týsdagur 28. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 18 - 28. januar 2003
Nr. 18 - 28. januar 2003
5
Nicolina Jacobsen -
Nicolina á Kamarin-
um - er farin undir
upptøkurnar til eina
fløgu, sum 12 sálmar
og sangir vera á. Tikið
verður upp í Sanda-
vágs Kirkju
TÓNLEIKUR
Edvard Joensen
Sandavági:
Tað er Nicolina Jacobsen -
á Kamarinum - einsamøll,
sum stendur fyri hesi fløg-
uni, sum væntandi fer at
koma út einaferð í vár.
Nicolina Jacobsen sigur,
at her er talan um at gera
ein gamlan dreym til veru-
leika. Henni hevur altíð
dámt væl at sungið sálmar
og sangir av hesum slagn-
um, hon nú tekur upp í
Sandavágs Kirkju. Talan er
um kend verk, sigur hon.
Øll slík, sum vanliga verða
sungin til guðstænastur ella
møti.
At hjálpa sær við undir-
spæli hevur hon fingið
urguleikaran Max Høj-
gaard av Toftum og bróður-
sonin Ólav Jakobsen úr
Havn. Ólavur spælir guitar
og er millum annað kendur
frá tónleikabólkinum Aldu-
báruni. Tað er Jónheðin
Tróndheim av Argjum, sum
stendur fyri tí tekniska í
samband við upptøkurnar.
Nicolina sigur, at níggju
sálmar higartil eru inn-
spældir og skuldu verið
reiðiliga lidnir.
At upptøkurnar verða
gjørdar í Sandavágs Kirkju
er ikki av tilvild, greiðir
Nicolina á Kamarinum frá.
Tað er ikki so heilt lítið av
afturhvarvi - nostalgi -
uppií, sigur hon.
Tað var abbi hennara,
Magnus á Kamarinum, sum
teknaði og stóð fyri bygg-
ingini av Sandavágs Kirkju
í 1917. Og sjónligt er, með-
an vit standa inni í vøkru
kirkjuni og práta um fløg-
una, at ikki heilt lítið av
stoltleika av abbanum er at
merkja. Bæði hjá Nicolinu
og beiggjanum Eyðbirni,
sum við er. Og heldur ikki
langabbasonurin, Ólavur,
er heilt óávirkaður av kirkj-
uni.
– Hon er ikki einans
sjáldsom og vøkur, sigur
hann, men hevur eisini
rættiliga góðan akustik.
Fløguupptøka í Sandavágs
Kirkju
Nicolina Jacobsen er farin undir at taka eina solofløgu við sálmum og sangum upp í Sandavágs Kirkju. Bróðursonur hennara,
Ólavur Jakobsen, hevur guitarundirspæl til nøkur av løgunum
Mynd: Edvard Joensen
Saman við føroyingum í
London (Faroe Island
Solidarity Committee) fer
føroyska sendistovan í
London í næstum at skipa
fyri einum føroyinga-
kvøldi, har evnið verður
"ein komandi oljuvinna í
Føroyum". Ætlanin er, at
tiltakið skal verða eitt
evniskvøld, men sam-
stundis eitt hugnakvøld
har borðreitt verður við
føroyskum mati.
Luttakarar á fundinum
vera olju- og umhvørvis-
málaráðharrin,
Eyðum
Eltør, aðalstjórin í Olju-
og umhvørvismálaráðn-
um, Herálvur Joensen,
stjórin á Statoil Føroyar,
Rúni M. Hansen og blað-
stjórin á Sosialinum, Jan
Müller. Føroyski sendi-
maðurin, John Rajani, fer
eisini at nýta høvi til at
greiða frá virkseminum á
sendistovuni.
Tiltakið, sum er ásett at
verða týsdagin tann 18.
februar kl. 19.00, á Før-
oysku Sendistovuni, 55
Sloane Street, London,
SW1X 9SR, er alment.
Í samband við, at før-
oyski
umboðsmaðurin,
Sofus Poulsen, í Aberdeen
seinasta summar fór frá
vegna aldur, er nýggj før-
oysk sendistova sett á
stovn í London. Nýggjur
føroyskur sendimaðurin
er John Rajani. Sendistov-
an er í hølum hjá donsku
sendistovuni í London.
Endamálið við sendi-
stovuni er at fremja sam-
starv á øllum økjum ímill-
um Føroyar og Bretland.
Tað vil siga politiskt,
vinnuliga og mentunar-
liga. Til dømis svarar
sendistovan fyrispurning-
um viðvíkjandi viður-
skiftum í Føroyum og
Bretlandi frá bæði vinnu-
lívinum og privatpersón-
um. Sendistovan fylgir
eisini gongdini í bretskum
politikki og fremur upp-
gávur fyri landsstýrið í
Bretlandi.
John Rajani, sendimað-
ur sigur, at ætlanin er
regluliga at senda út ym-
iskt kunningartilfar til
fólk í Bretlandi við til-
knýti til Føroyar. Til døm-
is er ætlanin at upplýsa
um tiltøk í Bretlandi, sum
sendistovan
og
onnur
skipa fyri, eins og man vil
kunna um viðurskifti,
sum kunnu verða viðkom-
andi fyri fólk í Bretlandi
við tilknýti til Føroyar.
Um alt gongur eftir ætlan
verður henda kunning
send sum teldupostur til
teirra, ið ynskja at mót-
taka hana. Tó fer at bera
til hjá teimum, sum
ynskja tað og sum ikki
hava møguleika at mót-
taka teldubrøv at fáa
kunning senda við van-
ligum posti.
Sendistovan
arbeiðir
eisini við at seta upp eina
heimasíðu. Hetta arbeiðið
væntast at verða liðugt
seinni í vár og adressan
verður:
www.faroeis-
lands.org.uk.
Adressan
er
annars
henda: Sendistova Føroya
í Bretlandi, 55 Sloane
Street, London SW1X
9SR, UK
Tlf. +44 (0)207 333 0227
Fax +44 (0)207 333 6707
Email: faroes.mission.-
uk@tinganes.fo
Føroyingar í Bret-
landi hittast til
hugnaløtu í London
Dávid Reinert
Hansen, stjóri í
Vágatunlinum,
heldur, at tá talan er
um ov høga ferð, er
hetta ein spurningur
um hugburð, og til
spurningin um
videoeftirlit í
tunlinum sigur hann,
at Vágatunnilin skal
verða á sama støði
sum hinir
landsvegirnir, hóast
tunnilin er privatur
FERÐSLUTRYGD
Theodor E. D. Olsen
Í viðtali við Sosialin leyg-
ardagin segði leiðarin á
Ráðnum fyri ferðslutrygd,
Jón Kragesteen, seg vera
heitan talsmann fyri at
brúka eftirlit við myndatóli,
tá brot á ferðslulógina
skulu revsast. Hann segði
m.a., at aðrastaðni eru tey
komin til ta niðurstøðu, at
bilførarar verða rættiliga
væl undirvístir, men fyri at
náa tí sonevndu null-hug-
sjónini, ið merkir at eingin
skal doyggja í ferðsluni,
nyttar ikki bert at læra og
upplýsa fólk. Neyðugt er
eisini við eftirliti.
Koyrt verður ov skjótt
allastaðni í landinum, og
ein av teinunum, har hetta
hendir, er í Vágatunlinum,
sum P/f Vágatunnilin eigur
og rekur. Dávid Reinert
Hansen, stjóri í Vágatunlin-
um, heldur at spurningurin
um videoeftirlit inniheldur
nógvar fasettir, sum hann
tekur til. Tað eru nevniliga
nógvar orsøkir til at fólk
koyra ov skjótt, og hetta
hendir eisinI ymsastaðni í
landinum. - Vit hava havt
null-hugsjónina, og hana
kunnu vit øll vera samd um,
heldur stjórin í Vágatunlin-
um. Men hann sigur tað
kortini vera eitt skeivt sig-
nal at hava sent út, tá okk-
ara fólkavaldu samtyktu, at
ov høg ferð skuldi revsast
við treytaðari frádøming av
koyrikortinum, og tað hel-
dur Dávid Reinert Hansen
hava elvt til, at miðalferðin
er økt á landsvegunum í
Føroyum, tí tú sært hvønn
dag bilar, ið koyra omanfyri
110 km/t.
Ein spurningur um
hugburð
Dávid Reinert Hansen hel-
dur fram og tosar um, hvat
kann gerast við ta nógvu
ferðina. Hann sigur, at poli-
tiið er ofta úti og til ber eis-
ini at gera sokallaðar fys-
iskar forðingar sum t.d.
oyggjar og hopp í bygdum
øki, men á landsvegunum
skal tað vera lætt og skjótt
at koma fram, og tí eru
hesir vegirnir í flestu førum
breiðir. Hetta inniber, at
bilføraranir sjálvir avgera,
hvusu teir koyra, og tí er tað
sambært Dávidi Reinert
Hansen m.a. upp til hvat
fjølmiðlarnir bera fram,
hvat fólkahugsanin er, og
sipar hann til m.a. til tað
sum Sosialurin hevur skriv-
að um ferðslutrygd seinastu
dagarnar, har eitt nú ein
oddagrein talaði fyri video-
eftirliti í Vágatunlinum.
Men hetta heldur hann
kortini ikki vera í samsvari
við omanfyri nevnda signal
frá Løgtinginum.
Tað vil siga, at spurning-
urin er, um vit sum samfel-
ag kunnu góðtaka at hava
videoeftirlit á vegunum, og
er hetta altso ein spurning-
ur í fleiri fasettum, ger
stjórin í Vágatunlinum aft-
ur vart við, og sigur, at
hetta er ein spurningur um
hugburð. Á øllum lands-
vegunum í Føroyum er
Landsverkfrøðingurin
vegamyndugleiki.
Vága-
tunnilin er tó sum kunnugt
privat ogn hjá Partafelagn-
um Vágatunlinum, og tí er
partafelagið saman við løg-
regluni vegamyndugleiki
undir Vestmannasundi og
hava tey bæði í felag
ábyrgd og eftirlit við skelt-
ing og øðrum í tunlinum.
Dávid Reinert Hansen
leggur dent á, at hetta skal
vera á sama støði sum á
vegunum hjá tí almenna,
men um tað skuldi hent, at
samfelagið tók undir við
videoeftirliti í tunlum, so
hevði partafelagið einki
havt ímóti tí. Sum nú er, er
partafelagnum
tó
álagt
somu treytir sum onnur, tá
talan er um avmynding í
sambandi við ferðmátingar,
men kamera verða tó longu
brúkt í Vágatunlinum. Hesi
skulu eitt nú kanna eftir, at
eingin koyrir uttan at
gjalda, og tí avmynda tey
bert nummarpláturnar, og
ikki tey, ið sita í bilinum.
Prisnsipielt heldur
Bjarni Djurholm tað
vera skeivt at seta
videotól upp á
almennum støðum,
men av tí ein
undirsjóvartunnil er
so serligur, heldur
hann tað vera rætt at
taka myndir undir
Vestmannasundi.
Somuleiðis heldur
hann ikki revsingina í
núverandi lóg vera
nóg harða, tá talan er
um ov skjóta ferð
FERÐSLUTRYGD
Theodor E. D. Olsen
Bjarni Djurholm, sam-
ferðslumálaráðharri, hel-
dur, at prinsipielt er tað ikki
eitt gott hugskot at skráseta
fólk, men um ferðin í
undirsjóvartunlinum veru-
liga er so nógv, sum vit
hava hoyrt í seinastuni, so
mugu vit hinvgein siga, at
ein undirsjóvartunnil er so
mikið serligur, m.a. við-
víkjandi longd, og um ein
vanlukka hendir, so eiga
trygdarviðurskiftini at vera
í lagi. Hetta krevur ein ser-
ligan útbúnað, og tann
størsta uppgávan er sjálv-
andi at fyribyrgja óhappum,
sigur Bjarni Djurholm.
Harðari revsing
Landsstýrismaðurin sigur
seg bert hava frætt um ta
nógvu ferðina í millum
øðrum Vágatunlinum
í
bløðunum, men um tað er
rætt, sum Bjarni Djurholm
málber seg, so eigur slík
ferð, sum viðhvørt kemur
upp á eini 200 km/t at verða
hart revsað. – Í slíkum før-
um røkkur okkara ferðslu-
lóg als ikki til, og hetta má
strammast upp, sigur Bjarni
Djurholm. Í slíkum førum
átti revsingin at samsvara
við tær gerðina, sum er
gjørd, ið viðhvørt kann føra
til deyða og annan sorgar-
leik, heldur landsstýris-
maðurin.
Spurdur, um hann sum
fólkaflokspolitikari metir
hetta sum skerjing av tí
persónliga frælsinum, sigur
Bjarni Djurholm, at tað
metir hann ikki. – Tað per-
sónliga frælsið er eisini
ábyrgd, og hetta inniber eis-
ini, at tú vísir fyrilit fyri
øðrum fólki, so at tú t.d.
ikki tekur tað persónliga
frælsið frá øðrum fólki,
sigur Bjarni Djurholm.
Í løtuni arbeiða umboð
frá m.ø. løgregluni, koyri-
lærarunum, Ráðnum fyri
ferðslutrygd, Landsverk-
frøðinginum og kommun-
um við viðgerðini av eini
heilt nýggjari føroyskari
ferðslulóg, sum skal vera í
samsvari við lógaverki í
ES. Væntandi verður upp-
skotið lagt fyri Tingið í
endanum av næstu tingsetu.
Videoeftirlit ein spurningur um fólkaviljan
Djurholm fyri videoeftirliti
Dávid Reinert Hansen leggur dent á, at hetta skal vera á sama
støði sum á vegunum hjá tí almenna, men um tað skuldi hent,
at samfelagið tók undir við videoeftirliti í tunlum, so hevði
partafelagið einki havt ímóti tí
Bjarni Djurholm heldur, at
skilaleys loyring, sum
viðhvørt kemur upp á eini
200 km/t, eigur at verða hart
revsað. – Í slíkum førum
røkkur okkara ferðslulóg als
ikki til, og hetta má
strammast upp, sigur Bjarni
Djurholm. Revsingin eigur at
samsvara við ta gerðina, sum
er gjørd, ið viðhvørt kann
føra til deyða og annan
sorgarleik
C
M
Y
K
5
4