Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 11 Tráðleysu inter- netveitararnir við í Farice TÍÐINDASKRIV Fleiri nýggir veitarar av føstum interneti eru komnir eftir at latið varð upp fyri kapping á føroyska fjar- skiftismarknaðinum. Flestu teirra hava tikið seg saman í smápartafelag- ið, ið eitur "10. september 2002". Hetta hendi í sep- tember í sambandi við, at felagið aftanfyri Farice skuldi stovnast. Farice er nýggi fjarskifti- skaðalin, sum skal binda saman Reykjavík, Tórs- havn og Edinburgh, og skal tryggja føroyingum og ís- lendingum skjótari internet og tryggari samband við út- heimin. Eins og hinir veitararnir í Íslandi og Føroyum setti "10. sept. 2002" pening í Farice verkætlanina, sum allir vænta sær nógv av. Við eru seks veitarar, sum millum annað veita fast tráðleyst internetsam- band í høvuðsstaðarøkin- um, á Skálafjørðinum, í Gøtu, í Fuglafirði, í Leirvík og í Klaksvík. Teir eru: TeleTech el & tele Atlantic Online Farodane Hansoft Tökni Nevnast skal, at hesir veitar- arnir hava gott og væl helmingin av marknaðinum fyri fast internet í Føroyum. TÍÐINDASKRIV Í viku 6 og 7 skipar MFS fyri einari lestrarvegleiðing fyri miðnámsskúlanæming- unum í Føroyum. Enda- málið við vegleiðingini er at kunna tey ungu um víðari lesnað. Harumframt verður greitt frá ymsum fíggjarligum, socialum og praktiskum viðurskiftum. At enda fáa næmingarnar høvi at spyrja inn til ymisk viðurskifti, ið hava serligan áhuga. Ferðaætlanin hjá MFS sær í ár soleiðis út (sí talvu niðanfyri): MFS-vitjan 2003, vika 6 & 7 Mánadag 03.02.02 Fiskivinnuskúlin í Vest- manna 10:00-12:00 Týsdag 04.02.02 HF-skeið og studentaskúlin & Handilsskúlin á Kambs- dali 09:00-11:00 Týsdag 04.02.02 HF-skeið og Tekniski Skúl- in í Klaksvík 13:00-15:00 Mikudag 05.02.02 HF-skeið og Studentaskúl- in í Hoydølum 13:00-15:00 Mánadag 10.02.02 Handilsskúlin í Havn 13:45-15:30 Týsdag 11.02.02 Miðnámsskúlin í Suðuroy – Vágur 13:00-14:25 Framløgufólk eru Guðrið Weihe og Annika Helga- dóttir Joensen. Báðar eru við í MFS-Ráðnum og lesa ávikavist stjórnmálafrøði og sálarfrøði við Lærda Há- skúlan í Keypmannahavn. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni tekur eisini lut í lestrarkunning- ini. Hann fer at kunna um víðari lesnað uttanfyri Dan- mark. Tú kanst fáa meira at vita um MFS á heimasíðuni www.mfs.fo MFS – Lestrarkunning 2003 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, bróður, svágur, og svigarsonur okkara Niels Hansen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Landssjúkra- húsinum, Bergur D. Joensen, prest, sangarar, kirkjutænarar og tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Familjunnar vegna Brynhild og Eirikur Stjórin á Restorff, Óla Svend Nolsøe, heldur tað vera bæði barns- ligt og bláoygt av Ein- ari Waag, stjóra á Føroya Bjór at ákæra Restorff fyri at hava meldað bryggjaríið RÆTTARMÁL Solby A. Eliasen Í Sosialinum í gjár legði Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór Restorff bryggjarí undir at hava meldað Før- oya Bjór fyri ólógligar lýsingar. Men hetta heldur stjórin á Restorff er púra burtur- við. – Vit royndu at finna nakrar karmar, sum vit kundu lýsa undir og sam- stundis halda okkum innan fyri lógarinnar mark, sigur Óla Svend Nolsøe. Restorff vendi sær til fleiri fyri at fáa svarað teirra spurningum. Áðrenn tey fóru til fútan, høvdu tey verið í Vinnumálaráðnum og hjá Rúsdrekkasøluni. Síðani varð hildið, at fyri at fáa so gjølliga sum gjørligt at vita, hvat er loyvt og ikki, at tað mundi vera frægast at venda sær til fútan sjálvan og spyrja. – Vit høvdu nøkur dømi upp á lýsingar við, har vit spurdu fútan, hvat var lógligt, greiðir Restorff stjórin frá. Hann er sann- førdur um, at tað ikki var tað, sum gjørdi fútan varugan við lýsingarnar hjá Føroya Bjór. – Fútin lesur bløðini, so hann hevði ivaleyst sæð lýsingarnar sjálvur og síð- ani tikið málið upp av sín- um eintingum, vísir Óla Svend Nolsøe á. Hann leggur samstundis afturat, at tá var Restorff longu ákært, og tað var fútin, sum sjálvur tók málið upp. – Tá vit vóru ákærd, so er ongin orsøk til at halda, at Føroya Bjór fór at sleppa, tí tá fútin fyrst er byrjaður við tílíkum ákærum, so má hann taka alt við, sigur Óla Svend. Hann leggur dent á, at endamálið hjá Restorff við øllum hesum var ikki at ganga runt og spæla polit- istar, men heldur at finna út av, innan fyri hvørjar karm- ar tað er lógligt hjá teimum at lýsa. – Einar átti heldur havt hugsað um, at vit møguliga hava bjargað Føroya Bjór úr eini klemmu, sum lætt- liga kundi havt verðið enn størri enn hon nú er, um tey høvdu hildið fram við tílík- um lýsingum, sigur Rest- orff stjórin at enda. Óla Svend Nolsøe, stjóri á Restorff, sigur, at Restorff hevur ikki meldað Føroya Bjór. – Vit royndu at finna út av, hvar teir lógligu karmarnir eru, sigur hann Barnsligt og bláoygt Bæði tjóðveldisflokk- urin og sjálvstýris- flokkurin nevna møguleikan at hækka avgjaldið á olju ella bensini fyri at sleppa undan hækka prísin á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni FERÐASEÐLAPRÍSIR Áki Bertholdsen Skal avgjaldið á olju ella bensini hækka fyri at sleppa undan at ferðaseðla- prísirnir hjá Strandferðsl- uni hækkar? Tað er ein møguleiki sum tveir av samgonguflokkun- um, sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin spæla sær við í hesum døgum. Tað gera teir í sambandi við umbønina hjá Strand- ferðsluni um at fáa loyvi at hækka prísin á ferðaseðl- um. Upplýst hevur verið, at hækkingin verður eini 20% í miðal. Áðrenn hækkingin kann koma í gildi, skal landsstýr- ismaðurin í vinnumálum góðkenna hana og hann hevur gjørt av at leggja málið fyri landsstýrið. Enn er endalig støða ikki tikin, men hjá trimum av teimum fýra samgongu- flokkunum er tað við ring- um tannabiti, at prísirnir skulu hækka. Bæði tjóðveldisflokkur- in, sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin í samgongu vísa á, at ein príshækking kemur at raka útjaðaran meinast. Tí kundu bæði tjóðveld- isflokkurin og sjálvstýris- flokkurin nevnt møguleik- an at at ein ella onnur skip- an fekst í lag, har fleiri herðar komu at bera prís- hækkingina hjá Strand- ferðsluni. Bæði Kári Højgaard, for- maður sjálvstýrisfloksins og Heini O. Heinesen, for- maður tjóðveldisfloksins á tingi nevna tískil møguleik- an at hækka avgjaldið á brennievni fyri at útvega Strandferðsluni meiri pen- ing tann vegin. Teimum báðum hevði dámt betri eina skipan, har upphæddin, sum Strand- ferðslan hevur brúk fyri, verður útjavnað á fleiri herðar fyri at sleppa undan at raka útjaðaran so meint. Kári Højgaard leggur tó dent á, at tankin at hækka avgjaldið á brennievni, er ikki gjøgnumhugsaður ser- liga gjølliga og hann veit heldur ikki um tað ber til. Men tosið um at allar leiðir hjá Strandferðsluni skulu kosta tað sama, heldur hann vera heilt burturvið. Heini O. Heinesen nevnir eisini møguleikan at hækka veggjaldið. – Men hækkar avgjaldið á brennievni, verða tað tey, sum brúka vegirnar mest, sum betala mest og tað hóvar mær betri, sigur Heini O. Heinesen. Slepst ikki undan Bæði Heini O. Heinesen og Kári Højgaard ásannar, at tað slepst ikki undan at Strandferðslan fær meiri pening, tí sum er, gongur roknistykkið ikki upp. Og Kári Højgaard sigur, at endar tað við príshækk- ingum, verður tað ikki sjálvstýrisflokkurin sum fer at leggja seg í buktina, verður tilmælið hjá Strand- ferðsluni og Vinnumála- ráðnum einasti útvegur, tí tað er greitt, at peningur skal til, so ella so. – Men príslegan má heldur ikki leggjast so, at fólk gevst at ferðast. – Vit hava eisini samtykt eina fíggjarlóg við ávísum fortreytum og tað ber ikki til at renna undan, sigur Kári Højgaard. Og sjálv- stýrisflokkurin er í øllum førum ikki sinnaður til at játtað Strandferðsluni eyka- játtan við at hækka fíggjarlógina. – Skal Strandferðslan hava eykajáttan á fíggjar- lógini, skal tilsvarandi upp- hædd sparast onkra aðra staðni, sigur Kári Højgaard. Heini O. Heinesen heldur, at ferðaseðlaprísir eru so viðkvæmir, at hækka prísir- nar, fara fólk afturfyri at ferðast minni og so er onki vunnið. Truplari fyri hvønn dag Bjarni Djurholm sigur, at hann enn hevur hann ikki fingið endaligt svar frá landsstýrinum um prís- hækkingini, so tað verður í fyrsta lagi fyrst í næstu viku, at hon kemur í gildi. Men hann vísir á, at jú longri tíð gongur, jú trupl- ari verður at fáa rokni- stykkið at ganga upp og fyri hvønn dag sum gongur, uttan at prísirnir hækka, missur Strandferðslan einar 20.000 krónur. Landsstýrismaðurin sigur, at hjá sær er málið rættiliga einfalt: Løgtingið skerdi játtanina til Strand- ferðsluna nógv meiri enn hann hevði ætlað og prís- hækkingin er ein avleiðing av hesum. – Príshækkingin hjá Strandferðsluni er ein avleiðing av at fíggj- arnevndin tók lands- stýrið av ræði, men hetta verður ikki tað einasta, sigur Jenis av Rana FERÐASEÐLAPRÍSIR Áki Bertholdsen – Eg má siga, at eg eri farin at angra, at eg atkvøddi fyri fíggjarlógini. Samgongutingmaðurin, Jenis av Rana, staðfestir nú, at hann skuldi ikki havt góðtikið fíggjarætlanina, sum hann annars var við til at samtykkja beint fyri jól. Hevði Jenis av Rana ikki atkvøtt fyri fíggjarlógini, hevði hon uttan iva verið feld og so kundi mangt ver- ið øðrvísi. Tað, sum fær samgongu- tingmannin at taka soleiðis til, er ætlanin at hækka prís- irnar hjá Strandferðsluni. Og hann leggur afturat, at tað eru fleiri aðrir tinglimir úr samgonguni, sum eisini iðra seg um, at teir lótu fíggjarlógina sleppa ígjøg- num Løgtingið í tí líki hon er í nú. Misálit á landsstýrinum Jenis av Rana sigur, at ætl- aða príshækkingin hjá Strandferðsluni er ein av- leiðing av, at tinglimirnir hjá samgonguni í fíggjar- nevndini rætt og slætt tóku landsstýrisfólkini av ræði. – Landsstýrisfólkini hjá samgonguni høvdu lagt eina fíggjarætlan, við teim- um upphæddum, sum tey hildu vera neyðugar, men kortini skarvar sama sam- gonga í fíggjarnevndini heilt munandi av hesum upphæddum. Avleiðingin er, at nú manglar í á ymsum økjum og tað er onki at ivast í, at tað kemur at vera brúk fyri nógvum eykajáttanum í hesum árinum. – Samstundis var tað eitt misálit av teimum heilt stóru, sum meirilutin í fíggj- arnevndini vísti sínum egnu landsstýrisfólkum, tá ið hann skarvaði so nógv burt- urav játtanunum, sum lands- stýrisfólkini høvdu sett á. Hann sigur, at tí er tað ikki bara hann av tinglim- unum hjá samgonguni sum nú angrar, at tey lótu meiri- lutin í fíggjarnevndini sleppa so lætt, tá ið fíggjar- lógin var til viðgerðar. – Vit skuldu havt kravt álitið hjá fíggjarnevndini til viðgerðar í samgonguni, sigur Jenis av Rana, tí hann sær fyri sær, at fíggjarlógin fer at elva til stórar trupul- leikar í samgonguni. Missa álitið Jenis av Rana heldur, at samgongan kann ikki loyva sær at hækka prísin á ferða- seðlum hjá Strandferðsluni. – Hendir tað, er vandi fyri at fólk missa álitið á tí útjaðarapolitikki og út- oyggjapolitikki, sum sam- gongan hevur sett sær fyri at føra, sigur tingmaðurin fyri miðflokkin, tí hetta er í andsøgn við tað. Hann sigur, at miðflokk- urin hevur sent Løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum skriv, har flok- kurin ger sína meting greiða. Miðflokkurin hevur hug at samanbera hetta málið við undirsjóvartunnilin. – Tá ið mett varð, at prís- urin at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin var ov høgur, tók samgongan mál- ið upp og landsstýrismað- urin fór upp í málið. Tað endaði við, at prísurin lækkaði munandi. Jenis av Rana heldur, at hetta eigur eisini at vera mannamongdin hesuferð. Var upprunaligi prísurin at koyna undir Vestmanna- sundi ein vanlukka fyri vágafólk, eru ætlaða prís- hækkingin hjá Strand- ferðsluni eisini ein van- lukka fyri útjaðaran. Hann sigur, at uttan iva kunnu nógvar orsøkir vera til at siga, at hesi bæði mál- ini kunnu ikki samanberast. – Men tað kann saman- berast á ein hátt og tað er, at talan er um borgarar í sama landi sum skulu hava møguleikan at ferðast til og frá og tað ber ikki til at gera mun á fólki, alt eftir, hvar tey búgva. Miðflokkurin hevur onki ímóti, at Strandferðslan fær eina eykajáttan fyri at sleppa undan at prísirnar hækka. Tí hevur miðflokkurin heitt á Løgmann og lands- stýrismannin í vinnumálum um at leggja málið um príshækkingar hjá Strand- ferðsluni fyri samgonguna. Hægri oljuavgjald fyri at sleppa undan príshækking Jenis av Rana angrar at hann góðtók fíggjarlógina Bæði Kári Højgaard og Heini O. Heinesen eru tingmenn úr samgonguni. Fyri at sleppa undan at hækka prísirnar á ferðaseðlum hjá Strand- ferðsluni, nevna teir møgu- leikan at hækka avgjaldið á olju ella bensini Jenis av Rana vil hava málið um príshækkingina hjá Strandferðsluni fyri á samgongufundi C M Y K 11 10