Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 17 - 25. januar 2003 Nr. 17 - 25. januar 2003 47 Tvíburðarnir Ragna og Rannvá Andreasen úr Klaksvík hava altíð havt stóran áhuga fyri bóltspæli. Serliga hava tær gjørt seg galdandi innan fót- bóltin, har tær upp gjøgnum árini hava vunnið mangt gull- merki. Nú eru tær júst farnar í gongd við fótbóltsvenjingina aftur SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tær eru sum tveir dropar at síggja til, og tað kann vera sera torført hjá einum, sum ikki kennir tær at vita hvør er hvør, hóast onnur hevur stutt hár. Men tá ein hevur tosað við tær eina løtu, so byrjar ein at síggja mun. Tvíburðarnir Ragna og Rannvá Andreasen hava spælt fótbólt við KÍ og hondbólt við Stjørnuni í mong ár. – Okkum hevur altíð dámað væl fótbólt, og vit byrjaðu sum níggju ára gamlar við pinkunum, greiðir Ragna frá. Tvíburðarnir báðar hava altíð hildið saman. Og sært tú aðra, so kanst tú vera vísur í, at hin ikki er langt burtur. Men í oktobur í fjør fór Ragna til London at vitja drongin hjá sær. Hon var har í tríggjar mánaðar. – Ja, hetta er fyrstu ferð, at eg havi havt frí so longi frá ítrótti, sigur Ragna. Drongur hennara býr í London, og hon var og vitj- aði hann í tríggjar mánaðar og arbeiddi á eini Mc Donald´s matstovu. – Har var ordiliga deiligt at vera, men eg mátti heim- aftur, tí fótbólturin byrjar nú, sigur Ragna við einum skeivum smíli. – Ein má raðfesta rætt, Gyltir tvíburðar Eitt ótal av heiðursmerkjum er tað blivið til. Og Rannvá, sum situr høgrumegin, hevur verið toppskjútti tríggjar ferðir og harvið ognað sær tríggjar gyltar skógvar leggur hon afturat og stór- flennir. – Tað var ringt hjá mær at vera hana fyri uttan so longi, tá ein ikki hevur roynt tað áður, og eg var eitt sindur bangin fyri, at hon ikki fór at koma heimaftur, men eg uggaði meg við, at hennara visum var bara fyri tríggjar mánaðar, sigur Rannvá og smílist. Ragna hevur hug at flenna og sigur, at tað var løgið at vera so longi burtur. – Tað longsta, vit hava verið frá hvørjari aðrari er ein vika, so tríggir mánaðir tyktust sera longi, sigur Ragna, sum er fegin um at vera heima aftur. Fótbóltur og hondbóltur Báðar tvær gleða seg til kappingin byrjar aftur. Tær eru júst byrjaðar aftur at venja við fyrstu deildar liðinum hjá KÍ, og hondbólturin koyrir fram- vegis, so tær eru upptiknar við bóltspælið so at siga hvønn dag. – Tað kann vera strævið til tíðir, serliga meðan bæði koyra, men hugurin er so góður, at vit høvdu helst ikki dugað at hildið frí, sigur Rannvá, sum í fótbólti er í áleypari, meðan hon stendur í málinum í hond- bóltinum. Hon sigur, at hon tímir ikki so væl at vera í mál, hóast hon altíð hevur verið har. – Eg má venja, tí eg dugi ikki at halda frí, sigur hon. Ragnu dámar væl hond- bólt eisini, men ongin ivi tykist at vera um, at um tær skuldu valt, so høvdu tær valt fótbóltin. Sum sagt byrjaðu tær at spæla fótbólt sum níggju ára gamlar, og hava tær fylgt við allan vegin upp- eftir, til tær komu á fyrstu deild í 1997. Og tað hevur verið ein sannur gullrúsur hjá teimum og øllum hinum á liðinum síðani. Ikki færri enn fimm meistaraheitir er tað blivið til, og steypa- kappingina hava tær verið við til at vunnið tríggjar ferðir. Og einaferð í heyst fara tær við liðinum til triðju Evropa Cup luttøk- una á rað. Umframt hetta, so hava tær báðar eisini verið á Oyggjaleikunum, har tað gekst føroyska lið- inum avbera væl. – Okkara árgangur var so stórur, sum byrjaði í pink- unum, og so hava so gott sum allar spælt allan vegin upp, so vit eru sera væl samanspældar og moralurin og samanhaldið er av tí besta, siga tær báðar, tá spurt verður um, hvussu tað ber til, at tað hevur gingist KÍ kvinnunum so væl í fleiri ár nú. Og tað er ongin ivi um, at viljin til at vinna er til- staðar, tí eitt tap koyrir tær ikki niður við nakkanum. – Nei! Tá verða vit bara enn meira uppsettar, siga tær við ein munn. Men teimum dámar ikki so væl at tosa um taptar dystir. Til dømis vóru tær við, tá liðið tapti steypafinaluna móti HB í 2001. – Tað var ræðuligt, men vit settu í okkum, at árið eftir skuldi tað verða, og tá vunnu vit eisini ein sann- førandi 6-1 sigur á HB á Tórsvølli og so eisini før- oyameistaraskapin, siga tær við einum smíli. Tvíburðarnir báðar verða sum sagt aftur at síggja á vøllinum, tá kappingin hjá kvinnunum fer av bakka- stokki um einar tveir mán- aðar. Spurdar um fram- tíðina, siga báðar, at tær hava ætlanir um at lesa, men hvat og hvar tað skal verða, vita tær ikki enn. – So fyri fyrst verður tað ein karriera á Roykivirkin- um og fótbóltur, sigur Rannvá skemtandi, og báð- ar leggja so afturat, at um tær fara aðrastaðni at lesa, so vilja tær altíð koma heimaftur at búgva. – Heimið er tað besta stað á jørð, eru gyltu tví- burðarnir á einum máli um. Rannvá og Ragna sigurssælar eftir at hava vunnið gull á Oyggjaleikunum í 2001 á Isle of Man Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 47 46 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 25.01.kl. 2015 Leygardagin 25.01.kl. 2300 Sunnudagin 26.01.kl. 1945 Sunnudagin 26.01.kl. 2230 Leygardagin 25.01.kl. 2100 Leygardagin 25.01.kl. 2330 Sunnudagin 26.01.kl. 2200 Leygardagin 25.01.kl. 1730 Sunnudagin 26.01.kl. 1830 Leygardagin 25.01.kl. 1815 Sunnudagin 26.01.kl. 1745 Frumsýning Fríggjadagin 31.01. KOMANDI FILMUR