týsdagur 28. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 28. januar 2003
15
Lærarafelagið hevur
onki at stúra fyri, tí
tað er ikki ein partur
av virkisskránni hjá
landsstýrismanninum
í skúlamálum, at
kommunurnar skulu
umsita skúlarnar
SKÚLAMÁL
Áki Bertholdsen
– Eg kann siga heilt greitt,
at tað tað eru ongar sum
helst ætlanir um at leggja
fólkaskúlan undir komm-
unurnar at umsita.
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýrismaður í skúla-
málum, sigur, at hon kennir
onki til eina fullfíggjaða
ætlan í Mentamálaráðnum
um at avhenda fólkaskúlan
til kommunurnar at umsita,
soleiðis sum Lærarafelagið
stúrir fyri í greinini oman-
fyri.
– Tað hevur á ongan hátt
verið ein partur av virkis-
skránni fyri fólkaskúlan í
hesum valskeiðnum, at
kommunurnar skulu umsita
skúlan, sigur Annlis Bjark-
hamar.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hon veit heldur onki
um, at mentamálaráðið
hevur lagt eina ætlan fyri,
hvussu fólkaskúlin kann
verða lagdur undir komm-
unurnar at umsita.
– Tað er í hvussu so er
ikki eitt arbeiðið, sum eg
havi
biðið
umsitingina
gera. Men er eitt slíkt ar-
beiðið gjørt fyri mína tíð í
Landsstýrinum, er tað ikki
nakað, eg havi ávirkan á.
Men tað er í hvussu so er
ikki ein ætlan, sum vit á
nakran arbeiða eftir.
Skúlin samsvara við
tíðina
Annlis Bjarkhamar sigur, at
hesi fýra árini hevur hon
sett sær fyri at gera eina
roynd at fáa innihaldið í
fólkaskúlanum at samsvara
við tíðini vit liva í og rund-
ferðin, sum hon fór undir í
gjár, er ein liður í hesum.
– Eg haldi, at vit skulu
taka eitt stig í senn. Tá ið
vit hava ment skúlan, so at
hann virkar, sum vit vilja
hava hann, kunnu vit altíð
tosa um, hvat næsta stigið
skal vera, tí vit skulu sjálv-
sagt altíð royna at menna
skúlan. Men hvat tað næsta
stigið verður, er ikki gott at
vita nú.
Hon sigur, at av tí, at tað
als ikki er ein partur av
virkisskránni
at
leggja
skúlan undir kommunurn-
ar, hevur hon heldur ikki
hugsað so gjølliga yvir tann
spurningin.
– Rákið er tann vegin, at
avgerðirnar skulu flytast so
nær borgarunum sum gjør-
ligt. Og tað haldi eg eisini
er tann rætta gongdin.
– Men hinvegin hevur
skúlin ein slíkan yvirskip-
aðan leiklut i samfelagnum,
at tað er ein spurningur um
tað ikki er rætt, at tað eru
landsmyndugleikarnar, sum
umsita og avgera innihaldið
í skúlanum.
Hon sigur, at landsstýrið
skal eisini varða seg fyri at
kroysta nakað niður yvir
høvdið á kommununum.
– Men verður politiska
rákið einaferð tann vegin,
at kommunurnar skulu um-
sita skúlan, eigur tað at vera
gjørd eftir einum heilt
greiðum leisti, har treytir
verða settar til, hvussu inni-
haldið í skúlanum skal vera
fyri at tryggjað, at skúlin
lýkur tey krøv, sum lógin
ásetir.
Hinvegin hugsi eg, at all-
ar kommunur eru áhugaðar
í hava ein so góðan skúla
sum gjørligt, tí tað kemur
teinum sanniliga til góðar.
Men vit vita eisini, at tá ið
peningur skal býtast, er
mangan smábýtt, ikki tí, at
illviljin er so stórur, men tí
at ov lítið er at býta.
Lærarafelagið vísir til
støðuna á Viðareiði, har
savnsrøktin liggur lamin, tí
at kommunan hevur ikki
viljað goldið 2.600 krónur?
– Tað haldi eg ikki var av
illvilja. Tað var meiri av
prinsipiellum orsøkum, har
Viðareiðis Kommuna ikki
vildi átaka sær at betala ein
part av læraralønunum, tí
tað hava kommunur ongan-
tíð gjørt. Tað er ein avgerð,
sum vit eiga at virða. Men
tað sigur okkum eisini so
mikið sum tað, at skal tað
einaferð í framtiðini koma
upp á tal at leggja skúlarnar
undir kommunurnar, mugu
viðurskiftini
vera
púra
greið, so at ongar misskilj-
ingar og ongi ivamál taka
seg upp um, hvør hevur
ábyrgdina av hvørjum.
– Og tað er eisini eitt
mál, sum krevur eina
drúgva, politiska viðgerð,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Lærarafelagið hevur
átalað, at umsitingin í
Mentamálaráðnum
av sínum eintingum
hevur lagt eina full-
fíggjaða ætlan um at
avhenda fólkaskúlan
til kommunurnar at
umsita
FÓLKASKÚLIN
Áki Bertholdsen
Tað má aldrin henda, at
fólkaskúlin verður lagdur
undir
kommunurnar
at
umsita.
Elsa Birgitta P. Petersen,
formaður í Føroya Lærara-
felag, er púra avgjørd í síni
meining um, hvør skal um-
sita fólkaskúlan í Føroyum.
Men hon sigur, at tað
liggur nevniliga ein full-
fíggjað ætlan í Mentamála-
ráðnum fyri, hvussu fólka-
skúlin kann avhendast til
kommunurnar at umsita.
– Hetta er ein ætlan, sum
út í æsir greinar, hvussu
skúlin fult og heilt kann
verða lagdur út til komm-
unurnar at umsita.
Enntá skal samráðingar-
rætturin um lønirnar hjá
lærarunum leggjast undir
kommunurnar.
Elsa Birgitta P. Petersen
sigur, at hon er greið yvir,
at hetta er ikki ein ætlan,
sum landsstýrismaðurin í
skúlamálum, Annlis Bjark-
hamar, hevur biðið um.
Hon sigur, at tvørturímóti
er tað ein spurningur um
hetta er eitt arbeiðið, sum
nakar av landsstýrismonn-
unum hava biðið um.
– Spurningurin er um
hetta ikki er ein ætlan, sum
embætisverkið í Menta-
málaráðnum hevur gjørt av
sínum eintingum, uttan at
nakar
landsstýrismaður
hevur biðið um tað.
Formaðurin í Lærarafel-
agnum sigur, at hon hevur
átalað hjá Annlis Bjark-
hamar, at ein slík ætlan
yvirhøvur er gjørd, serliga,
tá ið hugsað verður um at
ongin politiskur flokkur
hevur tað í sini stevnuskrá,
at kommunurnar skulu um-
sita skúlan og tað er heldur
ikki í samgonguskjalinum.
Kommunur forða
skúlunum at virka
Annars hevur tankin verður
frammi av og á um, at tað er
rættast, at kommunurnar
skulu umsita skúlan.
– Men hendir tað, eru
útlitini ræðandi og tað má
undir ongum umstøðum
henda. Tí hevur Lærarafel-
agið eisini langt síðani sett
hælarnar í og tað fara vit at
standa fast við, tí vit hava
sett okkum fyri, at tað skal
ikki henda.
Hon nevnir Viðareiðis
Kommunu sum eitt talandi
dømi.
– Har hendi tað, at Viðar-
eiðis Skúli hevur ikki virk-
að til fulnar, tí kommunan
hevur ikki viljað betalt
2.600 krónur fyri savns-
røktina.
– Hetta hevur onki við
pening at gera. Tað er
heldur ikki ein spurningur
um prinsipp. Hetta er eitt
dømi um hugburðin mót-
vegis skúlanum og lærarum
yvirhøvur.
– Sostatt hevur tað borið
til hjá Viðareiðis Kommuna
at forða skúlanum í at virka
eftir lógini og tað haldi eg
er ógvuliga álvarsamt.
Formaðurin í Føroya
Lærarafelag sigur, at tað
skuldi helst verið so, at eitt
barn kundi flutt úr einum
skúla í annan, uttan at mun-
ur er á undirvísingini.
– Men verður skúlin
lagdur undir kommunurnar
at umsita, kann hetta ikki
tryggjast at allir skúlar í
landinum verða á sama
støði. Tá fer tað at standa til
eitthvørt tilvildarligt og
skiftandi kommunustýri at
gera av, hvussu skúlin verð-
ur raðfestir. Kommunustýri
verða skift fjórðahvørt ár
og tískil er tað so skjótt, at
hugburðurin til skúlan kann
broytast til tað betra – ella
til tað verra.
– Dømi um Viðareiðis
Kommunu fortelur okkum
so mikið sum tað, at at
kommunurnar mugu undir
ongum umstøðum fáa ræð-
ið á skúlanum, tí tá verður
umsitingin av skúlanum
púra tilvildarlig, alt eftir,
hvør situr í kommununi.
– Tað er eisini stórur
vandi fyri, at umisitingin av
skúlanum verður tengdur at
fíggjarligu
støðuni
hjá
hvørjari einstakari komm-
unu. Fer tað at tátta í fíggj-
arliga hjá eini kommunu,
vita vit at royndum, at skúl-
in og almannaverkið eru
teir stovnarnir, sum verða
teir fyrstu at merkja spari-
knívin.
Elsa Birgitta P. Petersen
sigur, at tí hevur tað av
størsta týdningi, at umsit-
ingin av skúlanum verður
verandi undir miðfyrisit-
ingini.
– Annars verður vandin
alt ov stórur fyri, at skúl-
arnir og tilboðini til næm-
ingarnar verða ymisk, alt
eftir, hvønn hugburð hvør
einstøk kommuna, hevur, tí
umframt fíggjarligar um-
støður og hugburð, verður
tað eisini altíð ymiskt, hvat
tey ymsu kommunustýrini
halda, hevur týdning fyri
ein skúlan og um, hvussu
skúlin skal vera.
– Tó skal viðmerkjast, at
yvirhøvur raðfesta komm-
unurnar skúlarnar høgt,
men tað eru meiri enn so
undantøk og tað eru hesi
undantøkini, vit ræðast.
– Eitt er at verða so nær
brúkarunum sum gjørligt,
men hetta er at fara ov nær
og fyri at tryggja eina javnt-
góða undirvísing í øllum
skúlum, er tað alneyðugt, at
skúlin verður umsitin av
miðfyrisitingini.
Ongar ætlanir um at avhenda
fólkaskúlan til kommunurnar
Annlis Bjarkhamar kennir onki til nakra ætlan í Mentamála-
ráðnum um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at
umsita. Og tað er ikki ein partur av virkisskránni í hesum val-
skeiðnm, sigur hon
Hava lagt ræðandi ætlan fyri fólkaskúlan
– Tað má aldrin henda, at fólkaskúlin verður lagdur undir kommunurnar at umsita, sigur
Føroya Lærarafelag og felagið hevur tí sett hælarnar. Myndin er av skúlabørnum á Húsum
15
14
Nr. 18 - 28. januar 2003
Leygarkvøldið var
grannaveitsla í skúl-
anum í Hoyvík fyri
tey, sum búgva niðan
fyri Vegin Langa.
Hetta var eitt stak
væleydnað tiltak, sum
fyrireikarar og lut-
takarar eru ógvuliga
glaðir fyri
VEITSLA
Ingrid Bjarnastein
Fyri fyrstu ferð í mong ár
varð
skipað
fyri
eini
grannaveitslu í skúlanum í
Hoyvík fyri tey, sum búgva
niðanfyri Vegin Langa og
tey, sum hoyra til fyrstu út-
stykkingingina har uppi.
Heili
250
fólk
vórðu
savnað í skúlanum í Hoyvík
leygarkvøldið,
har
tey
komu saman við mat, dans,
sang, gaman og álvara.
– Hetta var eitt stak væl
eydnað tiltak, sum fólk
vórðu ógvuliga glað fyri,
sigur Katrin Dahl, sum var
ein av fyrireikarunum.
Fólk í øllum aldri høvdu
leitað sær til Hoyvíkar hetta
kvøldið, har tað var møgu-
leiki fyri at hitta fleiri, sum
tú ikki hevði havt samand
við í fleiri ár.
– Stemningurin var ótrú-
liga góður. Vit høvdu eitt
felags borðhald, har øll,
sum vóru við høvdu tikið
ein rætt við. Sjálv havi eg
ongantíð sæð nakað líkn-
andi. Øll høvdu veruliga
lagt sálina í tann rættin,
sum tey tóku við, greiðir
Katrin frá.
Lokalt
skemt
var
á
skránni, har tað var ein
bólkur sum hevði gjørt
undirhald, og eisini hetta
riggaði stak væl. Sangur og
talur sluppu sjálvandi eisini
framat.
– Borðhaldið endaði við,
at ein, sum eitur Annika
Højgaard, hevði gjørt eitt
show, og hon fekk alt í
hopla.
Dansur
Aftaná borðhaldið var skip-
að fyri føroyskum dansi, og
aftaná varð spælt til dans.
– Vit høvdu stak góðarar
kvøðarar, og so høvdu vit
ein harmoniku spælarar og
ein sangara at spæla til
dans. Tað hóskaði seg stak
væl, tí tað var ikki so hart,
og tað bar framvegis til hjá
fólki at sita og tosa og
hugna sær.
– Hetta var eitt frálíkt
høvi at koma nærri teimum,
sum tú býrt so tætt upp á.
Gamlir kennskapir vórðu
uppfrískaðir
og
nýggir
vórðu stovnaðir, so hetta
var eitt ógvuliga gott sosialt
tiltak, sigur Katrin Dahl.
Hvørt ein slík veitsla
verður á skránni aftur ella
ikki, veit Katrin ikki at siga
enn.
– Vit eru í øllum førum
fyribils komin væl og virði-
liga frá hesi veitsluni.
Sunnudagin vóru vit aftur í
skúlanum og ruddaðu upp,
og eisini tá var undirtøkan
stak góð.
– Hetta var ein veitsla,
sum vit øll eiga ein part av.
Øll góvu sítt besta, og á
henda hátt verður tað so
ómakaleyst at skula skipa
fyri eini veitslu, sigur
Katrin Dahl at enda.
Ein veitsla øll eiga ein part av
Varpa ljós á tey ungu
Um vikuskiftið
verður ráðstevnan
»Ung í Føroyum« sett.
Hetta er ein stevna
har ung millum 13 og
18 ár sleppa at sýna
fram listarligu dygdir
sínar
UNG Í FØROYUM
Ingrid Bjarnastein
Annað árið á rað skipar
Norðurlandahúsið fyri ráð-
stevnuni »Ung í Føroyum«.
Ung millum 13 og 18 ár
sleppa her at vísa sínar
listarligu dygdir innan eitt-
hvørt listarligt evni.
Tá freistin var úti í nov-
ember mánað høvdu 110
ung teknað seg, men pláss
er bert fyri 60 luttakarum.
Á stevnuni fara ung at
sýna fram egin listarlig
avrik bæði fyri hvørjum
øðrum og fyri almenning-
inum.
Eisini verða listaverk-
smiðjur á skránni, sum um-
fata myndlist, tónleik, kór,
skriving, video og dans.
Orsøkina til eina slíka
stevnu siga fyrireikararnir
vera, at hetta verður gjørt
fyri at varpa ljós á ung-
dómsmentanina her á landi
og skapa umstøður fyri
teimum.
Tað eru Rakel Helmsdal,
rithøvundur og Hedvig
Westerlund, teaturpedagog-
ur, sum eru leiðarar og fyri-
skiparar av stevnuni. Annlis
Bjarkhamar setir stevnuna
fríggjakvøldið, og hon er
eisini verndari.
Seinnapartin sunnudagin
fáa tey, ið hava hug,
møguleika at síggja ymiskt
framført í Norðurlandahús-
inum.
Leygarkvøldið var skipað fyri grannaveitslu uppi í Hoyvíkar skúla. Heili 250 fólk vóru komin saman hetta kvøldið at hitta bæði kend og ókend fólk
Mynd: Finnur Justinussen
Annað árið á rað skipar
Norðurlandahúsið fyri
ráðstevnuni »Ung í
Føroyum«. Her sleppa ung
millum 13 og 18 ár at sýna
fram listarligu dygdir sínar
C
M
Y
K
14