leygardagur 25. januar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003
EFTIRLIT
Árni Joensen
Undir leiðslu av einum manni,
sum í 1990 varð dømdur sekur í
at hava oyðilagt próvtilfar og fyri
at hava logið í Kongressini fyri
at dylja eina gølu í tíðini, tá
Ronald Reagan var forseti, er
USA farið undir eina nútímans
eftirlitsverkætlan, sum skal
avdúka sannleikan um fólk, sama
hvar á Jørðini tey eru stødd.
"Tú ert undir illgruna!" skriv-
aði William Saffire í einari grein
í New York Times nú um dagar-
nar. Hann og onnur, sum ivast í
nýggju skipanini, halda, at tann
gamla framtíðarmyndin hjá
George Orwell um "Stóribeiggi
sær teg" í bókini "1984" er einki
at rokna samanborið við ta eftir-
litsskipanina, sum nú er í gerð.
- Hetta fer at gera tað møguligt
hjá myndugleikunum at sneyta í
øllum privatlívinum hjá fólki,
uttan at teimum nýtist at biðja
um loyvi til tess, og uttan at
teimum nýtist at hava tann
minsta illgruna um, at viðkom-
andi fæst við nakað ólógligt,
sigur American Civil Liberties
Union í einari kunngerð.
Tann hátøkniliga jagstranin
eftir yvirgangsmonnum skal í
framtíðini gerast við at útvega og
samkoyra milliardir av smáum
kunningarbitum úr databankum
og við at hava eftirlit við tí elek-
troniska samskiftinum. Hetta
letur seg gera, tí í báðum førum
ber til at síggja okkara fótaspor.
Heimsumfatandi
Amerikanska verjumálaráðið,
Pentagon, hevur ikki gjørt eina
einastu roynd at dylja, at tann
komandi skipanin umfatar allan
heimin. Tá skrivarin í Pentagon,
Edward Aldridge, herfyri varð
spurdur, um USA ætlar at útvega
sær atgongd til databankarnar í
øðrum londum, svaraði hann alt
fyri eitt játtandi. Hann legði tó
afturat, at upplýsingar verða ikki
savnaðar og viðgjørdar, uttan at
neyðug loyvi eru fingin til vega
fyrst.
Men tey atfinningarsomu eru
ikki sannførd, minni enn so. Tey
hava mælt politikarunum til at
steðga verkætlanini alt fyri eitt,
og atfinningarnar koma bæði frá
høgru og vinstru. Á høgravong-
inum mótmæla tey, sum verja
frælsið hjá tí einstaka, og á
vinstravonginum koma mótmæl-
ini frá felagsskapum, sum verja
rættindini hjá borgarunum.
Felags fyri tey mótmælandi er
óttin fyri, at upplýsingarnar
verða misnýttar. Og tað hevur
ikki gjørt mótmælini færri, at
Pentagon alment hevur sagt, at
ætlanin er eisini at nýta teldurnar
til at finna fólk við at lata sjón-
varpstól halda eygað við teimum.
- Tá verður eftirlitið fullkomið,
siga tey mótmælandi.
Vitan er vald
Orðini "Vitan er vald" eru rætti-
liga beinrakin, men tey eru eisini
mong, sum síggja ein vanda í
hesum sannleikanum, og tað
hevur ikki bøtt um umdømið hjá
amerikansku verkætlanini, at
Pentagon hevur givið henni
heitið "Total Information Aware-
ness System", sum vit kunnu
samanfata í orðið "alvitan".
Oddamaður fyri verkætlanini
er John Poindexter, varaadmiral-
ur, sum var fyri nógvum ákoyr-
ingum ta tíðina, hann var ráðgevi
hjá Ronald Reagan, forseta.
Poindexter hevði ein virknan lut
í tí ólógliga amerikanska vápna-
handlinum við Iran, hvørs pengar
vórðu nýttir til ólógliga fígging
til Contras, sum stríddist ímóti
sandinistunum í Nicaragua.
Aftaná varð hann dømdur seks
mánaðar fongsul, men slapp frá
at fara inn at sita dómin.
Nú hevur Bush-stjórnin valt at
taka við hugskotinum hjá Poin-
dexter, sum hevur útgangsstøði í
teirri stóru kunningarmongd,
sum vit lata eftir okkum hvønn
einasta dag t.v.s. teldupostur,
róður á alnótini, gjaldskort,
kontoavrit frá bankunum, tele-
fonnýtsla, lækna- og sjúkrahús-
frágreiðingar, vega- og tunnils-
bummar og mangt, mangt annað.
Harafturat kemur alt tað, sum
teir ymsu myndugleikarnir longu
vita um okkum so sum koyrikort,
pass, vígslubræv og skilnaður,
ognarviðurskifti, løgreglumál og
so framvegis. Høvuðssetningurin
er at savna og samkoyra allar
hesar upplýsingar við tí góða
endamáli at finna yvirgangs-
menn og at forða fyri yvirgangs-
atsóknum.
Verður roynd nú
Sambært skrivaranum í Penta-
gon, John Aldridge, fara hesar
ovurstóru mongdir av upplýsing-
um at gera tað møguligt at leita
eftir yvirgangsmonnum ella
ymsum, sum kann avdúka sam-
band við yvirgang. Aldridge
segði fyri nøkrum døgum síðani,
at ein partur av skipanini verður
longu royndur, og eydnast roynd-
in væl, fáa myndugleikar sum
samveldisløgreglan FBI atgongd
til skipanina, segði hann.
Fleiri trupulleikar eru tó eftir
at loysa. Ein teirra er tann máls-
ligi, og tí verður nú roynt at
menna eina tøknifrøði, sum kann
týða tey nógvu fremmandu
málini, og sum eisini skal týða
skjótt. Samstundis verður arbeitt
við at menna skipanina, so hon
skal verða før fyri at kenna rødd-
ina á fólki aftur, hevur hon hoyrt
hana einaferð.
Ein annar trupulleiki, sum
heldur ikki er loystur enn, er at
fáa skipanina at fata, nær sam-
band kann vera millum ymsar
gerðir hjá fólki. Samstundis
verður arbeitt við at laga skip-
anina so, at hon eisini kann út-
greina samskifti millum ymsar
myndugleikar. Tí eisini teir skulu
verða undir eftirliti í framtíðini.
Vit hava vant okkum við, at ein kann tosa í telefon, uttan at annar enn tann, sum er í hinum endanum, hoyrir, hvat tosað verður um. Men í framtíðini
kann eftirlitið lurta eftir okkum og skráseta rødd okkara
Big Brother is watching you
Amerikanararnir eru í ferð við at gera eina skipan, sum skal halda eyga við fólki. Endamálið er at
leita eftir yvirgangsfólki bæði í USA og uttanlands, men atfinningarsamar røddir ávara ímóti
skipanini
GULAG OG GLOYMSKA
Ingi Rasmussen
»Nazisman var ein parantes.«
Mong hvukku við, tá ein løg-
tingsmaður herfyri fekk seg at
siga soleiðis í einum hørðum
orðadrátti í Løgtinginum.
Kanska var kjakið, sum stóðst av
útsøgnini, eitt fyrivarni um, hvat
vit kunnu vænta okkum, tá kann-
ingin eystanfyri av Føroyum
undir kalda krígnum sær dagsins
ljós.
Kanningini stendur danski
søguprofessarin Bent Jensen fyri,
og orsøkin til óhepnu lýsingina
hjá løgtingsmanninum av
nazismuni er seinasta bókin hjá
professaranum, ið nevnist
»Gulag og glemsel«.
Bókin, sum er úrslitið av
granskingini hjá Bent Jensen
gjøgnum nógv ár, umrøður russ-
iska sorgarleikin og vestur-
lendsku gloymskuna í 20. øld.
Við støði í nýggjum tilfari, sum
Bent Jensen hevur gravað fram
eftir drúgvar skjalarannsóknir í
russiskum skjalagoymslum,
skjalprógvar hann, hvussu av-
gerðir um fólkamorð vórðu
tiknar og førdar út í lívið undir
kommunismuni, og hvørjar
avleiðingar tær fingu fyri milli-
ónir av ósekum fólkum.
Longu undir kollveltingini
byrjaði ein útreinsing, sum hevði
til endamáls at gera marxistisku
utopiina til veruleika. Úrslitið
bleiv tað størsta evropeiska
fólkamorðið í 20. øld, sum fær
onnur ræðustýri at blikna
afturímóti.
Milliónir í skugganum
Enn tann dag í dag stendur
kommunistiska fólkamorðið í
skugganum á nazismuni, hóast
tey bæði stýrini vóru ræðandi
eins í tanka-
gongd, sam-
skipan og
atferð.
Bent Jensen
telur upp og
kemur til, at
millum 23 og
30 milliónir
fólk lótu lív
undir Sovjet-
kommunismuni.
Sostatt leggur
hann seg mið-
skeiðis ímillum
teir mest svart-
skygdu gransk-
ararnar, ið halda
uppá, at upp í 40
milliónir fólk
vórðu myrd, og
teir sokallaðu
revisjonistarnar,
sum eru niðri á
nógv lægri tølum.
Eru granskarar
ósamdir um tølini,
eru teir kortini
samdir um í dag, at
talan var um ein
miðvísan politikk at
týna lív, sum byrjaði
frá fyrstu døgunum
hjá Lenin og øðrum
kammeratum, tá
hungursneyðin tilvitað
varð løgd til rættis, og
fólk í hópatali vórðu
myrd.
Tann góði
heimurin
Bókin er óhugnaligur lesnaður,
og Bent Jensen dylur ikki, hvar
hann sjálvur stendur. Nógv hava
hildið, at útreinsingin ikki tók
dik á seg, fyrr enn Stalin kom til,
men bókin vísir, at Lenin eitt nú
beinleiðis gav ordrar til at drepa
kulakkarnar, ið royndu at muta
ímóti harðligu framferðini hjá
bolsjevikkunum.
Farið verður upp í gjøgnum
søguna, har drápini av bóndum,
hungursneyð, fanga- og arbeiðs-
legur og avrættingar kravdu síni
offur. Men hvussu lat alt hetta
seg gera? Tað var sjálv tanka-
gongdin aftanfyri, svarar Bent
Jensen. Ein grundleggjandi
fatan, at tað finnast góð og ring
menniskju. Trúgvin uppá, at tað
bar til at draga himmalin niður á
jørðina. At tað bar til at fáa ein
góðan heim uttan óndar verur.
Tankin var at uppbyggja sosial-
ismuna, og tí máttu allar kapital-
istiskar og borgarligar forðingar
útruddast um alt hermótið.
Alt skuldi vera nýtt, ungt,
modernað og reint – bæði menn-
iskju, verksmiðjur, landbúnaður
og stovnar. Tað skitna og taktiska
politiska spælið, tann demokrat-
iska parlamentarisman, skuldi
avloysast av einum stýri fyri tey
reinu í hjartanum.
Fyri at hetta skuldi lata seg
gera, skuldu ómenniskjuni fáast
burtur. Í so máta var lítil munur
millum kommunismuna og
nationalsosialismuna í praksis.
Jørðin var dálkað av skitnum
smittuberarum og samfelags-
bólkum, sum máttu týnast fyri at
fáa ein betri heim. Og ætlanin
var at fáa kollveltingina út til
allan heimin.
Hitler, Himmler, Lenin og
Stalin vóru yvirgartnarar í
mannaurtagarðinum, sum var
fongdur við ókrúti, sigur Bent
Jensen.
Bøðlanna heppikór
Í vesturheiminum vóru nógv,
sum hildu væl standa til í Russ-
landi, hóast tey vóru væl kunnað.
Propaganda, var aftursvarið, tí
nógv vildu trúgva upp á ein
góðan og rættvísan heim.
Tað var lagnutungt, heldur
Bent Jensen, at so nógv í
vesturheiminum ikki sóu russ-
iska veruleikan í eyguni. Og tað
hevur verið nívandi, at so nógv
hava hildið, at royndirnar at gera
hugsjónirnar hjá Marx til veru-
leika hava verið meira áhuga-
verdar enn milliónirnar av
mannalívum, sum tær kostaðu.
Lenin vildi í 1917 reinsa
Russland fyri dálkað menniskju,
og hann kom væl áleiðis, áðrenn
hann doyði í 1924. Stalin helt
fram og útbygdi hetta stórbæra
og niðurbrótandi reinsiverkið,
sum í 1930-árunum meiðslaði
Russland. Og í 1953, umleið 35
ár eftir kollveltingina, legði
Stalin upp til enn eina útreinsing
av øllum jødunum í Sovjetsam-
veldinum.
Alt hetta kundi bara henda, um
fólk vóru býtt upp í bólkar. Og
hóptýningin av dálkaðum fólkum
varð stuðlað av donskum og
øðrum heppikórum av intellektu-
ellum í vesturheiminum, sigur
Bent Jensen.
Eftir føroyskum skjølum
Hvat hevur hendan tankagongdin
hjá Bent Jensen við okkum at
gera, kunnu vit so spyrja. Jú,
sami maðurin er settur at kanna
støðu Føroya í kalda krígnum
eystanfyri.
Í Føroyum vóru eisini fólk,
sum heilhjartað stuðlaðu
kommunismuni. Og sambært
Bent vóru hesi eins samsek og
tey samhugaðu hjá nasistunum
undir øðrum heimsbardaga.
Óvist er, um nøvn verða
nevnd, tá hann hevur grópað seg
lidnan eftir skjølum við før-
oyskum innihaldi. Men Jyllands-
Posten hevur longu gjørt sær ta
niðurstøðuna. Tann 7. november
2002 var yvirskriftin í blaðnum:
»Færøsk venstrefløj under lup«. Í
greinini verður eisini sagt, at
kanningin hjá Bent Jensen hevur
til endamáls at »afdække, hvem
på Færøerne der gik Warszawa-
pagtens ærinde«. Við øðrum
orðum: Hvørji vóru í føroyska
heppikórinum? Skjalarannsóknin
eystanfyri av kalda krígnum
kann geva eitt heitt føroyskt vár.
Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003
7
Russiskir ræðuleikar og
vesturlendsk gloymska
Millum 23 og 30 milliónir fólk lótu lív undir harðrendum
kommunistiskum valdi í Russlandi. Tað er ein av niðurstøðunum í bókini
»Gulag og glemsel« eftir Bent Jensen. Í bókini finst hann harðliga at
teimum, sum heilhugað styðjaðu kommunismuna. Nú skrivar hann
frágreiðing fyri Føroya landsstýri
Deyðsoffur fyri kommunismuni í Sovjet
1. Borgarakríggið 1918-1922: 12-17 milliónir.
2. Av-kulakisering (dráp av sjálvognarbóndum) 1930-1933:
0,5-06 millónir.
3. Hungursoffur 1932-1933: 6,7 milliónir
4. Gulag-offur 1930-1953: 4-5 milliónir offur av teimum uml.
20 milliónunum, sum sótu í legum.
5. Avrættað við skoti: 1-1,5 milliónir offur.
Fakta
C
M
Y
K
27
26