leygardagur 25. januar 2003síða 23
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 17 - 25. januar 2003
Nr. 17 - 25. januar 2003
45
FØÐINGAR
31. des. fingu Eyðbjørg Haldansen og Alfredo Zolin
Conde, Frederikssund ein son, hann var 54 cm. og vigaði
3960 gr.
8. jan. fingu Barbara Pálsdóttir Vang og Dánjal í Horni
Samuelsen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm. og
vigaði 3500 gr.
17. jan. fingu Inga Samuelsen og Heri Petersen, Svenst-
rup, ein son. Hann var 50 cm. og vigaði 3050 gr.
18. jan. fingu Hallbjørg Fríálvsdóttir og Kári Strøm Justin-
ussen, Streymnes, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði
3950 gr.
20. jan. fingu Sylvia Berg Johansen og Svein Sørensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 45 cm. og vigaði 1940 gr.
21. jan. fingu Sunnfríð Nielsen og Jaspur Hansen,
Saltangará, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3700 gr.
23. jan. fingu Helena og Finn Johannesen, Miðvágur, ein
son. Hann var 52 cm. og vigaði 3700 gr.
23. jan. fingu Annika V. Dalgarð og Magni Dalsgarð,
Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði 3600 gr.
Hey! Eg eiti
Fríði og eg eri
føddur tann
20.05.2002 í
Korea. Foreldur
míni, ið eru
Ann og Hans
Hammer, fingu
meg 04.10.02
og vit búgva
við Ljósá.
Hey tit øll – eg
eiti Tove og eri
fødd 04.08.02.
Tá vigaði eg
4150 gr. og var
54 cm. Foreldur
míni eru
Jóhanna B.
Andreassen og
Leivur Borðoy,
Norðskáli/-
Fuglafjørður.
Vit ynskja
familju, vinum
og kenningum eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk
fyri tað brátt farna!
Hey tit øll – eg
kom til verðina
tann 10.12.2002
á Hvidovre
fødeklinik. Tá
var eg 53 cm.
langur og
vigaði 3586 gr.
Foreldur míni
eru Barbara I.
Jakobsen og
Jógvan
Højgaard og búgva vit á Frederiksberg í Keypmannahavn
Gudstænastur
3. sunnud. eftir trettandi
Havnar kirkja: kl. 11 Bjarni
Bæk. (Talvan gongur fyri
KFUK í Havn)
Vesturkirkjan: kl. 11, familju-
gudstænasta, Bergur D.
Joensen. Talvan gongur fyri
KFUK í Tórshavn
Argir: kl. 11, deknatænasta,
kl. 14 familjugudstænasta,
Barnakór. Bergur D. Joensen.
Talvan gongur fyri KFUK í
Tórshavn
Kirkjubøur: kl. 12, Emil
Olsen
Kollafjørður: kl. 12 altarg.,
Marjun Bæk
Sandavágur: kl. 12, altarg.,
David Johannesen
Hvannasund: kl. 12, altarg.
Elsa Funding
Leirvík: kl. 12, altarg., Uni
Næs
Selatrað: kl. 12, altarg.,
Jógvan Fríðriksson
Glyvrar: kl. 11 Meinhard
Bjartalíð
Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10,
Elsa Funding
Húsar: kl. 12, altarg., Hans
Eiler Hammer
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Ólavur í Mittúni
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Tvøroyri: kl. 11,
Øravík: kl. 14,
familjugudstænasta, Jónsvein
Bech
Vágur: kl. 11 Ólavur
Rasmussen
Dalur: kl. 12, Jákup Reinert
Hansen
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Minnis-
máltíð Harrans – ímeðan er
barnaansing, kl. 12 Sunnu-
dagsskúli – samstundis er
møti, har Súni S. Jacobsen
talar.
Mánadagin kl. 19 Hugnaløta
teirra ungu. Heimasíða
www.hebron.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsinstænasta við kommuni-
ón í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins-
tænasta við Kommunión í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Orðsinstæn-
asta við kommunión í Mariu-
kirkjuni, kl. 14 Sunnudags-
skúli.
KFUM og KFUK í Havn
Vegna jarðarferð verður
eingin fundur sunnudagin kl.
15 í KFUK.
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Helenu
og Hanusi Samuelsen.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta við Jóhan P. Johannesen,
kl. 14 Sunnudagssskúli.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti.
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni fyri 6. flokk og
eldri.
Dagarnar sunnud. 26. jan-2.
feb. er Missiónsvika.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagssskúli – dósirnar til
innsavnan til gøtubørn í Kiev
verða innsamlaðar.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti við
Leo Hans Mikkelsen, ung-
dómskórið Effata av Strond-
um syngur.
Mánakvøldið kl. 20 Møti við
Regin Høgnesen, sangbólk-
urin Sendiboð úr Rituvík
syngur.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudag kl. 11 Møti Mona
Enstad og kap. Anne-Grethe
Amland tala. Eingin sunnu-
dagsskúli, men kl. 17 eru øll
vælkomin til familjutíma,
drekkamunnur aftaná.
Mánadag skótafundur kl. 17
og 19.
Týsdag hornvenjing kl. 17 og
20.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00 Mor-
gunmøti, kl. 18.00 Evangel.
møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 11 Bøn, kl. 17
Landsbøn, kl. 20 Bøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Tummas Jacobsen, kl.
11.30 Barnagudstænasta, kl.
18 Felagsmøti v/ Evangelii-
húsið.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Ebenezer
Sunnudag kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. møti har
Svenning av Lofti talar og
Anja Hansen syngur, seinni
partur av møtinum verður eitt
vitnisburðarmøti.
Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Samkoman Lívdin
Sunnumorgunin í Hoyvíkar
skúla, familjumøti kl. 10.30
Evni: Hvat segði Jesus um
familjuna? og tilbiðjanarmøti
kl. 12, á báðum møtunum
talar Símun Pætur á Torkils-
heyggi. Barnaansing er undir
báðum møtunum sunnudags-
skúli er kl. 12. Millum møtini
er drekkamunnur.
Týskvøldið Húsbólkar.
Heimasíða www.lívdin.fo
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13
Sunnudagsskúli, kl. 17 Møti.
Rhema á Hálsi
Mikukvøldið kl. 20 Húsmøti
hjá Stellu og Petur Zacharias-
sen, Reynsgøta 57, Argir.
Fríggjakvøldið kl. 18-19.30
ATAP (Barnaklubbur)
Leygarkvøldið kl. 20 verður
eitt hugnaligt »Bill Gaither
video kvøld« á stórskíggja.
Eisini verður kaffi.
Sunnudagin kl. 17 Møti og
sunnudagsskúli (Bønarmøti
hálvan tíma áðrenn møti). Øll
eru vælkomin. www.rhema.fo
Saron, Vestmanna
Leygardagin kl. 15 og 17
Bíbilseminar, evni: Trúgv v/
Jón Miðberg.
Sunnudagin kl. 18 Evang.
møti við Jóhan Hendrik
Hansen.
Mánadagin kl. 20 Húsmøti
hjá Binu og Jón.
Telefonandaktin 424741
Hvalvíkar missiónshús
Fríggjadag kl. 20 Møti við
luttøku úr Tjørnuvík og Vík.
Leygardag kl. 20 Møti við
Her aTróndheim og fleiri,
røddir úr Hvalvík og
Streymnesi syngja. Innsavnan
til húsið.
Sunnudag kl. 15 Familjumøti
við Jann Thomsen, kl. 18
Møti við Niels Jacob Nielsen
og Mara Fuglø. Ung úr
Hvalvík/Streymnesi syngja.
Innsavnan til HM. Drekka
aftaná møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Paula Høj.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Símuni Absalonsen.
Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagsskúli verður 26.
jan. kl. 14, Fríðhild Hansen
greiðir frá arbeiðinum í Kiev
og verða bússurnar samlaðar
inn. Barnakórið luttekur við
sangi.
Lívsins Orð
Tim 5 verður í dag kl. 17.30.
Barnamøti verður fríggja-
dagin kl. 17.15.
Sunnudagin kl. 10.30 Mor-
gunmøti, kl. 17 Evangel. møti
við ungdómsbólkinum í
Hoyvík.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagsskúli fyri familjuna
verður sunnudagin 26. jan. kl.
13.30. Bússurnar verða
samlaðar inn til frama fyri
gøtubørnini í Kiev. Kunnað
verður um arbeiði sum verður
gjørt har. Barnakórið luttekur
við sangi. Drekka verður
aftaná. Mint skal vera á, at
bygdalegan í Nesvík verður
tann 14.-16. mars.
Tofta missiónshús
Ungdómmøti verður í kvøld
kl. 20 við Bergur D. Joensen.
Emni: »Samkynt?« Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Einki ungdómsmøti leygar-
kvøldið. Farið verður ístaðin á
missiónsviku í Leirvík. Koyrt
verður kl. 19.40 frá Thabor.
Sunudagin verður sunnudags-
skúli kl. 14.30. Einki møti
verður í Thabor, men farið
verður á missiónsviku í
Leirvík. Bilar koyra frá
Thabor kl. 18.40.
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda
teg.
Johs. 5.14
So má tað vera møguleiki fyri, at verða rivin út úr tí
trygd, vit kortini halda okkum hava, um vit synda uppá
náðina. Synda ikki longur! Hann hevði ikki sagt tað,
um tað ikki merkti, at hesin møguleiki var tilstaðar.
Eins væl og tað var lekjandi styrki í orðum hansara, tá
ið hann segði við hin sjúka: Statt upp, tak song tína og
gakk! eins væl er tað loysandi styrki í orðunum: synda
ikki longur!
Vit vita væl, at einki nyttar, at vit við egnari megi
royna at taka tøk við hitt illa. Vit hava ofta lova okkum
sjálvum, at vit vilja prógva, at hereftir skal alt koma at
síggja øðrvísi út. Vit vildu sigra, vit vildu út av tí, sum
niðurgjørdi lív okkara og spilti okkara gleði. Men vit
megnaðu tað ikki. Vit gjørdust vónsvikin hvørjaferð.
Okkara viljastyrki royndi at lappa uppá her og har, men
djúpast sæð – nei! eitt ringt træ kann ikki bera góðar
fruktir.
Men tá ið Jesus í kærleika sínum hevur sum endamál
at slíta okkum úr hondunum á okkara argasta fígginda,
og tá ið hann ongantíð ger friðaravtalu við tað illa, men
uttan íhald arbeiðir við at elska okkum leys av hesum
valdi, má tað vera møguligt at halda á í stríðnum við
móti. Hin sterkasti hevur vunnið á hinum sterka, og
skrivað stendur, at Jesus er komin fyri at bróta niður
djevulsins gerningar.
Hvussu tað fer fram, kunnu vit ikki greiða frá. Tað
hendir gjøgnum hansara skapandi og endurloysandi
orð. Tað hendir við at minnast til, hvat syndanna fyri-
geving merkir og við í iðran og bót at leita til altarborð-
ið og taka ímóti lívsins breyði. Synda ikki longur! Tá ið
vit av álvara hoyra rødd hansara aftanfyri orðini, er
leinkjan í ferð við at loysna.
Amen!
John S. Myllhamar
ANDLÁT
16.1.
Egin W. Jacobsen, Vesturgøta 22, 64 ár.
17.1.
Jóhannus Nielsen, Saltangará, 89 ár.
20.1.
Gundmund Lindenskov Joensen, ættaður úr Tórshavn,
búsitandi í Nólsoy, 34 ár.
Astrid Reinert, í Norðradali, 95 ár.
21.1.
Páll Poulsen, í Syðrugøtu, 66 ár.
Sverri Toftegaard, ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í
Keypmannahavn, 69 ár.
22.1.
Sanna Joensen í Hesti, 94 ár.
Kirstin Johansen, Strendur, 67 ár.
Leif Niclasen, Tórshavn, 77 ár.
Blákrossfelagið Lamba
Søldarfjørður, Skipanes bjóða
til blákrossveitslu í missións-
húsinum í Søldarfirði sunnu-
dagin kl. 18 Sverri Steinhólm
talar, Martin Kúrberg greiðir
frá lívi sínum og ungdóms-
bólkur luttekur við sangi. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Elim, Søldarfjørður
Sunnudagin kl. 12 Breyð-
bróting og sunnudagsskúli, kl.
18 evangel. møti. Levi Joen-
sen og aðrir tala.
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mansstevna, Sørvágur
Mansstevna verður í Sørvági í
døgunum 14.-16. feb. Møti og
seminar verða í missións-
húsinum meðan stevnuluttak-
ararnir gista og eta á Hotel
Vágum. Nærri fæst at vita við
at ringja til Harald Haraldsen,
tlf. 217506 ella 314027.
Soli Deo Gloria
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Fríðtór Debes.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti. Øll eru vælkomin.
Getsemane, Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti, ung úr Filadelfia
luttaka.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli og kl. 18 er møti
við Sannu Hammer. Tú ert
hjartaliga vælkomin.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið kl. 20. Allar
kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Saron, Viðareiði
Osvald Kjærbo talar á
evangel. møtinum sunnudagin
kl. 18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, bússurnar til gøtu-
børnini í Kiev verða innsavn-
aðar.
Aglow, Sandoy
Aglow møti verður leygar-
dagin kl. 20 í Samljóð, allar
kvinnur eru vælkomnar.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 20.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Jacob Poulsen. Bønarmøti
verður hálvan tíma áðrenn
møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin í Vági
Leygarkvøldið kl. 20
Felagsmøti saman við Sion í
bygdarhúsinum í Lopra.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel.
møti.
Mánakvøldið kl. 20 Heima-
forbundið.
Betel, Vágur
Fríggjadagin kl. 20 Fundur v/
Janus Gunnarson, Høgni
Johansen o.fl.
Leygardaign kl. 20 Fundur v/
Janus Gunnarson, Høgni
Johansen o.fl.
Sunnudagin kl. 11 Breyð-
bróting, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. fundur
v/ Janus Gunnarson, Høgni
Johansen o.fl.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Sion, Vágur
Sunnumorgunin kl. 11 Mor-
gunmøti við breyðbróting, kl.
18 Evangel. møti.
Mánakvøldið kl. 21 Bønar-
møti.
Zions kirkens Sognehus,
Esbjerg
Møti verður leygardagin 25.
jan. kl. 19.30 í »Zions kirkens
Sognehus«, sum liggur á
Nygårdsvej 103 í Esbjerg,
Símun Jacobsen talar.
Bønarmøti byrjar kl. 19.
Føroyahúsið
Sunnudagin 26. jan. kl. 17
verður Evangel. møti í
Føroyahúsinum, Vesterbro-
gade 17A, Keypmannahavn,
Øssur Berghamar talar. Á
skránni verður eisini felags-
sangur, sangframførsla og
annað. Aftaná verður ókeypis
drekkamuður. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Sønderborg
Føroyskt møti verður í
Sønderborg missiónshúsi
(Møllegade 9) sunnukvøldið
kl. 19 v/ Kjartan Hansen
pens. trúboðara. Allir
føroyingar vælkomin til møti
og at bera boðini víðari.
Heri Elttør í Danmark
Møtiskrá hjá føroyska
trúboðaranum Hera Elttør í
Danmark:
23.-25. jan. missiónsvika í
Bethania í Herning, hvørt
kvøld kl. 19.30.
27. jan. kl. 19.30 í Sønder
Virum missiónshúsi.
28. jan. í Nr. Felding
missiónshúsi.
30. jan. kl. 19.30 í missións-
húsinum Elim í Holstebro.
31. jan. kl. 19.30 í Åsted.
2. feb. kl. 19.30 í Harboøre
missiónshúsi. Allir føroyingar
eru vælkomnir til møtini.
Eisini vælkomin at kontakta
trúboðaran Hera Elttør,
Sønderagervej 60,
7490 Aulum, tlf. 97473786 –
herielttor@mail.dk
Dagtilhaldið í Vági
er opið hvønn týsdag og
tórsdag frá kl. 15.00-18.00.
Øll kunnu vera við.
Dagtilhaldið Fløvin
kemur saman mánadag-
fríggjadag kl. 15.00-18.00 í
húsunum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag.
BRÚKARASAMTAKIÐ
Brúkarasamtakið er felag fyri
brúkarar í Føroyum. Lima-
gjaldið er 100 kr. árliga. Øll,
einstaklingar frá 16 ár og
feløg, kunnu gerast limir við
at skriva til postadressuna
niðanfyri, ella venda sær til
ein í nevndini: Ingun Simon-
sen, forkvinna, 317782/
211696, ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, skrivari,
424044/221919,
hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð,
kassam., 314868/311210,
gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen,
311832,
trongrim@post.olivant.fo
Kristina Samuelsen,
311883/211883,
kris@logting.fo
Brúkarasamtakið, Postboks
165, 110 Tórshavn
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10,
100 Tórshavn
tlf. 319130/61 655400.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 27. januar
kl. 9.45-10.15 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 10.15-12 Ítriv
kl. 14-18 Kortspæl, telving og
onnur spøl. Tilmelding til
døgurðan mikud. og
fríggjadag tlf. 316491
Týsdagin 28. januar
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Sangur, Eyðun
Sørensen. Øll eru hjartaliga
vælkomin
kl. 15 Rumeniahjálpin.
Birgir Andreasen og onnur
Mikudagin 29. januar
kl. 10-13 Matgerð, Anne
Grethe Harlou.
kl. 12 Døgurði. Høvi er at
koma sum gestur
kl. 15 Túrur
Hósdagin 30. januar
kl. 10-10.30 Fimleikur Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
Fríggjadagin 31. januar
kl. 10-13 Matgerð, Anne
Grethe Harlou
kl. 12 Døgurði – høvi er at
koma sum gestur
kl. 15 Aloe Vera, Jónfríð
Venned
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit ynskja
at øll skulu kenna seg væl-
komin.
Spælistovan í
Meinigheitshúsinum
er opin frá kl. 9.00-12.00
mánadag, mikudag og hósdag
fyri foreldrum við børnum
uttan ansing.
Frá felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánað í Jákupsstovu
í J. Patursonargøtu 24 í Havn.
Nærri fæst at vita frá Annvør
Nielsen tlf. 317261 ella
Sólgerð Foldbo, tlf. 422184
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd, avvarð-
andi og tey, ið arbeiða við
afturvenjing.
Sendið okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, BellaVista,
Bellevuevej 7, 2. tv., 2930
Klampenborg, Danmark.
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
+45 39902665 (Jón) mobil:
+45 24430903 (Jón)
www.neozone.dk
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA í Vági
AA fundir verða í Undir-
húsinum onsdag og leygardag
kl. 19.00.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
www.aca-danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í Mariu-
kirkjuni, Varðagøta 16.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband við
felagið fæst við at ringja til
formannin: Nigro Hermansen
tlf. 314304 / fartlf. 288304.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið mánadag og
mikudag millum kl. 12 og 16
og týsdag kl. 16-18.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-18.
LISA
Skrivstovan Listafólkasam-
band Føroya í Pætursarstovu,
er opin allar gerandisdagar frá
kl. 9-12. Limir eru vælkomnir
inn á gólvið.
tlf: 320197
teldupostur:lisa@lisa
heimasíða: www.lisa.fo
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 13.00-17.00 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost:
Amnesty-Amnesty.fo
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
TILTØK
BRÚDLEYP
Í dag, 25. januar giftast í Nelson Bay, Australia
Ester Joy Cocking (dóttir Ruth og Gordon Cocking)
og Philip John Bear.
Adr.: 113 Government Road, Nelson Bay, N.S.W.
Australia.
Í dag, 25. januar giftast í Tauranga, New Zealand
Olaf Askham og Melissa Barnard.
Brúdleypsadr.: 285 Youngston Road, Rd. 6,
Wakamarama, Tauranga, New Zealand ella e-mail:
s.saskham@xtra.co.nz
Leygardagin 1. februar kl. 13.00 giftast í Miðvágs
kirkju Beinta Joensen, Miðvágur og Regin Joensen,
Tórshavn. Kl. 14.00 verður opið hús hjá Paulu og
Karl Jóhan í Miðvági, har øll eru vælkomin. Kl.
19.00 verður døgurði fyri innbodnum á Hotel
Føroyum.
Leygardagin 1. februar giftast Marin Mikkelsen og
Karlot Hergeirsson. Vígslan verður í Vesturkirkjuni
kl. 11. Opið hús verður heima hjá brúðarparinum
frá kl. 17.
PRÓGV
24. jan. fekk Súsanna Sømark, Skálavík, prógv sum
Sosialpedagog á Aalborg Sosial Pedagogiske
Seminarium.
Heðin Lamhauge, Tórshavn, hevur 16. des. fingið
prógv sum Fiskivinnufrøðingur frá Universitetinum
í Tromsø í Noregi.
SILVURBRÚDLEYP
Týsdagin 28. januar kunnu hjúnini Birita og
Jóhannus Lambaa, Fuglafjørður, halda 25 ára brúd-
leypsdag. Tey verða at hitta heima, Bjarnavegur 16,
frá kl. 9-14, har tað verður morgumatur. Vælkomin.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 25.1. Gøta, tlf. 44 10 86
Sunnudagin 26.1. Runavík, tlf. 44 70 10
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og
halgidagar kl. 10-11. Tlf. 314544.
LÆKNAVAKTIR
C
M
Y
K
45
44