Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 33 Hesar seinastu mánaðirnar havi eg búð í einum gomlum húsum, hjá eini familju, ið næstan aldrin er heima. Tað hevur gingið fínt, eg og mín sambúgvi hava ansað eftir húsunum, gingið túr við hund- inum, Otis, og annars bara ansað okkum sjálvum. Nú ein dagin spurdi sonurin í húsinum meg, um eg visti, at húsið var "haunted", altso at tað spøkti. Tað helt eg meg ikki hava hoyrt, men hann segði, at tað var nakað tey øll vistu. Eg spurdi, hvat prógv hann hevði um tað, og so fortaldi hann mær ymiskt, ið hendi teimum av og á. Eitt er, at bøkur detta niður av hillunum, sum um onkur stendur og togar tær út við einum fingri. Hetta havi eg ongantíð sæð, men tað segði hann var vanligt. Sjálvur hevði hann tann sama morgunin sitið og lisið í song síni, tá hann kom til at skoyta yvir á kommoduna. Ein skuffa stóð opin, men tað tonkti hann ikki yvir, sjálvt um hann ikki hevði opnað hana sjálvur. Hann las víðari eina góða løtu, og kom so aftur til at skoyta yvir á kommoduna. Nú vóru tríggjar skuffur opnar. Hann hevði ikki sovið, og ongin hevði verið inni í kamarinum. Hann spurdi meg, um eg ongantíð hevði upplivað nakað løgið. Nei, tað hevði eg ikki. Men so alíka- væl. . . Eg kom í tankar um ta náttina, tá eg vaknaði av at onkur var í ganginum uttan fyri mítt kamar. Ljósið var ikki tendrað, tað sá eg undir gáttini, men onkur var heilt greitt í ferð við at róta gjøg- num skuffuna í kommoduni. Eg hugsaði beinanvegin, at tað var ein innbrotstjóvur, og tordi ikki at anda, fyri at hann ikki skuldi hoyra meg. Eftir eina løtu steðgaði skrumlið, og eg bíðaði eftir at hoyra onkran ganga burtur. Tað gjørdi eg bara ikki. Ongi fótafet vóru at hoyra. Tað tók eina góða løtu, men til síðst sovnaði eg aftur. Morgunin eftir spurdi eg hús- fólkið, um nakar av teimum hevði verið uppi um náttina, og niðri í kjallaranum. Ongin hevði, og ongin hevði hoyrt nakað. Ongin hevði brotið inn heldur, allar hurðar vóru stongdar. Um jólini hevði eg vitjan av familju míni. Tey búðu øll heima hjá mær, og vit høvdu tað sera hugnaligt saman. Nýggjársaftan vóru vit á eini "cocktail-cruise" á ánni sum rennur forbí her í Washington. Pyntað sum vit sjálvandi skuldu verða, so hevði systir mín lánt eina ketu við perlum at hava um miðjuna. Tá vit komu heim aftaná ein sera góðan og stuttligan túr, hongdi systir mín ketuna um hond- takið á vesinum hjá mær. Tá eg nakað seinni kom inn á vesið, lá ketan á gólvinum í 6 pettum. Ongin hevði verið inni har, og hon kundi ikki vera dottin niður av sær sjálv- um, tí tað er eitt sovorðið knoppa-hondtak, so hon skuldi verið dottin uppum. Ta gátuna loystu vit heldur ongantíð. Mín tíð her í Washington er at enda komin, og eg má siga, at tað hevur verið eitt tað besta upplivilsið í lívinum. Øll hava verið so fitt og blíð, og eg vóni bara, at eg fái høvi at koma aftur at vitja. Í íbúðini á Oyrasundi man ikki spøkja tað stóra. Alt hetta eg havi sagt frá kann sjálvandi vera tilvildarligar hendingar. Tað var eisini tilvildarligt, at speglið á vesinum datt niður úr vindeyganum og fór í smildur. Tað var sjálvandi vindurin. Ella var tað? Meir millum himmal og jørð? TELDUBRÆVIÐ Frá: Halla Nolsøe Poulsen, Washington, fittahalla@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti um sløgum av kinesiskum mati, har av nakað var suppa. Í Thai- landi eru tey ómetaliga góð til at gera suppur. Síðani skulu vit skera í brúdleypskøkuna. Gøj og eg skulu skera tað fyrsta stykkið, sum síðani verður givið til lærar- an hjá Gøj. Hinir gestirnir fáa síðani hvør sítt stykki. Meðan etið verður, verður tón- leikur spældur. Tvær sangarinnur eru, sum skiftivís syngja. Eisini er Kairoko, sum er sera væl dámt í Thailandi. Um onkur av gestun- um heldur, at tann sum er uppi á pallinum dugir væl at syngja, kann viðkomandi fara upp og geva hesum eina peningagávu ella blómur. Seinni dansa vit thailendskan dans. Eg haldi, at tað er ein sera penur dansur, men eg má við- ganga, at eg eri ikki góður til at dansa hann. Mann skal brúka hendurnar nógv og eisini fingr- arnar. Í Thailandi kenna tey als ikki til enskan dans, soleiðis sum vit kenna hann. Vitjan okkara í templinum Vit vitja í dag templið Boadang, har munkurin Luan Paa Bun heldur til. Í hesum templi er ein stórur liggjandi Budda. Sjálvt templið liggur langt inni í einari viðalund, men allan veg- in inn til templið, koma vit fram- við ymiskum áhugaverdum, Veg- irnir eru ikki góðir. Teir eru úr grúsi, sum óivað hava fingið skaða, tá regntíðin hevur verið. Templið er umgirt av einari lítlari rennu. Í hesi rennuni eru smáfiskar. Tað er eitt sindur løgið at koma inn í eitt slíkt tempil. Tað er akkurát sum um har er ein sovorðin friður. Munk- urin, sum vit skulu vitja, situr og hevur samrøðu við eina konu og son hennara. Tá ið tey eru liðug, koma vit nærri. Vit Wai heilsa og gera, sum man ger, tá ið menn eru á vitjan hjá munkum. Munkurin fær eina peningagávu frá okkum, men tá eg handi honum hana, gevur hann mær ein peningaseðil aftur. Eg takki á røttum thai- lendskum. Seinni gevur hann mær eina Coca Cola. Hetta er ikki vanligur skikkur. Eg fái at vita frá konu mínari, at eg eri sera heppin at fáa henda pen- ingaseðilin. Eg skal goyma hann og um eg nakrantíð fái brúk fyri nøkrum tølum, td. um eg spæli við í lotto, skal eg brúka tølini frá peningaseðlinum, tí tey geva okkum eydnu. Síðani biður munkurin fyri okkum. Hann biður um, at vit fáa eitt langt og lukkuligt lív, at vit skulu elska hvønn annan og at vit altíð skulu verða saman. Tann liggjandi Budda, sum er inni í templinum, hevur vegna umvæling av templinum, eitt teppi yvir seg, so vit síggja hann tíverri ikki rættiliga. Uppi undir loftinum hanga nógvir peningaseðlar. Teir eru rættiliga pent settir fastir uppi undir loftinum í ymiskum mynst- rum. Hetta eru pengaseðlar úr størsta partinum av heiminum. Eg eri eitt sindur harmur um, at eg ikki havi ein føroyskan penga- seðil við, tí so er tað fyrsti av tí slagnum her. Vit fáa ymiskar gávur frá munkinum. Allar gávunar, sum vit fáa, geva okkum eydnu í lívi okkara. Heimkoman Tá ið vit tann 28. desember seta kósina heim aftur til Danmarkar, ferðast vit í 27 tímar innan, vit eru í Århus. Vit eru sera troytt. Tíðarmunin uppá 5 tímar ímill- um Thailand og Danmark føla vit fyrst av álvara dagarnar eftir. Nú tá eg líti aftur á hesa brúð- arferð, kann eg ikki annað enn at staðfesta, at hetta gjørdist ein frálík ferð. Ein ferð, sum eg ong- antíð í lívi mínum fari at gloyma. Eg havi altíð hildið, at føroying- ar, suðuroyingar og ikki minst vágbingar eru heimsins blíðasta fólk, men eg má viðganga, at eg í Thailandi havi møtt blíðari og hjartabetri fólki. Nógv teirra fólk, sum ikki eiga peningaliga nógv virðir, men tey geva meira enn tað sum kann gerast upp í peningi. Tey geva nevniliga hjartarúm, húsarúm og kærleika. Tað er sera kensluborið at siga farvæl til hesi fólk. Hátturin, sum vit á hesum sinni eru gift á, var eitt satt upplivilsi, ikki minst fyri Gøj. Tað hevur al stóran týdning fyri hana at verða gift á rættan thai- lendskan hátt. Eg eri eisini glaður fyri, at eg havi havt møguleika at uppliva hetta. Eftir at vit eru komin heim, eru tað nøkur, sum skemtandi hava hildið fyri, nær vit skulu giftast aftur. Eg havi svarað skemtandi aftur, at vit eru gift í Danmark, har vit búgva í løtuni, vit eru gift í Thailandi, har kona mín kemur frá, og seinni fara vit at gifta okkum í Føroyum, har eg komi frá. Ja, hví ikki tað, kann man spyrja. Tað, sum er mest áhugavert á hesi ferðini, er sjálvandi at kona mín og eg enn einaferð hava sagt ja til hvønn annan, og at vit at enda fingu okkara brúðarferð. Framhald av síðu 11 Thailendska ferðslumentanin er serlig C M Y K 33 32