leygardagur 25. januar 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 17 - 25. januar 2003
Nr. 17 - 25. januar 2003
29
Seta í samanhang
Tílíkur kunningarháttur skapar
meira ørkymlan enn forstáilsi.
Vit mugu eisini hava saman-
hangir og heildir. Vit mugu hava
bakgrund og ikki bara allan
fýrverkin, sum stendst av tí, ið
býr undir. Til tess krevst, at fólk
fara at kanna, hvussu heildirnar
eru, og bera tær sakliga fram. Tú
lýsir ikki eitt fløkt mál við at
seta tveir kamphanar at berjast
um, hvat er rætt og rangt, ella
við at kanna tað í tveir tímar og
skriva 10 reglur um tað. Enda-
málið má vera at skapa grundar-
lag fyri betri forstáilsi.
Hetta er framtíðin hjá journali-
stikkinum í kunningarsamfelag-
num. Tann, sum vil tjena skjótar
pengar upp á tíðindi sum undir-
hald, skal gera skjót tíðindi við
undirhaldandi yvirskriftum. Upp-
lagt er hjá privatum fjølmiðlum,
ið ongar beinleiðis skyldur hava
mótvegis almenninginum, at
leggja á hendan bógvin. Tann,
sum vil upplýsa, seta samfelag-
sins fløktu viðurskifti í saman-
hang og viðgera møguligar av-
leiðingar av teimum, skal gera
júst tað. Seta málini í saman-
hang. Ta skylduna hava alment
fíggjaðu miðlarnir.
Um allir miðlar hildu seg
meira til seinnu kósina, hevði tað
havt við sær fleiri hugvekjandi
greinir á blaðsíðurnar og færri
rópandi stubbar. Fleiri væl undir-
bygdar og umhugsaðar sendingar
í útvarpi. Fleiri frágreiðandi og
útgreinandi sendingar í sjón-
varpi. Kósin nýtist ikki at merkja
keðiligar og sjálvhátíðarligar
greinir og sendingar. Formurin
kann vera líka spennandi sum í
góðum skaldsøgum. Men inni-
haldið má vera av slíkum slag, at
móttakarin kann siga: Hatta var
sanniliga áhugavert at fáa at vita!
Politisk stýring
Ein opinlýsur vandi við, at ferðin
á upplýsingini í fjølmiðlunum er
so nógv økt, er, at tað er lætt hjá
politikarum at seta dagsskránna.
Flestu politikarar vilja sleppa
ómótsagdir fram at mikrofonum
og blaðsíðum, og tað sleppa teir,
tá journalistarnir ikki kenna
málini. Politikararnir tosa tá frítt.
Eitt sindur um málið, sum er til
umrøðu, og um alt møguligt
annað eisini, tí teir hava fingið
eitt kærkomið høvi til at koma á
tal við veljararnar.
Mangan kemur fyri, at fjøl-
miðlar í aktuellum málum loyva
øllum pørtum framat við sínum
sjónarmiðum og síðan púra
sleppa endanum, tí teir halda
journalistiska endamálið vera
rokkið. Á henda hátt verða fjøl-
miðlarnar bara ein pallur hjá
politikarunum at stíga uppá,
haðani teir so kunnu bera fram
sínar egnu sannleikar. Um ongin
savnar træðrirnar, sum tá flákra í
luftini, sita móttakararnir eftir
við eini løgnari kenslu av onki at
skilja. Hvat var fupp, og hvat var
fakta, og hvør var niðurstøðan?
At politikarar tosa frítt sum í
Hyde Park, eigur ikki at vera
møguligt í einum sjálvstøðugt
hugsandi miðli við kritiskan
sansi. Tað sleppa teir heldur ikki,
tá journalistiska fyrireikingin er í
lagi, og spyrjarin kennir málið til
fulnar. Tá gongur alt upp í eina
hægri eind. Politikarin má hugsa
seg um og svara við skili.
Journalisturin heldur seg til
kjarnan í málinum, tí hann hevur
gjørt sær greitt, hvør kjarnin er.
Og móttakarin fær nakað at vita.
Fjølbroytt upplýsing
Men hvør sigur, at journali-
stikkur er tað sama sum at leita
eftir sannleikanum hjá politik-
arum? Hví skulu politikarar tosa
upp í heilar blaðsíður og hálvar
sendingar, um teir onki hava upp
á hjarta? Mangan tí journalist-
urin ikki sjálvur hevur nakað
stórvegis upp á hjarta. Hann skal
fylla blaðið ella tíðina út. Men
sjálvur er hann ósekur, tí
arbeiðsumstøðurnar noyða hann
at gera tað.
Øðrvísi bit hevði verið í
nógvum journalistum, um teir
fingu umstøður til at viðgera tey
mál, teir kundu ynskt sær at við-
gjørt, men sum allatíðina bíða, tí
tann kubbuta kunningin skal
framleiðast fyrst. Spyr ein
journalist, hvat hann innast inni
vil sleppa at gera. Hann svarar
við droymandi eygum, at hann
kundi hugsað sær at gjørt eina
frásøgn um hatta, lýst hendan
samanhangin betur og komið í
dýpdina við øllum hinum.
Onki er í vegin fyri at viðgera
til dømis brúkaramál, búskapar-
lig útlit, sosialar skeivleikar,
vanligt fólkalív og søguligar
samanhangir gjøllari enn nú.
Samfelagsligi veruleikin sæst
ikki við bara at stara niður í eina
fíggjarlóg ella lurta eftir ting-
viðgerðum. Hann finst alla-
staðni, um stundir og hugur eru
til at leita eftir honum, kanna
hann og siga frá honum.
Tað kann tykjast møtimikið at
leggja meira á tann sjálvstøðuga
og útgreinandi bógvin í journali-
stikkinum. Men tað má gerast,
skal støðið á kunningini hækka.
Tí hvat eru journalistar í
grundini? Sovorðnir, sum leita
eftir skjótum yvirskriftum, ið
rópa harðari enn alt annað
undirhald í kunningarsamfelag-
num? Ella eyðmjúkir boðberar,
sum royna at skilja tað samfelag,
teir liva í, og siga móttakarunum,
hvat teir síggja?
HUGLEIÐINGAR
Uni Arge
Kunningarsamfelagið, ið koma
skuldi, varð nógv lovprísað síðst
í farnu øld, tí við kunningar-
tøknini skuldi alt gerast so nógv
lættari. Vit fóru eftir ongari løtu
at kunna samskifta okkara
millum umvegis teldurnar.
Tíðindi fóru at koma til okkara í
stríðum streymum, so ongum
nýttist at ganga forvitin ella
óvitandi. Alt fór at gerast betri.
Øll skuldu gerast klókari.
Spurningurin nú er, hvussu
nógv kunningartøknin hevur økt
um okkara vitan. Gamaní er
upplýsing at finna allastaðni
allatíðina. Internetið borðreiðir
við ótømandi mongd av
upplýsing. Bløðini verða prentað
skjótari og oftari enn nakrantíð
áður. Loftmiðlarnir hurra allan
dagin við tíðindum, undirhaldi
og tónleiki. Her er ovmikið av
tilfari.
Men er nógva tilfarið gott? Tá
fylgisveinasambandið millum
Evropa og USA skuldi takast í
nýtslu, varð rithøvundurin
George Bernard Shaw spurdur,
hví hann ikki sum øll hini vildi
hátíðarhalda hesa stóru løtu.
Hann svaraði nakað soleiðis: Eg
síggi, at tøknin er framkomin.
Men eg kundi hugsað mær at
vitað, hvat fólk ætla sær at siga.
Nakað tað sama kunnu vit
spyrja nú. Okkum stendur í boði
at tosa við allar heimsins teldur
umvegis teldupostin. Men hava
vit nakað at siga? Vit kunnu
senda útvarp og sjónvarp allan
sjónarringin á tamb. Men hava
vit nakað innihald at senda? Vit
kunnu gera heimasíður, bløð,
lýsingar, filmar og sangir á okk-
ara egnu teldum. Men hava vit
nakran boðskap? Er førleikin til
at fylla innihald í tøkniligu
skrokkarnar til staðar?
Andligur førleiki
Ofta tykist tað, sum at nógv há-
lova kunningartøknini, bara tí
hon er nýggj. Tað er móti at siga,
at tøknin skal mennast. Tú fært
ikki latið eitt álit ella eina frá-
greiðing upp, so verður sligið
fast, at tøknin er loysnin. Loysn-
in upp á hvat? Ein tigandi teldu-
skrokkur er onki í sjálvum sær,
um ikki menniskjað uppi yvir
honum vil brúka hann til okkurt
ávíst.
Tað snýr seg ikki so nógv um
tøknina sjálva. Tað snýr seg um
fólk og tankar, teirra vilja og
teirra hugflog. Tað snýr seg um
andligan førleika til at bera
teimum, sum tíma at lurta og
hyggja, upplýsing við meining í,
um so tólið hjá móttakar-anum
er ein telda, eitt útvarp ella eitt
sjónvarp.
Tann, sum vil breiða út sín
boðskap á telduni, má vita, hvat
hann ætlar at siga. Tann, sum vil
brúka sendinetið ella prentsmiðj-
una, má spyrja seg sjálvan, um
hann hevur nakað upp á hjarta.
Finst onki veruligt innihald,
verður tað framborna líka onki-
sigandi sum allir hesir teldu-
postarnir, ið hvønn dag loypa á
teldupostkassan. Teir verða
ongantíð lisnir, tí teir eru junk
mails.
Junk news
Vit kunnu umskriva hetta hug-
takið til junk news, tí tíðindi at
blaka burtur finnast eisini. Tá
tíðindi skulu sendast hvønn
hálva ella heila tíma í einum
loftmiðli, sigur tað seg sjálvt, at
miðilin kann ikki hava nakað
nýtt at fortelja hvørja ferð. Men
tíðindi verða send allastaðni
allatíðina, og úrslitið er, at vit
sum móttakarar geva teimum
ikki ans. Tá tíðindi verða so
keðilig, eru tey ikki tíðindi
longur. Tey eru tá sum muzakkur.
Hann er har, men hann rínur ikki
við.
Hvat er CNN vert, tá USA
ikki bumbar Bagdad ella Kabul?
Hvat eru tíðindi her á landi verd,
um ikki alt ríkið er um at
skrædna? Annan hvønn dag rópa
yvirskriftirnar um svik, ábyrgd-
arloysi og slit. Sovorðnar søgur
eru hvørki stórar ella forkunn-
ugar longur, tí tær hurra alla-
tíðina. Inflatión er komin í sjálvt
sensatiónirnar, tí mongdin av
tíðindum er so nógv økt, at skulu
tey hoyrast, mugu tey pumpast
so nógv upp, at tey rópa burtur
úr rúgvuni. Men meira alt rópar,
minni hoyra fólk.
Góðskan á kunningini lækkar
á henda hátt. Vit verða ikki
klókari av rópandi yvirskriftum.
Vit fáa ikki ymsu málini sett í
samanhang og síggja tey heldur
ikki í frástøðu. Av tí, at so stór
mongd av tíðindum skal skapast,
enda tey eisini ofta sum við-
gerðir av smálutum, ið fáa alt ov
nógva umrøðu. Ein bersøgin við-
merking í tinginum undir aðru
viðgerð endar meira enn so sum
høvuðsyvirskrift, tí tað er so lætt
at upphevja ta einføldu tvístøð-
una til nakað sensationelt, og
ivaleyst eisini tí undirhaldsvirðið
er høgt.
Men hvør veit, um ikki tann
bersøgni rópar hart ella setir
fram fyrispurningin, júst tí hann
vil sleppa í fjølmiðlarnar? Hví
hugsar ongin, at tað kanska er
neyðugt hjá politikarum undir
viðgerðum av avgerandi málum
at hvessa tónan fyri at koma til
eina niðurstøða? Ofta tykist
retorikkurin hava størri áhuga
enn sjálvt málið. Helst tí rópandi
retorikkur gevur fleiri lættar
yvirskriftir at rópa víðari út í
luftina, har tær skapa stóra øsing
eitt bil og so verða gloymdar í
allar ævir.
Tá kunningin fær eitt innihald
Tað er móti at siga, at kunningartøknin er
loysnin. Men hava vit nakað innihald at fylla
í tøknina? Er eitt fjølmiðlaleti um at taka seg
upp av allari ferðini, sum er á kunningini?
Uppgávan hjá journalistikkinum í
kunningarsamfelagnum verður at seta fløkta
samfelagsliga og politiska veruleikan í
samanhang. Rópandi yvirskriftir, ið kalla
smálutir svartar ella hvítar, ørkymla meira,
enn tær skapa forstáilsi
Tá tíðindi skulu sendast hvønn hálva ella heila tíma í
einum loftmiðli, sigur tað seg sjálvt, at miðilin kann ikki
hava nakað nýtt at fortelja hvørja ferð. Men tíðindi
verða send allastaðni allatíðina, og úrslitið er, at vit sum
móttakarar geva teimum ikki ans. Tá tíðindi verða so
keðilig, eru tey ikki tíðindi longur. Tey eru tá sum
muzakkur. Hann er har, men hann rínur ikki við.
C
M
Y
K
29
28