Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FERÐAFRÁSØGN Rógvi Johansen Seinni partur The Grand Palace í Bangkok "Vat Prakaio" 11.12.02 Í dag hava vit verið í Bangkok. Túrurin frá Pakthungchai til Bangkok er uml. 250 km. og tekur smáar tríggjar tímar í bili. Í Bangkok vitjaðu vit The Grand Palace, har tað stóra templið "Vat Prakaio" er. Ferða- fólk ella ikki-asiatar skulu gjalda 200 bat. fyri at koma inn. Hetta svarar til uml. kr. 50, - meðan asiatar sleppa ókeypis inn. Hetta er ikki nógv at gjalda fyri upp- livilsið, man fær, við at síggja hesa stásiligu og arkitektonisku perlu av einum templi. Ein varn- ast beinanvegin, at hetta er ein turistattraktión. Meðan vit vóru har var stúgvandi fult av ferða- fólki úr øllum heiminum, so ilt var at fáa eina góða mynd, uttan at tað vóru 100 tals av ferðafólk- um við á henni. Inni í sjálvum templinum, har tann stóri Budda situr, er ikki loyvt at taka myndir. Hetta er spell, men eg skilji tað væl. Fólk bóðu til Budda inni har og ógvu- liga órógvandi vildi verið, um ferðafólk taka myndir av teim- um. Tað er heldur ikki loyvt at tosa so hart, at tað órógvar og eisini hetta virða øll. Ymisk museum eru eisini inni á plássinum, millum annað eitt har man kann síggja ymisk svørð og aðra hernaðarliga útgerð, sum var brúkt fyri nógvum árum síðani. Bygningarnir verða umvældir við tvey ára millumbili. Hetta má vera eitt rimmar tak, tí hvør bygningur er prýddur við gull- figurum og teir eru málaðir í nógvum litum. So eru teir eisini prýddir við ymiskum smálutum, eins og nógvir av teimum longu veggunum eru prýddir við kálk- málningum. So har er nokk at tríva í hjá teimum, sum skulu umvæla ella viðlíkahalda bygn- ingarnar. Men thailendarar eru eitt sera virkið og tolið fólkaslag. Á veg heim koyrdu vit inn til eitt eldri ektapar, sum vit skuldu bjóða við til okkara brúdleyp. Maðurin, sum eitur Sutree, er 85 ár og hevði verið við í krígnum millum Thailand og Burma. Hann var tatoveraður um arm- arnar, og eisini hevði hann tato- veringar á knøunum. Eg vildi ikki spyrja, hvønn týdning tær hava, men óivað hava tær eina søgu. "Munkar" 12.12.02 Í dag vitja vit templið, har í vit skulu giftast. Munkurin, sum vit hava biðið gifta okkum, eitur Loan Pone Lat. Hann hevur fyrr sagt okkum, hvør dagur best hóskar okkum at giftast í. Tað vóru tveir dagar at velja ímillum, tann 8. des. og tann 15. des. Vit valdu tann seinna. Munkurin finnur út av, nær eitt dato er hóskandi hjá hvørjum einstøkum at giftast í, við at fáa ymiskar upplýsingar um viðkomandi. Saman við føðingardøgunum og út frá hesum finnur hann út av, hvør dagur vil geva okkum eydnu og eitt langt og lukkuligt lív. Inni hjá munkunum verður man beinanvegin møttur av friði. Har sita fleiri fólk, sum skulu tosa við munkin. Tað, tey skulu tosa við munkin um, kann vera alt ímillum himmal og jørð. Ein slík samrøða kann m.a. snúgva seg um, at ein júst hevur keypt sær ein nýggjan bil. Hendan bil skal munkurin vælsigna soleiðis, at bilførarin fær góðan byr, tá hann er úti og koyrir við bilinum. Tá ið vit nærkast munkinum, leggi eg til merkis, at kona mín, mamman og mosturin fara spakuliga eitt sindur niður í knøunum, samstundis sum tey krøkja seg eitt sindur saman. Tá vit koma heilt yvir til hann, leggja vit okkum niður á knø og wai heilsa munkinum. Ymiskt verður sagt samstundis, men eg sigi einki hesu ferð, tí so havi eg ikki sagt nakað skeivt! Munkurin hevur nógv at gera, so vit skulu bíða eitt sindur, og tí skulu vit seta okkum niður á gólvið. Vit skulu líkasum sita við beinunum liggjandi skeivt peik- andi til síðina. Hesin háttur at sita, var eisini ein háttur at vísa fólkaligheit uppá. Meðan vit sita og bíða, lati eg eyguni leita runt í templinum. Hesin parturin av templinum er tann parturin, har munkarnir hava "viðtalu" og her búgva teir eisini. Hølini eru stór, alt er gjørt úr myrkum viði og einki elektr- iskt ljós er tendrað, bert kertiljós. Tað er soleiðis við munkum, at teir ikki fáa pening fyri at vera munkar. Tí ganga teir hvønn morgun runt í býnum, har teir 10 Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003 Brúðarferð - og eygleiðingar úr Thailandi - Høvuðsdenturin verður sjálvandi lagdur á fyri- reikingarnar til okkara brúðarvígslu og sjálva brúðarvígsluna og tey ritualir sum hoyra til eina slíka. Eg komi inn á ymiskt annað, sum eg haldi er áhugavert og spennandi. Væl vitandi um, at kostnaðarstøðið í Thailand ikki á nakran hátt kann sammetast við okkara, komi eg hóast alt við nøkrum samanlíkningum, tí tað er sera áhugavert eftir mínum tykki at fáa eina føling við, hvussu ómetaliga nógv man kann fáa fyri - í okkara verð lítlan pening. Eisini komi eg eitt sindur inn á politiið. Korruptión er als ikki eitt ókent fyribrigdi har, og thailendska politiið hevur eisini ein heilt øðrvísi hátt at hava og handfara vápn, enn vit kenna um okkara leiðir. Kongurin í Thailandi er óivað tann mest virdi persónurin í landinum, hann og kongahúsið komi eg eisini eitt sindur inn á.kongahúsið komi eg eisini eitt sindur inn á. Ferðafrágreiðing frá brúðarferð Rógva Johansen Gøj og Rógvi fáa mat frá fólkinum. Hesin mat- ur er sum oftast rís og ymiskt annað. Tað veldst um, hvat tað er fyri munkur, so eta teir ávikavist eina ferð og tvær ferðir um dag- in. Tann, sum etur einaferð um dagin, etur kl. 11.00 um morgun- in. Tann, sum etur tvær ferðir um dagin, etur kl. 07.00 og seinni ferð kl. 11.30. Ein munkur hevur tó loyvi at eta ymiska frukt seinni á degnum og drekka vatn. Beint frammanfyri, har vit sita, er ein hópur av gávum, sum munkarnir hava fingið fólki. Eg vil royna at greiða eitt sindur frá, hvat fyri gávur eg sá. Har vóru nógvar spannir, har plast var smoykt yvir tær. Hesar spannir kann man keypa ymsa staðni. Tær innihalda t.d. vatn í fløskum, tannkrem, kertiljós, roykilsispinnar, sápu, nudlur o.s.f. Eisini vóru rís, lím, sjónvarp, radio, fleiri ur/klokkur, blásarar, klædnastoff, pennar, smáar Buddafigurar, teppi og nógv, nógv annað at síggja. Møguleiki var eisini at taka ein brævbjálva, har man kann leggja pening í til munkarnir. Vit gingu runt í templinum, og tá ið vit komu framvið, har sum munkarnir sova, stóðu nakrar standmyndir av trimum munkum. Nøvnini á teimum vóru: Lueang- bu Suyer, Lueangbu Ma og Lueangbu Nee. Framman fyri hesum standmyndum løgdu vit okkum niður á knæ og heilsað bleiv inniliga til teir á rættan thailendskan hátt. Munkar liva eitt ógvuliga primitivt lív. Køkurin hjá teimum er mestsum bert eitt tómt høli, har ein rískókari, nakrar skálir og reiðskapur til at eta við eru. Ringarnir 13. desember kom gullsmiðurin. Hann hevði okkara ringar við. Teir eru hondgjørdir, av 18 karat hvítagulli við tveimum útvendig- um kantum av gulum gulli, sum eisini eru 18 karat. Ringurin hjá Gøj er stórtsæð líka sum mín. Einasti munur er at hennara hevur ein diamant. Gullsmiðurin hevði eitt stórt úrval av ymiskum prýðislutum við. M.a. hevði hann fleiri dia- mantar. Tann eini var ein sum var heili 100% um eg skilti hann rætt. Tað varð staðfest via ein lasera. Kostnaðurin fyri hendan dimantin veit eg ikki heilt, men sum eg skilti, var hann rættiliga høgur. Silkifest Seinni fóru vit til silkifestival. Hesin festivalur verður hildin mitt í býnum og í fimm dagar. Hetta er eitt stórt tiltak, og ikki so løgið verður størsti denturin lagdur á silki. Har kann man keypa stórtsæð alt, sum man kann hugsa sær í silki. Eisini var framsýning av, hvussu silki verður framleitt. Tey høvdu livandi silkilarvur, har man kundi fylgja allari fram- leiðsluni fet fyri fet. Seinni um kvøldið var upp- traðkan við "dragqueen" ella transvisittum. Hetta er nakað, sum fólk heima í Føroyum hava eina sera misjavna hugsan um, men her í Thailandi verður ein transvisittur virdur. Mín hugsan er, at tað var forvitnisligt at síggja, og fleiri av hesum monn- um høvdu eina sera flotta fram- førslu. Fleiri ferðir var ilt at síggja, at tað vóru menn sum stóðu á pallinum. Seinni fekk eg høvi at heilsa uppá nakrar av hesum transvisitt- um og samstundis fekk eg tikið eina mynd av tveimum. Á mynd- ini eru teir í vanligum klæðum. Eisini tá er ilt at síggja um talan er um menn ella kvinnur. Brúdleypið 15.12.02 Tann stóri dagurin er at enda upprunnin. Vit eru á fótum kl. 04.00 hendan dag. Vit skulu latast í og Gøj skal sminkast, og til tað hevði hon eina avtalu kl. 5.00 um morgunin. Kl. 6.30 skulu vit verða í templinum "Vat Ban Cimpli," sum er yvir 100 ára gamalt. Gøj er í nýggja hondseymaða bláa kjólanum, sum er gjørdur úr Thai-silki, og eg eri ílatin eina bláa Thai-silku blusu og hvítar buksur. Komin inn í templið, seta vit okkum niður á tann traditionella thailendska háttin, sum man brúkar, tá man er inni í einum templi. Síðani kemur munkurin til okkum. Hann sigur nøkur orð, sum eg havi ilt við at skilja. Hann er sjálvandi greiður yvir, at eg ikki skilji so øgiliga nógv av thailendskum, so eg fekk seinni at vita nøkulunda, hvat hann segði. Vit fáa tríggjar prikkar mál- aðar á pannuna. Teir ímynda tríggjar munkar. Nøvnini á teimum eru hesi: Lueangbu Suyer, Lueangbu Ma og Lueangbu Nee. Hesar prikkar skulu vit bera, til uml. kl 12.00. Eftir vígsluna fara vit heim. Har bíða nógv fólk. Tey fáa mat og drekka og so skulu tey heilsa uppá okkum. Eg eri sum "fa- lang" sera áhugaverdur og tey flestu eru sera áhugað í at verða avmyndað saman við mær. Hetta er sera skemtiligt. Seinni skulu Gøj og eg seta okkum niður, og síðani koma gestirnir ein og ein yvir til okk- um. Tey knýta ein hvítan tráð um skóningin á okkum, samstundis sum tey ynskja okkum alla lukku og eitt gott og eydnuríkt lív, sam- stundis sum tey geva manninum (mær) eina peningagávu. Tá hetta er liðugt, skal Gøj hava andlitsrøkt og gera seg til reiðar til at bera brúðarkjólan. Eg skal seinni lata meg í hvíta smoking og gerast eitt sindur í stand eisini og so eru vit til reiðar at koyra til hotellið, har brúdleypsveitslan skal vera. Komin upp á aðru hædd, møta vit veitsluhølunum. Tey eru pyntað til ta stóru gullmedaljuna. Vit verða móttikin av starvsfólki frá hotellinum, og áðrenn vit koma inn í veitsluhøluni, er eitt stórt pyntað borð, har allir gest- irnir kunnu leggja gávur og skriva seg í gestabókina. Inn- gongdin til veitsluhøluni er somuleiðis væl prýdd við ljósa- reyðum klæði, og tá vit koma heilt inn í veitsluhøluni, har teir 150 gestirnir skulu sita, verða vit møtt av einum palli, sum eisini er væl pyntaður. Fremst stendur brúdleypskøkan, sum er í fimm hæddum. Uppi á sjálvum pallin- um eru tvey lítil polstrað borð og tveir polstraðir stólar. Har skulu vit sita, bakgrundin er úr reyðum klæði. Nøvnuni á okkum standa á bakgrundini. Eisnin stendur "Kærleiki uttan landamørk," og har er eisini eitt føroyskt flagg hongt upp. Hetta havi eg fingið frá mammu mínari, saman við nøkrum smáum fløggum at seta á borðini. Til at byrja við skulu Gøj og eg bjóða øllum gestunum væl- komin. So hvørt sum gestinar koma, verða vit avmyndað sam- an við teimum. Tá allir gestirnir eru komnir, fara vit inn í veitslu- høluni. Har vera Gøj og eg "pre- senterað," síðani skulu Gøj og eg á pallin, har vit bæði skulu sita við smá borð. Vit verða síðani knýtt saman á tann hátt, at vit fáa eitt slag av togi rundan um okk- ara høvd og hetta tog er knýtt saman okkara millum. Hetta symboliserar, at vit nú eru saman knýtt fyri altíð. Vit skulu halda hendurnar saman, og tær skulu liggja út yvir nakrar blómur. Síð- ani koma gestirnar á pallin, og har fáa teir eina lítla konkyliu, sum verður fylt upp við vatni. Tað vatnið verður síðani stoytt á ein serligan hátt niður yvir hend- ur okkara, har tað rennur niður yvir blómurnar. Meðan verða nøkur orð søgd. Tað sum verður sagt, kann verða, at tey ynskja okkum eitt langt og lukkuligt lív og ymiskt annað. Tá hetta er liðugt, kemur gamli ensktlærarin hjá Gøj upp á pall- in. Hann er nógv virdur lærari í Thailandi. Hann er fjórða árið á rað er millum tólv teir bestu ensklærararnar í Thailandi. Hann heldur eina røðu, eftir røðuna skal Gøj siga nøkur orð og síðani skal eg siga nøkur orð. Eg eri noyddur at halda mína røðu á enskum, tí mítt thailendska er enn ikki nóg gott. Síðani byrjar sjálv veitslan. Borðreitt verður við sjey ymisk- Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003 11 Innbjóðing á thailendskum Munkurin er blíður og týður við tey nýgiftu Framhald á síðu 12 C M Y K 31 30