Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 18 - 28. januar 2003 Nr. 18 - 28. januar 2003 11 fólk. Flest øll eru í villa- reiði. Summi gráta, onnur royna at fata og næstan øll virka spyrjandi. Fartelefonirnar eru kom- nar fram, og grátandi siga fólk frá tilburðinum. Ikki tí, nøkur fara bara víðari til næsta tok á næstu støð. Hetta skuldi vera okkara síðsta stopp, áðrenn teir fimm føroysku turistarnir skuldu úr tokinum. Eitt tok og ein túrur, sum vit fyri alt í verðini vildu verið fyri uttan. Hvat var tað nú, eg hevði upplivað? Upplivilsið gerst bara óhugnaligari og óhugnaligari. Røddin á tokførarunum, skríggini frá teimum ferðandi, ókendi roykurin og alt annað gera umhvørvið á tokstøðini í miðbýnum í London ræð- andi. Vit høvdu eftir øllum at døma verið fangaði niðri í einum tí ringasta staðnum at gerast fangaður. Eitt meira klaustrofobiskt upp- livilsi skal ein leita leingi eftir. Sløkkilið og løgregla eru skjót á staðið. Responstíðin tykist at vera sera stutt. Støðin verður skjótt stongd av. Alarmurin ljóðar og ýlini frá sirenunum syrgja fyri at halda fólki frá støð- ini. Vit fimm høvdu júst ver- ið í Chigwell, sum er ein av síðstu støðunum í Central Line, ið gongur mitt gjøg- num London og út eina- staðni væl út úr býnum. Vit høvdu verið til ein fótbólts- dyst, og toktúrurin hevði verið langur. Vit vóru bara ein steðg frá at vera komin á ynsktu støðina, og so hendi hetta. Eitt tílíkt undirgrundar- tok í London tekur nógv fólk. Bara í okkara vogni mugu møguliga upp í hundrað hava verið. Til- burðurin hendi beint áðr- enn kl. 14 seinnapartin leygardag, og tá ferðast nógv fólk í undirgrundini við tí – beint nú hóttandi – eyknavninum The Tube. Men hvat tá – kann akku- rát tað sama fáa nakrar myndir av tilburðinum. Stutt eftir, at vit eru komin úr støðini, eru vit øll savn- aði, og eingin okkara hevur fingið nakran skaða. Somuleiðis er tað eingin okkara, sum skilir, hvat júst er hent. Hví var tokið steðgað, fylt við royki og hví vildu hurðarnar ikki fara upp? Fyrstu boðini frá førar- anum vóru um at fara fram í tokið, so kanska var okk- urt hent har afturi. Vóru nøkur fólk komin illa fyri? Var nakar deyður? Tað er ikki lukkuligt at verða slongdur aftur og fram í einum tílíkum vogni. Tað eru fleiri, sum ikki eru væl fyri. Sjúkrabilarnir eru eis- ini skjótir á staðið. Sjálvur havi eg tó eina avtalu, so eg fái tikið nakrar myndir og so víðari. Tað er kanska heldur ikki so galið at sleppa burtur. Hini vera verandi. Skjótt eru fjøl- miðlarnir á staðnum, og føroysku umboðini við lagnutokinum sleppa fram- at í BBC og The Sun. Eg eri longu ov seinur, so eg má skunda mær. Fyrstu søgurnar siga, at eldur er komin í tokið. Eingin hýru- vognur er at fáa hendur á, so eg endi av einari ella aðrari orsøk á undirgrund- arstøðini, vit skuldu verið farin til. Skal eg koma vegin fram til Highbury, heimavøllin hjá Arsenal, má eg við tokinum – buss- arnar kenni eg ikki, og tankagongdin er í hesi løtu alt annað enn logisk. Hesin næsti toktúrurin er rætt og slætt ræðandi. Tok- ini í London steðga av og á. Hetta havi eg ongantíð givið mær far um áður, men upplivilsi hesaferð kennir ikki sín líka. Hesin túrurin gongur sum hann skal. Dysturin á Highbury verður tó ongan- tíð nakað upplivilsi, tí undirgrundarjarnbreytartok ið hevur hug at blanda seg uppí. Eftir dystin er møguleiki at kanna, hvat tað nú var, sum var hent. Søgan vísir seg at vera tann, at teir aftastu fýra vognarnir í tokinum vóru farnir av sporinum og høvdu rent seg í veggin. Eldur var komin í av somu orsøk. Hetta var hent stutt undan støðini í Chancery Lane. Førarin hevði koyrt tokið inn á støðina, og hevði so steðgað tokið og royndi fyri alt í verðini at fáa fólkini út. Fráboðanir vóru um, at eini tretivu fólk vóru skadd, men eingin var deyður. Tann sokallaði roykurin hevði víst seg at vera støv frá sporinum. Ringast fyri vóru tey, ið vóru við teimum aftastu vognunum. Vit hava nokk verið miðskeiðis ella aftar- laga í tokinum, sum mett var, at eini áttahundrað fólk vóru við. Í teimum aftastu vognun- um vóru fólk slongd aftur og fram, og rútarnir vóru brotnaðir og glas fleyt alla- staðni. Ein kann bara í- mynda sær, hvussu tað hevur verið í aftastu vogn- unum. Undirgrundartokini í London eru kjarnin í ferðsluni í býnum. Inni í býnum verður ferðast undir jørð. Tunlarnir eru smælir, so aftastu vognarnir hava hava verið stoyttir aftur og fram. Lukkuliga er eingir teirra komin álvarsliga til skaða. Onkur hevur brotið beinið, annar fótin. Øll við í tokinum gjørdust uttan iva skelkaði, og sjúkrahúsini fingu vitjan av eini 35 fólkum í alt. Eitt er, hvussu støðan ávirkar trafikkin í enska høvuðsstaðnum; eitt annað er, at tílíkur hendingar eru ógvuliga sjáldsamar. Hetta eru vit ikki kunnaði um, men hendingin kemur á forsíðuna á flest øllum bløðunum næsta morgun, og fleiri dagar aftaná gera bæði útvarp og sjónvarp næstan ikki burturúr øðr- um. Í morgun bløðunum stendur at lesa um, at tok- førarin boðaði myndug- leikunum frá, at tað var ein feilur við tokinum, men hetta varð sagt ikki at hava týdning, og tokið kundi halda fram. Eitt blað vildi eisini vera við, at ein teknikkari hevði verið við tokinum á túrinum fyri at kanna eftir, og hann hevði góðkent tokið og var farin av nøkur stopp undan Chancery Lane. Í 1987 doyðu 31 fólk í einari tokvannlukku í undirgrundini í London, men síðani tá hevur eingin hending av hesum slag verið. Við hesum lagnutúrinum hava vit ikki koyrt stórt meira enn tíggju túrar í undirgrundini í London, men vit hava upplivað ein av teimum meira hendinga- ríku. Seinnu um kvøldið eru vit innan í kykmynda- myrkrinum til filmin um enska agentin yvir allar aðrar, sum hesaferð hevur loyniligar fundir á einari undirgrundarstøð í London. Tað er lagnunarspeisemi. Vit gloyma hetta so ongan- tíð, og onkur hevur kanska hildið hondina yvir okkum í hendingarríka frálærutím- anum. Sum super agenturin tók til – We lived to die another day. Ein undirgrundar- jarnbreytarstøð má vera eitt hitt ringasta staðið, ein kann hugsa sær at gerast innilæstur. Tá hurð- arnar ikki vilja upp, hevur tú ongastaðni at venda tær, og panikkur, skríggini, desperatiónin og tankarnir um lívið gerast altýðandi partar av einari óttafullari stund UPPLIVING Heri á Rógvi London: Tá tokið nærkast Chancery Lane støðini verður bremsað. Hesaferð meira kraftigt, enn vit hava verið von við áður. Tokið hevur økt ferðina stutt áðrenn, og ferðaðist tað við tí øðiligu ferð. Allíkavæl tykjast øll rólig. Í øllum førum í fyrstuni. Maðurin undir liðuni á mær svevur víðari. Men her ruggar ikki alt rætt. Tokið bremsar so ógvusligt, at tað ristist og hevur mestsum hug at stoyta seg av skinnarunum. Her er okkurt galið. Fólk- ini í vogninum við okkum fimm føroyingum í stór- býnum er á veg á vanda- leið. Tá vit steðga við støðina koma boðini um at fara fram í tokini. Líka so skjótt sum fyrru boðini, komu tey næstu. Hesaferð meira harðrent. Nú snýr tað seg bara um at koma úr tokin- um. Øll skulu úr tokinum. Samstundis fyllist tokið við nøkrum, sum seinni skuldi vísa seg at vera støv, men fyri okkum øll í tokinum kundi hetta skitna dálkandi væl vera bæði gass og roykur. Øll vóru komin á føtur. Nú svav eingin. Panikkur var komin í fólk. Hurðarnar vildu ikki upp. Líka mikið, hvussu nógv var hálað og skrikt í hurð- arnar, so vildu hesar barasta ikki upp. Tað ger tað ikki betri, at tokførarin við gráturødd skríggjar “Mayday, may- day” í hátalaran. Her er alt ein hurlivasi. Summi rópa, onnur royna at vera rólig og øll royna at sleppa út. Bara út. Langt vekk frá hesum staðnum, sum støðugt gerst ein alt meira óhugnaligur veruleiki. Onkur er fastur í hurðunum. Bæði útifrá og innifrá verður roynt at fáa hurðarnar upp. Summi flyta fram í annan vogn, onnur tippast við hurðarnar. Tað skal bara vera ein vegur út. Ljósið í tokinum er farið, og vit eru inniløst og despe- rat inni í tokinum. Skríggini og roykurin er hvørt verri enn annað. Vit eru inniklemmaði í einum vogni á eini undirgrundar- jarnbreytastøð í London. Hetta er “worst case”. Hetta er kenslan av at vera hjálp- arleysur, fangaður og uttan veruligt skil fyri støðuni, ein er í. Einasta frælsi hjá tí inni- byrgda er, at tað er ein vegur út. Hetta frælsi áttu vit ikki. Og roykurin gerst bara meira tungur og skitin. Hann er ringur at anda inn, og ein kann bara gita seg til, hvønn skaða hetta hevur við sær. Hvat hugsar mann so um? Hvat roynir mann at gera? Tað snýr seg sjálv- andi bara um at koma út, men her er eingin vegur út – hurðarnar eru jú læstar. Satt at siga er tað ikki fyrr enn aftaná, tá eg eftirupp- livi hendingina, at eg kann seta orð á. Hesa løtuna, alt fór fram, var alt mestsum óveruligt. Eg fór ikki í panikk, royndi at finna ein útveg, men stóð kanska mest av øllum bara og grundaði yvir støðuna. Tankin um, at hetta skuldi vera síðsta stopp, rakar ein. Ì roynd og veru kundi eg ikki gera nógv annað. Alt var kaos og desperatión. Løtan, sum skuldi gerast nógv longri enn allar aðrar løtur higar- til, er í endurminningini meira óhugnalig enn nak- rantíð. Tað virkar sannlíkt, at lívið kann steðga her, men allíkavæl er tað log- iskt, at her, eins og onkun- tíð áður, er ein bjarging ávegis. Spurningurin um at skriva næstu greinina, gamlar uppgerðir ella at náða næsta lívsmálið er so lítið viðkomandi, at tvungna innibyrgingin gevur eina gjølla frálæru um virði og um ein sjálvan. Hurðarnar latast upp. Her er ein vegur út. Øll sum ein loypa avstað. Nú er ein vegur út. Ein hurð er fingin upp, men bara ein í okkara vogni. Úr øðrum vognum streyma eisini fólk. Beinan- vegin tá eri eg, og uttan iva fleiri við mær, greið yvir, at alt fer at lagra seg. Við søgunum um yvir- gangsatsóknir í huganum er tað ikki sørt hesin roykurin er andstyggiligur. Hann er kvalandi fyri sinnið. Á veg upp úr strandaða tokinum í rullutrappunum, sum ikki rulla, er sum sild í tunnu. Eitt tílíkt tok saman við teimum, sum bíðaðu, tekur nógv fólk, og øll hesi trýsta seg upp úr undir- grundini. Neyðútgongdir verða latnar upp, og vit sleppa øll upp úr undir- grundarstøðini. Henda gøt- an í London er trygdarpall- urin, men samstundis for- um til fyrstu enduruppliv- ingarnar. Langa løtan, sum eg ikki dugi at siga longd- ina á í minuttum, er nú meira enn meira óhugnalig. Eg byrji at skilja álvaran. Gerist skakkur av lítlum og ongum. Hendan kenslan av ikki at fata er mestur ræðsla. Kring um í gøtuni standa »Mayday, mayday« Einum meira klaustrofobiskum fornemmilsi skal ein leita leingi eftir Mynd: Heri á Rógvi Undirgrundartokini ferðast við øgiligari ferð Mynd: Heri á Rógvi Bløðini gjørdu sera nógv burturúr Fleiri ferðafólk endaðu á sjúkrahúsi Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 11 10