Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 25. januar 2003 17 Meðan pílurin hjá Kyndli peikar beint uppeftir, tyksit VÍF at vera hálvgum steðgað upp. Tí er lítið at ivast í, at dysturin í Vest- manna millum hesi bæði liðini verður eitt satt brak, har báðir partar fyri alt í verð- ini skulu hava stig KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eins og hjá monnunum, so verða tríggir dystir leiktir í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið, og eins og hjá monnunum, so verður stóri dysturin hesa ferð í Vest- manna, har Kyndil kemur á vitjan. Fyri bæði einum og tveimum árum síðani var mest sum óhugsandi, at tal- an her skuldi verið um nakran spennandi dyst, men í ár er støðan nakað øðrvísi í so máta. Tó at VÍF enn er eitt av avgjørdu oddaliðunum í føroyskum kvinnuhond- bólti, so er talan ikki um sama einaveldi, sum hevur verið galdandi tey bæði seinnu árini. Ikki minst er hetta undirstrikað seinastu vikuna, har liðið fyrst spældi javnt á Skála, fyri síðani at tapa fyrru hálv- finaluna móti Stjørnuni hóskvøldið. Hartil tykist Kyndil í løtuni at vera í ferð við at menna seg til aftur at gerast eitt av oddaliðunum í før- oysku kappingini. Eftir ein minni niðurtúr í heyst, har óstøðugt spæl eisini tóktist vera vørumerkið hjá lið- num, er annað lag komið á seinastu dystirnar, og við sigrinum á Neistanum í vikuni mundi liðið eisini sleppa sær av við seinasta kompleksið. Skal yvirhøvur tosast um kompleks sunnudagin, so er tað kanska VÍF, sum nú er um at fáa eitt slíkt. Hóast óstøðugu avrikini hjá Kyndli í heyst, so vann liðið báðar dystirnar á VÍF, og at hava slíka barlast, má í øllum førum metast sum fyrimunur. Hvussu verður hesaferð, er ilt at spáa um, men eitt er vist. Hvørgin av pørtunum hevur ráð at missa, og van- liga plagar tað at vera eitt gott útgangsstøði fyri ein- um góðum hondbóltsdysti. 2 X Neistin & VB Tað eru tó ikki bert VÍF og Kyndil, sum spæla um vikuskiftið. VB, sum alt árið hevur veirð í oddinum, fer hesaferð til Havnar, har Neistin enn einaferð stend- ur fyri teimum. Leygardag- in spæla somu lið seinnu hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini, og eftir at hava ferðast norður um fjørðin, skulu tey so aftur takast. Og lítið er at ivast í, at VB er stórfavorittur her. Tær hava verið sterkasta liðið higartil í kappingini, og tá Neistin samstundis tykist hava ein niðurtúr av søguligum dimensiónum, tykist stórvegis ivi ikki valda um hesar dystirnar. Tað átti tað heldur ikki at gjørt í Runavík, tá Stjørnan kemur á vitjan. Klaksvík- ingarnir vunnu hóskvøldið fyrru hálvfinaluna á VÍF, og bara tað sigur nakað um styrkina, sum liðið hevur ognað sær í seinastuni. Tjaldur fekk kanska nakað av gongd á, tá tær vunnul á Neistanum seinasta viku- skiftið, og ivaleyst gevur hetta teimum treysti til at royna eftir fleiri stigum, men alt bendir so á, at tað ikki er í hesum dystinum, at tað verður veruleikin. Alt er framvegis púr- asta opið ímillum Stjørnuna og VÍF, eft- ir at Stjørnan rætti- liga óvæntað vann fyrru hálvfinaluna millum liðini bæði COCDA-COLA KAPP- INGIN, KVINNUR Jákup Mørk At steypakappingin er kap- pingin, har óvæntaðu úr- slitini oftast koma fyri, gav hóskvøldið enn eitt livandi dømi um. Tað var nevnliga einki at ivast í, at VÍF var greiður favorittur, tá tær hósdagin vóru í Klaksvík, har fyrra hálvfinalan millum liðini stóð á skránni. Tríggjar ferðir áður høvdu liðini hitst í landskappingini, og hvørja ferð við tryggum VÍF sigri sum úrsliti. Løgdu seg ikki Stjørnan var tó ongan tíð sinnað at lata sær lynda leiklutin við aðru violin hesaferð. Alt fyri eitt løgdu tær út við at trýsta VÍF, sum hinvegin als ikki tóktist vera koma fyri seg eftir óvæntaða javnleikin á Skála herfyri. Tað var tó ongan tíð so, at Stjørnan slapp at renna undan VÍF, men tær hildu seg fyri tað mesta beint frammanfyri. Serstakliga hildu tær fast í verjupartin- um, men tá tær hinvegin heldur ikki megnaðu at spæla seg ígjøgnum VÍF- verjuna, sluppu tær iki rættiliga avstað. Seinna umfarið var tað, sum um VÍF nú hevði fingið nakað av ferð á. Í øllum førum hildu tær nú enn betur fast í verjuni, men hinvegin gekst framvegis sera striltið at fáa bóltin framvið Agnes Masenaite. Fimm minuttir fyri leiklok høvdu tær tó strítt seg upp á eina at síggja til trygga trý mála stóra leiðslu, og so skuldi tann dysturin sum so verið liðugur. Men so stóð púrasta fast hjá VÍF. Seinastu løtuna av dystinum skeyt Stjørnan ikki færri enn fýra mál, samstundis sum VÍF einki fekk, og tryggjaðu tær sær sostatt sigurin, tó at hesin í sjálvum sær ikki nýtist at merkja so nógv. Tað er nevnliga so, at verður hesin sigurin ikki fylgdur upp í seinna dyst- inum, so verður tað kortini VÍF, sum fær finaluplássið. Skulu tær tað, so krevur tað tó heilt annað spæl. Sein- astu tvær ferðirnar hevur álopið verið óvanliga hug- flogsfátækt, og tó at verjan framvegis er sera sterk, so verða snøgt sagt ov fá mál skotin frá teimum gulu. Dysturin í tølum Stjørnan-VÍF 18-17 (9-9) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 6(1), Natasha Stamencovic 5(1), Jastrid Gullaksen 2, Bára S. Klakstein 3, Joan M. Joensen 2, Súsanna Hansen 1 VÍF: Nicoleta Radu 6, Sóley Mikkelsen 4(1), Fríða Marjunardóttir 4(2), Alis Høghamar 1, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Jacklin Durhuus 1 Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 3 Útvísingar: Stjørnan 4, VÍF 3 Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Hartvig Joensen. Stjørnan-VÍF 18-17 (9-9): Stjørnan tók fyrsta stikkið Brak í Vestmanna Hóast VÍF vóru greiðir favorittar, so eydnaðist Stjørnuni at basa teimum gulu í fyrru hálvfinaluni, tá liðini leiktu hóskvøldið Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 1 - 1 - 0 325 258 67 11 2 VB 1 1 - 0 - 0 337 283 54 11 3 Kyndil 1 1 - 0 - 0 314 309 5 8 4 Stjørnan 1 0 - 0 - 1 277 281 -4 8 5 StÍF 2 0 - 1 - 1 324 352 -28 7 6 Neistin 2 0 - 0 - 2 275 299 -24 5 7 Tjaldur 1 1 - 0 - 0 263 333 -70 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 0 0 -0 - 0 379 299 80 9 2 StÍF 0 0 -0 - 0 350 298 52 9 3 Neistin 0 0 -0 - 0 341 308 33 9 4 Kyndil 0 0 -0 - 0 319 322 -3 6 5 KÍF 0 0 -0 - 0 304 328 -24 5 6 H71 0 0 -0 - 0 299 355 -56 3 7 Tjaldur 0 0 -0 - 0 296 378 -82 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 13 11 - 2 37 15 22 14 2 Mjølnir 13 10 - 3 34 13 21 13 3 TB 13 9 - 4 32 15 17 10 4 Dráttur 13 5 - 8 20 32 -12 5 5 Fleyr 13 3 -10 12 32 -20 5 6 KÍF 13 1 -12 8 36 -28 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 10 10 - 0 30 2 28 12 2 Fram 10 6 - 4 22 14 8 8 3 SÍ 11 5 - 6 17 20 -3 7 4 Mjølnir 10 5 - 5 18 18 0 5 5 Fleyr 11 0 -11 0 33 -33 0 Máltindarnar Kvinnur Daiva Tuomaite VB 108 (23) Asta Petrauskiene StÍF 108 (34) Simona Dziugyte Neistin 95 (29) Sóley Mikkelsen VÍF 95 (34) Danijela Ercevic Stjørnan 89 (25) Milica Ergic Tjaldur 86 (18) Lotte Sørensen Kyndil 86 (46) Reda Kurkauskiene VB 81 (10) Alina Olaru StÍF 69 (7) Lenka Ribaric Tjaldur 64 (16) Natasja Stamenkovic Stjørnan 60 (3) Jacklin Durhuus VÍF 55 (6) Nicoleta Radu VÍF 54 (1) Poula D. Olsen StÍF 50 (4) Laila Jespersen VB 48 Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 108 (14) Sveinur Justinussen StÍF 88 (15) Damir Oros KÍF 87 (20) Halgir D. Olesen H71 81 (2) Morgan Knezevic Neistin 80 (19) Ingi Olsen VÍF 76 (17) Jacob Jónsson Kyndil 70 (6) John Zachariasen VÍF 67 Áki Olsen VÍF 64 (5) Costin Dumitrescu StÍF 58 (12) Áki Mørk Neistin 55 (13) Finnur Hansson Kyndil 53 (10) Artur Johansen StÍF 49 (12) Niels Viggo Niclassen H71 48 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 48 (17) 17 Eftir mánaðarlangan steðg orsakaðan av landsliðnum, fara bestu mansliðini nú undir endaspælið í hondbólti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Meðan strandingar hava frí hetta fyrsta vikuskiftið í endaspælinum, hava Neistamenn og Vestmenn- ingar møguleikan at fara í útbrot, tá teir sunnudagin spæla sínar fyrstu dystir í endaspælinum. Best fyri í so máta er helst Neistin, sum á heima- vølli skal royna seg móti H71. Í øllum førum á pappírinum er hetta ein mótstøða, sum skuldi verið til at livað við, og einki er at ivast í, at teir bláu her leggja seg eftir báðum stig- unum. Megnar liðið at halda fast um stríðsandan og skila- góða spælið, sum eyðkendi grundspælið fyri teirra viðkomandi, er heldur einki at ivast í, at talan verður um tvey stig. Hinvegin er talan um eina grannauppgerð, og tí eiga neistamenn ikki at taka nakað fyri givið. Hoy- víkingar fara í øllum førum at stríðast av øllum alvi, soleiðis at teir møguliga kunnu vera við til at arga oddin, og samstundis lyfta seg sjálvar úr verandi botn- støðuni. Har stríðast teir í løtuni við Tjaldur og KÍF, og júst hesi bæði liðini hittast í Runavík sunnudagin. Mett eftir gongdini í grund- spælinum eigur hetta at vera ein dystur, sum koll- firðingar skulu vinna. Ikki minst nú teir aftur hava Regin Petersen tøkan. Hinvegin hevur Tjaldur fleiri ferðir í ár sýnt, at liðið er mest sum fullkomuliga óútrokniligt. Tí kann í nógvar mátar sigast, at Tjaldur sjálvur gera av, hvussu lagna teirra verður sunnudagin. Er lagið gott, kann KÍF rokna við eini sera truplari uppgávu, með- an talan hinvegin eisini kann vera um avgreiðslu- spurning, um runavíkingar ikki taka uppgávuna í tí álvara, sum hon eigur at takast í. Lív í aftur klassikaran Einki er at ivast í, hvør stór- dysturin hetta vikuskiftið verður. Kyndil hevði undan kappingarárinum stórar ætlanir um at endurvinna støðuna sum eitt av fremstu feløgunum í landinum, men higartil hevur seinasta pettið restað í, til tess at náa hesum máli. Enn er munurin tó ikki stórur, men skulu teir grønu fylgja við, so er kravið tvey stig, nú teir fara til Vest- manna. Í øllum førum ein tung uppgáva, men kanska ikki heilt ógjørlig. Í øllum førum megnaði Kyndil at vinna sær ein javnleik í seinna dystinum móti VÍF í grundspælinum, og hóast hetta ikki kastaði nakað stig við sær til endaspælið, so er lítið at ivast í, at hetta er góð sálarlig barlast hjá lið- num at hava, nú klassiska uppgerðin stendur fyri framman. Hjá VÍF stóð einki til, tá teir mikudagin taptu fyrru hálvfinaluna ímóti StÍF. Ikki tí, mett eftir fortreyt- unum, so stóð liðið seg væl, nú hvørki Áki ella Ingi Olsen vóru við, men tað sigur seg sjálvt, at slíkir leikarar eru tungir at vera fyriuttan. Nú er tó líkt til, at tað verður eitt at kalla full- mannað VÍF-lið, sum fer at taka ímóti Kyndli. Ingi Olsen, sum var í Danmark í barsilsørindum, er nú blivin pápi, og í Vestmanna verður í øllum førum vónað, at hann verður við sunnudag- in. Áki Olsen er eitt sindur meira ivasamur. Hann hevur drigist við ein fipur- skaða, og spurningurin er, hvørt tað er ov vágið, um hann longu nú fer á vøllin aftur. Endaliga var eisini ivamál um John Zacha- riasen, sum stríðist við ein eyman lærkrika, men sum skilst verður eisini hann við sunnudagin. Og nú tykist loksins, sum um klassikarin í føroyskum manshondbólti er um at vinna nakað av fortíðar- innar tign aftur. Í øllum førum tykist tað vera ætl- anin, at havnarmenn fara at skipa fyri bussferð til Vest- manna, og um hetta verður so, er lítið at ivast í, at talan verður dyst fyri fullsettari høll. Nr. 17 • leygardagur • 25. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 26.01 14.30 Neistin-VB 26.01 14.30 Tjaldur-Stjørnan 26.01 14.30 VÍF-Kyndil 1. deild menn 26.01 16.00 Neistin-H71 26.01 16.00 Tjaldur-KÍF 26.01 16.00 VÍF-Kyndil Coca-Cola kapppingin, kvinnur 25.01 15.00 VB-Neistin Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 26.01 13.00 Fleyr-Mjølnir 26.01 14.00 Dráttur-TB Meistaradeild menn 26.01 15.00 Fleyr-Mjølnir 26.01 15.00 Fram-ÍF Nú er álvara Neistamenn hava á pappírinum góðar fortreytir fyri at fara frá strandingum, tá teir á heimavølli hitta hoyvíkingar C M Y K 16