Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 18 - 28. januar 2003 Nr. 18 - 28. januar 2003 3 Tað boðaði óráð, tá merkið varð vundið í hálva stong í Tórfinsgøtu sunnudagin. Hans Jacob Debes, professari og rit- høvudur, var farin, 62 ára gamal. Hans Jacob Debes var gáarmaður, føddur 17. juli í 1940. Hann var sonur Olivar og Hansinu Debes, sum bæði vóru frá Gjógv. Tey vóru ein stórur barnaflokkur, 13 í tali, har Hans Jacob var elstur av dreingjunum. Barnaárini gekk Hans Jacob í skúla við Gjógv, og hann hevur mangan greitt frá, hvussu góður skúlin var, og hvussu vitugur lærarin, Hans Kristian- sen, var. Har fekk hann gott í beinið at bera víðari, segði hann. Men áðrenn hann fór víðari í skúla, fór hann til skips við slupp á suðurlandinum og við íslendskum trolara árini 1955-57. Hann fór á preliminerskúla í Havn í 1957 og tók prógv í 1959 – og nýmálsligt studentsprógv í 1962. Hans Jacob leitaði sær til Danmark- ar, har hann las søgu og enskt mál og bókmentir. Í 1970 tók hann prógv sum cand. mag. Heimkomin til Føroya í 1971 fór hann í starv sum lærarari á Studenta- skúlanum í Hoydølum, har hann undir- vísti í søgu, enskum, fornaldarfrøði og samfelagslæru, eins og hann í nógv ár var tímalærari á Føroya Læraraskúla. Hann var giftur við Elsu, fødd Arge, og tey áttu børnini Per, Elin og Súsonnu, tá tey fluttu út í Tórfinsgøtu at búgva tíðliga í sjeytiárunum. Seinni kom so Ólavur afturat barnaflokkinum. Heimið hjá Hans Jacobi og Elsu í Tórfinsgøtu var eitt opið heim, har børn altíð savnaðust – eitt fløtt heim, har børnini kendu seg væl. Hans Jacob hevur eisini verið ein virkin rithøvundur, og kom fyrsta bók- mentaverk hansara út í 1984. Tað var søgubókin »Nú er tann stundin«, sum hann hevði arbeitt við líka síðani lestrarárini. Hetta var eisini doktara- ritgerð hansara – og gjørdist hann dr. phil við Hóskóla Íslands. Seinni komu fleiri søgubøkur úr hansara hondum, bæði um politiska søgu í Føroyum og í Íslandi. Í 1986 fekk Hans Jacob Debes M. A. Jacobsensvirðisløn fyri yrkis- bókmentir. Í 1989 var hann tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya. 1987-1990 prorektor. Hann var deildarleiðari á Søguvísindadeildini. Frá 1995 megin- deildarleiðari (dekanur) á Søgu- og samfelagsdeildini. Hans Jacob Debes var virkin í politikki. Hann var tjóðveldismaður og sosialistur. Hann hevði mong álitis- størv í Tjóðveldisflokkinum, og tá Ellintur Patursson doyði í 1986, tók hann sæti á tingi – og var tingmaður til 1988. Av álitisstørvum annars kunnu nevnast, at hann var formaður í nevndini, sum fyrireikaði yvirtøkuna av føroyska skúlaverkinum frá ríkinum til heimastýrið 1978. Hann var í stjórn- ini fyri Føroya Fólkaháskula (1973- 90), í stýrinum fyri Norðurlandahúsið (1988-92), í Føroya Skúlastjórn (1975- 78), í Landsskúlaráðnum (1988-92, formaður í stýrinum fyri Húsaláns- grunnin (1975-79 og 1989-91). Seinnu árini hevur Hans Jacob havt ringa heilsu, og nú var hann mettur av døgum, hann orkaði ikki meira. Friður veri við minninum um Hans Jacob Debes. Eirikur Jákup Dahl-Olsen, stjóri hjá Pf. Leif Mohr, leggur frá sær 1. februar eftir 33 ár í starvi TÍÐINDASKRIV Jákup byrjaði hjá Pf. Leif Mohr 1. februar 1970. Eftir at stovnarin av fyritøkuni, Leif Mohr, doyði í de- cember 1978, varð Jákup settur tekniskur stjóri frá 1. januar 1979. Jákup hevur seinastu 33 árini tikið lut í stórum pørtum av menningini av føroyska vinnulívinum og føroyska samfelagnum sum heild. Hetta bæði sum projekterandi og har Pf. Leif Mohr gjørdi el-arbeiði ella køli-arbeiði. Flestu havnaútbygging- unum kring landið var Pf. Leif Mohr við í , eins og í teimum mongu flakavirkj- um, ið bygd vóru um alt landið. Heilt frá Frost- virkinum í Norðdepli til Polarfrost í Vági. Stórar byggingar eru eis- ini farnar fram hesi árini. Og gjøgnum sítt virkið hjá Pf. Leif Mohr hevur Jákup verið við í byggingini av til dømis Vesturkirkjuni í Havn, Norðurlandahúsin- um og Hotel Føroyum. Jákup hevur røkt álitis- størv fyri Havnar Hand- verksmeistarafelag. Fyrst sum tiltakslimur frá 1981- 1993 og seinni sum nevnd- arlimur frá 1993-1999. Eitt skifti var Jákup for- maður í Føroya Verkfrøð- ingafelag, og eisini er Jákup føroyskt umboð í nevndini fyri Nordisk Vej Teknisk Forbund. Nú Jákup fer frá, verður skipað fyri móttøku í høl- unum hjá Pf. Leif Mohr á Hoyvíksvegi 53, fríggja- dagin 31. januar millum kl. 16 og 18. Stjóri leggur frá sær Hans Jacob Debes farin Byggingin av tveim- um teimum fyrstu húsunum við nýggja íbúðarvegin, undir Grashjalla, í Klaksvík er farin í gongd. Annað húsið verður reist fyrsta dagin BYGGING Solby A. Eliasen Klaksvík: Í hesum døgum er nógv virksemi við nýggja íbúðarvegin undir Grashjalla í Klaksvík. Tað fyrsta húsið verður reist fyrsta dagin, og eitt annað er eisini komið væl ávegis. Tað er væl skilligt, at nógv ynskja at búgva við nýggja íbúðarvegin. Útsýn- ið er einastandandi gott og nakað heilt serligt. Ein sær yvir allan býin og yvir á Syðradal og Húsar á Kals- oynni. Serliga tá sólin setur kann tað verða avbera flott at síggja yvir á Nestind- arnar á Kalsoynni. Tað hoyrist millum annað aftur í Klaksvíkssanginum, har Bernhard Brim yrkir: » ...tá ið roðin um Nestindar fer, og hvørt fjall eins og reyð- arfjall skínur, ert tú paradís mítt her í verð«. Og líka so flott kann sama útsýnið verða ein vakran vetrardag. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at bíði- listin eftir grundstykkjum í býnum er sera langur, og um hugsað verður um, at øll 24 grundstykkini undir Grashjalla vórðu seld eftir stuttari tíð, so kann annað ikki sigast enn, at eftir- spurningurin eftir grund- stykkjum er sera stórur. Útstykkingin undir Gras- hjalla er tó ikki liðug enn. Borgarstjórin sigur, at 14 grundstykki afturat verða útboðin í nærmastu fram- tíð. Hann sigur, at aðrar ætlanir eru í býnum, sum kunnu loysa bústaðar- trupulleikan. Millum annað er ein alternativ útbjóðing av eini privatari íbúðar- verkætlan í umbúnað, og kommunan er í samráð- ingum við ein av útbjóðar- unum. Steinbjørn Jacobsen leggur afturat, at tað eru eini 80 ella 90 privat grundstykkir í býnum, sum kommunan ikki bara so- leiðis uttan víðari kann fáa hendur á. Grundstykkini undir Grashjalla eru mill- um 400 og 500 fermetrar til støddar og kosta byggi- búgvin millum 180.000 og 200.000 krónur. Tá roðin um Nestindar fer... Byggingin av tveimum teimum fyrstu húsunum undir Grashjalla í Klaksvík er komin væl áleiðis. Øll 24 grundstykkini í fyrsta útbjóðingarumfarinum eru seld C M Y K 3 2