Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 17 - 25. januar 2003 Støðan í 1. deild í føroya- meistarakappingini í billard er tann, at Klaksvíkar Klubbi framvegis liggur á odda við 28 stigum. Men beint í hølunum á teimum liggur Billardfelag Kagg- ans, sum hevur 24 stig. Lið- ini spældu útidystir sein- asta vikuskiftið og vunnu stórt. Klaksvíkingar vunnu 12-6 á Billardfelag Fugla- fjarðar, meðan Kaggin vann 12-6 á Havnar Klubba. Vágbingar spældu eisini útidyst móti Tvør- oyrar Klubba og tóku full- komiliga fyrrverandi før- oyameistararnar á bóli. Teir vunnu 16-2. Enn eru ov fáir dystir spældir til at gera nakra niðurstøðu ella meting um, hvør fer at vinna gull, silv- ur og bronsuna og hvør fer at flyta niður í 2. deild, men kortini ber til at siga, at Havnar Klubbi og Tvør- oyrar Klubbi mugu taka annað skinn um bak skulu hesi liðini hava møguleika at vera við í kappingini í oddaplássini. Tey eru eisini í niðurrykkjaravanda, tí fuglfirðingar hava nærum eins nógv stig. Hyggja vit so at einstøku dystunum, so er tað Kaggin, sum í løtuni fellur tær flestu keylurnar. Liðið hevði eitt rættiliga høgt meðaltal, tá tað spældi í Havnar Klubba herfyri, so mikið høgt, at tað liggur framman fyri Klaksvíkar Klubba, tá talan er um eygu samanlagt. Tað má sigast at vera eitt sindur yvirrask- andi, tá hugsað verður um, hvussu vælspælandi Klaks- víksliðið hevur verið nú í longri tíð ikki minst við sera høgum meðaltali. Men tað er við billard sum við øðrum ítróttargreinum – tað kann ganga báðar vegir í oddinum eisini. Á Kaggaliðnum var Jan Müller bestur. Hann vann allar sínar dystir og hevði eisini besta meðaltalið uppá góð 23 eygu. Næstur honum var Carsten Hansen úr Havnar Klubbi, sum hevði ein framúr góðan dag. Hann vann tveir dystir av trimum og hevði knapp- liga 22 eygu í meðal. Triðjur var Bjarni Skaalum úr Kagganum við 4 stigum, síðani kom Steinbjørn í Dali við 2 stigum , Niels Nielsen úr Kagganum somuleiðis við 2 stigum og aftastur var Eirikur Nielsen við ongum stigi. Klaksvíkingar taptu held- ur óvantað 3 dystir í Fugla- firði. Men ein av orsøkun- um var helst tann, at fugl- firðingar høvdu ein av gomlu elituspælarum sín- um, Sofus Baldvinson við á liðnum. Hann vann tveir av dystunum, meðan Njál Petersen vann triðja dystin. Bestur í kappingini var Ólavur Kjølbro, sum vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá 16,5 eygu. Næstur honum var Sofus við 4 stigum og 16,4 eygum í meðal. Nr. 3 var Sonhard Johannesen úr KK við 4 stigum og 15 eygum í með- al. Hetta er í heldur lakara lagi fyri teir annnars keylu- fellandi klaksvíkingarnar. Vágbingar komu, sóu og sigraðu, tá teir løgdu leið- ina til Tvøroyrar herfyri. Bert ein dyst taptu teir móti teimum annars vælspæl- andi tvøramonnunum. Bestur í kappingini var Tórur við 6 stigum og ein- um meðal uppá 20,5 eygu. Næstur honum var Sámal P eisini úr Vági við fullum stigatali og 19 eygum í meðal. Vágbingar áttu eisini triðja mannin, Birgir, sum man teljast millum bestu spælarar í landinum, men sum hevur verið nógv burtur frá orsakað av ar- beiði. Dysturin var eitt vónbrot fyri tvøramenn. Max Rasmussen, sum er ein av veteranunum í billardspæli í Føroyum hevði ein ringan dag. Tapti allar sínar dystir. Bestur maður á liðnum var Óli Joensen, sum vann einasta dystin. 2. deild Í aðru deild er støðan tann, at fuglfirðingar liggja á odda við 18 stigum. Havnar Klubbi er nr. 2 við 17 stigum og Kaggin er nr. 3 við 12 stigum. Bæði liðin í Vági spældu móti hvørjum øðrum og har vann VB1 við 12-6. Bestur spælari í hesi kappingini var Hans J. Joensen úr VB1 við fullum stigatali. Klaksvíkar Klubbi vann á Tvøroyri við 18-0. Besti spælari var Torkil Jacobsen úr Klaksvíkar Klubba við seks stigum og góðum 13 eygum í meðal. 3. deild Støðan í 3. deild er tann,at Klaksvíkar Klubbi er nr. 1 við 18 stigum. Nr. 2 er Kaggin við 18 stigum og nr. 3. er Vágs Billardfelag við 16 stigum. Ein dystur var millum Havnar Klubba og Tvøroyri. Havnamenn vunnu 10-8. Bestur var Wenzel P Husgaard við 6 stigum og góðum 5 eygum í meðal. Rókur Dimon úr Tvøroyrar Kluibba gjørdist nr. 2 við 4 stigum og góðum 6 eygum í meðal. Stórtalentið Jón Rói Jacobsen er á veg til Brøndby, skrivar Ekstrablaðið. Men í HB siga tey, at tað er ov tíðliga at gera tað staðfestingina, hóast tað sær ljósari út FÓTBÓLTUR Ingi Rasmussen Ongin avtala er fingin upp á pláss enn, men samband er millum partarnar. Soleiðis sigur Stein- finnur Mittelstein, stjóri í Havnar Fótbólti, nú líkt er til, at glið aftur er komið á samráðingarnar, sum skulu fáa unga stjørnuleikaran hjá HB, Jón Róa Jacobsen, til danska stórfelagið Brøndby. Tað er Ekstrablaðið, sum fríggjadagin skrivar, at Jón Rói er á veg til Brøndby. Sambært blaðnum er hann ætlaður antin sum avloysari fyri framherjan Peter Mad- sen, ið er ávegis uttanlands, ella sum styrkur í verjuni, har hol skulu fyllast út. Men Steinfinnur Mittel- stein avsannar, at nøkur avtala er undirskrivað enn. – Jón Rói hevur so leingi verið á veg til Brøndby. Vit hildu einaferð í fjør, at tað var um at koma í rættlag, men so kom steðgur í prátið okkara millum. Nú tosa vit aftur saman, og tað sær eitt sindur ljósari út, men tað er ov tíðliga at siga, um Jón Rói fer til Brøndby í vár, sigur Steinfinn Mittelstein. Jón Rói Jacobsen vandi við Brøndby, eftir at kapp- ingarárið endaði í Føroy- um, og hann hevur staðið seg væl í dystum fyri eyka- liðið. Hann hevur eisini verið við á venjingarlegu saman við 1. liðshópinum, men nú er hann aftur í Føroyum og venur við HB. Sum Sosialurin skilir, so er spurningurin í løtuni, um Jón Rói skal útleigast til Brøndby, ella um talan verður um keypssáttmála. Nógv er treytað av, hvat hendir við áleyparanum Peter Madsen, sum vænt- andi skrivar undir sáttmála við eitt útlendskt felag í vikuni. Brøndby hevur fíggjarligar trupulleikar, og tí er hugsandi, at teir heldur vilja leiga enn eiga. Fær TB ikki gongd á aftur hetta viku- skiftið, má teirra leiklutur í gull- stríðnum metast sum liðugur KVINNU- FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tveir dystir verða leiktir í bestu flogbóltsdeildin hjá kvinnum um viku- skiftið. Á Giljanesi verður kanska tann meira áhugaverdi av hesum, tá TB kemur á vitjan. Tað er eingin loyna, at TB hevði sett sær stór mál aftur í ár, tá farið varð undir endaspælið. Ætl- andi skuldu allir dyst- irnir vinnast, men veru- leikin er tó, at longu nú hevur TB rent seg í tveir ósigrar, og eru tær tí sigldar nakað afturum ÍF og Mjølnir á stigatalv- uni. Tí er tað eisini alt av- gerandi fyri TB, at tær fáa fulla úrtøku hesa- ferð. Nakað sum avgjørt átti at verið gjørligt, um hugt verður eftir hinum dystunum millum liðini bæði. Dráttur hevur tó sýnt sera óstøðugt spæl í ár. Megna tær at toga seg heilt upp, kann væl henda, at tær fara at geva TB ein skarpan gang. Og um gestirnir tá ikki eru betri fyri, enn tær vóru seinasta viku- skifti, kann væl vera, at okkurt munagott eisini spyrst burturúr royndini. Hin dysturin í kvinnu- deildini verður í Havn, har Mjølnir kemur á vitjan. Við vanda fyri slitnum endurtøkum, so ber uttan til at staðfesta, at tað er langt ífrá so- leiðis longur, at hetta er stórdysturin í føroyskum kvinnuflogbólti. Mjølnir eru snøgt sagt risa- favorittar at vinna dyst- in, og so skuldi ikki verið meira at sagt um tað. Hetta vikuskiftið vitjar ÍF í Havn, har Fram ikki skal rokna við nøkrum sum helst MANSFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Kappingin í mansflog- bólti er í ár avmarkað til ein dyst, har trý lið berj- ast um silvurið, meðan eitt lið er ávíkavist nógv sterkast og nógv veikast. Fyri at taka tað fyrsta fyrst, so hava fuglfirð- ingarnir snøgt sagt sýnt, at einki lið stendur teim- um kurl í vetur. Skal nakar kunna skal teir, so skal tað kanska vera Fram, sum nú tekur ímóti. Ikki minst grund- að á, at einastu settini, sum ÍF hevur mist í ár, vóru móti Fram, men ta ferðina mátti liðið vera týðandi leikarar fyri- uttan, og við fullari manning er vandi fyri, at Fram fer at fáa somu lagnu, sum SÍ fekk sein- asta vikuskifti. Veikasta liðið er uttan iva Fleyr, sum enn eigur fyrsta settið til góðar. Og sum dystirnir hava verið, so tykist eitt slíkt at hava lang útlit. Hesaferð kemur Mjølnir á vitjan, og fyri plássið í silvu- rstríðnum er einki at ivast í, at talan eigur at verða um sigur, og helst so tryggan sum tilber. TB skal uppaftur So eigur Fram tørn Støðan í 1. deild Dystir Stig Eygur Umfør Meðal 1 Klaksvíkar Klubbi 2 28 6694 360 18,59 2 Billardfelag Kaggin 2 24 7054 360 19,59 3 Vágs Billardfelag 1 16 3338 180 18,54 4 Havnar Klubbi 3 16 8848 540 16,39 5 Tvøroyrar Billardfelag 2 12 5548 360 15,41 6 Billardfelag Fuglafjarðar 2 12 5170 360 14,36 Støðtan í 2. deild Dystir Stig Eygur Umfør Meðal 1 Billardfelag Fuglafjarðar 2 18 4218 360 11,72 2 Havnar Klubbi 2 17 3526 360 9,79 3 Billardfelag Kaggin 1 12 2170 180 12,06 4 Vágs Billardfelag 1 1 12 1846 180 10,26 5 Tvøroyrar Billardfelag 1 7 1364 180 7,58 6 Vágs Billardfelag 2 1 6 1824 180 10,13 Støðan í 3. deild Dystir Stig Eygur Umfør Meðal 1 Klaksvíkar Klubbi 1 18 1928 180 10,71 2 Billardfelag Kaggin 1 18 100 180 0,56 3 Vágs Billardfelag 1 16 1160 180 6,44 4 Tvøroyrar Billardfelag 3 10 2834 540 5,25 5 Havnar Klubbi 2 10 928 360 2,58 Jón Rói á veg til Brøndby Jón Rói Jacobsen kann spæla í Brøndby í vár – helst í verjuni Kaggin í hølunum á føroyameistarunum C M Y K 18 Nr. 17 - 25. januar 2003 19 Grannskoðari P/F Grannskoðaravirkið INPACT, sum er elsta grannskoðaravirkið í landinum, søkir eftir grann- skoðara at byrja 1. mars. Viðkomandi skal hava HH ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur at hava royndir á økinum,men ikki ein treyt. Arbeiðið hjá einum grannskoðara er sera fjøltáttað, og fevnir eitt nú um hesi øki: • Bókhaldshjálp, so sum avstemningar, uppgerðir v.m. • Grannskoðan • Roknskaparuppseting • Skatt • Ráðgeving innan roknskap, skatt, fígging v.m. Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til Grannskoðaravirkið INPACT, stílaður Jógvani Amonsson, í seinasta lagi 28. januar 2003. P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisor R. C. Effersøesgøta 26 · Postrúm 191 110 Tórshavn Tlf. +298 314700 · Telefax +298 313815 T-postur: inpact@inpact.fo I N PA C T I N T E R N AT I O N A L Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Fótterapeutur Søkt verður eftir einum autoriseraðum fótterapeuti til heimið at byrja skjótast tilber. Arbeiðstíðin er mett at vera ein dag um vikuna. Møguleiki er fyri at hava onnur viðskiftafólk framíhjá. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Helenu Joensen, leiðara á heiminum, tlf. 332600 ella 332601. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3489 Navn: Sp/f SD 2002 Adressa: Leitisgøta 24, 160 Argir Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 06.12.2002 Viðtøkudato: 06.12.2002 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Súni Danielsen, Leitisgøta 24, 160 Argir. Stjórn: Súni Danielsen, Leitisgøta 24, 160 Argir. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f Eyðfinn Guðjónsson, Tórgarðsgøta 13, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 06.12.2002 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka HVS og múraraarbeiði, keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 23. januar 2003 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3493 Navn: Sp/f Krea Adressa: Undir Kletti, 600 Saltangará Kommuna: Runavíkar Kommuna Stovningardato: 14.01.2003 Viðtøkudato: 14.01.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Oddmar Suni Olsen, Undir Kletti, 600 Saltangará, Poul Martin Anthoniussen, 650 Toftir, Egil G. Olsen, Nýggivegur, 620 Runavík og Bárður S. Hammer, Heiðavegur, 600 Saltangará. Stjórn: Oddmar Suni Olsen, Undir Kletti, 600 Saltangará. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, 480 Skáli. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 14.01.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at veita internettænastu, ráðgeving og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 23. januar 2003 Kristin Balle _______________________ FORD ESCORT 1.8 HATCHBACK »DIESEL« Árg Dec. 96, Km 105.000. Vælhildin í góðum standi. Kr. 76.000,- FORD ESCORT STATIONCAR 1.8 »DIESEL« Árg okt.95, Km 104.500. Vælhildin í góðum standi. Kr. 74.000,- FORD MONDEO 1.8 TURBO DIESEL Árg Aug.98, Km 90.000. Vælhildin:Fjarðstýrt centrallás- Aircondition-hiti í setrum-El rútar/spegl v.m. Kr. 135.000,- DAEWOO NUBIRA 1.6 STATIONCAR Árg Juni.98, Km 29.000. Sera væl- hildin. El rútar Fr. Takboylar, Radio við bandspælara, Centrallás, Sleipikrók.Bert km 29.000. Kr. 94.000,- KIA SEPHIA 1.5 GTX SEDAN Árg Mar-97, El. rútar- el. spegl Centrallás-Spoylara- Alufelgur v.m. Kr. 66.000,- FORD ESCORT 1.8 »DIESEL« Árg Okt. 95, Vælhildin . Centrallás -Radio v.bandspælara-El.Spegl v.m. Kr. 64.000,- MAZDA 626 2.0 HATCHBACK Árg Nov. 96, Km 66.000. Vælhildin . Centrallás -El rútar -Radio v.bandspælara-El.Spegl . Kr. 95.000,- Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýsingar Bilar Veðr ð 19