Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 13 Meðan Føroyar hava yvirtikið málsøkið ráevni í undirgrundini, so hevur Grønland bert havt eina ráevnisavtalu, har Danmark framvegis hevur havt yvirvaldið á hesum málsøki. Føroyska avtalan er ein virðilig og sømilig loysn á einum gomlum trætumáli millum tvær av tjóðunum í ríksfelagsskapinum. Hetta eru flestøll samd um, hóast atfinningar hava verið frá ávísari føroyskari síðu og spurnartekin hevur verið sett við skipanina. Men føroyska skipanin hevur staðið sína roynd í verki í og við, at tað er Føroya løgting, ið samtykkir kolvetnislóg- gávu og Oljumálaráðið, ið játtar øll neyðug loyvi í sambandi við oljuvirksemi á føroyskum øki. Hinvegin er avtalan millum grønlendska heimastýr- ið og donsku stjórnina ikki ein sømilig loysn – hvørki fyri Grønland ella fyri Danmark. Hon hevur ikki ta javnvág, ið ein avtala millum tveir javnsettar partar eigur at hava. Avtalan hevur dám av postkol- onialismu og lítil ivi er um, at misnøgdin við avtal- una er stór í Grønlandi. Grønland hevur ómetalig ríkidømi í undirgrundini. Har eru ymisk sera virðismikil metal, har eru gimsteinar og ivaleyst er olja í havbotninum á ávísum støðum. Annað er so tað, at tað í løtuni er sera kostnaðarmikið at útvinna hesi ríkidømi. Men ivaleyst kemur tann dagur, tá tað fer at loysa seg at vinna út ymisk ráevni í undir- grundini. Tað er tí í tøkum tíma, at málið um grønlendsku undirgrundina verður reist av nýggjum. Tað eru teir báðir grønlendsku fólkatingsmenninir Kupik Kleist og Lars Emil Johansen, ið hava tikið málið upp á fólkatingi. Tað tænir teimum til heiðurs. Ein kann undrast yvir, at hetta mál ikki verður reist av grøn- lendska landsstýrinum, men tað kann hava sínar grundir. Tað er at vóna, at Grønland og Danmark skjótt koma ásamt um eina avtalu. Tað er óhugsandi, at Danmark, soleiðis sum heimurin er vorðin í dag, fer at sýta grønlendingum at yvirtaka málsøkið um ráevni í undirgrundini. Ein yvirtøka sum t.d. tann føroyska í sama máli fer ivaleyst at gagna grøn- lendska búskapinum og fer at beina burtur ein spurning, ið leingi hevur verið til ampa fyri báðar tjóðir. Hvønn myndil londini fara at nýta fyri eini komandi avtalu, vita vit sjálvsagt einki um í løtuni, men vit vita at grønlendskir politikkarar hava sýnt føroysku unddirgrundaravtaluni stóran áhuga. Tað er tí ikki óhugsandi, at avtalan fer at líkjast avtaluni millum Føroyar og Danmark, sum Atli Dam og Poul Schluter undirritaðu á sinni. DAGSINS MEINING Sosialurin Grønlendska undirgrundarmálið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóannes Eidegaard Í samband við, at landið nú fer undir at byggja nýggja samferðsluhavn á Trongis- vágsfirði, so er tað okkara skylda bæði sum politikk- arar og ikki minst sum tvøráfólk, at halda eitt vak- ið eyga við, at loysnin, vald verður, ikki óneyðugt ger seg inn á eitt tað vakrasta staðið á fjørðinum. Tí kann ein loysn, har Lítli Hólmur partvíst verður ífylla als ikki góðtakast uttan so, at allir aðrir møguleikar als ikki kunnu brúkast. Uppskotið um nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði var til fyrstu viðgerð á løgtingi týsdagin. Hetta er ein so- kallað landshavn, har landskassin fíggjar íløguna og átekur sær raksturin, og Vinnumálaráðið stendur sum byggiharri. Hetta verð- ur sum kunnugt gjørt, tí vit komandi ár fáa ein nýggjan Smyril, og at havnin á Drelnesi ikki verður mett at vera nóg góð, og tí at Tvøroyrar kommuna ynskir Drelnes til onnur endamál. Og sjálvandi gleðast vit øll yvir, at landið átekur sær uppgávuna. Samferðsluhavnin verður sambært ætlanini hjá lands- stýrinum løgd kloss uppat vestasta parti av Lítla Hólmi. Tá spurt verður, hví havnin skal amast upp at Hólminum, verður svarað av landsstýrinum, at tað er tí, at kanningar vísa, at hetta er best egnaða øki. Eg skal ikki gera meg klókan upp á tær kanningar, sum gjørdar eru av Lands- verkfrøðinginum o.ø., men eg vildi við mínum vanliga viti og skili sagt, at sam- ferðsluhavnin tað sama kann liggja einar 50 til 100 metrar longur inni á fjørðinum móti Drelnesi, tí so nógv kunnu hasi viður- skiftini viðvíkjandi súgi ikki broytast. Men lat okk- um síggja teknisku meting- arnar. Hin vegin eru tekn- isku atlitini nú einaferð ikki altíð einastu atlit, sum tak- ast skulu. Eg meini so við, at fjørðurin er bæði víður og stórur, so tað má bera til at finna eina loysn, sum bæði er teknisk góð, og sum ikki ger seg óneyðugt inn á umhvørvið. Ein slík íløga sum henda er ein íløga, sum er fyri alla framtíð. Tess størri er tað okkara ábyrgd, at vit taka tey neyðugu atlitini til um- hvørvið og náttúruna, tá ein slík íløga verður gjørd. Hetta ótrúliga vakra um- hvørvið við Lítla Hólmi, Krambatanganum og Sev- inum kann ikki bara týnast, um so er, at aðrir møguleik- ar fyri plasering av havnini eru. Vit skulu sjálvsagt ikki seta okkum ímóti fram- burðinum, men hin vegin skulu vit ikki vera so medgjørlig, at vit als ikki eru kritisk. Tað er okkara skylda sum politikarar bæði á tingi og í býráði, at vit taka neyðug atlit. Okkara eftirkomarar skulu so vítt gjørligt fáa frá okkum eina náttúru, sum er so óspilt sum gjørligt. Og kunnu vit varðveita um- hvørvið rundan um Lítla Hólm, siglingaleiðina inn- an fyri Hólman o.s.v., uttan at vit forða samferðslu- havnini og nýggju tíðini, so er tað okkara skylda at gera tað. Eg havi tí staðiliga heitt á Bjarna Djurholm, lands- stýrismann um at hann við sínum serkønu fólkum kemur suður á Tvøroyri og heldur ein fund, har greitt veður frá ætlanini, og har borgararnir kunnu fáa møguleika at seta spurn- ingar og annars at koma við viðmerkingum. Málið ligg- ur nú í vinnunevndini, og tí átti nevndin ella umboð fyri hana eisini at verið við til ein slíkan fund. Tað er nú, vit kunnu kjakast um ætlanina. Tá grótið er útlagt, hava orðini onga ávirkan. Tað er nú vit kunnu taka neyðug fyri- varni. Tá grótið er útlagt, er einki meira at gera. Eg veit ikki hví, men eg havi eina kenslu av, at møguliga er ein av orsøk- unum til, at man ætlar at leggja havnina upp á innara part av Hólminum er, at har er grynst vatn og tískil bí- ligari, tí minni grót skal brúkast. Men álvaratos, um tað er orsøkin, tess meira eiga vit nú at siga frá. Er tað nakað, vit eiga nóg mikið av í hesum landi, so er tað grót. So harra landsstýrismað- ur, enn ein áheitan um, at tú tekur stig til henda fund. Ongin av okkum er áhug- aður í at spenna bein ella at seinka íløguni. Tað einasta vit vilja er, at vit ikki aftaná sita og gráta um alt tað vakra, sum er lagt undir heilt, tí vit vóru so glað fyri at fáa eina nýggja sam- ferðsluhavn, at vit ikki tordu at tala at. Skulu vit bara góðtaka, at Lítli Hólmur partvíst verður ífylla? Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin Lat okkum avtaka meir- virðisgjaldið á Mjólkaúr- dráttum, so okkara barna- familjur kunnu hava ráð at leggja børnum okkara gott í beinini. Tað kann ikki verða rætt, at ein litur í eitt nú Skotlandi skal kosta uml 4,60 kr liturin, meðan ein litur í Føroyum kostar uml 10,00 kr. Hettar er, sum eg fyrr havi víst, á ein munur uppá uml 32,5 milliónir, um frakt frá Skotlandi til Føroya er tikin við. Eg haldi ikki, at vit sum pol- itikarar kunnu forsvara, at barnafamiljur í Føroyum skulu gjalda 32,5 mill meira, enn um mjólkin var innflutt. Havi varhugan av at øll skipanin við landbún- aðinum er ein gomul og avoldað skipan, sum sjálv- andi eigur at verða broytt ongantíð ov skjótt. Bíligari mjólk takk VIÐMERKINGAR Jóhan Carl Dam Eftirlønargrunnurin Havi játtað at verða upp- stillaður sum valevni til for- manssessin í Havnar Ar- beiðsmannafelag á aðal- fundinum 1. februar 2003. Í hesum sambandi hevur verið kastað mær fyri, at eg í óðum verkum havi lovað at hækka eftirlønarútgjald- ið sum varð sett úr 3.500 kr. niður í 2.800 kr. um mán- aðin. Tað man standa øllum limum okkara greitt at tað verður ikki formaður HAF sum einsamallur fremur eitt slíkt verk! Hinvegin man tað standa líka greitt at henda grunnin eiga limir okkara, og eg ætli mær staðiliga, um eg verði vald- ur – saman við nevndini sjálvandi, og í samráð við leiðslu grunnsins støðugt at hava eyguni eftir at limir okkara til eina hvørja tíð skulu kenna seg heilt vissar í at teimum verður veitt tað ískoyti, teir til einahvørja tíð eiga at fáa. Grunnurin varð í 2000 niðurfrystur í trý ár at fáa greiði á, hvussu fram skuldi farast. Eisini varð tá havt fyri eygað, at politiska skipanin – sum ikki einaferð – skuldi barsla við eini skipan sum skuldi fevna allar arbeiðstakarar. Henda loysn letur bíða uppá seg og komandi summar skal grunnsins lagna takast upp til við- gerðar av nýggjum, og tá er tað av avgerandi tíðningi at vit hava eina vakna og virkna nevnd sum hevur eyguni eftir hvat tænir lim- um Havnar Arbeiðsmanna- felags best! Bráðfeingistrygging Omanfyrinevndi grunnur eins og lívstryggingin var eitt megnartak limum fel- agsins at bata og rættiliga leingi var felagið í fremstu røð millum arbeiðarafeløg hesum viðvíkjandi. Nú er tó hent tað at mong feløg eru farin ljósár fram- um HAF við at stovna eina bráðfeingistrygging, sum veitir tryggingartakaranum ávísan styrk í hóttafalls- støðum. Hetta er trygging sum tekur við undir bráð- liga ákomnari sjúku ella øðrum tilburðum, har lim- urin til nú hevur verið slept- ur uppá fjall. Hetta er mál sum skal takast upp um- gangandi, táið nýggja nevndin fer til arbeiðis. Lívstryggingin eigur eisini at verða endurskoðað, hon hevur staðið í stað síðan hon varð stovnað. Havnar Arbeiðsmannafelag Eyðbjørn Jakobsen, nevndarlimur HAF Oyggjatíðindi hevði herfyri samrøðu við skrivara Havn- ar Arbeiðsmannafelags Monrad Kjelnæs har hann beinleiðis varð spurdur um ikki hann er eitt sindur ein- ræðisligur (diktatoriskur). Hesum vísti hann avgjørdur frá sær og helt fyri, at um onkur segði slíkt um hann, so tveitti hann lyklarnar til felagshúsið og skrivstovuna frá sær í stundini (hervið meinti hann helst at hann segði seg úr starvinum) – er hatta ikki beinleiðis ein- ræðisatburður? Havi sjálvur ferð eftir ferð t.d. á nevndarfundum upplivað Monrad í hasum skørum; um menn ikki vildu semjast við hann í stundini, so skuldi hann tveita lyklarnar á borðið her og nú! Ikki eina og tvær, men mangar ferðir. Hetta er slíkt, eg hevði ikki undir vanligum um- støðum funnið uppá at farið út til almenningin við, men við tað, at eg eri kunnaður um at skrivarin og skrivstovuleiðari okkara (t.e. Monrad Kjelnæs) beinleiðis hevur tikið støðu til, hvønn hann vil hava í formanssessin og eisini hevur hann kunnað meg persónliga um, at hann fer at lata seg stilla upp sum evni til nevndarvalið við tí fyri eygað at fáa meg tveittan úr nevndini. Sam- stundis gongur hann saman við Hans Joensen (for- mansvalevni) út til limir Havnar Arbeiðsmannafel- ags beinleiðis til at mótar- beiða Jóhan Carl Dam (for- mansvalevni) og mær, og hetta er mær ovboðið og skal ikki sleppa framvið uttan átalu.. Hetta er álitisbrot okkara millum, og einræðisligt so tað stendur eftir. Skrivarin hjá nevndini, og samstundis skrivstovuleiðari hjá fel- agnum, í nevndina – hvat verður tað næsta? Formans- sessurin? Hann hevur kann- að sær rættin til felagshøl- ini – nevndarlimur sleppur ikki á gátt uttan hann er við! Eg fari ekkaleysur at bíða eftir dómi limanna á aðal- fundinum. Verið eg valdur, fari eg framhaldadi at virka fyri at fáa opinleika og limaávirkan og -kunning inn í felagsarbeiðið. Mangt liggur á láni sum eisini Jóhan Carl hevur borið fram, t.d. at tekna bráð- feingistrygging, sum tekur við, tá ið limur kemur í neyð (til dømis av hjartatil- burði ella øðrum hóttafalli) – ein slík eigur at verða sett í verk umgangandi. Velja limirnir hinvegin ta gomlu afturlætnu og lima- fíggjandaligu einræðis- leiðina saman við Hans og Monrad, man eg taka tað sum enn eitt upplivilsi og fari ikki at lata meg stilla upp til nevndarvalið. Aðal- fundurin er evsti myndug- leiki felagsins, og honum fari eg uttan himpr at boyggja meg fyri! Einræðisharri? Tummas í Garði Jørgin Niclassen varð skammiliga kroystur úr landsstýrissessinum, uttan sakliga grund, og uttan at og nakað brot var staðfest. Tá ið vit aftaná sóðu tey hámu andlitini a tingmonn- um, eins og smádreingir ið hava gjørt eina skarnsgerð, sum teir innast inni skamm- ast um, áttu vit øll at raknað við aftur. Eg vil lýsa hetta við eini hending eg minnist fra barna-árunum: Eitt tjald- urspar var komið við unga sínum a bøin, beint við ósan, har vit sum smá- dreingir spældu við tunnu- flakum. Tjøldrini titaðu við góðan hug teig av teigi, og óraðu ikki ilt. Knappliga sigur ein drongur: Hasin tjaldurungin stjelur allar maðkarnar. Skulu vit ikki reka hann burtur. Tvætl, segði ein annar, lat hann faa frið. Hann ger bara sum hann eigur at gera: hentar maðkar at eta. Nei segði hin fyrri, hann stjelur maðkar fra okkum. Kanska hevur hann eisini stolið egg í haganum.Hygg hvussu spískt nevið er, hann kann pikka eyguni út a lombunum. – Ikki gekk long tíð, so hevði hann fingið stóran part av dreingjunum i sín part, og brádliga var friðurin úti hjá tjøldrunum. Eyrur og smá- steinar regnaðu yvir á teigin har tjøldrini gingu. Ungin fekk eitt runublak tungt niður a bakið, beint áðrenn hann tók flogið. Tá ið ungin lá vongbrotin i eini veit, talaði ein eldri maður at, longri uppi i bønum, og smádreingirnir steðgaðu líkasum á og stóðu so foyir og gløddu, rætt sum ting- manningin hendan týsdag- in: grimdarhugurin fjarðaði burtur, nú skarnsgerðin var opinlýs. Massa-hysterii legði seg nú blóði hevði flotið. Tað kendist heilt "patet- iskt" tá Høgni Hoydal, sum ein annar høvuðsprestur be- lærdi okkum um virðing og álit a politisku skipanina, hann náði meg fyri virði- liga viðgerð hesin lands- stýrismaðurin fekk! Nei her var hvørki virð- ing ella rættvísi. Lógar- brot? Nei, ikki landsins lógir, men ein lóg er sum hevur merkt hetta málið, heilt frá byrjan: tað er Jantelógin, og verður hetta stílurin úr Løgmálaráðnum, er fryktandi fyri at jante- lógin verður ein myndandi partur av okkara nýggju Grundlóg. Til Jørgen kann eg bara citera Uffa Elleman Jensen, tá ið ein av hansara egnu varð hunddálkaður av pressuni: "Óansæ hvussu gott, hábærsligt, og vakurt hús tú byggir, so kemur altíð onkur av hesum smáu hundunum framvið, og pissar upp at vegginum!!!" Tá heimansdreingir steinaðu tjaldursungan – ella tá Jørgen varð kroystur úr sessinum! Kvinnurnar á Suðurlaks mótmæla staðiliga við- merkinginum hjá borgar- stjóranum í Dagur og Viku 20.1.03, har hann bakatel- iserar arbeiði okkara, við at siga at nógv annað arbeiði var í oynni, men at alt var mannfólkaarbeiði. Vit vísa á, at við ongum arbeiði mugu vit liva av ALS og við tí inntøkuni er tað ómøguligt at hava børn okkara í dagrøktarskipanini og hava vit tey ikki í skip- anini, so kunnu vit ongar pengar fáa frá ALS. Men tá borgarstjórin heldur, at tað er í lagi, at vit eru arbeiðsleysar, so rokna vit við, at hann hjálpir okk- um í hesum máli, so at vit kunnu taka børn okkara úr dagrøktini, meðan vit eru arbeiðsleysar og letur pláss okkara í dagrøktini standa opin til okkum, tá vit skulu út á arbeiðsmarknaðin aftur. Tá kemur borgarstjórin at hava nakrar dagrøktarar og nøkur børn færri í for- skúla, men tað skuldi ikki órógva borgarstjóran stór- vegis, um nakrar kvinnur her og har verða uppsagdar, um bert menninir eru í arbeiði. Skattatrýstið er í top og dagrøktarprísirnir kunnu flytast upp hvørt ár. Og skilja vit borgarstjór- an soleiðis, at tær einligu mammurnar onkursvegna verða fíggjarliga hjálptar frá kommununi, tí við ong- um manni á keiini ella í tunnlinum er tað ómøguligt hjá teimum at klára seg fíggjarliga. ALS er 70% ikki 100% av eini arbeiðs- mannaløn. Mammurnar sum arbeiða á Suðurlaks Sunrid Hentze Jónbjørg Ziskasen Marna Augustinussen Betty Múller Ann-Christin Wøldike Margret Holm Leila Sørensen Rakul í Lágabø Charlotta Hammer Joan Olsen Guðrið Jacobsen Masa Ludvig Rebekka Thorsteinsson Joan Augustinussen Mótmælisskriv C M Y K 13 12