Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 9 Øll val- dømi krevja lands- stýris- sessin Nógv áhugamál eru uppií, nú løg- maður skal til- nevna ein nýggjan landsstýrismann, og helst spælir tað nógv inn, hvørjum valdømi, tey skikk- aðu uppskotini eru úr TILNEVNING Ingi Rasmussen Smáar tvær vikur eru farnar, síðan Jørgen Niclasen noyddist at leggja frá sær sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Løg- maður umsitur máls- økið, til ein avloysari er funnin, men enn er onki nýtt navn sett á. Nógv áhugamál eru uppií, sigur løgmaður, sum er undir stórum trýsti frá øllum lokalfel- øgunum, ið vilja hava nýggja landsstýris- mannin. Løgmaður við- gongur eisini, at tað kann fáa týdning fyri valið, hvat valdømi landsstýrismaðurin hoyrir til, tá hann tekur avgerðina. Suðuroyingar hava áður kent seg fyri vanbýti, tá sessarnir í landsstýrin- um skuldu býtast, og tað er ikki óhugsandi, at teir sleppa upp í part hesa- ferð. Men tað kann eins væl vera onnur, sum vinna tað taktiska spæl- ið. Løgmaður vil ongan dato seta á, nær ein nýggjur landsstýrismað- ur er funnin, men tað verður skjótt, sigur hann. – Tað verður tikin tann tíð, sum er neyðug, men løgmaður kann ikki sita leingi við fiskivinnu- málum, tí hetta er eitt tungt málsøkið, sum krevur sín mann og reiðiliga tað, sigur An- finn Kallsberg. Taka samgongupart- arnir ikki annað skinn um bak, so er ikki óhugsandi, at samgongan slitnar, sigur Anfinn Kalls- berg løgmaður. Hann heldur samgonguna byggja á eitt gott grundarlag, men nógvu almennu hólmgongurnar eru slítandi og ein vána- ligur gróðrarbotnur fyri fruktagóðum politikki. Uttanum- fríggj kennir hann onki til POLITIKKUR Ingi Rasmussen Um ikki annað lag kemur á, so er spurningurin, hvussu leingi samstarvið fer at halda. Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg løgmaður eftir djúpu sárini, sum samgong- an fekk eftir orrustuna um landsstýrismannin við fiskivinnumálum, sum við ringum tannabiti mátti leggja frá sær. Óneyðugt er at siga, at bardagarnir hava verið nógvir síðstu árini. Dúgliga hevur verið gitt um, hvørt politiska hjúnalagið millum Fólkaflokkin og Tjóðveld- isflokkin fór at halda. Men tað hevur víst seg at vera ynskishugsan hjá andstøð- uni, tí hvørja ferð ein brota- sjógvur er farin framvið, hevur samgongan staðið líka stinn. Ella stinnari. Seinasta rokið um upp- søgnina hjá Jørgen Nicla- sen fekk ikki løgmann at siga samgonguna upp, men sambært høvuðspersónin- um sjálvum, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað hendir. – Samstarvið við Tjóð- veldisflokkin er so slitið, at talan bert kann verða um tíð, áðrenn tað av álvara slitnar. Spurningurin er bert, nær tað slitnar, og ikki um tað slitnar, sigur Jørgen Niclasen við Dimmalætting 18. januar. Gott grundarlag Løgmaður hevur ikki hug at gera viðmerking til ítøki- ligu útsøgnina hjá sínum floksfelaga, sum er avger- andi 17. maður í løgting- inum, men hann viðgongur, at samgongusamstarvið er so mikið slitið gjøgnum fleiri ár, at annað lag má koma á. – Nú mást tú ikki spyrja meg um, hvat Jørgen mein- ar. Vit hava eina samgongu, sum hevur eina avtalu, men eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at tað eftir míni meining hevur verið ein turbulent tíð – bæði áðrenn og eftir valið. Tað er kanska ikki tann besti gróðrarbotn- urin til konstruktivt arbeið- ið, men eg haldi sanniliga, at vit hava ein góðan mál- setning og eitt skilagott samgonguskjal, og vit skuldu havt allar fortreytir fyri at fingið nakað gott burturúr og fingið eitt fruktagott samstarv, sum verður frægari, sigur An- finn Kallsberg. Men tað hevur tíverri ikki eydnast so væl higartil, leggur hann afturat. – Tað er greitt, at tað er ein fortreyt fyri at fáa nak- að konstruktivt burturúr. So um ikki annað lag kemur á, og vit áhaldandi prioritera skeivt og brúka óneyðuga orku upp á slítandi ósemjur, so er spurningurin, hvussu leingi hetta heldur, sigur Anfinn Kallsberg. Ókendur fundur Um dagarnar var prát millum leiðandi persónar í Fólkaflokkinum og Sam- bandsflokkinum um eitt møguligt framtíðar sam- starv, sum kortini ikki varð av nøkrum. – Tað kenni eg onki til. Eg havi ikki verið í sam- bandi við nakran flokk ella nakran persón við tí fyri eyga at broyta samgongu- samansetingina. Flokkurin er mannaður við ymiskum fólkum, og tað er ongin loyna, at tá turbulent viður- skifti eru millum flokkar, so rørist okkurt seg, og fólk tosa saman. Tað fái eg onki gjørt við, men mær vitandi er ongin samráðing farin fram, og sum formaður havi eg so ikki verið uppií, sigur Anfinn Kallsberg. Anfinn Kallsberg váttar sostatt hálvavegna orðini hjá Jørgen Niclasen, at samstarvið við Tjóðveldis- flokkin er í álvarsligum vanda. Men ongin ítøkilig ætlan er um at stinga í sekkin, sambært løgmanni. Slitið samstarv kann slitna Sárini eftir seinastu hólmgonguna í samgonguni eru ikki lekt enn, og bæði Anfinn Kallsberg løgmaður og Jørgen Niclasen landsstýrismaður eru ivingasamir um, hvørt samgonguni er lív lagað ” Samstarvið við Tjóðveldisflokkin er so slitið, at talan bert kann verða um tíð, áðrenn tað av álvara slitnar. Spurningurin er bert, nær tað slitnar, og ikki um tað slitnar Jørgen Niclasen, Dimmalætting 18. januar ” Um ikki annað lag kemur á, og vit áhaldandi prioritera skeivt og brúka óneyðuga orku upp á slítandi ósemjur, so er spurningurin, hvussu leingi hetta heldur. Anfinn Kallsberg, Sosialurin 25. januar Útvarpið og fartele- fonin eru nú av og á at hoyra í undir- sjóvartunlinum undir Vestmannasundi. Talan er um royndar- koyring ROYND Edvard Joensen Vágar: Tað ber til at hoyra Útvarpið undir Vestmanna- sundi. Eisini fartelefonin virkar. Viðhvørt. Fólk, sum koyra undir sundinum, hava av og á kunnað ringt við fartelefon úr tunlinum í seinastuni. Eisini útvarpið hevur verið at hoyrt. Niklas Foldbo, hjá parta- felagnum Vágatunlinum, sigur, at talan er um at út- gerðin nú verður royndar- koyrd. Tí kann ikki vænt- ast, at sambandið er støð- ugt, men verður burtur av og á. Hann sigur, at uppset- ingin er liðug, men at tað fer at ganga ein mánaði ella so, áðrenn roknast kann við, at alt er endaliga kom- ið upp á pláss. – Av og á koyrir útgerðin, sum hon ætlandi skal, tá klárt er, Men so verður hon sløkt aftur, meðan ymiskar justeringar og kanningar annars fara fram, sigur Niklas Foldbo. Hann rokn- ar við, at einaferð seinast í februar mánaða verður alt liðugt, og støðugt samband fæst inni í Vágatunlinum. Vágatunnilin hevur sein- astu tíðina verið stongdur um náttina mitt í viku, tí arbeitt hevur verið. Tó hev- ur borið til at koyrt í gjøg- num hvønn heilan tíma. Hetta fer at standa við í hvussu er hendan mánaðan út, sigur Niklas Foldbo. Okkurt arbeiði er at gera í tunlinum, og hidlið verður ikki ráðiligt at lata ferðsl- una ganga frítt, meðan ar- beitt verður. Arbeitt verður við barnaansingini í Hós- vík, sigur borgar- stjórin. Hann væntar eina loysn í hesum valskeiðnum KOMMUNUMÁL Edvard Joensen Í Hósvík verður arbeitt við ætlan um bygging av barnagarði. Eingin endalig støða er tikin enn, men borgarstjórin væntar, at málið verður avgreitt í hes- um valskeiðnum. Um tað verður barna- garður, ella tað verður onn- ur loysn, sum vald verður, er heldur ikki fastlagt, men sum skilst á borgarstjór-an- um i Hósvík, Jógvani Mørkøre, er ein barna- garður, tað, sum liggur eina fremst í ætlanini. Onkur er kortini, sum hellur eitt sindur til eina dagrøktar- skipan, sigur hann. Tað hevur verið at hoyrt millum fólk, at Hósvíkar Kommuna hevur samtylt at byggja barnagarð fyri fýra milliónir krónur, men tað er ikki so, sigur Jógvan Mørk- øre. Eingin endalig samtykt er gjørd, leggur hann dent á. Men hann váttar, at Hós- víkar Kommuna hevur víst áhuga fyri barnagarðinum í Hvalvík, sum kostaði eina fýra milliónir krónur, og tað kann vera haðani, tíð- indini stava, heldur hann. Sjálvurdylur hann ikki fyri, at hann heldur loysn- ina í Hvalvík vera sera hepna, og at hon væl kundi brúkst í Hósvík eisini. Hósvík er bygd í vøkstri, og har eru nógv børn, sigur Jógvan Mørkøre, so eingin ivi er um, at tað er neyðugt við eini ansingarskipan. Fótbóltsstuðlar í Vágum fara nú at taka seg saman í felag, sum skal stuðla FS Vágum FÓTBÓLTUR Vágar: FSV Vágar fær nú eftir ætlan egið stuð- ulsfelag. Stovnandi aðal- fundur verður hildin sunnudagin. Tað krevur nogv at vera í fyrstu deild í fótbólti. Nógvir pengar skulu til, og neyðugt er við góðum stuð- uli bæði so og so. Í Vágum hevur einki stuðulsfelag verið aftan fyri fótbóltsamtakið FS Vágar, men tað er ætlanin at fáa nú. Í skrivi, sent er út í Vág- um, heita stigtakarar-nir til stuðulsfelagið á Vágafólk um at møta mannsterk í høllini á Giljanesi sunnu- dagin klokkan 16.00 at stovna stuðulsfelag, sum skal stuðla FS Vágum bæði ítróttarliga og fíggj- arliga í komandi kapp- ingarári, nú felagið aftur fer at leika í fyrstu deild. – Ynski og vón okkara er, at nógv fótbóltsáhugað møta til fundin, og at enn fleiri vilja gerast limir í felagnum, soleiðis at vit fáa eina samansjóðaða eind at stuðla FS Vágum bæði ítróttarliga og fíggj- arliga, siga fyrireikararnir til stuðulsfelagið í Vágum í skrivi, sent er út í oynni. ej Felagið Vágar fer at gera seg út til at taka í móti fólki, sum kemur í oynna, nú samferðslumøgu- leikarnir eru broyttir munandi við undir- sjóvartunlinum. Kunningarfundur um handilsvirksemi í oynni verður hildin mikukvøldið HANDILSVINNA Edvard Joensen Vágar: Felagið Vágar fer mikukvøldi á kunningar- fundi í Miðvági at greiða handilsfólki í Vágum frá ætalnum felagsins í framtíðini. Felagið Vágar sigur í tíðindakskrivi um dagar- nar, at fundurin, sum hildin verður í húsum Vága Handverkarafelags í Miðvági, er bert ætl- aður teimum, sum reka handil í oynni. Har verður greitt frá, hvat felagið hevur á skránni í komandi tíð. Ein kunningarleiðari er settur, og sagt fer at verða frá, hvørjar ætlanir eru í tí sambandinum. Heðin Poulsen, sum er formaður í Felagnum Vágar, sigur, at felagið miðar eftir at fáa størri og betri samstarv millum vinnurekandi í oynni, enn viðhvørt hevur verið. Ikki so at skilja, at fólk mótarbeiða hvørjum øðr- um, sigur hann, men heldur tað, at tey vita ikki nóg væl av hvørjum øðr- um, tá ymisk tiltøk eru. – Tað er rættiliga skila- gott at kunna samskipa lýsingar, útsølur og onn- ur tiltøk í øllum bygdun- um, so tað ikki kemur upp á tvørs hvørt av øðrum. Sama er sjálvandi galdandi fyri onnur feløg og fyritøkur í oynni, og hesum fara vit eisini at arbeiða fram í móti at náa, sigur formaðuriní Felagnum Vágar. Men tað verður ikki viðgjørt á hesum fundinum. Nú vera tað bara handils- fólkini, sum boðin verða á fund. Fundurin er ikki almennur. Fundurin í Handverk- arafelagshúsunum - tað er har, sum Rúsdrekka- sølan leigar í kjallaranum - byrjar mikukvøldið tann 29. januar klokkan 19.30. Kunningar- fundur í Vágum Stovna stuðuls- felag í Vágum Felagið Vágar er farið undir miðvísa upplýsing um tað, sum hendir og fer at henda í Vágum, sigur Heðin Poulsen, formaður í Felagnum Vágar Mynd: Edvard Joenen Royna telefon og útvarp í tunlinum Arbeiða við barnagarði í Hósvík OLJA Jan Müller Herfyri varð stovnað holdingfelag í Bretlandi við heitinum Faroe Petroleum við Graham Steward sum stjóra. Í hesum sambandi skrivaði Sosialurin í gjár, at Niels Sørensen er farin frá sum formaður í Føroya Kolvetni. Hetta er ein misskiljing. Niels Sørensen er framvegis stjóri í før- oyska felagnum. Felagið í Bretlandi er eitt sjálvstøð- ugt felag. Graham Steward, sum er vorðin stjóri har, er um somu tíð farin úr nevndini í oljufelagnum Dana. Hann heldur tó fram sum formaður í Føroya Kolvetni. Niels framvegis formaður í Føroya Kolvetni Útvarp og telefon hoyrast av og á í Vágatunlinum Borgarstjórin í Hósvík metir, at ein barnaansingarskipan, sum helst verður ein barnagarður, verður veruleiki í Hósvík í hesum valskeiðnum C M Y K 9 8