týsdagur 28. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 18 - 28. januar 2003
Nr. 18 - 28. januar 2003
9
– Tá ið kreppan í
Føroyum var uppá
tað ringasta fyrst í
nítiárunum, vórðu vit
ofta spurdir, hví vit
ikki fluttu av landin-
um. Men vit stóðu
allir sum ein maður
og fluttu ikki av land-
inum. Tí er tað ógvu-
liga hugstoytt, at
myndugleikarnir nú
hava skert okkara
frádrátt úr 300 kr.
niður í 100 kr. Pen-
ingurin røkkur ikki
longur til ferðaút-
reiðslurnar, sigur
hann
FISKIMENN
UTTANLANDS
Vilmund Jacobsen
Jógvan Fagraklett er mað-
urin, sum vegna Føroyskar
Fiskimenn Uttanlands, um-
boðar føroyskar fiskimenn,
sum sigla í Danmark.
Sjálvur hevur hann siglt í
Danmark í 30 ár og hevur
fingið gullur frá reiðarínum
fyri trúgva tænastu. Men
Jógvan og familja hansara
hava altíð verið búsitandi í
Føroyum, og hann hevur øll
árini goldið sín skatt her
heima. Tey búgva í Kolla-
firði, og um várarnar plagar
hann at vera heima og
rógva út á Norðhavinum.
Óskiljandi
Sum umboðandi føroyskar
fiskimenn í Danmark, er
Jógvan sera harmur um, at
frádrátturin er skerdur úr
300 kr. niður í 100 kr. um
dagin.
Hann dugir ikki at skilja,
hví fiskimenn uttanlands
skulu starvast undir somu
treytum sum handverkarar,
tá ið ræður um frádráttin.
– Boðskapurin hjá okk-
um, sum sigla í Danmark,
er, at vit verða skildir frá
handverkarum í skipanini,
og at frádrátturin fer uppaft-
ur á 300 kr. um dagin fyri
hvønn dag, vit eru burtur.
Jógvan sigur seg vóna, at
onkur í løgtinginum er so
frægur, at hetta málið verð-
ur lagt fram, soleiðis at teir
fiskimenn, sum sigla uttan-
lands og vinna valuta heim
til Føroya, ikki vera við
skerdan lut.
– Vit hava fingið 300 kr.
fyri hvønn dag, vit eru
burtur, men hesin stuðul er
nú skerdur, soleiðis at vit
bert fáa 100 kr. um dagin,
og hesin peningur røkkur
ongan veg.
Nýggj skipan
Hann vísir á, at danskir
fiskimenn hava fingið eina
nýggja skipan sum sigur, at
teir nú fáa 362 kr. fyri
hvønn dag, teir eru burtur.
Aftrat hesum fáa teir ferða-
frádrátt. Men við í hesi
skipan er eisini, at danir nú
skulu rinda 100 kr. fyri mat
um dagin, og hesar 100 kr.
noyðast føroyskir fiski-
menn í Danmark eisini at
gjalda.
– Vit fáa sostatt einki úr
hesi skipan, tí vit eru føroy-
ingar, búsitandi í Føroyum,
men noyðast at rinda hesar
100 kr. um dagin. Saman
við skerda frádráttinum í
Føroyum eru vit tí munandi
verri fyri, enn vit hava
verið.
Jógvan sigur, at ein
føroyskur
fiskimaður
í
Danmark er burtur einar
230 dagar um árið, og
ferðaseðlarnir millum Før-
oyar og Danmark liggja um
einar 23.000 kr. um árið.
– Av teimum 100 kr., frá-
drátturin nú er, fáa vit, sum
búgva umborð, bara einar
80 kr. um dagin, tí vit hava
ikki somu útreiðslur sum
teir, ið hava íbúð í landi.
Sostatt røkkur ferðadráttur-
in úr Føroyum ikki longur
til
ferðaseðlarnar.
Tað
merkir, at føroyskir fiski-
menn í Danmark noyðast at
gjalda fyri at vinna før-
oyska samfelagnum valuta.
Fluttu ikki
Nógvir føroyingar, sum
sigla í Danmark, hava siglt
við donskum skipum í 25 ár
og meira.
– Fleiri hava fingið gull-
ur og annað frá donsku
reiðaríunum fyri trúgva
tænastu, men líkt er ikki til,
at politiski myndugleikin í
Føroyum setir serliga stór-
an prís uppá okkara arbeiði,
sigur Jógvan.
Hann vísir á, at tá ið
kreppan í Føroyum var
uppá tað ringasta fyrst í
nítiárunum, vórðu føroysk-
ir fiskimenn í Danmark
ofta spurdir, hví teir ikki
fluttu av landinum.
– Men her stóðu vit allir
sum ein maður og vildu
stríðast fyri okkara landi. Tí
er tað ógvuliga hugstoytt, at
myndugleikarnir nú skerja
okkara frádrátt úr 300 kr.
niður í 100 kr., samstundis
sum vit nú noyðast at gjalda
100 kr. í kosti um dagin í
eini danskari skipan, sum
gevur donskum fiskimonn-
um - men ikki okkum -
nakrar ágóðar.
Jógvan sigur, at teir, sum
fluttu úr Føroyum til Dan-
markar at búgva, fluttu
áðrenn kreppan byrjaði.
– Tað var ikki lætt hesi
árini, kreppan herjaði. Vit
vórðu dýktir undir í høgum
skatti og avgjøldum, men
royndu at halda út.
Ymiskar skipanir
Hann vísir á, at í Danmark
eru 10 nótabátar, og næstan
hvør manning hevur sín
egna sáttmála við reiðaríið.
– Her er einki skil í, um
vit hugsa um føroysk viður-
skifti. Donsku reiðararnir
gera, sum teir vilja. Onkur
manning hevur fasta skipan
um, nær tú ert úti, og nær tú
ert heima, og somuleiðis
eru ymiskar skipanir sum
siga, hvørjar sømdir mann-
ingarnar hava. Býtið er
heldur ikki eins við øllum
nótabátunum, sigur Jógvan.
Hann vísir á, at nú ar-
beiðsmegi vantar í Før-
oyum innan handverks-
vinnuna, velja myndugleik-
arnir at skerja frádráttin hjá
handverkarum, men tað
ólukkuliga er, at fiskimenn-
inir fylgja við.
– Eg haldi, at okkara
myndugleikar nýta hand-
verkararnar sum skálka-
skjól fyri eisini at kunnu
skerja okkara frádrátt, og
tað eru vit ógvuliga vón-
sviknir av, sigur Jógvan.
Ikki íbúð
Kollfirðingurin telist ikki
millum teir føroysku fiski-
menninar í Danmark, sum
hevur egna íbúð ella kamar,
tá ið skipið liggur inni.
Hann býr umborð og hevur
tí ikki útreiðslur av einum
bústaði í landi. Men tað
merkir so eisini, at hansara
frádráttur er minni enn hjá
einum, sum býr í landi. Tað
er nevniliga soleiðis, at frá-
drátturin uppá 100 kr.
minkar, tá ið útreiðslurnar
eru minni.
– Við gomlu skipanini,
har frádrátturin var 300 kr.,
dekkaði henda upphædd
okkara útreiðslur. Nú dekk-
ar frádrátturin ikki helvtina
av hesum, sigur hann.
Jógvan sigur, at sjálvsagt
skulu fiskimenn kunna
skjalprógva
sínar
út-
reiðslur.
– Vit kunnu skjalprógva,
hvat tað kostar okkum at
tjena pengarnar í øðrum
landi, og tí haldi eg eisini,
at vit áttu at fingið hesar út-
reiðslur endurgoldnar. Tað
hevði ikki verið annað enn
rímiligt. Teir, sum ikki
kunnu skjalprógva sínar út-
reiðslur, eiga ikki at fáa
meira, enn prógv er fyri. Eg
haldi, at hetta átti at verið
so einfalt hjá okkara mynd-
ugleikum.
Ongastaðni limir
Hann sigur, at felagið hjá
Føroyskum Fiskimonnum
Uttanlands var á fundi við
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, í fjør, men
her fekk felagið at vita, at
einki verður broytt.
– Vit hava eisini tosað við
Føroya
Fiskimannafelag
fyri at vita, um felagið vil
hjálpa okkum við lógkønari
hjálp.
Jógvan sigur, at fiski-
menn uttanlands eru onga-
staðni limir, og tí standa
teir ikki serliga sterkir,
heldur ikki mótvegis mynd-
ugleikunum, ið vilja skerja
teirra rættindi.
– Felagið hjá okkum hev-
ur havt einar 170 limir, men
hetta tal er minkað niður í
umleið 125. Undirtøkan er
ikki nóg stór, og menn eru
ov líkasælir. Tí standa vit
eisini veikir, tá ið ágangur
er.
Hann heldur, at samlaða
talið av føroyskum fiski-
monnum uttanlands liggur
um 400, tá ið teir, sum sigla
í Grønlandi, eru taldir við.
Boðskapurin
– Okkara boðskapur er, at
vit verða loysir frá hand-
verkarunum í skipanini um
frádráttin, og at frádrátturin
kemur uppaftur á tær 300
kr. fyri hvønn dag, vit eru
burtur. Vit halda tað ikki
vera rætt, at tað skal kosta
okkum pening at tjena val-
uta til føroyska samfelagið.
Vit fluttu ikki burtur undir
kreppuni, hóast skatta-og
avgjaldstrýstið var ógvu-
liga høgt. Vit vóru við til at
hjálpa samfelagnum uppúr
aftur kreppuni. Tí er tað
ógvuliga
hugstoytt
at
ásanna, at samfelagið hevur
so lítlan áhuga fyri okkum,
nú búskapurin aftur er
komin á rættkjøl, sigur
Jógvan Fagraklett.
Vit stóðu saman og vildu stríðast fyri
okkara landi
– Vit halda, at Fíggjarmála-
stýrið nýtir handverkararnar
uttanlands sum skálkaskjól
fyri at skerja okkara frádrátt,
sigur Jógvan Fagraklett, sum
hevur siglt við donskum skip-
um í 30 ár. Hann hevur altíð
verið búsitandi í Føroyum og
hevur goldið sín skatt her.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Um várarnar kemur
Jógvan Fagraklett
heimaftur til norð-
havsróðurin. - Hetta
er ein góð og spenn-
andi tíð, sigur hann.
Hóast hann hevur
siglt í Danmark í
næstan 30 ár, hevur
hann líka so leingi
róð út á Norðhav-
inum um várarnar.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Jógvan Fagrklett, sum Sosi-
alurin hevur havt samrøðu
við, fór við Grími Kamban
í 1970 við nólsoyinginum,
Munda
Jacobsen,
sum
skipara. Í 1973 varð skipið
selt til Hirtshals, og tá
taldust teir báðir millum
teirra, sum fylgdu við skip-
inum.
Síðan fór Mundi at føra
svenska
skipið,
Stellu
Novu, og eisini her var
Jógvan
stýrimaður
hjá
honum. Av Stellu Novu
fóru teir báðir í 1976 um-
borð á danska nótabátin,
Strømeg.
Tá ið Mundi fekk sær
egnið skip, gjørdist Páll
Joensen úr Havn, sum var
búsitandi í Lopra, skipari
umborð á Strømeg. Bæði
Páll og Jógvan sigla fram-
vegis við Strømeg, og nú er
reiðaríið í holt við at fyri-
reika bygging av nýggjum
skipi.
Trúgv tænasta
Jógvan, sum hevur siglt í
Danmark í sløk 30 ár, hevur
sostatt meginpartin av tíð-
ini
verið
umborð
á
Strømeg, sum ikki er
ókendur millum føroyingar.
- Vit eru fleiri, sum hava
fingið gullur frá reiðarínum
í Hirtshals fyri trúgva
tænastu, sigur hann lítil-
látin og vísir okkum vakra
urið, hann hevur um hand-
liðin.
Tað er Skagerak Fiske-
eksport, ið eigur fýra nóta-
bátar, sum eisini eigur
Strømeg.
Umborð á tveimum av
skipunum hevur manningin
sama
sáttmála,
meðan
manningarnar umborð á
hinum báðum bátunum
hava hvør sín sáttmála.
Ikki alt árið
Vit spurdu Jógvan, hvussu
gongdin vanliga er hjá
einum nótabáti í Danmark
gjøgnum árið.
- Tað er ikki soleiðis, at
vit kunnu fiska alt árið, tí
so stóra kvotu fáa vit ikki.
Roynt verður tí at fáa sum
frægast burtur úr tí, sum vit
hava.
Hann sigur, at í nøgd
verður mest veitt av sild,
men í peningi vigar makrel-
urin mest. Makrelurin er
"gullið" hjá teimum. Kvot-
an er lítil, men prísurin
hevur verið góður seinastu
árini, sigur hann.
- Vit byrja vanliga við
makrelinum nú í januar,
sum er ein føroysk kvota.
Hesa kvotu kunnu vit fiska
í ES-sjógvi. Umleið 20.
februar fara vit í norskan
sjógv at fiska norðhavssild,
sum vit plaga at landa í
Noregi. Í mars og apríl
liggur skipið vanliga í einar
tveir mánaðir. Síðan verður
lagt til brots aftur nakrar
dagar út i mai, tá ið vit fara
í altjóða sjógv at fiska
norðhavssild. Henda roynd-
in plagar at vara hálvan
annan mánaða ella so. Eftir
hetta, liggur skipið eitt
skifti, til farið verður til
Eysturgrønlands á lodnu-
veiði. Lodnuna plaga vit at
landa í Íslandi. Vit verða
aftur úr Grønlandi um
ólavsøkutíð, og tá liggur
báturin til umleið, 10. sep-
tember. Farið verður nú á
makrelveiði
í
norskum
sjógvi, og tá ið tann tíðin er
av, verður aftur farið á
sildaveiði í Norðsjónum.
Her royna vit, soleingi nøk-
ur kvota er eftir.
Jógvan sigur, at øll
veiðan hjá Strømeg verður
landað til matna.
Norðhavið
- Um várarnar plagi eg at
vera heima í Føroyum og
rógva út av Norðhavinum
saman
við
soninum,
Virgari.
Jógvan eigur glastrevja-
bátin, sum Júst í Túni á
sinni keypti og bar navnið,
Túnus.
- Men tá ið eg keypti
bátin í 1985 frá Sigurdi
Simonsen, kallaðist hann
Inga Maria.
Jógvan Fagraklett hevur
róð út á Norðhavinum í eini
30 ár, og honum dámar væl
at koma heimaftur á hvørj-
um vári til norðhavsróðurin
við snellu.
- Hetta er ein góð og
spennandi tíð, sigur hann.
Sleppa ikki at fiska alt árið
Jógvan Fagraklett er bæði
nótamaður í Danmark og
útróðrarmaður í Føroyum.
Honum dámar væl at vera á
Norðhavinum um várarnar.
Tað er langur vegur til skips í
samfull 30 ár - úr Kollafirði
til Danmarkar. Jógvan hevur
trivist væl umborð á danska
nótabátinum, Strømeg.
Pedagogsátt-
málar
uppsagdir
Føroya Pedagogfelag hevur sagt sáttmálar-
nar, sum felagið hevur við Fíggjarmála-
ráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið -
KA og Føroya Kommunufelag, upp til at
fara úr gildi 1. oktober
Grundin til, at sáttmálarnir eru uppsagdir longu nú, er
tann, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi, at
felagið ætlar at fáa at vita, um Fíggjarmálaráðið og teir
kommunalu arbeiðsgevarafnir ætla at samráðast
saman, eins og gjørt varð til seinastu samráðingar, sum
vóru í 2001.
– Felagið er farið undir sáttmálafyrireikingarnar, tí tað
er sjálvsagt umráðandi fyri felagið og limir okkara at
hava ein undirskrivaðan sáttmála 1. oktober 2003, sigur
Føroya Pedagogfelag, í tíðindaskrivinum, sum Carita
Bjørklund, formaður, hevur skrivað undir.
C
M
Y
K
9
8