týsdagur 28. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 18 - 28. januar 2003
Nr. 18 - 28. januar 2003
7
Næmingar í fram-
haldsdeildnunum í
føroysku skúlunum
sleppa nú umborð á
Magnus Heinason at
síggja, hvørjar rann-
sóknir verða gjørdar
umborð
KANNINGARFERÐ
Edvard Joensen
Miðvági:
Magnus Heinason er farin á
rundferð til ymisk pláss í
landinum, har skúlanæm-
ingar í framhaldsdeildun-
um verða bodnir umborð at
síggja skipið og hoyra, hvat
gjørt verður umborð á
einum rannsóknarskipi.
Tey fylgja við áhuga við
tí, sagt verður, meðan fiski-
frøðingurin vísir teimum,
hvussu ein fiskur verður
vigaður og máldur. Innvøl-
urin skal takast úr, og inni-
haldið í maganum kannast.
Tíggjundi
flokkur
á
Giljanesi er umborð á
Magnusi Heinasyni, nú
hann sum fyrsta staðið á
rundferðini
liggur
á
Miðvági.
Tikið varð í móti næming-
unum beinanveg við land-
gongina, har tey sóu ymisk
tól, sum brúkt verða til at
draga gjøgnum sjógvin fyri
at fáa hendur slíkum, sum
svimur og rekur í sjónum.
Tey hava sett ymsar støðir
upp skipinum, sum næming-
arnir verða fluttir framvið,
meðan fólk frá skipinum
greiðir frá, hvat alt verður
brútk til, og hvørji úrslit fá-
ast burturúr. Mátingar av
sjógvi og tí, sum í sjónum er,
merking av fiski, og laborat-
oriekanningar, sum millum
annað vísa, hvat tað var, tog-
að varð upp úr sjónum í
teimum posunum, næming-
arnir sóu, fyrsta tey komu
umborð.
Eitt modell av einum troli
er eisini spent út á dekkin-
um og nakrir pappírsfiskar
eru lagdir frammanfyri, so
tey fáa eina hilling á,
hvussu hesin reiðskaður
virkar.
Niðri á millumdekkinum
liggja eisini fiskar av yms-
um slagi, sum Magnus
Heinason hevur fingið á
rannsóknarferðum
undir
Føroyum. Óvanligir fiskar
soleiðis at skilja, at tað fyri
tað mesta er fiskur, sum fin-
gin verður á djúpum vatni.
Tó er onnkur, sum ferðast
nærri landi, eisini við. Og
eyðsæð er, at hesum dámar
næmingunum væl at hyggja
at og fáa at vita, hvørjir hesir
fiskarni eru.
Men tað krevst eisini
annað enn bara royndirnar
sjálvar, fyri at fáa skipið at
sigla og finna fram til tað,
sum royndir skulu takast av.
Og rannsóknarferðin hjá
skúlanæmingunum umborð
á rannsóknarskipinum end-
ar á brúnni, har tey sleppa
at síggja øll tólini, sum
krevjast at hava umborð á
einum slíkum skipi í dag.
Rannsaka rannsóknarskipið
Næmingarnir fylgdu við
áhuga við, meðan
fiskifrøðinguirn greiddi frá
ymsu, og stundum løgnu
fiskunum, sum fingnir eru
undir Føroyum
Mynd: Edvard Joensen
Sørvágs Laks hevur
keypt meirilutan av
partabrøvunum í
smoltstøðini Dalá
Smolt í Norðradali.
Eisini alistøðin Hól-
malaka við Gomlurætt
er við í keypinum
ALING
Edvard Joensen
Vágar:
Sørvágs
Laks hevur keypt meirilut-
an í smoltstøðini í Norðra-
dali. Grundin er tann, at
felagið við tryggja sær nóg
mikið av smolti til alingina
á Sørvági, sigur stjórin.
Gardar Joensen, stjóri á
Sørvágs Laksi, sigur, at
Sørvágs Laks hevur keypt
55 prosent av partapening-
inum í Dalá Smolt. Eisini
fylgir alistøðin Hólmalaks,
sum liggur við Gomlurætt,
við í keypinum. Hinir
partaeigararnir eru Havs-
brún, sum eigur 40 prosent,
meðan
norðradalsmenn
eiga hini fimm prosentini.
Gardar Joensen sigur, at
fyri Sørvágs Laks merkir
tað onga broyting sum so,
at felagið nú eigur egna
smoltstøð, tí tey hava í
áravís fingið mestsum alt
sítt smolt frá Dalá Smolti.
– Tó kann tað vera ein
ávísur tryggleiki í at vita, at
vit á hendan hátt altíð hava
trygga tilgongd av smolti,
sigur hann.
Hann sipar til, at í løtuni
er yvirskot av smolti á
marknaðinum, tí minni er
sett út seinnu tíðina, enn
vanligt hevur verið. Tað
kann so aftur fara at gera, at
onkur støð í framtíðini fer
at trappa niður og ikki fer at
hava nokk av smolti. Tá er
gott at kunna hava sítt egna,
sigur Gardar Joensen.
Tað fer ikki at mekrja
nakra broyting fyri arbeiðs-
fólkið á støðunum, at parta-
peningurin skiftir eigara,
sigur Gardar Joensen.
Sørvágs Laks hevur keypt
smoltstøð
Vikuskiftið var
friðaligt, verður sagt
av politistøðunum
kring landið. Tó
hava bilarnir í Suð-
urstreymoy í ov
stóran mun hug at
koyra, uttan at
eigarin veit av
LØGREGLUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Løgreglan sigur, at Viku-
skiftið var friðaligt. Í
Eysturoynni var okkurt
smávegis í samband við
nógva fólkið, sum komið
var saman til Prix Føroyar
undankappingina í Fugla-
firði. Og í Havn siga tey,
at onkrir bilar vórðu
stolnir, og onkur annar
illa viðfarin. Annars siga
poltitistøðirnar ikki frá
nøkrum óvanligum.
Løgreglan í Havn sigur,
at tey fingu nakrar frá-
boðanir um bilstuldur
bæði í Havn og á Velba-
stað. Í Øllum førum komu
bilarnir aftur. Onkunstaði
hevði lykilin helst staðið
í, men á Velbastað var
farið inn í eini sethús eftir
lyklinum, áðrenn bilurin
varð tikin.
Ein maður, sum ætlaði
sær í Tórshøll um viku-
skiftið, slapp ikki inn, og
tað dámdi honum ikki. So
illa nøgdur var hann, at
hann kvittaði við at gera
seg inn á bilin hjá dura-
vørðinum. Sagt verður av
politistøðini í Havn, at
hann soraði bilin sundur.
Løgreglan kom uppí, og
maðurin selppur at gjalda
skaðan aftur.
Onkur varð tikin fyri at
koyra ávirkaður, men
eingin hevur sovið á polit-
istøðini í Havn um viku-
skiftið. Onkunstaðni fóru
fólk at klandrast innan-
hýsis, og løgrelgan varð
boðsend.
Trolarin Grímur Kamb-
an, sum fríggjadagin kom
fyrstu ferð á Havnina úr
Íslandi, fekk eina bland-
aða móttøku. Fyrst við
blómuheilsanum og góð-
ynskjum, men longu um
vikuskfiti var onkur, sum
breyt inn og legðist á
medisinkistuna, sigur løg-
reglan í Havn.
Av Løgreglustøðini í
Eysturoy verður sagt, at
vikuskiftið var friðaligt,
hóast heilt nógv fólk var á
ferð í samband við Prix
Føroyar í Fuglafirði.
Eini fýra smærri ósemj-
ur vóru, sum løgreglan
kom uppí, og fólk fáa bót
fyri brot á politiviðtøk-
urnar. Annars er einki at
siga um tað, sigur løg-
reglan. Einki harðskaps-
mál spurdist burtur úr tí.
Ein bilførari varð tikin
fyri at kopyra fullur við
einum stolnum bili. Og
koyrikort
hevði
hann
heldur ikki, so hann
sleppur ikki undan ákæru.
Annars var nógv ferðsla
bæði við persónbilum og
bussum, og løgreglan kan-
naði javnan ferðsluna.
Einir fýra bilførarar fáa
eina heilsan fyri at hava
koyrt ov skjótt, men eingin
so skjótt kortini, at vandi
er fyri koyrikortinum.
Friðaligt
vikuskifti
Sørvágs Laks hevur keypt
partabrævameirilutan í Dalá
Smolt í Norðradali og
Hólmalaks, sum liggur við
Gomlurætt
Alt kjak um eina
víðkan av heimastýr-
islógini, sjálvstýrislóg
ella nýskipan gerst
óneyðugt. Við einari
yvirtøkulóg, sum
savnar øll donsk og
føroysk málsøki í ein
pott, gongur heima-
stýrislógin heilt at
loysingini, sigur Rúni
Joensen, aðalstjóri í
Løgmálaráðnum
SJÁLVSTÝRI
Ingi Rasmussen
Hetta kann kollvelta før-
oyskan sjálvstýrispolitikk í
framtíðini.
Soleiðis sigur Rúni Joen-
sen, aðalstjóri í Løgmála-
ráðnum, eftir fundirnar
millum
embætisfólk
í
danska og føroyska løg-
málaráðnum, sum vóru
hósdagin og fríggjadagin.
Á fundinum vóru fleiri
evni frammi, teirra millum
løgregla, rættarskipan og
fjølmiðlaábyrgd. Harafturat
varð tosað um eitt lógar-
uppskot frá løgmanni til
eina yvirtøkulóg, sum fólk í
danska løgmálaráðnum nú
fyrireika at leggja fyri
Fólkatingið.
Væntandi
kann uppskotið leggjast
fram longu seinni í ár.
Uppskotið savnar øll mál
í ein pott. Eisini tey, sum
ikki eru nevnd í heimastýr-
islógini. Nú verða ongar
forðingar longur fyri at
flyta málsøki til Føroya.
Tað verður upp til føroying-
ar, um vit skulu yvirtaka
ella ei.
Ein uppgerð
Hetta er eitt so mikið stórt
framstig, at aðalstjórin í
løgmálaráðnum kallar tað
eina uppgerð við sjálvstýr-
ispolitikkin higartil.
– Danska stjórnin fær
heimild at lata øll málsøki
til Føroya. Tað letur upp
fyri, at føroyingar kunnu
yvirtaka øll málsøki, sum
liggja uttan fyri grundlóg-
ina. Við hesum verður
sjálvstýrismálið flutt til
Føroya, og vit sleppa undan
einum eljustríði við danir,
hvørja ferð eitt mál skal
yvirtakast,
sigur
Rúni
Joensen.
Uppi í grundlógini hanga
uttanríkispolitikkur, heima-
rættur, gjaldoyra og hægsti-
rættur.
Bæði Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin
hava havt síni boð uppá,
hvussu viðurskiftini mill-
um Danmark og Føroyar
skulu skipast av nýggjum.
Javnaðarflokkurin
hevur
sína sjálvstýrislóg, og Sam-
bandsflokkurin kallar sína
loysn fyri nýskipanarupp-
skotið. Tey uppskotini eru
ikki longur viðkomandi,
heldur Rúni Joensen.
– Við hesum leisti, sum
nú liggur á borðinum,
kunnu vit ikki gera nakra
aðra skipan, sum er meira
víðfevnd innan fyri ríkis-
felagsskapin. Sostatt gerst
kjakið um sjálvstýrislóg
ella nýskipan kontra heima-
stýrislóg óneyðugt. Við
hesum gongur heimastýris-
lógin heilt at loysingini,
sum onkur hevur nevnt tað,
sigur Rúni Joensen, aðal-
stjóri.
Ikki nýskipan
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður við lógarmálum,
sum umsat sjálvstýrismál
síðsta valskeið, hevur staði-
liga ávarað ímóti at gera
nýggjar skipanir við Dan-
mark, ið ikki byggja á
fólkarættarligt grundarlag,
tí tað kann merkja eina inn-
liman í ríkið, hevur hann
ført fram. Men hann tekur
kortini undir við uppskotin-
um hjá løgmanni, tí talan er
ikki um eina útbygging av
Heimastýrislógini,
sigur
hann við Útvarp Føroya.
– Vit hava fingið játtan
frá donskum myndugleik-
um um, at tað er eingin
trupulleiki at yvirtaka øll
mál – eisini tey, sum ikki
eru nevnd í heimastýris-
lógini. Spurningurin er
bara, um tað skal gerast
undir einum ella so hvørt.
Fyri okkum er tað betri, at
tað verður gjørt undir ein-
um. Vit troyta bara Heima-
stýrislógina til fulnar, og
tað ber væl til uttan nakran
nýggjan sáttmála, sigur
Høgni Hoydal.
Uppskotið hjá løgmanni
byggir á semju við danska
forsætisráðharran um, at øll
mál uttan tey, ið beinleiðis
knýta seg at grundlógini,
kunnu yvirtakast. Sostatt er
líkt til, at føroyskur sjálv-
stýrispolitikkur loksins fer
at snúgva seg um, hvat
føroyingar vilja, og ikki
hvat danir loyva.
Áðrenn nøkur lóg um
góðan fjølmiðlasið
kann setast í gildi, má
Fólkatingið taka
undir við at føroying-
ar yvirtaka málsøkið.
Tað var úrslitið av
fundinum fríggjadag-
in millum løgmála-
ráðið í Føroyum og
Danmark. Nú hevur
Sambandsflokkurin
mist tolið
FJØLMIÐLAR
Ingi Rasmussen
Nógv hava eftirlýst, at Før-
oyar fáa eina lóg, sum verjir
borgaran ímóti fjølmiðl-
unum. Løgtingsins um-
boðsmaður fanst soleiðis í
Sosialinum herfyri harðliga
at myndugleikunum fyri
ikki at hava fingið lógina
setta í gildi, sum hevur ver-
ið ávegis í 10 ár. Men strilt-
ið gongst hjá landsstýrin-
um, sum hevur uppskot
klárt.
Sjónarmiðið hjá lands-
stýrinum hevur verið, at
føroyingar hava heimild at
lóggeva á økinum, men á
fundinum
fríggjadagin
millum donsk og føroysk
embætisfólk gjørdi danska
løgmálaráðið
greitt,
at
Fólkatingið skal geva heim-
ildina fyrst. Hetta kemst av,
at lóggávan kemur inn á
revsilógarøkið,
sum
er
danskt.
Talan verður bara um
eina yvirtøkulóg, sum telur
tríggjar til fýra reglur, ið
Fólkatingið skal samtykkja.
Hetta er ikki umfatandi
arbeiði, men við teimum
royndum, sum føroyingar
hava við at bíða eftir
donskum lógararbeiði, er
greitt, at tað kann draga út.
Spurningurin er so, um tað
ikki loysir seg at bíða eftir,
at ein samlað yvirtøkulóg
verður løgd fyri Fólkating-
ið, ið hevur til endamáls at
geva føroyingum heimild at
yvirtaka øll málsøki, ið
liggja uttan fyri grundlóg-
ina.
Sambandsflokkurin hev-
ur mist tolið og hevur lagt
uppskot fyri tingið um, at
føroyingar seta donsku lóg-
ina í gildi. Tað ber ikki til,
at eingin fjølmiðlaábyrgd-
arlóg er, sum hóskar til
okkara umstøður, og tí eig-
ur løgtingið at samtykkja at
heita á løgmálaráðharran
um at seta lógina í gildi fyri
Føroyar, sigur flokkurin í
viðmerking til uppskotið.
Tað er kortini ivasamt,
um Sambandsflokkurin fær
undirtøku fyri sínum upp-
skoti, tí landsstýrið arbeiðir
við málinum, og Javnaðar-
flokkurin hevur eisini sagt,
at hann styðjar eina før-
oyska loysn á málinum.
Ein kollvelting fyri
føroyskt sjálvstýri
Við hesum leisti, sum nú liggur á borðinum,
kunnu vit ikki gera nakra aðra skipan, sum er
meira víðfevnd innan fyri ríkisfelagsskapin.
Sostatt gerst kjakið um sjálvstýrislóg ella
nýskipan kontra heimastýrislóg óneyðugt. Við
hesum gongur heimastýrislógin heilt at
loysingini.
Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum
„
Veðrið í ríkisfelagsskapinum er betri. Rúni Joensen aðalstjóri sigur, at nú verður upp til føroyingar aleina at gera av, um teir vilja yvirtaka málsøki
Fjølmiðlalóg
bíðar eftir
Fólkatinginum
C
M
Y
K
7
6