leygardagur 25. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 17 - 25. januar 2003
Nr. 17 - 25. januar 2003
25
kundi ikki fara nakrastaðni við
henni, og ongin annar kundi hava
hana, tí hon hevði bert verið hjá
mammuni. So tað var sum ein
óndur sirkul.
Sjálvandi fekk Gunnleyg hjálp,
men hon sigur sjálv, at hon hevði
ikki samvitsku til at lata onnur
hava Fríðunn, tá hon visti, at hon
so at siga græt allatíðina.
Tað batnaði tó so líðandi. Men
um Gunnleyg skuldi fáa náttar-
svøvn, so mátti hon hava gentuna
hjá sær í songini, tí hon svav
ikki, uttan bróstið var í munnin-
um. Og datt tað úr, so vaknaði
hon beinanvegin.
- So fekk hon sær av og á alla
náttini, og tí haldi eg, at hon
kundi vera í friði so frætt. Í dag
skilir ein sjálvandi, at tað var tí,
at hon skuldi hava allatíðina, at
hon var so, men tað vistu vit ikki
tá, sigur Gunnleyg.
Tá Fríðunn var um átta mán-
aðar, legði Gunnleyg hana av við
bróstið og byrjaði so smátt at
fara aftur til arbeiðis í Føroya
Banka á Eiði. Hon arbeiddi hálva
tíð, so Fríðunn var í vøggustovu í
fýra tímar.
- Um hon græt líka illa har, tað
veit eg ikki, men eg haldi sjálv,
at tað var batnað munandi tá í
mun til, tá hon var heilt lítil.
Tá Fríðunn var tíggju mánaðir,
fór Gunnleyg til læknan við
henni. Tá segði hann í eini
handavending, at hann helt, at
okkurt var galið við henni, men
hann gjørdi so ikki meira við tað
tá.
Tað gingu so fimm mánaðir.
Og so við og við minkaði
matarlysturin hjá Fríðunn. Tað
endaði við, at hon so at siga bert
drakk mjólk – ein til tveir litrar
um dagin. Og so fór Gunnleyg
aftur til læknan við henni. Tá sá
læknin beinanvegin, at har rugg-
aði alt ikki rætt, og hann sendi
tær tí til Havnar. Hóast Fríðunn
var blivin nógv størri, so hevði
hon ikki tikið eitt gramm uppá.
- Læknin segði við meg, at
gott nokk kunnu børn vera eitt
sindur tjúkk, men Fríðunn hevði
so stóran maga, at hon fekk ikki
sitið sum eitt vanligt barn. Hatta
er ikki fiti, segði læknin tá við
meg. Hon var heldur ikki byrjað
at ganga tá, tí hon fekk ikki
gingið, greiðir Gunnleyg frá.
Stóra livur
Tá Fríðunn varð kannað av lækn-
unum, varð staðfest, at livurin
var alt ov stór. Hon bleiv síðani
skannað, og tá læknin sá, hvussu
stór livurin var, stóð hann bara
og gapaði og spurdi, hvussu
gentan hevði livað.
Gunnleyg greiðir frá, at lækn-
in teknaði livrina á búkin á gent-
uni fyri at vísa, hvussu stór hon
var. Hann teknaði hana allan
vegin tvørtur um flagbróstið og
heilt niður í kokuna. Livurin
trýsti so nógv niður í kokuna, at
tað var onki at siga til, at Fríð-
unn ikki fekk sitið ordiliga. Ei
heldur, helt læknin, tað var undur
í, at gentan ikki át nakað serligt,
tí plássið til mat var at saman-
líkna við eina fimmkrónu.
Eftir hetta varð borið skjótt at.
Men Gunnleyg sigur, at tað gekk
long tíð, áðrenn Fríðunn dugdi at
ganga. Hon var 21 mánaðar
gomul, tá hon tók síni fyrstu
stev, og gekk ikki gjøgnum
trappur fyrr enn hon var hálvt-
fjórða ára gomul.
Heilsusjúkrasysturin ringdi til
Gunnleyg eftir, at sjúkan varð
staðfest.
- Hon var so kedd av, at hon
ikki hevði gjørt meira við tað,
men tað kundi hon heldur ikki
vita, tí sjúkan var so sjáldsom tá.
Eg kundi eisini sjálv gott havt
langað nevan í borðið og kravt
meira, sigur Gunnleyg, sum
heldur, at hon sjálv var alt, alt ov
tolin tá.
Gunnleyg var í Týsklandi í
1997, og hon sigur, at tástani
kom kosturin ordiliga upp á
pláss.
- Vit fingu alt ov lítið burturúr
í Danmark, tí ongin kendi sjúk-
una, og tí var eg fegin, tá vit
kundu sleppa til Týsklands, sigur
hon og leggur afturat, at var tað
ikki fyri Ulriche Steuerwald,
barnalækna, so veit hon ikki at
siga, hvussu tað hevði verið í
dag.
Kjartan kom í verðina í januar
2000. Og tað gekk ikki long tíð
fyrr, enn Gunnleyg kendi sjúku-
tekini aftur. Og skjótt varð stað-
fest við einum blóðprøva, at
Kjartan eisini var sjúkur. Sjálv-
andi var hetta ein skelkur fyri tey
øll, men Fríðunn, sum tá var
hálvtfimta ára gomul segði við
mammu sína, at hon var fegin
um, at beiggin var sjúkur eisini,
tí so var hon ikki einsamøll um
tað.
- Men eg hugsaði meira um
meg sjálva, tá eg fekk at vita tað.
Hvat eg skuldi ígjøgnum aftur
einaferð afturat. Hugsaði meira
um tað, enn um hvat hann skuldi
ígjøgnum. Men tað gekk bara
heilt væl, tí tá var meira hjálp at
heinta, og meira vitan um sjúk-
una, enn tá Fríðunn varð lítil.
Men tað vóru sanniliga dagar,
har eg hevði hug at rópa og
skríggja: gev mær styrki. Men eg
veit ikki, vit hava klárað tað, so
onkrastaðni kemur styrkin frá.
Og so royni eg at minna meg
sjálva á, at okkara børn sita ikki í
koyristóli, og tey virka væl upp á
allar mátar.
Um eg skal taka dagar ímill-
um tey, so hevur Fríðunn saman-
umtikið havt tað lættari, tí eftir
at sjúkan varð staðfest, og hon
fekk viðgerð, so hevur tað gingið
avbera væl. Tølini hjá Kjartani
hava ongantíð verið so vánalig,
sum tey vóru hjá Fríðunn, men
harafturímóti hava tey verið sera
óstabil, greiðir Gunnleyg frá.
Hesi bæði fittu og skilagóðu
børnini hava tað gott. Tað sást
væl, og um ein ikki visti tað, so
hevði ongin trúð, at tað bagdi
teimum nakað. Tey hava ein
vanligan dag. Fríðunn í skúla og
Kjartan í vøggustovu. Tað ein-
asta, sum er sjónliga øðrvísi sum
so er, at tey eta so ofta og drekka
mjólk við Maizena stívilsi í.
Samrøðan er nú komin at
enda, Gunnleyg skal til arbeiðis,
og børnini til teirra. Og meðan
tey fara at gera seg tilreiðar,
takka vit fyri okkum og fara út í
oysandi regnið.
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Inni í stovuni stákast Fríðunn.
Hon setur á borðið, meðan trý
ára gamli beiggi hennara, Kjart-
an, spælir við nakrar bilar, sum
hann hevur fingið í føðingar-
dagsgávu. Umframt, at tey eru
systkin, so hava tey eitt annað í
felag. Bæði eru sjúk, men tað
sást ikki á teimum. Sjúkan hjá
teimum kallast glykogenosis typa
III A. Henda sjúkan er sera
sjáldsom. Tað eru bert fimm
børn í Føroyum, sum hava hana.
Men við røttu viðgerð, so er
ongin trupulleiki at liva við
henni.
Viðgerðin er fyrst og fremst í
kostinum. Tey mugu ikki eta ov
feitan mat. Tey tola minni feitt
enn tey, sum hava sukursjúkuna.
Í stuttum kann sigast, at sjúkan
hevur við sær, at alt legst í
livrina og verður liggjandi har.
Tað vil siga, at um tey eta nógv
sukur, so brenna tey tað ikki, og
ístaðin verður tað liggjandi í
livrini, sum so veksur.
Gunnleyg kemur inn í stovuna,
og vit sessast til prát. Fríðunn,
sum er átta ára gomul, setur seg
eisini við borðið og lurtar,
meðan mamman greiðir frá.
- Tey mugu bæði tvey hava
nógvar smáar máltíðir gjøgnum
alt samdøgrið, greiðir Gunnleyg
frá. Tað hevur við sær, at Fríðunn
skal eta fjórða hvønn tíma um
náttina og triðja hvønn um dagin,
meðan Kjartan má fáa at eta
triðja hvønn alt samdøgrið.
Tað krevur tilrættislegging,
serliga um kvøldið og náttina.
Gunnleyg gevur Fríðunn klokkan
ellivu á kvøldi, og Kjartan á
midnátt, síðani fer hon upp
klokkan trý á nátt, tá fáa bæði,
og so Kjartan aftur klokkan seks
og Fríðunn klokkan sjey, og so
framvegis gjøgnum dagin, hvønn
dag alt árið. Gunnleyg hevur
gjørt eina avtalu við skúlan,
soleiðis at Fríðunn fær aftur um
hálvgum tíggju tíðina fyrrapart-
ar. Serliga týdningarmikið er tað
dagarnar, tá tey hava ítrótt í skúl-
anum, tí tá hevur hon brúk fyri at
hava nakað at brenna, annars
verður hon ov móð beinanvegin.
Men hon má heldur ikki hava ov
nógv, tí so legst tað í livrina hjá
henni.
Tað, sum tey fáa, er rátt Mai-
zena stívilsispulvur, sum tey røra
í mjólkina hjá børnunum, og so
feittfrían mat.
Gunnleyg sigur, at tað sjálv-
andi hevur verið strævið og sera
hart til tíðir, men tað hugsar hon
ikki um longur.
- Í dag er tað bara ein vanasak,
og eg hugsi slettis ikki um, at eg
fari upp næstan hvørja nátt at
geva teimum.
Orsøkin til, at Gunnleyg sigur,
næstan hvørja nátt er, at eina nátt
um vikuna fara børnini út at sova
hjá einum stuðuli.
- Eg haldi, at vit eru heppin
kortini, tí hygg at teimum. Tey
hava allar limir og virka, sum tey
skulu, so hvat so um tey skulu
eta øðrvísi enn onnur. Tað eru so
mong, sum hava tað verri enn
vit, sigur Gunnleyg og leggur
afturat, at tað stóð henni í boði at
kunna koyra børnini aðrastaðni
at sova fleiri ferðir um vikuna —
alt eftir hennara tørvi.
- Men tað vildi eg ikki, tí øll
børn kunna vera strævin til tíðir,
eisini tey, sum ikki eru sjúk, so
hví skal eg kasta míni frá mær,
fyri tað um tey hava fingið hesa
sjúkuna. Eg kenni tað til tíðir
næstan, sum um eg eri betur fyri
enn onnur, tí eg havi stuðul,
sigur Gunnleyg og hyggur upp á
Fríðunn, sum situr og hyggur at
rundstykkjunum.
»Mamma! Kann eg fáa eitt
rundstykki«
- Ja, tað kanst tú gott, men far
og fá tær Maizena fyrst. Tað má
ikki gloymast, svarar Gunnleyg,
og gentan fer út í køkin.
Hon kemur aftur við einum
krússi og at síggja til, er bara
mjólk í, men ein kantur av
hvítum pulvuri sigur nakað
annað. Afturvið fær hon eitt
hálvt rundstykki við sukurfríum
súltutoyi uppiá.
- Tey kunna fáa okkurt, sum
ikki er loyvt onkuntíð, men ein
má ansa væl eftir, tí tað er so
skjótt, at tað verður til ov nógv.
Og so er galið. Rundstykkir til
dømis eta vit so gott sum ongan-
tíð, tí tað er jú bara luft. Og
køkur eta vit slettis ikki her í
húsinum, sigur Gunnleyg, sum tó
ikki dylir fyri, at tað er sera
strævið at skula hugsa um mat
allatíðina.
Men hvussu er so, tá gentan
skal í føðingardag?
- Summi foreldur ringja áðrenn
og spyrja, hvat hon kann eta. Og
tað er avbera gott. Og onkuntíð
plagi eg at siga, at hon kann fáa
eitt kakustykki, alt eftir, hvussu
ofta hon skal í føðingardag. Tað
vil siga, at um hon skal í fleiri
føðingardagar í eini viku, so
kann hon ikki fáa kaku hvørja
ferð.
Men hetta er alt gerandiskost-
ur fyri familjuna Jacobsen á
Oyrabakka, og børnini eru ikki
von við annað, so tað er sum so
ikki nakar trupulleiki at fáa tey
at góðtaka tað.
Græt í átta mánaðar
Fríðunn varð fødd í juni 1994.
- Hon græt so at siga í einar
átta mánaðar út í eitt. Tað byrjaði
longu á sjúkrahúsinum, greiðir
Gunnleyg frá.
Summi hildu, at talan møgu-
liga var um kolik, tí hon græt so
nógv, men hvørki lækni ella
heilsusystir dugdu at siga, um
gentan var sjúk, tí hon treivst
ómetaliga væl. Hon át bæði væl
og nógv, men tað var sera stræv-
ið fyri Gunnleyg, tí hon var so
krevjandi.
Gunnleyg sigur, at Fríðunn
svav, tá hon sjálv svav, og var
sera órólig allan dagin, og tað lat
til, at hon fekk ikki frið til at
sova av tí sama. Gunnleyg minn-
ist serliga dagin, tá Fríðunn
skuldi til dópin.
- Tann dagin vaknaði hon
klokkan sjey um morgunin og
byrjaði at gráta, og hon græt
allan dagin. Ikki fyrr enn klokk-
an níggju á kvøldi, sovnaði hon.
So hon græt í heilar 14 tímar.
Ta tíðina var Gunnleyg fyri
tað mesta einsamøll við henni, tí
Jan sigldi úti. Og Gunnleyg svav
so lítið alla ta tíðina, at hon var
fullkomuliga útkoyrd. Manglandi
svøvnurin gjørdi, at Gunnleyg
stutt sagt ikki fekk virkað. Hon
var bara inni við gentuni, tí hon
Tvey børn við sjáldsamari sjúku
Gunnleyg Wang Jacobsen og Jan N.
Jacobsen av Oyrabakka eiga trý
børn, harav tvey, sum hava fingið
staðfest sjúkuna glykogenosis typa
III A. Tað er ein livrasjúka, sum
millum annað hevur við sær, at
kosturin hevur avbera nógv at siga
fyri teirra livimáta. Tey mugu eisini
eta títtari enn vanligt, so hóast
børnini eru átta og trý ára gomul,
má Gunnleyg upp um náttina at
geva teimum at eta
• Seinasti tilburður av Glykogenosis typa III A, sum var
staðfestur í Føroyum áðrenn Fríðunn, var í 1970.
• Ongin tilburður er í Danmark.
• Tað fyrsta liviárið skulu sjúklingarnir hava at eta
annanhvønn tíma.
• Typa III A merkir, at sjúkan er bæði í livur og musklum.
Typa III B merkir, at bara livurin sjálv er rakt
Fakta
Bæði Kjartan og Fríðunn hava sjúkuna glykogenosis typa III A. Hetta hevur millum annað við sær, at tey skulu eta triðja ella fjórða hvønn tíma. – Í dag er hetta ein vanasak, sigur Gunnleyg
Mynd: Jens Kristian Vang
Her er Fríðunn avmyndað stutt
eftir, at sjúkan varð staðfest. Tá var
hon um hálvtannað ára gomul
C
M
Y
K
25
24