Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 25. januar 2003 15 FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Løgfrøðingar til Familju- og heilsumálaráðið Lýst verður eftir einum løgfrøðingi til setan í Familju- og heilsumálaráðnum skjótast til ber.Talan er um eitt fast starv. Sum løgfrøðingur í Familju- og heilsumálaráðnum verða uppgávur tínar millum annað, at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á familju- og heilsuøkinum, at svara fyrispurningum frá løgtinginum við løgfrøðiligum innihaldi, tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Familju- og heilsumálaráðnum, gera upprit til landsstýrisfundir og avgreiða klagur. Tey lógarøki,sum tú skalt arbeiða við at menna í samstarvi við onnur,eru familju- økið, heilsuøkið og íbúðarøkið. Førleikakrøv: Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv.Umsøkjarar,ið skriva løgfrøðisligt serritgerð, verða eisini góðtiknir. Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar løgfrøðiligar starvsroyndir er ein fyri- munur.Harumframt hevur tú góð samstarvsevni og evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið sum løgfrøðingur í Familju- og heilsumálaráðnum er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi eftirútbúgving. Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi lógar- og kunngerðarsmíði á Familju- og heilsuøkinum. Arbeitt verður millum annað við nýggjari sjúkrahúslóg, alt økið viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum uttanlanda skal endurskoðast, nýggj lóggáva skal gerast viðvíkjandi sjúkrakassunum, og innan íbúðarøkið. Arbeitt verður eisini við at gera langtíðarætlanir innan fyribyrgingarøkið og at orðað ein heilsupolitik. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Familju- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Familju- og heilsumálaráðið Att:. Starvsfólkadeildin Eirargarði 2 FO 100 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.februar 2003,kl. 12:00. Setanarsamrøður verða vantandi í viku 7 og 8. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra ella Aibritt á Plógv, aðalstjóra, tlf. 30 40 50. Við heimild í grein 14 í Kunngerð nr.33 frá 30.03.1983 hevur Hýruvognsnevndin í Klaksvík samtykt fylgjandi broytta: Reglugerð fyri hýruvogns- koyring í Klaksvíkar kommunu 1) Allir hýruvognsførarar í kommununi skulu hava hýruvognsloyvi, sum er útskrivað av Hýruvognsnevndini fyri Klaksvíkar Kommunu. 2) Hýruvognsloyvi verða eftir tørvi, sum Hýruvognsnevndin metir um, givin persónum, ið lúka treytirnar í hesi reglugerð og galdandi lóggávu annars. 3) Hýruvognsloyvi verða givin, eftir at tilmæli er fingið frá teimum, sum hava hýruvognsloyvi í Klaksvíkar Kommunu. 4) Allir hýruvognsførarar í kommununi hava skyldu til at skipa seg undir hýruvognsstøðir. 5) Ein og hvør hýruvognsstøð skal hava ein ábyrgdarhavandi (leiðara),sum verð- ur valdur millum limirnar í støðini, og skal Hýruvognsnevndin til eina og hvørja tíð hava navn og bústað hjá viðkomandi. 6) Miðað verður ímóti, at støðirnar skulu hava avgreiðslustað á føstum bústaði í Klaksvíkar Kommunu, men fyribils verða fartelefonir góðtiknar sum av- greiðslustað. 7) Støðirnar skulu bert hava eitt felags tilkallinummar fyri allar bilarnar,sum eftir fastari vaktarskipan verður stillað um til tær ymisku fartelefonirnar. 8) Radiosamband skal vera millum allar tilmeldaðu bilarnar í hvørjari hýru- vognsstøð.Tekniski útbúnaðurin skal vera av tílíkum slag,at lættliga og uttan drál slepst í samband við støðina og bilarnar. 9) Burtursæð frá tíðarskeiðnum millum kl. 01.00 og 07.00 hava hýruvognsstøð- irnar skyldu til – antin hvør sær ella í felag – at skipa sínar vaktir soleiðis, at altíð lættliga og uttan drál slepst í samband við eina støð og vakthavandi bil. 10) Henda reglugerð, sum er góðkend av Hýruvognsnevndini, fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd í bløðunum. Klaksvík á Pálsmessu 2003 Hýruvognsnevndin fyri Klaksvíkar Kommunu Hýruvognsloyvi Vísandi til §2 í kunngerð nr. 59 frá 7. juni 1999 um hýruvognsreglugerð hevur Hýruvognsnevndin fyri Klaksvíkar Kommunu samtykt at økja talið av hýruvognsloyvum við 1 loyvi, sum við hesum verður lýst leyst at søkja. Umsóknarblað fæst á býráðsskrivstovuni. Umsóknir skulu verða: Hýruvognsnevndini c/o Klaksvíkar Býráð Nólsoyarpálsgøta 32 700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. februar 2003. Klaksvík á Pálsmessu 2003 Hýruvognsnevndin fyri Klaksvíkar Kommunu Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 15 14 Nr. 17 - 25. januar 2003 UTTAN ÚR HEIMI Sharon klárt á odda Alt bendir á, at Ariel Sharon, forsætisráðharri í Ísrael og Likudflokkur hansara fara at geva Arbeið- araflokkinum ein frammaná á valinum í næstu viku. Sambært teimum seinastu veljarakanningunum, sum vórðu almannakunngjørdar fyrradagin, fer Likudflokkurin at vinna greiðan sigur. Ein kanning hjá blaðnum Yediot Aharonot vísir, at flokkurin hjá Sharon fer at fáa 33 ella 34 av teimum 120 sess- unum í tjóðartinginum Knesset. Sum er hevur flokkurin bert 19 tinglimir. Harafturímóti sigur kanningin, at Arbeiðara- flokkurin fær eitt ringt val. Flokkurin hevur nú 25 tinglimir, men eftir kanningini fær hann bert 18 ella 19 hesaferð. Tað verður mett sum ein frammaná til nýggja formannin í flokkinum, Amran Mitzna. 180 milliónir eru arbeiðsleys Talið á arbeiðsleysum í heiminum veksur. Í fjør vóru 180 milliónir fólk arbeiðsleys, og so stórt hevur talið ongantíð verið fyrr, sigur altjóða arbeiðarafelags- skapurin ILO. Tey bæði seinastu árini er arbeiðsloysið vaksið meiri enn tíggju prosent, og tað eru serliga klædna- ídnaðurin og tey ungu, sum eru rakt av arbeiðs- loysinum. Umframt tey mongu, sum einki arbeiði hava, hava 550 milliónir onnur minni enn sjey krón- ur at liva av um dagin, sigur ILO. Stjórin í altjóða arbeiðarafelagsskapinum, Juan Somavia, sigur, at arbeiðsloysisstøðan vernsar skjótt. Hann sigur, at tíggjutals milliónir fólk gerast arbeiðsleys og fátæk, og tann ivasami heims- búskapurin ger, at tað er lítið og einki, sum bendir á, at nøkur vendur verður í hesum árinum. FIAT-stjórin deyður Gianni Agnelli, sum var ein tann máttmesti handils- maðurin í Italia, og sum veruliga gjørdi FIAT- bilarnar kendar um allan heim, er deyður. Hann var 81 ára gamal. Men nú stendur ikki so væl til hjá Fiat. Fyritøkan hevur leingi verið í álvarssomum fíggjarligum trupulleikum, og allar royndir at økja bilasøluna eru miseydnaðar. Úrslitið er, at hallið bara veksur. Sum eina seinastu roynd hevur fyritøkan roynt at selja burtur av sínum ognum fyri at útvega pening til raksturin og fyri at skarva av skuldini. Gianni Agnelli var nevndarformaður í Fiat, nú hann doyði. Agnelli-ættin eigur 30 prosent av partapeninginum í fyritøkuni, sum hevur 200.000 fólk í arbeiði. Fiat er tann størsti privati arbeiðs- gevarin í Italia og verður vanliga hildin at hava stóra politiska ávirkan. Næskur myndamaður Nógvar kvinnur, sum lógu og sólaðu sær í Frogner- parken í Oslo í teimum heitu døgunum seinasta summar, kunnu nú síggja seg sjálvar ella í hvussu er ávísar partar av sær á internetinum. Tað vísir seg, at ein maður hevur gingið ímillum kvinnurnar og tikið myndir av teimum, og tað er heldur einki yvir at dylja, at hann hevur havt serliga stóran áhuga fyri ávísum pørtum av teimum hálv- naknu kvinnunum. Maðurin hevur nú lagt myndirnar út á internetið, og har býður hann hyggjarunum at taka lut í einari atkvøðugreiðslu um, hvør av kvinnunum er tann mest eiggiliga. Sambært norskum bløðum eru myndir av umleið 20 kvinnum í kappingini. ES og USA fara at steðga øllum stuðuli, útflýggja serbisku myndugleikarnir ikki teir, sum eru ákærdir fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í gamla Jugoslavia KRÍGSBROTSVERK Árni Joensen Verða teir eftirlýstu krígs- brotsmenninir ikki út- flýggjaðir í seinasta lagi 31. mars, fer USA at steðga øllum búskaparligum og politiskum stuðuli til Jugo- slavia. Hesum hevur ameri- kanska stjórnin boðað frá. Samstundis hevur uttan- ríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, sagt, at Bruxelles fer at kvetta alt samband við Beograd, verða krígsbrotsmenninir ikki sendir til Haag. Bretska stjórnin hevur eis- ini gjørt vart við seg. Í London Tony Blair, at Bret- land fer at forða fyri, at Jugoslavia sleppur upp í Evroparáðið, verða teir eftirlýstu krígsbrotsmenn- inir ikki flýggjaðir dóm- stólinum í Haag. Amerikanski umboðs- maðurin í krígsbrotsverks- málum, Pierre-Richard Prosper, handaði í vikuni serbiska forsætisráðharr- anum, Zoran Djindjic, eini kravboð frá stjórnini í Washington. Har varð sagt, at myndugleikarnir skulu útflýggja generalin Ratko Mladic og tveir aðrar her- yvirmenn, sum eru ákærdir fyri at hava havt ábyrgdina av hópmorðinum í bosniska býnum Screbrenica. Hósdagin var ameri- kanski umboðsmaðurin í Bosnia, har hann kravdi, at myndugleikarnir í tí ser- biska partinum skulu út- flýggja Radovan Karadzic. Hann hevur seinastu sjey árini fjalt seg í fjøllunum har suðuri í Bosnia. Zoran Djindjic sigur, at myndugleikarnir fara at leggja seg eftir at taka teir ákærdu, men eygleiðarar vísa á, at tað verður ikki lætt. Nógvir serbar meta framvegis Ratko Mladic sum eina hetju, og higartil hava hvørki Zoran Djindjic ella Vojislav Kostunica, forseti torað at givið boð um at taka hann. Tað er eis- ini alment kent, at serbiski herurin ger sítt til at forða fyri, at tann gamli gene- ralurin verður sendur av landinum til rættarsókn. Men amerikanska hóttan- in um at steðga øllum stuð- uli kann fáa álvarssamar avleiðingar. USA hevur lovað Jugoslavia 425 milli- ónir krónur í stuðuli, og harafturat hevur USA tað avgerandi orðið í Heims- bankanum og Altjóða Gjaldoyrag r unninum. Verða teir eftirlýstu krígs- brotsmenninir ikki út- flýggjaðir, skal Jugoslavia ikki vænta sær minstu sømdir frá teimum báðum stovnunum, samstundis sum landið ikki fær eitt oyra úr amerikanska ríkis- kassanum. Og hesi bæði er avgerandi fyri jugoslaviska búskapin. Hóttanin um kríggj ímóti Irak kann býta Evropa í tveir partar - ein, sum styðjar USA og ein, sum tekur undir við ivasomu Týsklandi og Frak- landi EVROPA OG USA Árni Joensen Vandin fyri kríggi við Irak gerst alt størri og størri, og londini í Evropa kunnu tí vænta at sleppa at velja, annaðhvørt tey styðja stórabeiggja hinumegin Atlantshavið ella ikki. Tað er samstundis greitt, at leið- ararnir í teimum einstøku londunum verða noyddir at lurta eftir teirri altsamt veksandi krígsmótstøðuni millum fólk. Fleiri av teimum evro- peisku londunum hava longu givið til kennar, hvat tey halda um málið. Summi teirra taka undir við krígs- ætlanini, onnur eru ímóti. - Vit vita ikki, hvørjum hetta endar við, men tað fer í hvussu er at fáa stóra ávirkan lutin hjá ST og á viðurskiftini millum Ev- ropa og USA, heldur stjórin á norska friðargranskingar- stovninum, Stein Tønnes- son. Franski forsetin, Jacques Chirac, og týski kanslarin, Gerhard Schrøder, hava skipað eitt slag av einari fransk-týskari samgongu ímóti USA, og londini vænta at fáa stuðul frá Russlandi og Kina í ST- trygdarráðnum. Tey fáa eisini stuðul frá Grikka- landi, sum hevur boðað frá, at landið fer at nýta sín for- mansskap í ES til at forða fyri kríggi við Irak. Hendan støðan víkir langt frá teirri støðu, sum Bretland hevur tikið. Sam- stundis eru tað fleiri lond í Suður- og Eysturevropa, sum taka undir við USA og Bretlandi. Póland tekur sjáldan somu støðu sum grannarnir Russland og Týskland og fyri ikki at verða kroyst ímillum tey bæði stóru grannalondini hevur Póland valt at styðja USA. Tað telur eisini, at nógvir pólendingar búgva hinumegin Atlantshavið. Annars er tað ikki nakað nýtt, at tey eysturevrope- isku londini eru yvirhøvur vinarliga sinnað mótvegis USA. Alyson Bailes á altjóða friðargranskingarstovninu m í Stockholm sigur, at evropeiska støðan til krígs- ætlanina hjá amerikanarun- um er rættiliga nær tengdt at, hvussu viðurskiftini millum USA og tey ein- støku londini vanliga hava verið. Hon ivast eisini í, hvussu avgjørd franska stjórnin verður, tá saman um kemur, tí tað er meiri enn so hent, at Frakland hevur mótmælt ameri- kanskum krígsætlanum, men kortini hevur hálsað um seinni. Støðan hjá Norðurlond- um er heldur ógreið. Dan- mark tykist hava valt at styðja USA, meðan hini londini higartil hava sagt, at tað er ST-trygdarráðið, sum hevur tað avgerandi orðið at siga, hvørt tað verður kríggj ella ikki. Jugoslavia fær knívin á barkan Krígshóttanin kann elva til split í Evropa At Jacques Chirac og Gerhard Schrøder hava tikið lógvatak ímóti amerikansku krígshótttanini kann vera byrjanin til split ímillum Evropa og USA Mynd: Reuters C M Y K 14