týsdagur 28. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 18 - 28. januar 2003
Nr. 18 - 28. januar 2003
13
Vit taka fult undir við sjónarmiðunum hjá dímunar-
bóndanm, Óla Jákupi, í samrøðu við blaðið fyri eini
viku síðani: "Ein góð, álítandi og ikki ov kostnaðar-
mikil samferðsla er fyritreytin fyri at varðveita bú-
plássini í úroyggjum og øðrum útjaðaraøkjunum".
So satt sum tað er sagt. Somuleiðis sigur formaðurin
í Útoyggjafelagnum, at tað sýntist so ljóst, tá ið sam-
gongan varð skipað í 1998 við økismenningini og
útoyggjapolitikkinum á dagsskránni, men nú er
hann - bara sløk fimm ár seinri - meira ørkymlaður
um framtíð útoyggja.
Vit kunnu vissa Óla Jákup úr Dímun um, at tað er
ikki bara hann, sum hevur fingið politiskar "timbur-
menn". Henda dagin, tingið umrøddi prísirnir hjá
Strandferðsluni, komu menn, kropp av kroppi, upp á
pallin. Nei, tað má ikki henda, at prísirnir hjá
Strandferðsluni hækka eini 20 prosent á summum
leiðum.
Men tað eru ikki bara prísirnir, sum hækka. Túra-
talið skal eisini skerjast, um roknistykkið hjá
Strandferðsluni skal ganga upp. Og hví? Tí at sam-
gongan samtykti eina fíggjarlóg, sum gevur SL
trengri karmar at virka undir! Og hetta er júst øvugt
av tí, sum formaðurin í Útoyggjafelagnum mælir til:
at kanna møguleikan fyri at sigla og flúgva títtari!
Eftir regnváta fólkafundin á Kirkju fyri hálvum
fjórða ári síðani, lovaði løgmaður, at nú skuldi
nakað gerast til frama fyri útoyggjarnar. Long tíð
gekk, men umsíður valdi løgmaður eina nevnd, sum
fyri sløkum tveimum árum síðani legði eitt frálíkt og
rúgvismikið álit - Útoyggjaálitið - fram. Síðani er
Útjaðaraálitið eisini komið.
Bæði mæla til eina betri samferðslutænastu, um fólk
skulu trívast í útjaðaranum. Men hvat hendir? Jú,
hetta sama landsstýrið, við einum klípi afturat, førir
ein politikk, sum er beint øvugt av øllum tí, sum hesi
álit siga. Áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, vístu vit
í hesum teigi á, at ein minni játtan til Strandferðsl-
una fór at merkja hægri prísir og færri túrar. Eingin
reaktión. Og samgongan samtykti fíggjarlógina við
lægri játtan á fleiri økjum. Hetta er bara annað
málið, rumbul er um. Fleiri koma undan kavi, tá
avleiðingarnar gerast veruleiki.
Útoyggjafelagið mælir til at kanna møguleikarnar
fyri at hava eina samhaldsfasta prísskipan hjá
Strandferðsluni. Grundgevingar felagsins eru góðar.
Vit skulu ikki taka vónina frá felagnum, men lítið er
at ivast í, at gongdin verður júst tann øvugta? Hægri
brúkaragjøld og eitt minni samhaldsfast samfelag er
politikkurin á øllum økjum! - Hví skulu vit so
vænta, at ferðaprísirnir skulu javnast?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hægri prísir og færri túrar -
útjaðarapolitikkur í verki!!!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Rúna Sivertsen
Seinasta
fríggjakvøld
varð Dúgvan brádliga
tikin úr sigling. Tá ferjan
ikki kom til ásettu tíðina,
ringdu ferðafólk á Far-
støðina, men ikki fyrrenn
farið var av allari tíð,
kundu tey á Farstøðini
upplýsa, nær siglt varð
aftur
Veðrið var gott fríggjadagin
og tey, sum skuldu um
Leirvíksfjørð henda dagin,
óttaðust ongar avlýsingar.
Men tá Dúgvan skuldi
sigla av Leirvík klokkan
21.30, var einki skip í eyg-
sjón. Bilrøðin á bryggjuni
var stór, og fólk gingu
ímillum fyri at fregnast um,
hvat mundi vera galið. Men
eingin visti nakað, og á
Farstøðini høvdu tey eingi
boð fingið.
Onkur av ferðafólkunum,
sum dagliga ferðast við
Dúgvuni, ringdi umborð.
Tá fekst at vita, at teir
máttu leggja skipið ein túr.
Hesi boð komu tó ikki til
øll, sum bíðaðu.
Tá ferðafólkið kom um-
borð, var alt sum um einki
var hent - eingin frágreið-
ing ella umbering um há-
talaran.
Manningin gav boð
Summi av ferðafólkunum,
sum bíðaðu klaksvíksmeg-
in, fingu boð frá manning-
ini, at báturin mátti leggjast
ein túr. Men henda frá-
boðan kom ikki til øll, og
eingin frágreiðing var sett
upp við ferjuleguna.
Seinni frættist, at Dúgvan
hevði fingið hol á gronina
undir sigling í næstseinastu
viku, og at hetta var orsøkin
til, at nevndi túrur varð
lagdur burtur ímillum.
Tey flestu, sum dagliga
ferðast um Leirvíksfjørð,
hava fartelefonnummarið á
Dúgvuni. Tey hava møgu-
leikan at ringja umborð, tí
manningin er altíð fús at
svara, tá ringt verður.
Men hetta er ein tænasta,
sum skal veitast á Farstøð-
ini og ikki av manningini á
strandfaraskipunum, sum
hevur annað at gera enn at
svara telefonini, meðan
siglt verður.
Tað hevði ikki kostað
Strandferðsluni
nógvan
pening at sett upplýsingar
um broytingar upp við
ferjulegurnar.
Dugnaleys leiðsla
Ferð eftir ferð standa fólk í
Leirvík og bíða, tá Dúgvan
siglir á Fuglafjørð. Eitt
skelti við frákoyringina til
Leirvíkar, hevði loyst tann
trupulleikan.
Eingin - heldur ikki
leiðslan á Strandferðsluni -
er harri yvir veðri ella
óhappum. Men leiðslan
hevur ábyrgd av, at ferða-
fólk verða upplýst, og at
avlýsingar eru til so lítlan
ampa sum gjørligt, bæði
fyri manning og ferðafólk.
Leygardagin varð Ternan
sett í sigling, meðan Dúgv-
an er á beding fyri at tetta
holið á gronini.
Og so er at vóna, at wc-
rørini á damutoylettinum
verða tett samstundis, so
tær kvinnur, ið noyðast at
"træde af på naturens
vegne" á ferðini um Leir-
víksfjørð, ikki kódna í
ótespiliga deyminum.
Lítið fantilsi á tænastustøðinum hjá
Strandferðsluni
Klæmint Weihe
Tórshavn tann 24. januar
2003
Í degi og vika í gjárkvøldið
var innslag við Hans T.
Olsen um mín persón. Eg
havi hesar viðmerkingar til
tað sum kom fram.
Á stýrisfundi í SEV tann
16. november 2002, varð
semja gjørd um, at undir-
ritaði skuldi taka seg úr
nevndini fyri P/f Norð-
oyatunnilin. Eg var iki hjá-
staddur á fundinum, men
tók undir við avtaluni í tele-
fonini. Sama kvøld ringdi
eg til Bjarna Djurholm,
landsstýrismann og boðaði
honum frá semjuni. Semjan
varð eisini send fjølmiðlun-
um sama dag.
Eftir var so at finna eitt
passandi tíðspunkt at fara
úr nevndini. Á stýrisfund-
inum var m.a. árligi árs-
aðalfundurin í P/F Norð-
oyartunnlinum nevndur. Tá
hetta ikki varð ásett í
semjuni, hevur undirritaði
eftirlýst einari nærri áseting
av hesum.
Tað hevur ikki eyndast at
fáa eina greiða ábending
um hetta. Nevndararbeiðið
í P/F Norðoyartunnlinum
skal halda áfram, og stórar
avgerðir skulu takast í
nærmastu
framtíð.
Eg
gjørdi tí av mikudagin tann
22. januar 2003 at boða
Bjarna Djurholm frá, at eg
ynskti at verða loystur úr
starvi skjótast tilber.
Eitt annað mál, sum varð
umrøtt í sendingini, var
ógegni mítt í samband við
P/F Vágatunnilin. Sagt skal
verða frá, at eg ikki havi
luttikið í málsviðgerðinií
sambandi við P/F Vága-
tunnilin síðani november
2002.
Á stýrisfundinum tann
17. januar 2003 var eg hjá-
staddur undir málsviðgerð-
ini. Hetta var eftir, at stýris-
formaðurin hevði spurt
fundarluttakararnar
um
teirra
hugsan.
Eingin
ynskti, at eg fór av fund-
inum, men fleir iynsktu, at
eg varð verandi, tí teir
høvdu spurningar itl mín.
Eg svaraði settu spurn-
ingunum.
Viðmerkingar til tíðindastubba
í Degi og Viku 23. januar 2003
Góði Carl Jóhan Jensen, tú
sum ert so greiður, gløggur
og góður. Fyrigev mær
mína fávitsku. Og lat tú
meg bert leska ein løgg av
tíni kunnleikans ótømandi
keldu, so eg skilji heimin.
Fyrigev mær eisini mín
frekleika og fyll meg við
tínum
fyrikomandi
og
frílynta lyndi.
Eg drýpi høvur í skomm,
eftir at hava lisið tínar
avdúkandi sannleikar um
meg í sannleikans tíðarriti.
Tú hevur púra rætt. Eg eri
fávitskutur og frekur - havi
hvørki hylling ella høvd
uppá samfelagsins viðu-
rskifti. Heldur ikki kann-
ingarstjórafrágreiðingina,
sum kvetti høvdið av Jørg-
eni Niclasen.
So góði, greiði, gløggi
Carl Jóhan, lær tú meg og
okkum onnnur deyðiligu,
hvussu sannleikin hongur
saman. Væta okkum við
tíni kunnleikans keldu, og
sig okkum veruligu søguna
um
kanningarstjórafrá-
greiðingina
og
Jørgen
Niclasen, sum bert tú skilir.
Men minst til, góði Carl
Jóhan, tú skrivar til okkum
fávitskutu. So lat vera við
at oysa tín kunnleika burt á
veldugum síðum í sann-
leikans tíðarriti. Væta okk-
um heldur við skilliga
sannleikanum í eini grein,
sum ikki er longur enn
3.000 tekin. Eg bíði spentur
eftir at læra - Carl Jóhan.
E.S.: Tú mást orsaka, at
hendan viðmerking ikki
bert er send til sannleikans
tíðarrit, men eisini til fá-
kunnugu miðlarnar.
Við eyðmýkt
John Johannessen,
tíðindamaður
Jógvan Arge
Býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Jóanis Nielsen var ikki
langt av leið, tá hann í
Fregnum
skrivaði
um
bluffnummarið hjá Tórs-
havnar Kommunu og Før-
oya Tele um sjónvarps-
pakkan, sum er "nóg mikið
til at geva einum neyðars-
ligum húsarhaldi slagsíðu".
Málið er líkasum sníkt
ígjøgnum Tórshavnar Bý-
ráð. Upp undir endan varð
tað einans viðgjørt sum eitt
fíggjarmál,
og
fíggjar-
nevndin einsamøll tók av-
gerð um at avreiða útgerð-
ina hjá Rás Tórshavn til
Føroya Tele. Avgerðin um
at steðga rásini man vera
tikin umsitingarliga.
Hetta hevur havt við sær,
at tann, sum ikki heldur seg
hava nóg mikið við SvF, má
antin keypa sær frysti-
boksina hjá Televarpinum
ella fáa sær eina parabol-
tænasta – við egnum para-
boli ella í eini parabol-
skipan.
Tann peningaliga slag-
síðan kemur av, at Rás
Tórshavn hevur verið ein
kommunal tænasta, sum
onki hevur kostað brúkar-
unum. Skulu hesir brúkarar
nú út um SvF, mugu teir
gjalda í dýrum dómum.
Í Havn eru 6000 húsar-
hald. Tey mugu nú gjalda
einar 3000 krónur árliga
fyri nýggju tænastuna. Tað
merkir,
at
Tórshavnar
Kommuna við sínum stigi
hevur álagt sínum borgar-
um 18 milliónir krónur í
meirútreiðslum um árið
fyri eina tænastu, sum
kostaði kommununi eina
millión krónur.
Hvørki mentanarnevndin
ella sjálvt býráðið, sum fyrr
hava viðgjørt mál um Rás
Tórshavn, hoyrdu orð ella
eið til hetta málið eftir, at
býráðsformaðurin fyri ein-
um ári síðani fekk býráðið
at samtykkja at fara undir
tingingar við Føroya Tele at
kanna hvørjir møguleikar
vóru í framtíðini.
Próvgrundin at fara undir
hesar samráðingar var, at
TV3 var komið við eini
rokning, sum skuldi vera
upp á 800. 000 krónur um
árið.
Mentanarnevndin
og
býráðið
hava
ongantíð
fingið at vita, hvat kom
burtur úr kanningunum hjá
Føroya Tele, men kunna
staðfesta, at fíggjarnevndin
hevur selt Føroya Tele Rás
Tórshavn fyri eina knappa
millión uttan at bjóða út.
Staðfestast kann eisini, at
Føroya Tele hevur ikki
verið ført fyri at bjóða við-
skiftafólkunum hjá Rás
Tórshavn rásina hjá TV3,
sum knúturin stóðst av og
eftirhondini var vorðin
rættiliga viðkomandi hjá
hyggjaranum.
Í síni tíð var tað Tórs-
havnar Býráð sjálvt, sum
tók stig til endurvarping-
arstøðina Rás Tórshavn.
Eitt høvuðsargument var,
at býrðáðið vildi ikki hava
parabolar á hvørjum húsi, tí
hetta fór at lýta umhvørvið.
Kommunan rindaði kostn-
aðin fyri úgerð og rættindi,
og havnarborgarar fingu
tænastuna fyri onki.
Hetta var ein kommunal
tænasta, sum gleddi fólk,
men hon skuldi partú
avhøvdast tí, at TV3 lok-
sins hevði reist ugga-
fjarðarnar.
Hvat fingu vit afturfyri?
Ein strongdan borgara-
skara, sum í alla framtíð má
taka djúpt í lumman sjálvur
fyri at fáa sama sjónvarps-
útboð aftur. Í mongum
førum verður hann eisini
trýstur til at lýta býin við
einum stórum stálkampi.
Hetta er harmasøgan um
eina kommunu, sum í 21.
øld steðgaði eini fram úr
tænastu og vendi 180 stig
orsakað av eini rokning,
sum hevði kostað hvørjum
húsarhaldi 11 krónur um
mánaðin.
Tórshavnar
Kommuna
hevur eina fíggjarætlan upp
á 435 milliónir krónur, sum
skattaborgararnir
rinda.
Har er framvegis rúm fyri
at varðveita Rás Tórshavn -
við ella uttan TV3.
TÍÐINDASKRIV
Á landsfundi Sjálvstýris-
floksins á Glyvrum leyg-
ardagin var semja um, at
Sjálvstýrisflokkurin
framhaldandi skal virka
fyri, at yvirtøkur verða
framdar stigvíst og eftir
avgerð, sum vit sjálvi
taka, og fegnast um at tað
nú hevur eydnast flokk-
inum at fáa samgonguna
at arbeiða eftir leisti
Sjálvstýrisfloksins. Hetta
er eisini galdandi í sam-
band við yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, sum má
gerast í samráð við allar
partar, ið varða av kirkj-
uni, og umboðum fyri
politisku flokkarnar.
Landsfundurin ger vart
við, at tað er ongin loysn
at geva skattalætta við
aðrari hondini og áleggja
gjøld og hækka prísir við
hinari hondini, men ar-
beiðast má við rationali-
seringum og sparingum.
Samgongan í felag hevur
ábyrgd av at útjaðarin
ikki fær verri umstøður.
Landsfundur
Sjálv-
stýrisfloksins
átalar
vánaliga stevið í sam-
gonguni, at persónar í alt
ov stóran mun, royna at
profilera seg sjálvar og
sínar flokkar, heldur enn
at loysa málini innan-
hýsis í samgonguni.
Landsfundurin fegnast
um at flokkurin við sín-
um politiska leiki hevur
eydnast at ment um
persónliga og vinnuliga
frælsi, og at umhvørvi,
vælferð og trivnaður hjá
øllum landsins borgarum
er styrkt munandi við
floksins luttøku í sam-
gonguarbeiðinum.
Fráboðan:
Á fundinum var full
semja um at velja Kára P.
Højgaard til floksfor-
mann, og Eyðun Elttør til
næstformann.
Nýggj
landsnevnd.
Landsfundurin valdi eis-
ini nýggja landsnevnd.
Nevndin hevur skipað
seg við Lassa Klein fyri
Eysturoynna, sum for-
manni í landsnevndina
og Ásu Olsen fyri Suð-
urstreymoy sum næst-
formanni. Hinir nevndar-
limirnir eru: Dan Lam-
hauge fyri Unga Sjálv-
stýri, Sigvald Zacharia-
sen fyri Norðurstreymoy,
Jan Joensen fyri Norð-
oyggjar
og
Rosely
Reynstind fyri Vágarnar.
Hesi umboð vóru vald í
starvsnevndina: Klæmint
Olsen og Petur Olivar í
Hoyvík.
Jógvan Joensen
Annars haldi eg at Kartha-
go skal leggjast í oyði. So-
leiðis endaði ein rómversk-
ur politikari allar sínar røð-
ur, líkamikið hvat tær vóru
um, og endin var jú at
Kartago var javnað við
jørðina.
Í Føroyum hava vit fingið
nakað líknandi. Her eru tað
bóndirnir, sum siga at teir
skulu hava fjøllini fyri einki
frá landinum. Antin teir
tosa
um
veðrið
ella
mjólkaprísir, so verður tað
ikki gott fyrrenn teir sleppa
at eiga fjøllini.
Í nógv hundrað á hevur
tað verið soleiðis, at umleið
helvtin av jørðini hevur
verið privat, og helvtin hev-
ur verið almenn. Tó ikki
meira almenn enn so, at
maðurin sum situr við
einum festi veit, at tá hann
gevst fær eitt av børnunum
hjá honum festi. Hyggja vit
so eftir hvørjir garðar klára
seg best, er tað jú lætt at
síggja at tað eru teir al-
mennu
garðarnir,
sum
kunnu kallast landbrúk,
meðan tann privata jørðin
verður brúkt til hobby hjá
onkrum sum hevur pengar
nokk at keypa sær nakrar
gyllin.
Fyri eini tjúgu árum
síðani fóru nakrir av teim-
um almennu bøndrunum at
investera í neytafjós. Teir
læntu so nógv av pengum,
at teir hava ongan møgu-
leika at gjalda láni aftur,
sjálvt um landi lænti teim-
um pengarnar so at siga
rentufrítt. Tað vil siga at
hesir menn klára ikki at
dríva eitt virkið, sum teir
gjalda
eina
symbolska
leigu fyri, og sum teir
kunnu læna íløgukapital
rentnufrítt frá landinum til.
Hvussu ólukkan skulu teir
so klára tað, tá teir mugu
gjalda fullan prís fyri bæði
jørð og fjós. Eg skilji tað so
ikki.
Eg skilji heldur ikki hví
ólukkan teir ikki keypa sær
eitt fjall ella tvey, tá teir nú
halda at tað er tað einasta
saliggerðandi. Helvtin at
øllum fjøllunum í Føroyum
eru jú privat ogn, og prís-
urin er marknaðarprísur, so
har er bara at fara í gongd.
Annars er gongdin aðra-
staðni tann, at mjólk verður
framleidd í risastórum fjós-
um við fleiri hundrað neyt-
um. Tað gevur eina ódýra
framleiðslu, og góðar ar-
beiðsumstøður.
Tá
vit
hugsa um at meginparturin
av øllum teimum ógoldnu
fjósunum í føroyum eru
gomul og niðuslitin, dugi
eg væl at síggja at bøndirnir
hava eitt problem. Men
problemið kann ikki loysast
við at koyra fjøllini í
lumman á nøkrum fáðum
monnum. Eini tvey, kanska
trý fjós fara at leverað alla
tað mjólk vit hava brúk
fyri, tá fáa vit kanska mjólk
fyri ein hampuligan prís. Í
staðin fyri at framleiða
mjólk, fara bøndurnir at
selja græs til fjósini.
Kann onkur forrestin siga
mær,
akkurát
hvar
í
mjólkarframleiðsluni tað
er, man skal brúka eitt fjall?
Mær vitandi verða fjøll-
ini í Føroyum brúkt til
seyðaframleiðslu,
og
seyðabøndurnir skylda ikki
hasar milliónirnar, ikki teir
við skili í, í hvussu er.
VIÐMERKINGAR
Kári Højgaard
formaður í Sjálv-
stýrisflokkinum
Privat fjøll og mjólkarprísur
Rás Tórshavn:
Harmasøga og bluffnummar
Lær meg - Carl Jóhan
C
M
Y
K
13
12