leygardagur 25. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eg havi júst verið í Ný Sælandi,
deiligur túrur, har er summar í
løtuni, so sólin skein fyri tað
mesta. Ótrúliga vøkur náttúra,
eitt veruliga bergtakandi land.
Meðan eg var har, vóru tað ser-
liga tvær hendingar sum fingu
nógv pláss í fjølmiðlunum.
Fyrsta hendingin var eitt ódnar-
veður, sum sundursmildraði eina
av teimum minnu oyggjunum.
Hetta var eitt ræðuligt ódnar-
veður og øll húsini á oynni
fórust.
Næsta hendingin var, tá ein
grind gjørdi landgongd á einari
av hinum oyggjunum. Hetta var
ein grind á 80 hvalir, ein fittur
døgurðabiti til Ný Sælendarar
hugsaðu vit. Men nei, ístaðin
fyri at drepa hesar stakkals
hvalir, sum gjørdu landgongd, so
fóru Ný Sælendarar mannsterkir
frá húsum, at bjarga hesum
neyðars hvalum.
Hetta varð kallað ein stór
náttúruvanlukka. Í samfullar 24
tímar royndu menn og konur at
skumpa hesar hvalir út aftur á
sjógv. Onnur stoyttu sjógv á
svørtu kropparnar, soleiðis at teir
ikki skuldu torna og doyggja, alt
meðan hvalirnir spakuliga
stoktust livandi í heitu sólini. Tá
teir 24 tímarnir vóru farnir, vóru
15 hvalir slopnir aftur á sjógv, og
tann seinasti av hinum 65 hval-
unum var deyður.
Bjargingarfólkið var ólukku-
ligt, tíðindamaðurin var ólukku-
ligur, og býráðið í oynni var
ólukkuligt. Ja, býráðið var so
ólukkuligt, at strondin var gjørd
til friðhalgað land. Eingin hevði
loyvi at fara oman á hetta
heilaga sorgarstað, áðrenn líkini
av hesum hábærsligu sjóverum
vóru burtur. Tá eg fór úr Ný Sæ-
landi var enn ikki avgjørt, um
hvalirnir skuldu sleppa at liggja
á strondini, til náttúran tók teir
burtur, ella um kommunan
skuldi taka teir burtur.
Meðan hetta mál fylti ný
sælendsku fjølmiðlarnar, fylti
málið um Jørgen Niclassen før-
oysku miðlarnar, og eg kann ikki
heilt halda mær aftur frá at draga
paralellir. Eg skal ikki fara og
leggja meg út í, um Jørgen er ein
banditt ella ikki, ella um hvussu
væl hansara leiklutur í hesum
máli luktar, men tá frágreiðingin
ikki heilt klárt fríkendi Jørgen,
var tað heilt týðuligt, at Jørgen
hevði gjørt landgongd. Sum
politiska støðan er í dag var
lættasta og besta loysnin at skera
Jørgen á háls beinanvegin.
Fólkaflokkurin kundi hervið
fingið grind til døgurða (eitt
sindur av trúvirði).
Men okkara fitti løgmaður
helt, at synd var í hesum neyðars
hvali, og eins og ein ný sælend-
ari royndi hann at skumpa
Jørgen út aftur, meðan restin av
fólkaflokkinum oysti vatn á
Jørgen. Men úrslitið var tað
sama sum í Ný Sælandi. Hval-
urin var gjøgnumstoktur livandi í
sólini. Jú gamaní, Jørgen hevur
vunnið nógva samkenslu millum
fólk, men mundi sviðin ikki vera
øðiligur í tingsalinum. Eg ivist í
um tað veruliga var vert sviðan.
2
Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Er løgmaður Ný Sælendari?
Niels Uni Dam skrivar:
høvdu morgunfrúurnar, og tað
var eitt vakurt blómutyssi, sigur
ein í svartari baðihettu og flennir.
Tær greiða frá, at tær hava
altíð gjørt nógv burturúr. Tá
gamli svimjihylurin lat aftur,
klæddu tær seg út og dansaðu í
hylinum, og hetta gjørdu tær
eisini meira enn ta einu ferðina. -
- Vit svimja í ein tíma, men tá
tað villa lagið er á okkum, so er
tað altíð meira. Aftaná fara vit til
kaffi og prát í kaffistovuni. Tá
gamli svimjihylurin var, ferðað-
ust morgunfrúurnar runt Føroyar
at svimja um veturin, tí tá lat
svimjihylurin í Havn aftur.
Einaferð um árið er útferð á
skránni, og annars koma tær
saman, tá onkur hevur føðingar-
dag og líknandi. - Vit vóru
einaferð í Klaksvík og spurdu
eftir morgunfrúum har, men tey
høvdu ongar. Tey søgdu, at tey
skuldu fara at fáa sær, men eg
veit ikki, hvat tað verður til,
sigur tann eina.
Tær flestu morgunfrúurnar eru
í 70´unum. Tær høvdu ynskt, at
fleiri yngri komu við, so at
siðurin ikki dettur niðurfyri. -
- Hetta er so hugnaligt. Ein
vanligan dag eru vit millum 10
og 15, og tá vit møtast, so verða
vit altíð so glaðar, siga tær.
Men tær hava als ikki tíð at
tosa. Tær vilja heldur sleppa at
svimja. Og vippurnar eru ongin
trupulleiki. Fimm-metur vippan
er eitt spæl. Tær kava niður í
hylin, sum hava tær ikki gjørt
annað síðani tær vórðu føddar.
Stuttligt er tað hóast alt. Hesar
kvinnurnar, sum eru bæði dupult
og tríggjar ferðir, ja, kanska
enntá fýra ferðir so gamlar sum
tey ungu, sum svimja henda
morgunin, kava niður í hylin sum
onki. Men ein unglingi, sum
kemur upp á fimm-metur
vippuna er noyddur at taka
trappurnar niður aftur, tí hann
torir ikki.
Regnið oysir framvegis niður,
men tað leggja morgunfrúurnar
onki í. Tær vilja bara stuttleika
sær.
Nakrar halda seg langt vekk frá djúpasta hylinum, men tær, sum fara í tann hylin, leypa av vippunum og kava sum einki
Mynd: Jens Kristian Vang
Framhald av forsíðuni
Sosialurin Nr. 17 - 25. januar 2003
3
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Rópini gerast harðari og harðari.
Tað rungar millum húsini. Eg
hoyri ikki hvat eg sjálv hugsi, tí
gangurin er so øgiligur. Alt er á
gosi — handlarnir, sum ikki eru
fluttir ella ekspropieraðir, tí teir
ikki vildu flyta við góðum, eru
afturlatnir henda merkisdag.
Fólk tysja út á gøturnar. Merkini
veittra frá fleiri bygningum,
serliga teimum hjá Tórshavnar
Kommunu. Teir hava eisini
spesielt nógv at feira. Nú er
dreymurin hjá býráðnum gingin
út. Norrøna liggur so prúð og
stór á Glade Hjørn! Er hetta ikki
stórt?
Fútastova, Café Natúr og
Hotel Djurhuus eru ikki longur.
Hvat skuldu vit eisini hava tey
til? Tey vóru bara til fortreð - ein
fløskuhálsur. Einki pláss var,
hvørki so ella so. Nei. Nei.
Burtur við teimum. Tey vóru
heldur ikki serliga pen ella
prýðilig. Tey vóru eisini tey
einastu, sum veruliga forðaðu
fyri nýggja rakstrarrópinum/
verkætlanini hjá Tórshavnar
Býráð: "Norrøna í miðbýin,
Norrøna í miðbýin." Ja. Og so
sjálvandi Tinganes, men tað var
so skjótt at spreingja í luftina og
gekk so væl í hond at javna við
jørðina, at tað bert var ein pinka-
lítil lýsing í "teimum gulu" ein
leygardag, sum kunnaði um
hendingina.
Onkur hevur onkuntíð hildið,
at tað hevði verið hugfarsligt at
tikið oman av Havnará og latið
hana uppaftur og eisini lagt eitt
fýramannafar í hana júst sum í
gomlum døgum, men hví í allari
víðu verð skuldu vit tað? Og so
var hetta "prosjektið" alt ov
roksut og "nostalgiskt."
Nú er skrædlað omanav so
lættliga, sum var tað ein sardin-
dós, teir lótu upp, og so heilt
niðan til Sparikassan. Á ja. Tað
gloymdi eg at nevna. Hann er
eisini burturfluttur. Harragud,
hann var frá 1832. Koyr alt hatta
gamla skramblið burtur. 171 ára
gamalt grót. Hvat skal tað til?
Ebenezer er nú í "Meksiko" og
Handilskjarnin í "Kina." Her er
einki óført. Latið upp fyri nýggju
føgru verðini.
Kondittaríið, harafturímóti, var
longu friðað í klassa A, tí tað er
jú staðið, har býráðið tekur sínar
ordiliga stóru avgerðir, hevur
onkur lýttað mær í oyrað.
Og so er tað Tinganes, hetta
vælsignaða stað. Var tað ikki
eisini bara til fortreð? Og Reynið
sjálvt? Gamlar kroysur, sum
næstan eru so tættar, at teir
stuðla sær upp at hvørji aðrari
fyri ikki at detta. Næstan einki
betong ella asfalt, og slettis einki
pláss til bilar. Óruddiligt og
ótespiligt. Og hvør hevur brúk
fyri at minnast tað gamla ella
ganga og spáka sær út á Reyn?
Nei. Hetta er einki at varðveita,
fjálga um og røkja.
Tað er burtur — sprongt burtur
við høvdi og gørnum. Sjó- og
Vektabúðin, Stokkastovan,
Klettaskot, undir Kletti!, Kristna-
stova, Nýggjastova, Baianstova,
Gongin, og sum nevnt, Fúta-
stova, Knútsstova, Vertshúsið -
alt er horvið. Her er sum hjá
H.C. Andersen: "Alles ist væk,
væk, væk." Havi hug at lippa.
Og løgmaður. Ja, hann mundi
eisini farið í luftina, men tað var
av heilt øðrum orsøkum. Portu-
gálið er heldur ikki til longur. So
gloyma vit eisini lættari ótespi-
ligu Gablatíðina. Ud af øje, ud af
sind, ha?
Men afturfyri alt sum farið er,
kunnu tey, ið ferðast við nýggju
Norrønu, bert rætta hondina
yvirum til Føroya Banka og
veksla sær pening. Føroya Banki
hevur nú eina spesiella av-
greiðslu á fjórðu hædd. SMS
hevur drive-in og Føroya Banki
hevur sail-in. Hugsið tykkum.
Standa á dekkinum og rætta
hondina út! Fantastiskt, ha? Onk-
ur nevndi, at tað hevði verið
skilagott, at Norrøna sigldi á
Kollafjørð, men hví tað, tá hon
kann liggja og duffa so hugfars-
lig á Glade Hjørn?
Eri vavd inn í dýnuna, sum ein
onnur klutrimamma, so eg
næstan ikki sleppi burturúr henni
aftur. Sveittin lekur av mær —
eg berjist sum úlvur á skóg. So
rakni eg við. Tað var bert ein
marrudreymur. HETTA VAR
BERT EIN
MARRUDREYMUR.. — I have
a dream.................
– Nú er dreymurin hjá býráðnum gingin út. Norrøna liggur so prúð og stór á Glade Hjørn! Er hetta ikki stórt? hugleiðir Ása undir Kletti
Í nátt meg droymdi
løgnan dreym
C
M
Y
K
23
22