyri neyðini at fáa lýst øll hesi liðini, talan kann vera um. Nøkur vilja ivaleyst kunna seg um eitthvørt ávíst, ið tey hava áhuga fyri, og hesi skulu sjálvsagt eisini fáa nakað burtur úr á stevnuni, sigur Hans Petur Ellings- gaard. Hann vísir á, at onkur kanska stendur og ivast í at skifta sær køk ella vind- eygu út, og í slíkum førum kann ein stevna, sum bú- stevnan, verða eitt kær- komið høvi, har til ber at síggja, hvat rørir seg á marknaðinum. Stórur tørvur – Eitt annað endamál er eisini at fáa savnað sum mest á einum staði av tí vinnu, sum hevur við bú- staðin og byggingina at gera, soleiðis at henda vinna kann fáa sítt egna "business-forum", sum Hans Petur tekur til. Hann heldur, at stórur tørvur hevur verið á eini tílíkari messu í Føroyum. – Fiski-og alivinnan, oljuvinnan og KT-vinnan hava fingið sítt egna ráð- stevnu-og messuforum, og lítið man vera at ivast í, at tørvur eisini er á einum tí- líkum forum fyri ta vinnu, ið hevur við bústaðin at gera, sigur Hans Petur. Nógvir framsýnarar Sum dømi um framsýnarar, ið verða við á bústevnuni í Runavík, kunnu nevnast entreprenørar, arkitektar, peningastovnar, tryggingar- fyritøkur, byggimeistarar, timburhandlar, sniðhúsa- framleiðarar, snikkarvirki, VHS-innleggjarar, el-inn- stallatørar, málarar, múrar- ar, telefyritøkur, o.s.fr. Eis- ini verða handilsfyritøkur innan VHS, el, køkar, baðirúm, hvítvørur, møblar, búnýti og annan útbúnað við á messuni. Hans Petur sigur, at áhugin fyri messuni er sera stórur og hava nógvar fyri- tøkur longu boðað frá lut- tøku, hóast nærum eingin marknaðarføring enn hevur verið í fjølmiðlunum. Fyri at tryggja sær, at framsýningin gerst breið og fjøltáttað, hava fyrireikarar- nir av bústevnuni avgjørt eisini at leigað eitt tjald úr útlandinum, sum verður sett upp við Ítróttarhøllini í Runavík. Saman við tjald- inum, verður samlaða framsýningarøkið væl størri enn 1000 fermetrar tilsamans. 10% avsláttur – Vit ivast ongu løtu í, at stevnan verður fullteknað, og at bæði framsýnarar og vitjandi fáa eina stevnu, har tey kunnu fáa nakað gott burturúr, sigur Hans Petur Ellingsgaard. Fyrireikararnir vænta, at talið av vitjandi á bústevn- uni, Hús & Innbúgv, 4.-6. apríl, verður nøkur túsund úr øllum landinum. Tilmeldingarfreistin hjá fyritøkum, ið ætla sær at sýna fram, er sett til, 1. mars, men avgjørt er, at tær fyritøkur, ið meldað til fyri 1. februar, fáa 10% í av- sláttri. – Vit ivast ongu løtu í, at stevnan verður fullteknað, og at bæði framsýnarar og vitj- andi fáa nakað gott burturúr, sigur Hans Petur Ellings- gaard, ið er ein fyrireikar- unum av bústevnuni, Hús & Innbúgv 2003, sum verður í Runavík í døgunum, 4.-6. apríl. Fyri at tryggja sær, at framsýningin gerst bæði breið og fjøltáttað, verður eitt tjald leigað úr útlandinum, soleiðis at samlaða framsýn- ingarøkið verður væl størri enn 1000 fermetrar Seinnu árini eru sølustevnur- nar, sum javnan verða hildnar her heima á klettun- um, í størri og størri mun farnar at bera dám av mess- um, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands. – Her í Runavík hava vit nú okkara egnu fiskarímessu, okkara KT-messu og nú eisini okk- ara búmessu, sigur Hans Petur Ellingsgaard Ráðstevna um sporføri í Fuglafirði Ráðstevnan um spor- føri innan fiskivinn- una, ið var útsett or- sakað av vánaligum floglíkindum, er nú sett á dagskránna aftur. Stevnan verður hildin komandi týs- dag, 28. januar Fuglafjørður: Ráðstevnan, sum upprunaliga skuldi haldast, 14. januar, varð útsett, tí tríggir av fyrilestr- arhaldarunum ikki náddu fram til tíðina. Arbeitt hev- ur síðani verið við at finna ein dag, har allir fyrilestrar- haldararnir kundu verða við. Hetta er eydnast, og verður ráðstevnan nú hildin komandi týsdag, 28. januar. – Av tí, at tað var møgu- ligt at fáa allar teir somu fyrilestrarhaldararnar við til útsettu stevnuna, verður skráin eisini tann sama, upplýsir Virkisráðgevingin. Ráðstevnan byrjar kl. 10 við innskriving og kaffi. Hon verður sett kl. 10.30. Høvuðsevnini á ráðstevn- uni verða Trace Fish stand- ardirnir fyri veiddan fisk og fyri alifisk. Hesir báðir fyrilestrarnir verða hildnir av Jostein Storøy frá SIN- TEF og Marco Frederiksen frá DIFRES. Virkisráðgevingin sigur, at tá ið tosað verður um sporføri, er tann tøkniligi parturin ógvuliga avger- andi. Tí fer Kristján Gisla- son, umboð fyri Radiomið- un úr Íslandi, at greiða frá um elektroniskar logbøkur og aðrar elektroniskar hent- leikar umborð á skipun, við atliti at sporføri. Fjórði fyrilesturin verður hildin av Poul Johannes Østerø frá Com-data. Hann fer millum annað at lýsa dataflowið í føroysku fiski- vinnuni, eitt nú hvør fram- leiðir data, hvør sendir til hvønn, og nær og hví missa vit sporføri. Ráðstevnan endar við tí føroysku sporførisvisióni. Her fer Jørleif Bech frá Com-Data at vísa, hvussu ein total sporførisskipan kann síggja út, og hvussu vit kunnu fylgja einari vøru - heilt frá tí, hon er fiskað av havsins grunnum, til keyparin stendur við henni í hondini. – Ráðstevnan hevur til endamáls at seta evnið sporføri á dagskránna í før- oyska kjakinum, soleiðis at vit fáa eina menning á hes- um øki. Virkisráðgevingin sigur, at tey, sum enn ikki hava havt høvi at teknað seg til ráðstevnuna, kunnu ringja á tlf. 449591 og fáa hetta í lag. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 300,00 fyri hvønn; tá er kaffi allan dagin og sjálvtøkuborð á middegi íroknað. Komandi týsdag verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um ráðstevnu um sporføri. – Endamálið við stevnuni er at seta sporføri á dagsskránna í føroyska kjakinum, sigur Virkisráðgevingin Alivinnan á skeið á Fróðskaparsetrinum Náttúruvísindadeild- in á Fróðskaparsetr- inum bjóðar nú ali- vinnuni á skeið um grundleggjandi við- urskifti innan aling SKEIÐVIRKSEMI Vilmund Jacobsen Alivinnan hevur fingið inn- bjóðing frá Náttúruvísinda- deildini á Fróðskaparsetrin- um um at luttaka í skeiði um aling, sum verður á Nátt- úruvísindadeildini í vár. – Skeiðið, sum er partur av lívfrøðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, gevur eina grundleggjandi vitan um aling og tær fyritreytir, ið skulu vera til staðar fyri at fáa sum mest burtur úr hesi vinnu, sigur Eyðfinn Magnussen. Á skeiðnum verður greitt frá grundleggjandi viður- skiftum um alifisk og um- hvørvi, smoltframleiðslu og framleiðslu av vaksnum fiski, kynbótararbeiði og sjúku. At enda verður greitt frá, hvørja ávirkan streym- viðurskifti hava á alingina. Hørður, Roar og Knud greiða frá Tað verða Hørður Wardum og Roar Olsen frá P/F Fiska- aling sum fara at taka sær av mesta partinum av und- irvísingini, og Knud Sim- onsen frá Náttúruvísinda- deildini fer at taka sær av tí partinum, sum hevur við streymviðurskifti at gera. Knud arbeiðir m.a við at finna fram til nýggj aliøki í Føroyum. – Útgangsstøðið hjá hon- um er eitt streymmodell, sum hann hevur gjørt fyri Føroyar, upplýsir Eyðfinn Magnussen á Náttúruvís- indadeildini. Tey, sum vilja vita meira um skeiðið um aling, kunnu venda sær til Eyð- finn Magnussen á tlf. 352559, tlf. 352550 ella um e-post EydfinnM@Setur.fo Í mars fara Hørður Wardum, Roar Olsen og Knud Simon- sen at greiða alivinnuni frá um aling. Tað er Náttúru- vísindadeildin á Fróðskapar- setrinum, sum skipar fyri. C M Y K 7 6